mikudagur 17. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2010
15
Einum og hvørjum
smádreingi rennir í hug
hvussu bilhúsið skal
verða, tá ið ein spælir við
bilar. Tí er tað løgið at
tankin er so fjarur, tá ið
dreingirnir vaksa til og
brádliga gloyma, at til
eina ferju skal sjálvsagt
vera nøktandi ferjulega
Upp aftur løgnari er, at
samstundis sum so nógv
ekspertisa er í landinum at
nýta milliónir til keikant,
so hava SSL og kommunal
umboð gloymt at samskifta
út í æsir um atløguviður
skiftini í Nólsoy og at fáa
tey at hanga saman við
endaligu loysnini við
nýggjari ferju. Kanska tað
er líka frægt, at teir
gloymdu tað, tí annars
kundi hent at broytingarnar
vórðu framdar uttan at atlit
var tikið at nóg nógvum
viðurskiftum eisini
lokalum.
Beinanvegin Ternan er
klár til sigling, skal hon
avloysa Teistan. Helst skal
Sam eisini eftirkannast í
næstum og tá verður
Ternan eisini sett inn.
Atløguviðurskiftini eru
ikki greið fyrr enn um 10
mánaðir og tá verður
ferjulegan løgd illa í
Nólsoy. Havandi hesi orð í
huga, er sannlíkt, at ætlan
in tíanverri er at binda
framtíðarloysnir byggjandi
á eina fyribilsloysn og at
fyribilsloysnin við Ternuni
er við tí í huga, at Ternan
er eykaskipið hjá SSL
ikki tryggleikin hjá
nólsoyingum!
MEN! Hetta er jú beint
til okkara fyrimun um ein
hugsar logiskt! Kanska er
tað ikki so galið at ábyrgd
arfólkini ikki altíð sýnast at
hugsa logiskt. Loyvi mær tí
at seta upp arbeiðsætlan, ið
fyri mær er logisk.
1) mars 2010: Set í verk
detailprojektering og savn
að saman tilboð av nýggju
ferjuni og hóskandi ferju
legu í molakrókinum! Tit
hava frálíkt skitsuprojekt.
Nógvir møguleikar eru, um
tit ikki stara tykkum
blind/ar í fyribilsloysnini
við einum eykaskipi/
tiltaksskipi!
2) mai 2010: Set síðani í
verk verkætlan at byggja
nýggja ferju, ið gevur
arbeiði og harvið mat á
borðið hjá mongum
arbeiðsfamiljum!
3) mai 2010: Set SAM
STUNDIS í verk projekt
ering og verkætlan at
byggja hóskandi ferjulegu í
Nólsoy hetta er eins og
omanfyri eisini arbeiði og
løn til nakrar farmiljur!
4) jan 2011: Ferjulegan
er klár og landið hevur
fingið meginpartin av
íløgunum inn aftur við
arbeiðsskapandi tiltøkum
(skattur) og við knowhow
til bygging frameftir.
5) aug 2011: Nýggja
ferjan er klár og verður sett
at røkja farleiðina um
Nólsoyarfjørð.
Avlýsingarnar verða fáar, tí
bæði ferja og ferjulega
byggja á gott forarbeiði
havandi lokal viðurskiftið
og júst hesa farleið í huga.
Lat okkum byggja á
logiska tankagongd og
tryggja støðuga og trygga
samferðslu um Nólsoyar
fjørð! Tað kundi hent at
vaksnu ábyrgdarfólkini nú
hava amboð at taka atlit til
veður og vind. Mangur
ódnardagur kann vera tó at
dagurin gerst ljósari.
Við bestu ynskjum um
gott og logiskt arbeiðslag
arbeiðsfamiljum, nólsoy
ingum, ferðavinnuni og
mongum øðrum at frama.
Logikkurin í "bili og bílhúsi", eins væl og "ferju og ferjulegu"!
Jákup av
Skarði
Landskassin má breiðka
lønargrundarlagið. Hetta
eru boðini bæði frá polit
ikkarum, búskapar
ráðnum og øðrum
serfrøðingum við
Eitt avgjald, sum er nær
liggjandi at krevja inn, er
grøna avgjaldið av bensin
og diesel, selt til akfør á
landi. Endamálið við
einum slíkum avgjaldi er at
minka um CO2 utlátið og
at fáa fleiri krónur inn í
Landskassan.
Avgjøld raka aldrin øll
menniksju eins. Í hesum
føri eru tað tey menniskju,
sum hava longsta veg til
arbeiðis, sum gjalda sín
bróðurpart av køkuni. Tey,
sum trossa miðsavnanini í
Føroyum og koyra langa
leið til góðu arbeiðini í
høvuðstaðnum verða hart
rakt. Tí eiga landsins
mynduleikar at fremja enn
fleiri CO2 sparandi átøk.
