mikudagur 17. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 33 - 17. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
17. februar. Finandus,
deyður ár 603. Írskur
abbati í kleystrinum
Cloneenagh í Írlandi.
(Axel Tórgarð: Dagar og
nøvn í álmanakkanum)
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn
í álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Sofus Poulsen, listamaður, letur upp eina málningafram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. februar við
fernisering kl. 15.
Á framsýningini verða millum 20 og 30 málningar, sum
allir eru málaðir í heyst og í ár.
Fleiri av málningunum eru í støddini 80x100, og nakrir
eru størri enn tað.
Framsýningin er opin til og við mikudagin 24. februar.
Allar dagar frá kl. 1418, tó leygardagin frá 1218.
-red
Sofus í
Smiðjuni
Sofus Poulsen letur upp eina
málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
hósdagin 18. februar
Mynd: Jens Kristian Vang
Komandi vikuskifti fáa havn
arfólk høvi at síggja skemti
leikin »Stundum Stundum
ikki« í Norðurlandahúsinum,
sum Klaksvíkar Sjónleikar
felag framførir.
Leikurin er ein farsa eftir
kenda høvundaparið Arnold
og Bach. Føroyingar kenna
høvundarnar frá ótalligum
skemtileikum, eitt nú Fríggj
arfløkjan og Spanska Flug
an, ið spældu fyri óhoyrt
nógvum áskoðarum á sinni.
Saga Jonsdóttir er leik
stjóri. Hon er íslendingur og
hevur sett fleiri leikir upp
saman við klaksvíkingum.
Seinast Emil úr Lønnibergi,
sum varð spældur í fjørð.
Pallmyndin varð uppruna
liga nýtt í Íslandi, har leikur
in gekk fyri fullum húsum.
Tá ið Íslendingar vóru lidn
ir, keypti Klaksvíkar Sjón
leikarafelag
pallmyndina,
og hendan verður nú sett
upp í Norðurlandahúsinum
til vikuskifti.
Leikurin hevur gingið í
Løkshøll síðani seinast í
januar, og hetta verður sein
asta høvi at síggja leikin.
Sýningarnar verða leyg
ardagin 20. februar klokkan
20.00 og sunnudagin 21.
februar klokkan 19.00 At
gongumerki fáast á www.
nlh.fo, í Norðurlandahúsin
um og á kunningarstovun
um.
Láturkrampi í
Norðurlandahúsinum
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
Leygardagin tann 20. feb. verður Palli Olsen í Fuglafirði 80
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
4. feb. høvdu Oda og Árni Frederiksberg á Strondum
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjakvøldið 19. feb
kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík,
og AnnMargit Hansen, Saltnes. Opið hús verður í Stóratún
14, Æðuvík, frá kl. 18.
Brúdleyp
Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen
frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
26535429 áðrenn manadagin 15. mars.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og
Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju
kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).
Mánadagin 15. februar and
aðist kendi danski fotograf
urin Rigmor Mydtskov, 84
ára gomul.
Rigmor Mydtskov var í
mong ár fastur fotografur hjá
Margrethu drotning. Sam
starvið teirra millum byrjaði,
tá
Margretha
prinsessa
kontaktaði hana í 1963. Hetta
førdi til, at Rigmor Mydtskov
varð fotografur hjá henni í
umleið 40 ár.
Rigmor Mydtskov varð
fødd 23. mai 1925 í Keyp
mannahavn. Hon lærdi til
fotograf hjá pápa sínum
Hans Julius Mydtskov í
1944. Í 1954 byrjaði hon at
arbeiða sum fotografur hjá
Kongiliga Teatrinum, har
hon eisini varð fotografur
hjá fleiri kendum donkum
sjónleikarum.
-red
Rigmor Mydtskov deyð
Rigmor Mydtskov
Mynd hjá Rigmor
Mydtskov av
Drotning Margrethu