Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 31 - 15. februar 2010 Fútin vil hava at tveir undir mans skulu missa koyrikortið í langa tíð og at teir harafturat skulu fáa stóra bót fyri púra svaka koyring Svaklig koyring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eydnast tað ákærararum at sannføra dómaran, sleppa tveir ungir mans ikki at koyra bil aftur í langa tíð. Og fyri at stroya salt í sárið, fáa teir samstundis ein ordiligan fíggjarligan lúsing afturat. Tveir ungir mans eru ákærdir fyri púra svakliga koyring í Klaksvík eitt heystarkvøld í 2008. Teir koyrdu við nógvari ferð eftir Nólsoyar Pálsgøtu. Og so hendi óhappið, tá ið tann fremri bilurin rendi á ein bil, sum skuldi inn á Statoil, sum tað nevndist tá. Spurningurin er, hvat síð­ ani hendi. Ákærin sigur, at tann fremri bilurin koyrdi so hart, at hann fleyg ígjøgnum luftina, áðrenn hann lendi aftur. Báðir bilarnir vórðu vrak og vrakpetti slongdist um eitt stórt øki og vórðu funnin so langt, sum 40 metrar burtur. Ákærin sigur eisini, at tann aftari bilurin koyrdi so tætt uppi í reyvini á tí fremra, at hann hevði ongan møguleika at steðga, men fór við somu øði framvið. Minst 100 Ákærin segði, at ein varislig útrokning frá Akstovuni vísti, at bilarnir høvdu koyrt minst 100 km um tíman, men onkur vitni mettu ferð­ ina til mangt slíkt. Eitt vitni segði tó, at akk­ urát tá ið óhappið hendi, helt hann at bilarnir koyrdu eini 60 ella 70 km um tím­ an, men eftir at hava umhugsað seg, helt hann, at ferðin var munandi hægri. Akstovan ger eisini vart við, at tað er tórført at gera slíkar metingar, men at hetta var teirra besta og sera varisliga boð Í eini politifrágreiðing hevði førarin á aftara bilin­ um eisini fortalt, at hann koyrdi undir hinum bilinum ímeðan hann fleyg ígjøg­ num luftina. Eitt vitni segði, at tann aft­ ari bilurin koyrdi so tætt upp í tí fremra, at hann sá bara aðra framlyktina og eitt ann­ að vitni helt, at tað vóru ikki meiri enn tveir, tríggir metar ímillum báðar bilarnar. Fleyg ígjøgnum luftina Eitt vitni, sum stóð í stovu­ vindeyganum og hugdi út, sá eisini bilin flúgva ígjøgnum lutina og hann boðsendi sjúkrabili beinanvegin áðr­ enn hann leyp á dyr, tí hann fryktaði fyri tí ringasta, eisini tí, at tað var vanligt at fólk var har á leiðini til gongu. Ákærin segði, at tey høvdu funnið lakkblettir av bilinum næstan tveir metrar upp í eini á stúttu við Stat­ oilstøðina, sum bilurin hevði rakt, tá ið hann send­ ist ígjøgnum luftina. Mett verður, at bilurin fleyg 10 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og hóast hann rakti stúttuna og hóast eitt av hjólunum tók í ein garð, sum alt samalt tók nakað væl av framdriftini. Útrokningar vísa eisini, at hevði hann ikki rakt stúttuna og hevði eitt hjól ikki tikið í ein garð, hevði bilurin flogið 34 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og at tað sostatt tók nakað væl av framdriftini. Bilurin, sum varð árendur, var sligin fimm metrar eftir reyv og snaraður yvir 180 stig á vegnum. Bilførarin, sum krassjaði, minnist onki frá óhappinum og bilførarin, sum koyrdi aftan á, sá onki, tí hann blundaði, tá ið hann sá, at tað fór at ganga galið. Undrunarvert var, at næs­ tan ongin fólkaskaði hendi. Bilførarin á bilinum, sum krassjaði, fekk heilaskjálvta og skuldi binda frið í nakrar fáar vikur bilførarin í krassj­ aða bilinum fekk bara eitt sindur ilt. Harða revsing Bilførarin, sum krassjaði er áður mist koyrikortið í eitt ár fyri at koyra yvir 250 km um tíman á motorsúklu ígjøgnum Norðoyatunnilin og hann hevði nýliga fingið kortið aftur, tá ið hetta óhappið hendi. Tí helt ákærin at tað var hóskandi, at hann misti koyrikortið í tvey ár og fekk 10.000 krónur í bót. Hin bilførarin er eisini tikin fyri at koyra 115 km um tíman í óbygdum øki og ákærin helt, at hann skuldi missa kortið í hálvtannað ár og fáa 10.000 krónur í bót. Teir báðir hildu als ikki, at teir høvdu koyrt so óluksáliga skjótt, tó at teir ásannaðu, at ferðin helst hevði verið meiri enn teir loydu 80 km um tíman. Verjarnir hildu, at tað var stór óvissa um ferðina, tá ið óhappið hendi og at tað als ikki var prógvað at teir koyrdu so