Ókeypis bussar
Teir eiga at lata fyrstu krón
urnar, sum grøna avgjaldið
gevur, fara til at uppbyggja
eitt gott ókeypis bussam
band kring alt landið. Á
tann hátt hjálpa tey ráðandi
teimum, sum harðast verða
rakt av einum grønum av
gjadi, samstundis, sum tey
ferðandi nú verða tvífalt
eggjað til at lata bilin
standa. Tað fer at verða
tiltalandi at taka ókeypis
bussin, tá bensinið og disel
er so kostnaðarmikið.
Nýggj gjaldskipan
Fyri at fáa enn fleiri
okkara at hugsa grønt,
eigur ein nýggj gjaldskipan
at setast í verk innan
Strandferðsluna. Ein
gjaldskipan, sum ger at
eisini fólk á Streymoynni
og Eysturoynni fáa
nøktandi peningaligan
ágóða av at lata bilin
standa. Hetta kann gerast
við at knýta Norðoya,
Vága, Norðskála og Koll
fjarðatunlarnar saman við
ferðamannaskipaunum. Alt
í eina skipan. Skipanin
skal virka á tann hátt, at
bilurin bert verður skrá
settur einaferð um dagin.
T.v.s. at tað kostar tað sama
at koyra gjøgnum allar
tunlarnar, sum tað kostar at
koyra gjøgnum ein og
hevur tú goldið í einum
tunnli, er ferðabáturin
ókeypis. Hinvegin eru
tunlarnir ókeypis, um tú
hevur goldið umborð.
Aðrir ágóðar
Umframt at verða CO2
tálmandi og eitt ískoyti til
landskassan, hava hesar
broytingar aðrar ágóðar.
Millum annað kann nevn
ast, at hesar broytingar
javnstilla fleiri føroyingar
og hjálpa til at land okkara
ikki minkar enn meir.
Broytingarnar koma at
gera, at Føroyar verður eitt
spennandi og bíligt land at
ferðast í. Um rætt verður
atborið kunnu hesar
broytingar verða okkara
atgongumerki til at luttaka
í altjóða prátinum um CO2
útlát. Vit hoyrdu, hvussu
hugtikin øll vóru tá borgar
stjórðin í Tórshavn greiddi
frá ókeypis bussum. Sjálvt
borgarstjórðin í New York
lýddi undrandi á.
Hugsið tykkum tí væl
um og latið ikki grøna
avgjaldið koma at standa
einsamalt. Knýtið tað held
ur saman við eini ókeypis
bussskipan og eini nýggjari
breiðari gjaldskipan.
Grønt avgjald í ókeypis bussar
Klaksvík
Jónleif
JohanneSen
Tryggingartakarin eigur Ognarfelagið og
má hava møguleika at fylgja við, hvat
hendur í felagnum, uttan at skula
útbúgva seg til loyniløgreglufólk.
At vísa virðing fyri ognarunum, er at
geva honum tann rættin hann eigur, baði í
mun til tryggingar hansara og so sanniliga
eisini í mun til innlit í sítt egna felag.
Ognararnar eiga til eina og hvørja tíð,
lætt og ómakaleyst, at hava atgongd til
kunning um hvat hendir í ognarfelagn
um. Sum er, tykist mær ognarfelagið
heldur afturlatið og tørvur er á at lata
upp hurðar fyri ognarunum.
Tað er rímiligt at eigarin lætt og
ómakaleyst fær kunning um hvør situr í
ognarfelagnum, í nevndum tess og hvør
stjórnar feløgunum, hvør íløgupolitikk
urin er, hvar peningurin er plaseraður og
við hvørjum atliti v. m..
Kundin kennir eisini tørv á, at trygging
arfelagið lyftir uppgávuna at átaka sær
objektiva kunningarskyldu mótvegis kund
unum í mun til hvørjir møguleikar og rætt
indi hann hevur, eisini í eini skaðastøðu.
Valið til umboðsráði fyri Ognarfelag
Tryggingartakaranna heldur fram hesa
vikuna, har eg eri valevni. Eg vil virka
fyri at hurðar verða lætnar upp so trygg
ingartakarin fær innlit og kann fylgja
við, hvat hendir í tryggingarfelagnum.
Høvuðsmálini eg vil arbeiða við eru í
stuttum hesi:
• Betri gjøgnumskygni so man kann
fylgja við.
• Vísa virðing fyri fakið, kunda og
starvsfólki.
• At kapping er á tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan dagføra dugnaskap okkara.
• At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið.
• At virksemið kemur føroyska
samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugnaskapi og
virðing.
