hósdagur 18. februar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2010
Elsti danin deyður
Tann elsti borgarin í danska kongaríkinum, Thyra Kongsø, er
deyð, 109 ára gomul. Frederiksborg Amts Avis skrivar, at Thyra
Kongsø var fødd á oynni Fur tann 9. januar í 1901. Sum ung
flutti hon til Mors, har hon fekk útbúgving sum skræddari. Sum
20 ára gomul kom Thyra til Keypmannahavnar. Har bleiv hon
gift og fekk ein son. Maðurin doyði fyri 36 árum síðani.
Frederiksborg Amts Avis skrivar, at Thyra Kongsø vaks upp í
einum missjónskum heimi, og at trúgvin hevði stóran týdning
fyri hana og var viðvirkandi til, at hon fekk eitt so langt lív.
Ikki bruttoskatt
Kommunurnar í Grønlandi vilja ikki vita av einum uppskoti hjá
landsstýrinum um at gera eina bruttoskattaskipan fyri útlendingar,
sum koma til Grønlands at arbeiða. Kommunurnar siga, at ein tílík
skipan fer at skerja teirra inntøkugrundarlag munandi, og tær vilja
tí hava landsstýrið at taka uppskotið aftur. Formaðurin í
kommunufelagnum, Emil Sandgreen (myndin), sigur við KNR, at
kommunurnar skulu brúka nógvar pengar til eitt nú barnagarðar,
skúlar og vegir, og at júst skatturin frá teirri útlendsku
arbeiðsmegini kann vera við til at fíggja hetta.
Nú hevur løgreglan
fingið nýggja
telefonskipan at
senda boð kring
landið. Gamla
skipanin er 13 ára
gomul og var mett at
vera ótíðarhóskandi.
– Bjargingarfólk hava
nógv størri møguleika
at koma skjótari fram,
sigur Jón Klein Olsen,
varapolitiinspektørur
telefonskipane
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
»Hetta er ein roynd frá
alarmsentralinum
til
sløkkiliðið á Skálafjørðinum
í samband við, at útkall
ingarskipanin verður tikin í
nýtslu í dag. Trýst 1, um tú
hevði kunnað møtt. Trýst 2,
um tú ikki hevði kunnað
møtt. Fyri endurtøku av
boðunum, trýst 3.«
Soleiðis vóru boðini til
sløkkiliðið á Skálafjørðinum
klokkan gott 10 í morgun,
og ein minutt seinni høvdu
14 sløkkiliðsfólk boðað frá,
at tey kundu møta at sløkkja
eld, og ein hevði boðað frá,
at hann ikki kundi møta.
Fimm høvdu ikki svarað
boðunum.
Hetta er støðan í dag.
Alarmsentralurin
veit
beinanvegin, hvussu nógv
sløkkiliðsfólk kunnu møta
til eina støðu, og kann bein
anvegin tilkalla fleiri, um
ikki nóg nógv svara, at tey
vilja møta.
Men seinastu 13 árini
hevur løgreglan brúkt somu
telefonskipan at senda boð
um vanlukkur til ymisku
bjargingarliðini kring land
ið. Í 1997 var skipanin
nýskapandi, men í dag er
hon ótíðarhóskandi og ov
óstøðug.
Tað var millum annað
soleiðis,
at
liðini
bert
skuldu vátta fyri, at tey
høvdu móttikið boðini, men
ongin visti, hvussu nógv
kundu møta, fyrr enn fólk
vóru á staðnum. Harum
framt kundi gamla skipanin
bert senda til átta fólk, og
mátti bíða til øll boðini
vóru farin, áðrenn tað bar
til at senda til fleiri.
Hetta er nú broytt, tí
nýggja skipanin, sum er
keypt fyri einar 100.000
krónur, kann senda til ein
nærum óavmarkað tal av
fólki, og kann senda fleiri
ymisk boð í senn.
Men hvat merkir tað fyri
okkum, sum koma í neyð?
– Bjargingarfólk hava
nógv størri møguleika at
koma skjótari fram, sigur
Jón Klein Olsen, varapoliti
inspektørur
Gjøgnum internetið
Tað er internetið, sum verð
ur nýtt til nýggju skipanina,
og signalið verður sent til
ein servara í Noregi, sum
sendir boðini víðari til bjarg
ingarliðini í Føroyum.
Men fer internetið, so
koma
boðini
framvegis
fram.
– Eg hevði mín iva, tá eg
las um skipanina, tí vit vita,
at internetið kann svíkja,
men her eru bæði reim og
seðlar nýtt. Skuldi tað verið
galið, so kann operatiørurin
á alarmsentralinum ringja
til eitt ávíst nummar í Nor
egi, og tosaði boðini inn
har, og so koma boðini út á
sama hátt, sigur Jón Klein
Olsen.
Og er støðan soleiðis, at
tað heldur ikki virkar, so
hevur
alarmsentralurin
møguleika at ringja upp á
vanligan hátt.
Riggar væl
Sambært
løgregluni
er
hendan skipanin nú kannað
so mikið, at tað kann stað
festast, at hon riggar væl.
– Vit hava roynt at senda
eina test til brandfólkini í
Miðvági og Sandavági, uttan
at teir vistu, hvussu skipanin
riggaði. Men longu eftir
einum minutti høvdu 12
kvitterað uppá, at teir kundu
koma og fýra at teir ikki
kundu koma, so tað vísir
bara, at fartelefonin riggar
væl til hetta, og at skipanin er
einfald at brúka, greiðir Jón
Klein Olsen frá.
Hann staðfestir somuleið
is, at bjargingin kann koma
skjótari fram.
– Borgarin kemur ikki at
merkja meira enn tað, at
tryggleikin er størri. At
mann veit tað, at tá boð fara
til alarmsentralin, so er
nógv effektivari tøkni at
boðini koma út. Og tá vit
tosa um eld til dømis, so
hava minuttir og sekund
nógv at siga, staðfestir vara
politiinspektørurin.
Jón Klein Olsen, varapoliti
inspektørur, fegnast at boð
kunnu koma skjótari út
til telefonirnar hjá bjarg
ingarfólkunum kring landið
Mynd: Jens Kristian Vang
Bjargingarlið koma skjótari fram
Hallgrím Hansen, vaktleiðari, sendi í morgun boð
til sløkkiliðið á Skálafjørðinum. Heilt skjótt komu
boð aftur, at 14 vóru til reiðar at sløkkja eld
Mynd: Jens Kristian Vang