mánadagur 15. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 31 - 15. februar 2010
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fagraberg, sum er fyrr
verandi Krúnborg, hevur
gjørt fimm túrar higartil í
ár og reiðarin, Anfinn
Olsen, letur væl at byrjanini
av hesum árinum.
Jú, vit eru nøgdir við
hesa fyrstu tíðina av árinum
í ár, og eg haldi, at pelagiski
flotin sum heild hevur havt
eina góða byrjan, sigur
hann.
Fimm túrar
Fagraberg kom á Havnina
uppundir endan av seinastu
viku.
Seinastu fýra túrarnar
hevur skipið verið á sild og
hava landað í Danmark og
Noreg. Meginparturin av
veiðini er farin til matna.
Onkuntíð var so nógv sild á
marknaðinum og onkur last
fór til ídnað.
Anfinn Olsen, reiðari, sig
ur, at Fagraberg hevur gjørt
fimm túrar tilsamans í ár,
harav hin fyrsti var ein svart
kjaftatúrur, har teir landaðu
í Íslandi.
Reiðarin letur væl at
gongdini higartil í ár.
Eg haldi, at tað hevur ging
ið hampiliga væl hjá flestu
pelagisku skipunum tað, ið
farið er av hesum árinum.
Á lodnuveiði
Anfinn Olsen sigur, at
Fagraberg ætlandi fer á
lodnuveiði í íslendskum
sjógvi fyrsta dagin. Har
eiga teir góð 1600 tons at
fiska.
Nú hevur sildin stór
rogn, og tí loysir tað seg
ikki so væl at fiska hana til
matna í løtuni, sigur hann.
Reiðarin sigur, at meðan
lodnuloyvini eru komin úr
Fiskimálaráðnum, eru svart
kjaftaloyvini ikki komin enn.
Sum er, sleppa føroysku
skipini ikki á svartkjafta
veiði. Hetta er tíðin, tá svart
kjafturin er bestur og tíðin,
sum nú kemur, er eisini
hon, har hann er bíligastur
at fiska, sigur hann.
Vónar semju
Anfinn Olsen vísir á, at pel
agiska vinnan nú roynir at
finna semju um býtið av
svartkjaftakvotuni, sum ávís
ósemja hevur verið um.
Eg haldi, at flestu feløg,
sum hava pelagisk skip, eru
fyri eginkvotu heldur enn
felagskvotu, men trupult er
at koma ásamt um júst,
hvussu svartkjafturin skal
býtast.
Reiðarin ásannar, at tað
altíð er trupult, tá lítið er at
býta, men hann sigur seg
vóna, at vinnan semist, so
nýggju
loyvini
kunnu
útskrivast í næstum.
Miðalprísurin á
Fiskamarknaði Føroya
var lágur við søluna
seinasta fríggjadag
Marknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein orsøk til lága prísin á
Fiskamarknaði Føroya sein
asta fríggjadag var, at góð 44
tons vóru av gulllaksi, sum
fóru fyri 5, 41 krónur fyri
kilo. Hetta er ikki lágur gull
laksaprísur, men kortini hálar
sølan av gulllaksinum miðal
prísin niður.
Tað var ísfiskatrolarin
Vestmenningur, sum er skrá
settur at selja gulllaksin.
Fiskurin er veiddur í mai
mánaði í fjør. Gulllaksurin
hevur ligið frystur, og verð
ur nú helst útfluttur óvirk
aður.
Toskur og hýsa
Størstu einstøku nøgdirnar
á marknaðinum fríggjadagin
vóru annars toskur 3 og 4.
Talan var um tilsamans 64
tons, sum fóru fyri ávikavist
13, 10 og 9,50 krónur í mið
al fyri kilo.
Eini 30 tons vóru av hýsu,
og besti miðalprísurin á
hýsu var 11,10 krónur krón
ur fyri kilo.
30 tons vóru eisini av
longu, og her var besti miðal
prísur 11,14 krónur fyri kilo.
Fiskamarknaður Føroya
seldi fríggjadagin tilsamans
206 tons fyri góðar 2
milliónir krónur.
Fagraberg
gjørt fimm
túrar í ár
Fagraberg fer nú á lodnuveiði undir Íslandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini Kambur og
Eystnes, sum hava roynt
undir Føroyum, landaðu á
Toftum fríggjadagin.
Kambur hevði 120.000
pund, og Eystnes 80.000
pund.
Meginparturin av veið
ini hjá Kambi var longa
og brosma, meðan stórur
partur av veiðini hjá Eyst
nesi var toskur, hýsa og
nakað av longu.
Trolbáturin
Hansa
Maria landaði eisini á Toft
um
fríggjadagin.
Teir
høvdu 24.000 pund, harav
meginparturin av veiðini
var havtaska.
Hansa Maria seldi fyri
ein miðalprís, sum lá um
góðar 20 krónur fyri kilo.
Í dag landar trolbáturin
Búgvin á Toftum, men vit
hava tíverri ikki fingið land
ingartølini hjá teimum.
- Eg haldi, at tað hevur gingið hampiliga væl
hjá flestu pelagisku skipunum tað, ið farið er
av hesum árinum, sigur Anfinn Olsen, reiðari,
sum væntar, at Fagraberg nú fer á lodnuveiði í
íslendskum sjógvi
Miðalprísurin lá niðanfyri
10 krónur fyri kilo
Línuskip hava
hampiligan
fiskiskap undir
Føroyum
Fundur um arbeiðsloysi í Kollafirði
Týsdagin 23. februar verður skipað fyri kunnandi fundi í Kollafirði um arbeiðsloysi og
rættindum hjá arbeiðsleysum. Fundurin verður fyriskipaður í kjalarvørinum á stóra
arbeiðsloysinum, ið hevur tikið seg upp um alt landið. Føroya Arbeiðarafelag og
Arbeiðsloysisskipanin hava tikið stig til at hava kunnandi fundir fyri arbeiðsleys og onnur,
sum vilja vita meir um arbeiðsloysisskipanina og hvørji fakfelagsrættindi arbeiðsleys
hava. Umboð fyri arbeiðsloysisskipanina fara at greiða frá um rættindi, skyldur,
skeiðsmøguleikar o.a. í arbeiðsloysisskipanini. Ingeborg Vinther forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag fer at greiða frá um tryggingar og annað viðkomandi, og umboð fyri
Samtak verða við á fundinum. Fundurin verður kl 19 í húsunum hjá Kollafjarðar
Arbeiðarafelag og er almennur. Fyrireikararnir vóna at fólk bæði úr kollafirði, men eisini
grannabygdunum koma á fundin at kunna seg nærri um rættindi hjá arbeiðsleysum