skjótt, sum ákærin vildi vera við og tí áttu teir at fríkennast. Tó játtaði annar seg sekan í at hava koyrt 115 í óbygdum øki. Dómarin hevur nú trekt seg aftur og um nakrar dag­ ar fæst at vita, vørjum hann hevur mest álit á, verjunum ella ákærunum og teimum frágreiðingum, sum hann brúkti frá vitnum og Akstovu til at stuðla upp­ undir sína ákæru. Krevur harða revsing fyri rasarakoyring í Klaksvík Í farnu viku fingu yvir 50 bilførarar bót ella klipp í koyrikortið, tí teir ikki brúktu trygdarbelti og nógvir fingu eisini bót fyri at tosa í fartelefon FerðSluátak Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í farnu viku hevði løgreglan í Havn eitt miðvíst átak fyri at kanna bilar og í hesum sambandi er ein heilur hópur av bilum kannaðir runt um í Havnini. Úrslitið var, at næstan 100 bilførarar fáa bót, klipp í koyrikortið ella bara eina átalu, har talan hevur verið um smáttarí. Serliga vísir tað seg at vera tórført hjá bilførarum at minnast til at spenna trygdarbeltið og tað eru eisini førarar, sum framveg­ is ikki geva sær stundir at spenna børnini í beltið, áðr­ enn farið verður til stroks. Men annars vísir tað seg sum um at fartelefonin er tann heilt stóri syndarin, tí nógvir bilørarar eru tiknir fyri at tosa í fartelefon. Minsta bótin er 500 krón­ ur og fyri tað upphæddina fæst ein heilt hampiligur oyrasnigil til fartelefonina. So ber ikki til at bíða við at ringja, til bilurin er settur ella er forvitnið ov stórt til at lata telefonina liggja, táið hon ringir ímeðan tú koyrir, er oyrasnigilin skjótt spard­ ur inn aftur. Løgreglan sigur, at mána­ dagin vórðu 61 bilar kann­ aðir á Hvítanesvegnum og har vórðu níggju bøtur skriv­ aðar fyri lyktafeil. Onkur einstakur hevði gloymt koyrikortið, men so var ein bilførari í eini helt serligari støðu, tí hann hevði mist koyrikortið og koyrdi sostatt heilt ólógliga. Týsdagin var løgreglan í Havnargøtu, ella í Røntgeni, sum tað nevnist á manna­ munni og har vóru 102 bilar kannaðir. Av teimum fingu heilir 67 bilar bót og av teimum fingu ikki færri enn 49 bilførarar bót tí at teir ikki sótu í trygdarbelti. 11 fingu bót fyri at tosa í fartelefon og tríggir fingu klipp í koyrikort­ ið, tí teir ikki høvdu spent børnini í trygdarbelti. Annars vóru onkrir lyktafeilir og nakrir fáir høvdu gloymt koyrikortið eftir við hús. Mikudagin koyrdi Løg­ reglan runt í Havnargøtum og kannaðu bilar og úrslitið av tí var, at 18 bilførarar fingu bót. Av teimum fingu 10 bót fyri at tosa í far­ telefon og 4 fyri at sita í ongum trygdarbelti Eftir hesum at døma, er tað serliga inni í bygdum øki, at bilførarar ikki taka tað so tungt við trygdarbelt­ unum og fartelefonini Næstan hundrað bilførarar í svørtubók hjá løgregluni Tveir bilar vórðu knústir eftir eitt ógvusligt óhapp í Klaksvík. Ákærin kallaði tað púra svakliga koyring og krevur harða revsing Valið skal í rættin Dómsvaldið í Ukraina skal nú taka støðu til eina kæru um forsetavalið, sum var tann 7. februar. Julia Timosjenko, sum tapti valið, sigur seg hava prógv fyri, at mótvalevni hennara, Viktor Janukovitj, svikaði fyri at vinna. Í einari sjónvarpssamrøðu í gjár segði Julia Timosjenko, sum er forsætrisráðharri í Ukraina, at Viktor Janukovitj fekk meiri enn eina millión atkvøður, sum hann ikki átti. Sambært úrslitinum hjá teirri almennu valnevndini fekk Viktor Janukovitj 3,5 prosent ella umleið 880.000 fleiri atkvøður enn Julia Timosjenko. Tingast aftur um Icesave Ein íslendsk samráðingarnevnd fer í dag at tingast við umboð fyri bretsku stjórnina í einari roynd at fáa bretar at broyta avtaluna um, hvussu íslendingar skulu endurrinda bretum tað, sum teir mistu í Icesave­málinum. Á odda fyri íslendsku samráðingarnevndini er amerikanarin Lee Buchheit, sum er serkønur í almennari skuld. Hinir tríggir eru Guðmundur Árnasson, skrivstovustjóri í fíggjar­ málaráðnum, og teir báðir hægstarættardómararnir John Karl Sveinsson og Lárus Blöndal. Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmála­ ráðharri, sigur við Ritzau, at bretar og niðurlendingar hava nøkur fyrivarni, men at teir eru sinnaðir at tosa við íslendingar um at royna at finna eina aðra avtalu um Icesave­skuldina.