Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 4 VIKUSKIFTI 80'ini – tá vit dansaðu lambada og ótu kinakál Á nýggjÁrinum fóru vit um ein marknaðarstein, tÁ vit sleptu 00'unum og komu inn í 10'ini. vit hava her Á síðunum hugt aftur í tíðina, og við einum skÁlkabrosi hava vit hugsað um, hvat eyðkendi 80'ini, 90'ini og 00'ini. og hvat siga tey, ið tora at spÁa, um komandi tíggju Árini? 80'ini, 90'ini, 00'ini & ■ Tað var tá vit leigaðu videofilmar. Var filmurin góður, varð hann spolaður aftur aftaná, so hann var klárur til næsta leigara. Var hann vánaligur, varð hann harafturímóti illanstíð spolaður aftur – í berari pro­ test. Var hann heilt út av lagið vána­ ligur, varð hann spolaður helvt ina aftur, soleiðis, at næsti leigari skuldi síggja, at filmurin varð steðgaður, tá hann var komin í helvt, tí man ikki tímdi at hyggja at honum lidnum. ■Kovboybuksubrøkurnar vóru faldaðar upp, og longu sokkarnir rukkaðir væl niður um øklarnar. Bera pettið av beininum, sum skuldi síggjast, var smurt við brúnkremi, fyri at síggja betur út. Ikki er neyðugt at siga, hvussu hvítu sokkarnir av tí sama sóu út. ■ Kreppað hár hjá damunum. Gjarna langt í nakkanum og stutt omaná, meðan hárið á vangunum varð kloynt inn at skallanum við grønum ella violettum gelé'i. Jú hægri boga man fekk fruntin at standa í, jú lekrari var man. Hárið skuldi hartil helst vera so ývið sum gjørligt. Menninir høvdu strípur. ■ Blá mascara og sailor­skógvar vóru the shit. ■ Telefonboksir vóru vanligar, og fólk hugsaðu um at hava leysar pengar til mynttelefonirnar. Serliga um man var uttanlands. Tað var heilt vanligt ikki at fáa fatur í fólki – og tað sló man seg eisini til tols við. Vóru tey ikki inni, ja, so vóru tey ikki inni. Soleiðis var tað. ■ Øll við respekt fyri sær sjálvum fóru til Lambada­ball. ■ Kinakál var tað mest hippa, tú kundi hava í køliskápinum. ■ Litirnir vóru antin neon ella pastell, og inni koyrdi man yuppistílin við glas borðum og svørtum lami nati ella meiri bleyta stílin við turkaðum rósum og hvítum laminati. ■ Yuppiementanin vant uppá seg, og kapp ingin upp eftir karrieru stigan um byrjaði av álvara. ■ Greenpeace við Paul Watson og Sea Shepherd á odda vóru størtsu landsfíggindar her um leiðir. ■ Man hevði meiningar, og man mótmælti gleðiliga, um alt ikki var, sum tað átti at vera. Vit sóu mót­ mælis gongur um líkt og ólíkt, m.a. Mjørka dal og skipið USS McCloy. ■ Nátt­ og øl klubba mentanin vant uppá seg her heima við Maxim, sum yvirlegna in­staðnum. ■ Date og Axe vóru perfumurnar, man mátti hava, tær kostaðu nærum einki, og fingust eisini í fleiri litum og angum. ■ Tað var tá, man forhánisliga flenti at 80'unum og kanska serliga 80'ara mótanum. Men spurningurin er, um man mundi vera komin so øgiliga nógv longri. ■ Kreppan herjaði her heima, og elvdi til fólkaflyting av landinum. Øll tosaðu um kreppu allastaðni allatíðina. Øll kendu onkran, sum flutti av landinum. ■ Mynttelefonirnar vórðu fyrst í 90'unum avloystar av korttelefonum. Sama prinsipp, men nú kundi man keypa telefonkort í kioskum. Stórt háteknologiskt frambrot. ■ Seinni í 90'unum komu tær fyrstu fartelefonirnar, sum vanlig fólk kundu ognað sær. Tær kundu ikki nógv annað enn at ringja, tað var dýrt og sambandið var vánaligt, men uha! tað var snilt. ■ Tað var tá solarium vóru superkul, og man var fullkomiliga uttanfyri tað heila, viss man ikki tók sól minst eina ferð um vikuna. Serliga um man íðkaði ítrótt. Sóltíðin var 25 minuttir, og á teimum heilt framkomnu sól­ mið støðunum skuldi tú ringja og bíleggja tíð hjá eini damu, sum ar ­ beiddi við sólunum. Tey ordiliga modernaðu fólkini høvdu sjálvandi egið solarium heima. ■ Internet við uppringdum sambandi kom til landið. Í fyrstuni yvir »Sleipn ir«, sum var servarin hjá Fróð skaparsetrinum. Tað bar til at surfa, men internetið var tá meiri at kalla eitt tekstsavn, og um hendinga mynd var við, tók tað ósigiliga langa tíð at fáa síðuna niður. ■ Amerikanskar sjónvarpsrøðir fingu fólk at klistra til skermin. Beverly Hills 90210 savnaði fólk um skíggjan, og flestu damur vóru forelskaðar í Dylan. Eisini Melrose Place hittaði. ■ Arnold Schwarzenegger var heitasti sjónleikarin. ■ Jurassic Park, sum var fyrsti filmurin, sum var gjørdur við teldu­ tøkni, ræddi okkum á ein nýggjan hátt, og var eitt mega hitt við full­ settum biografum. Man tordi illa at ganga einsamallur í skýmaskotum av ótta fyri at verða etin av T­Rex. ■ CK one, sum var til mann­ og konufólk, stóð á hvørji baðirúmshill. Eisini Cool Water hjá Davidoff og Hugo Boss til mann­ og konufólk vóru eitt mást. 90'ini – tá vit hugdu at Beverly Hills og angaðu av CK-one lagt tIl rættIs: Eydna Skaale