Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2010 tíðindi Nógvir møguleikar eru í samstarvi við Russland, men av royndum hava vit lært, at tað politiska má vera í lagi, áðrenn vit fara undir nakað nýtt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður Vinna Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Herfyri vendi Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum sær til landsstýris­ menninar Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen við ymiskum uppskotum um, hvussu samstarvið millum Føroyar og Russland kann mennast. Hatta ljóðar áhugavert. Eg havi havt fund við Árna Dam um málið, og avtalan var, at vit hvør í sínum lagi skulu kanna møguleikarnar, Árni Dam á vinnuliga økin­ um og eg á tí politiska, sigur Jørgen Niclasen. Eitt av uppskotinum er at byggja eina nýggja Før­ oyingahavn á Svalbard, og so skulu nakrir smábátar rógva út frá einum russisk­ um frystiskipi, føroyingar og russar. Nógvir leysar endar eru, sum greiði má fáast á, Ein er hvørja kvotur bátarnir kundu fingið. Haraftrat kemur spurn­ ingurin, hvat norðmenn siga, men tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki, tí Noreg umsitir bara Sval­ bard, sigur Jørgen Niclasen. Hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at tað politiskt fæst forstáilsi fyri eini slíkari verkætlan. Alt má vera greitt frammanund­ an, so einki kemur aftur um aftur. Føroyingar hava lært nógv av Skálaberg­málin­ um, og slíkt má ikki henda aftur, sigur Jørgen Niclasen. Eisini ferðavinnusamstarv Hugskotið hjá Árna Dam er ógvuliga gott, og tað er heilt vist, at nógv er at vinna í samstarvi við Russland. Ikki bara á fiskivinnuøkinum og við skipaumvælingum, men eisini í ferðvinnuni, tí nú ferðast russar nógv, sigur Jørgen Niclasen. Árni Dam newvndi eisini, at eitt umboðsfólk átti at verið sett í Murmansk. Tað er eitt mál, sum landsstýrið hevur arbeitt við, men peningur er ikki tøkur til tað beint nú, sigur Jørgen Niclasen. Vil hava meira samstarv við Russland Jørgen Niclasen, landsstýrismaður vil fegin hava meira samstarv við Russland Umrøða rækjufyrispurning Teir politisku myndugleikarnir í Íslandi fara nú at viðgera spurningin, um føroysk skip skulu fáa loyvi at fiska rækjur innan fyri íslendska markið, og um føroysk skip kunnu veiða íslendsku rækjukvotuna á Flemish Cap, um íslending­ ar ikki brúka kvotuna í ár. Føroyingar bóru spurningarnar upp á mál fyrr í vikuni, tá londini tingaðust um fiskirættinda­ sáttmála fyri 2010. Rækjuleiðin í íslendskum sjógvi, sum føroysk skip vilja sleppa at royna á, er Dohrbankin, sum er á markinum millum Ísland og Grønland. Aftur skot í Keypmannahavn Í fleiri vikur hava eingir skottilburðir verið í Keypmannahavn, men í gjárkvøldið máttu fýra fólk á sjúkrahús eftir tríggjar skottilburðir á høvuðsstaðarleiðini. Á Nørrebro vórðu tveir 22 og 20 ára gamlir menn raktir av skotum. Løgreglan heldur, at hesin tilburðurin hevði samband við ein annan tilburð í Herlev fyrr um kvøldið, har ein maður varð skotin í hálsin. Tann triði tilburðurin var á Østerbro, har ein maður varð særdur í sam­ bandi við eitt innbrot. Eingin av teimum fýra særdu er í lívs­ vanda, sigur løgreglan í Keypmannahavn. Breyt beinið illa Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein trettan ára gamal drongur var óheppin í ferðsluni hóskvøldið. Hann koyrdi á renni­ hjóli, fór av gongu­ breytini á Ternuryggi í Havn og út á vegin, og tá rakti hann inn í síðuna á einum bili. Bilurin fekk bara smávegis snudd, men verri var við dreingi­ num. Hann varð fluttur á Landssjukrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevi brotið báðar leggirnar í vinstra skinnabeini. Hjørtur og Tummas vístu stórt dirvi, tá ið teir í oktober í fjør bjargaðu vinmanninum Adrian frá at drukna. Fyri hetta dirvi hevur Reyði Krossur útnevnt teir til ársins 1. hjálparar í 2009 Reyði KRossuR Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Síðan 2001 hevur Reyði Krossur Føroya á hvørjum ári útnevnt ársins 1. hjálp­ ara, og í fjør vóru tað tveir ellivu ára gamlir gøtu­ dreingir, sum gjørdu størta bragdið. Á samkomu hjá Reyða Krossi hósdagin varð til­ nevningin kunngjørd, og teir fingu síni fremstu heiður­ sbrøv. Tríggir aðrir persónar fingu eisini heiðursskjal fyri at hava bjargað fólki. Hendingin, sum Hjørtur og Tummas vórðu heiðraðir fyri. Fór fram í Syðrugøtu í oktober í fjør. Teir vóru farnir saman við vinmanninum Adrian farnir oman á sandin at hyggja eftir tí nógva brimi­ num. So fór teir út á bryggjuna. Tá kom eitt stórt óløgi, Hjørtur og Tummar kláraðu at renna inn undir brimgarð­ in, men óløgið tók Adrian, sum endaði á blámanum. Adrian royndi at svimja inn móti bryggjuni, men tað var ikki lætt. Tá blakaði Hjørt­ ur jakkan av sær og toygdi seg so langt, sum hann kundi, meðan Tummas helt í bein hansara. Meðan aldurnar skolaðu oman yvir teir, eggjaðu teir Adriani til at halda fram við at svimja, og at enda eydnaðist teimum at fáa Adrian upp á land. Síðan fóru teir heim til Hjørtur, lótu Adrian úr klæðunum, fingu hann undir brúsuna og ballaðu hann í eina dýnu. ­ Hetta er so djarvt og væl hugsað av 11 ára gomlu smádreingjum, at teir eiga heður uppibornan, segði Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi og tilnevndi Tummas og Hjørtur til ársins 1. hjálparar 2009. Bjargaðu vinmanninum