Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 31 - 15. februar 2010 Genturnar vælkomnar Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, ber orð fyri at vera rættiliga avgjørdur og opinskáraður, sama hvat evnið er. Soleiðis var eisini, tá hann hitti albanska forsætisráðharran um vikuskiftið. Á einum tíðindafundi aftaná segði Berlusconi, at teir báðir vóru á einum máli um, at Italia hevur fullan rætt til at senda flóttafólk úr Albania heimaftur. Hann legði tó afturat, at hann hevði sagt sínum albanska starvsbróðuri, at tær vøkru genturnar í Albania eru vælkomnar til Italia. Hesi seinastu orðini hava fingið øði í italsku andstøðuna, skrivar Reuters úr Rom. 29 konur og 58 børn Dómsvaldið í ísraelska býnum Tel Aviv fór í morgun undir rættarmálið ímóti leiðaranum í einum átrúnaðarbólki. Sam bært ákæruvaldinum hevur maðurin, tann 60 ára gamli Goel Razon, 23 konur, sum hann hevur fingið 59 børn við. Hann er nú ákærdur fyri neyðtøku og burturflyting og fyri at hava billað konum sínum inn, at hann var altvaldandi og hevði guðdómliga megi. Ísraelska ákæruvaldið sigur, at Goel Razon giftist fyrstu ferð í 1972. Fyrst í áttatiárunum fekk hann sær eina konu afturat, og síðani 1991 er hann giftur 21 ferðir afturat. Hann noktar seg sekan í øllum ákærum. – Tað eru ikki so nógv ir snellubátar eftir, og eg vænti, at vit hava ein møgu ­ leika at fáa rakst urin at hanga saman, sig ­ ur Dánjal Jacob sen, sum hevur flutt línu­ dagarnar hjá Skørini yvir á fyrrverandi trolbátin Tind, sum nú verð ur riggaður til snellu veiði Umlegging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Birgir W. Høgnesen Fyri umleið hálvum øðrum ári síðan endaði trolbáturin Tindur í Vestmannna. Bát­ urin var í nógv ár heima­ hoyrandi á Strondum, har hann varð rikin sum trol­ bátur. Tá Dánjal Jacobsen og synir hansara keyptu Tind saman við Bjarna Kass, vórðu troldagarnir tiknir av bátinum, soleiðis at hann einki trolloyvi hevur long ur. Bjarni Kass keypti tveir triðingar av døgunum, og seinasti triðingurin varð fluttur yvir á trolbátin Skála foss, sum Dánjal Ja ­ cobsen eisini er reiðari á. Á snelluveiði Dánjal Jacobsen sigur, fyrr­ verandi trolbáturin av Strond um nú verður riggað­ ur til snelluveiði. – Vit keyptu línubátin Skørin, sum átti einar 106 línudagar. Skørin er seldur til upphøggingar í Danmark. Hesir umleið 106 línudag­ arnir kunnu tvífaldast sum snelludagar, og tað merkir, at tá Tindur fer at fiska við snellu, verður daga grund­ arlagið undir bátinum góðir 200 fiskidagar. Reiðarin heldur, at hetta er eitt hampiligt tal hjá einum báti sum Tindi. Spurdur, um hann væntar, at tað fer at loysa seg at reka Tind á snelluveiði, sigur Dánjal, at tað væntar hann. – Tað eru ikki so nógvir snellubátar eftir, og eg vænti, at vit hava ein møgu­ leika at fáa raksturin at hanga saman. Hann vísir á, at veiðan við snellu í fyrsta lagi verð­ ur upsi. – Tindur hevur fram hald­ andi línuloyvi, men sum er, ætla vit bara at fiska við snellu, leggur hann aftrat. Enn ein tíð Dánjal Jacobsen sigur, at tað fer at taka eina tíð enn, áðrenn Tindur verður klárur at loysa og fer á snellu­ veiði. – Vit skulu taka trolspøl og annað úr bátinum, sum síð an verður riggaður til snellu veiði. Hann heldur ikki, at tað er so ógvuliga nógv, sum skal gerast, men væntar kort ini ikki, at Tindur loysir enn. – Vit hava ikki so góðar stundir at gera tað, sum gerast skal, og tí fer tað bara at taka ta tíð, tað tekur, leggur Dánjal aftrat. Hann sigur, at enn er eing in manning sett til bát­ in. – Tindur er nú málaður litin á okkara bátum, og hev ur nú sama lit, sum Skála fossur, Vesturbúgvin – og Eysturbúgvin, sigur Dánjal Jacobsen. Skjótt verður Tindur flot­ aður, og síðan verður hann riggaður til, meðan hann liggur við bryggju. SkipSlitir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At Eysturbúgvin, sum hev­ ur heimstað í Húsavík, hev­ ur sama lit sum Vestur­ búgvin, hevur sína søgu. – Eysturbúgvin og Vest­ urbúgvin vórðu bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju um somu tíð. Tá litir skuldu setast á skipini, og skipa­ smiðjan kom við sínum uppskotum, dámdi mær tey ikki. Eg helt, at skipini tóktust so stutt og høg við teimum litum, sum vóru í uppskoti. Tað sigur Dánjal Jacob­ sen, reiðari. Hann fór síðan at hyggja at, hvørjar litir hann kundi hugsað sær, at skipini høvdu. – Eg vildi, at Vesturbúgvin skuldi síggja longri út og ikki tykjast so høgur, sum hann gjørdi við teimum lit­ um, sum vóru í uppskoti – og eg haldi, at hetta eydnað­ ist. Spurdur, hví Eystur búgv­ in, sum er heimahoyrandi í Húsavík, fekk sama lit, sum skipini hjá honum, synum hansara og Helga Iversen, sigur Dánjal Jacobsen: – Teir, sum lótu Eyst ur­ búgvan smíða, spurdu, um teir kundu brúka sama lit sum vit, og sjálvandi var tað í lagi. Reiðarin sigur, at Eystur­ búgvin varð hin fyrsti, sum soleiðis fekk litin, ið hann hevði skotið upp. – Jú, mær dámar litin væl, og nú hevur so eisini Tindur fingið sama lit, sum Eysturbúgvin og Vestur­ búgvin fingu fyri út við 20 árum síðan, sigur Dánjal Jacobsen, reiðari. Dánjal Jacobsen, synir hansara og Helgi Iversen eiga saman partrolaran Vest urbúgvan, trolbátin Skála foss og komandi snellu bátin Tind. Saman við Tummasi Christophersen eigur Dánjal Jacobsen eisini partafelagið Vár, ið nú eigur partrol ar­ arnar Nónhamar og Fjals­ hamar, sum teir keyptu frá P/F Christiani í Grótinum í Klaksvík. Teir áttu Norna­ gest og Kolumbus saman, men hesir eru nú lagdir, og loyvini eru flutt yvir á Nón­ hamar og Falshamar. Tindur riggaður til snelluveiði Dánjal vildi hava skipini lægri og longri Trolbáturin Skálafossur við bryggju í Vestmanna Mynd: Birgir W. Høgnesen Tindur var bláur, men hevur nú fingið somu litir sum Vesturbúgvin, Skálafossur – og Eysturbúgvin