mánadagur 15. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 31 - 15. februar 2010
“Hví koma tey ungu
ikki heimaftur eftir
lokna útbúgving?”
Hesin spurningurin
hevur ofta verið
settur tey seinnu
árini, men langt
hevur verið millum
svarini. Nú kemur
Yrkistænastan við
sínum boði uppá,
hvussu fleiri av væl
lærdu føroyingunum
kunnu fáast
heimaftur. - Men
tann avgerandi
avbjóðingin er, um
vit hava nóg nógv at
bjóða teimum her
á landi, staðfestir
Terji á Lakjuni frá
Stuðulsstovninum
ArbeiðsmArknAður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tænasta: - Hví hoyra vit
einki úr okkara egna landi?
Henda spurningin hava
mong lesandi uttan iva sett
sær tey seinastu mongu
árini.
Tey fáa í heilum teldupost
frá útlendskum fyritøkum
við fyrispurningum, um tey
eru áhugað í onkrum starvi.
Men er eingin áhugi í Før-
oyum fyri teirra kunnleika?
- Jú, siga teir fýra stigtak-
ararnir til nýggju tænastuna.
- Nú skal, og nú ER vend
komin í!
Hesir fýra stigtakararnir
- Uttanríkisráðið, Stuðuls-
stovnurin,
Meginfelag
Føroyskra
Studenta
og
Vinnuhúsið - fara nú at gera
sítt til, at teir lesandi før-
oyingarnir fáa møguleika at
søkja størv í heimlandinum.
Tosað hevur verið nógv um
“brain-drain” (heila-flýggj-
an, blaðm.), men soleiðis
skal ikki verða longur.
- Nú fáa allir arbeiðs-
gevarar í Føroyum eitt til-
boð um at venda sær bein-
leiðis til tey sum eru undir
útbúgving, siga umboðini
fyri stigtakararnar - Barbara
á Tjaldrafløtti frá Uttan-
ríkisráðnum, Emil Sørensen
og Terji á Lakjuni frá
Stuðulsstovninum
og
Gordon Rajani frá Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Tænastan byrjaði at virka
mánadagin í farnu viku.
Longu nú hava tey fingið
fimm umsóknir.
Trupult at koma aftur
Hetta átakið frá teimum
fýra stigtakarunum tekur í
roynd og veru støði í eini
kanning,
sum
Stuðuls-
stovnurin gjørdi fyri trimum
árum síðani, í samráði við
grannalond okkara.
Kanningin vísti greitt, at
tað koma alt ov fá fólk
heimaftur, í mun til tey sum
fara í onnur lond at lesa.
Úrslitið vísti greitt ta skeivu
gongdina:
62 prosent av føroyska
ungdóminum lesa aðra-
staðni enn í Føroyum. Tað
vil so aftur siga, at vit senda
2/3 av ungdóminum í onnur
lond, meðan grannalond
okkara senda bert millum 2
og 8 prosent avstað.
Spurt varð eisini um,
hvussu mong teirra ið venda
heimaftur eftir lokna út-
búgving. Her gjørdist greitt,
at bert 43 prosent av teimum
koma aftur til Føroyar.
- Hetta vísir okkum, at vit
senda 62 prosent av okkara
ungdómi í onnur lond at
lesa, og at bert ein sløk
helvt av hesum kemur aftur
hendavegin, greiðir Terji á
Lakjuni frá.
Tað sum tey serliga bitu
merki í, var at tey við eini
útbúgving, sum vardi longri
enn fimm ár, høvdu truplast
við at koma aftur.
- Vit kundu so bert stað-
festa, at tess longri tey eru
burtur, tess størri eru sann-
líkindini fyri, at tey ikki
koma aftur. Tí er tað so um-
ráðandi, at vit seta tiltøk í
verk fyri at bøta um hetta,
slær hann fast.
Júst hetta tiltakið við
Yrkistænastuni er eitt stig á
hesi leiðini.
Menna samfelagið
Í kanningini frá 2007 varð
eisini spurt meiri nágreini-
ligt inn til, hví tey ikki
koma heimaftur.
Ein av orsøkunum til, at
føroyska samfelagið missir
nógv klók høvd til onnur
lond er snøgt sagt tann, at
tey ungu festa røtur í land-
inum, sum tey lesa í.
Terji á Lakjuni vísir á, at
tey lesandi fara burtur á
ungum aldri, og tá kemur
tað meiri enn so fyri, at tey
finna sær ein maka og fáa
børn saman, og taka avgerð
um at búseta seg har.