Lesa meir um høvuðsmálini á: www.
bricksite.com/andrass/heim
Nýt valmøguleikan!
Hevur tú ella virki títt onkra trygging hjá
“Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar
í ár, kann tú atkvøða til umboðsráðið.
Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær
sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann
sendandi, fyri at tú kann atkvøða.
Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á
telefon 345600, á tbræv umbods
radsval@trygging.fo, fax 345604 ella við
at fara inn eina av deildunum hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar.
Atkvøðuseðilin kann eisini umbiðjast
beinleiðis á hesi leinkju:
www.bricksite.com/andrass/heim
»Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í
drag«, tí er umráðandi at fáa hetta
avgreitt beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja um tín stuðul
til Umboðsráðsvalið.
Jenny Kingbo, Katrin
Gaard, Eva H. Bennicke,
Ann Damgaard, Margit
Stórá, Doris Bjarkhamar
og Hallbera Fríða West.
Vit vilja hervið mótmæla
ætlanini hjá formansskap
inum í Løgtinginum at
leggja uppskot fyri Løg
tingið um aftur at áseta
økiskvotir í okkara valskip
an uttan at atlit verða tikin
til kvinnuumboðan á Før
oya Løgtingi. Um ein tílík
broyting verður samtykt,
so er vandi fyri, at ný
fingna framgongdin í
kvinnuumboðan í Løgting
inum við seinasta val
verður vend til eina
afturgongd.
Tað er í øllum førum ein
sannroynd, at kvinnuum
boðanin við seinasta val
øktist úr 9% til góð 21%,
og at henda framgongd
hendi samstundis, sum
valskipanin varð broytt frá
7 valdømum til 1 valdømi.
Tað er eisini ein sann
roynd, at um vit síggja
burtur frá nøkrum fáum
undantøkum, so vórðu
kvinnur, við undanfarnu
valdømisskipan, bert valdar
á Løgting í størsta val
døminum Suðurstreym
oyar valdømi. Trupulleikin
tykist verða, at kvinnur
ógvuliga sjáldan fáa flestar
atkvøður á teimum einstøku
listunum, og so eru møgu
leikarnir so at siga eingir
fyri at verða valdar í teim
um smærru valdømunum.
Tað hevði tí verið upplagt,
at formansskapurin í Løg
tinginum í sambandi við
arbeiðið at fyrireika upp
skot til broyting í valskip
anini, tók atlit til hesi viður
skiftir. Hóast uppskotið
leggur upp til 5 og ikki 7
valdømir, so er hetta neyvan
nóg mikið fyri at loysa
henda trupulleika.
Í útvarpssamrøðu greiddi
Løgtingsformaðurin frá
sínum ekka fyri, at um val
skipanin ikki verður broytt
aftur nú beinanvegin, so
skulu vit ikki telja longur
enn eitt val fram, so eru øll
okkara umboð í Løgting
inum úr Suðurstreymoyar
økinum. Fyri at forða fyri
hesi gongd, heldur løgtings
formaðurin, at tað er neyð
ugt at áseta økiskvotur. Vit
vilja tí hervið spyrja løg
tingsformannin, hví hann
ongan ekka hevur av, at
føroyskar kvinnur, sum
útgera helvtina av fólkin
um í Føroyum, eru so marg
háttliga undirumboðaðar,
sum vit eru. Hví er tað,
harra formaður, at ganga
veljaranum ov nær, um vit
áseta kynskvotir, sum tú
valdi at taka til, men ikki
um vit áseta økiskvotir? Er
tað ikki upp til veljaran at
avgera, hvussu Føroyar
geografiskt skulu verða
umboðaðar í Løgtinginum?
Vit krevja tí, at um Løg
tingið fer at viðgera upp
skot um at broyta valskip
anina við at innføra økis
kvotir, so skulu atlit eisini
takast til, hvussu vit
tryggja kvinnuumboðanina
á Føroya Løgtingi, eitt nú
við kynskvotum.
Í Løgtinginum í dag hava
28 menn og 5 kvinnur hvør
sína atkvøðu. Uttan mun
til, hvat fyri grundgevingar
verða nýttar fyri at atkvøða
fyri ætlaða uppskotinum,
so kann ein atkvøða fyri
hesum uppskoti ikki skilj
ast sum annað enn ein
roynd uppá at lóggeva
kvinnur út aftur úr Løgting
um. Um so verður, so er í
øllum førum staðfest, at vit
ikki hava fólkaræði í
Føroyum.
Tit siga økiskvotir, so siga vit kynskvotir!
Lat hurðar upp .... !
Valevni til
Umboðsráðið
fyri Ognarfelag
Tryggingartakaranna
andraSS
Skaalum
viðmerkingar