- Sannlíkindini fyri at tey
verða verandi uttanlanda,
eru tí rættiliga stór. Tí er tað
ein spurningur, um ein ikki
átti at raðfest soleiðis, at
fólk í størri mun kundu lisið
her í Føroyum, sigur hann.
Hesi seinnu árini hevur
verið nógv tosað um, at teir
klóku føroysku heilarnir
fara uttanlands, men at vit
her á landi eisini hava brúk
fyri teimum.
- Ja, fáa vit tey heimaftur,
kunnu tey gera sítt til at hetta
samfelagið kann verða ment
uppaftur meiri og koma
longur fram á leið, vísir
Barbara á Tjaldrafløtti á.
Vilja hava klóku heilarnar heimaftur
Átakið hjá Yrkistænastuni
vendir sær beinleiðis til
arbeiðsgevarar í Føroyum og
uttanlands. - Eingin ivi er
um, at føroyingar vilja koma
heimaftur, siga umboðini
fyri teir fýra partarnar sum
standa aftanfyri skipanina
- Barbara á Tjaldrafløtti frá
Uttanríkisráðnum, Terji á
Lakjuni og Emil Sørensen
frá Stuðulsstovninum og
Gordon Rajani frá Føroya
Arbeiðsgevarafelag
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroysku arbeiðsgevararnir fegn-
ast um hesa nýggju tænastuna,
sum fylgir eini gongd sum hevur
verið tey seinastu árini.
- Fyritøkurnar í dag ynskja sær
fólk við longri útbúgvingum, slær
Gordon
Rajani,
ráðgevi
hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelagi fast.
Fyri tey er eingin ivi um, at
henda nýggja tænastan fer at virka
báðar vegir: Fyritøkurnar fara at
fáa tey røttu fólkini í starv. Og
tann útbúgvni løgfrøðingurin,
verkfrøðingurin,
búskaparfrøð-
ingurin kann verða kunnaður
beinleiðis um tey størvini sum
eru leys.
At tørvur er á eini slíkari
tænastu, sæst ikki minst aftur á
undirtøkuni, sum henda hevur
fingið bara ta fyrstu vikuna hon
hevur verið tøk.
Yrkistænastan fór at virka mána-
dagin í farnu viku, og tá tey gjørdu
støðuna upp seinnapartin fríggja-
dagin vóru longu fimm umsóknir
komnar - harav onkur teirra er frá
privatum arbeiðsgevara.
Hereftir fer tað at standa arbeiðs-
gevarum í boði at senda starvs-
lýsingar sum vanligt í bløð og
aðrar elektroniskar miðlar. Sam-
stundis fer at bera til at senda eina
leinkju við hesi starvslýsingini
beinleiðis til tey lesandi, ið kundu
hugsast at skula søkja eitt slíkt
starv.
- Vit meta avgjørt, at arbeiðs-
gevararnir fara at brúka hesa
tænastuna. Tað krevur so hinvegin,
at teir eisini hugsa um henda
møguleikan, tá søkt verður eftir
kvalifiseraðum fólki, slær Gordon
Rajani fast.
Ein annar stórur fyrimunur við
hesi tænastuni er, at hon í roynd
og veru hevur kostað sera lítið at
ment.
- Skipanin kostar ikki nógv í
peningi, men fyri okkum er eingin
ivi um, at úrslitið fyri tað føroyska
vinnulívið verður sera gott, sigur
hann.
Fyritøkur ynskja hesi fólkini
Eitt dømi um, hvussu
væl skipanin kann virka
er, tá søkt varð eftir
málsviðgera í barns-
burðarstarv til Sendi-
stovu Føroya í London.
Vanliga er striltið at
fáa umsóknir til tílík
størv. Men tá hena
skipanin
varð
nýtt,
komu ikki færri enn 20
umsóknir inn.
Virkar
væl
”
“Vit kundu so
bert staðfesta, at
tess longri tey eru
burtur, tess størri
eru sannlíkindini
fyri, at tey ikki
koma aftur
(Terji á Lakjuni)
Hjálpa norskum fangum
Tveir bretskir sakførarar ætla sær at fáa dómsvaldið í Kongo at broyta deyðadómarnar,
sum tveir norðmenn fingu í einum kongolesiskum hernaðardómstóli í vetur. Thorolv
Moland og Joshua French vórðu dømdir til deyða fyri millum annað dráp og njósning,
teir báðir bretsku sakførararnir halda ikki, at rættargongdin var rættvís. Annar teirra,
Joseph Middleton, sum hevur drúgvar royndir frá rættarmálum um mannarættindi, sigur
við norskt sjónvarp, at hann og felagi hansara fara at royna at fáa deyðadómarnar
broyttar til lívlanga fongsulsrevsing.