Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Busseigarar endurskoða trygdina Eftir ta donsku bussvanlukkuna á einum motorvegi nærhendis Berlin í síðstu viku eru danskir busseigarar sinnaðir at endurskoða trygdarreglurnar, sum eru galdandi fyri bussar, sum koyra ferðafólk. John Bergholdt, sum er formaður í danska busseigarafelagnum, sigur við DR, at felagið fer at taka málið upp, so skjótt týska løgreglan er liðug at skriva frágreiðing um vanlukkuna. Tað er komið fram, at tann danski vanlukkubussurin koyrdi koyrdi skjótari enn tað, sum er loyvt. Vanlukkan kostaði trimum dønum lívið. Hergeir Nielsen, tingformaður, vónar inniliga, at tingið fer at taka undir við at gera Føroyar til fimm valdømi. Í oktoburmánaði í fjør var meiriluti fyri at gera Føroyar til fleiri valdømi, men um fimm valdømi fáa undirtøku fer bert tíðin at vísa Tilgjørd mynd Í komandi viku fer ein meiriluti í formansskapinum at leggja uppskot fyri ting at gera Føroyar til fimm valdømi. John Johannesen og Alfred Olsen í formansskapinum taka ikki undir við uppskotinum, men Hergeir Nielsen, tingformaður, vónar inniliga, at málið kemur ígjøgnum Valdømi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Formansskapurin á Føroya Løgtingi hevur samtykt at leggja uppskot fyri ting at gera Føroyar til fimm val­ dømi. – Ein meiriluti er fyri at leggja uppskotið fram, og eg meti, at málið tolir eina viðgerð í tinginum, sigur Hergeir Nielsen, tingfor­ maður, sum í gjár – saman við Jógvani á Lakjuni – gjørdi av at leggja uppskotið fyri ting. Ein minniluti, John Johannesen og Alfred Olsen, taka ikki undir við at leggja uppskotið á tingborð, men av tí at Hergeir Nielsen er formaður, so eru hann og Jógvan á Lakjuni meiriluti, hóast tveir eru fyri og tveir eru ímóti. – Nú manglar bara, at vit lata málið í løgfrøðiligan búna, og so verður tað lagt fram í komandi viku, sigur Hergeir Nielsen. Formaðurin vónar Í oktoburmánaði var ein lít­ il meiriluti á tingi, sambært kanning hjá Sosialinum, at fara frá einum valdømi. Tá høvdu fleiri tingfólk skift hugsan um valdømi síðan 2007, tá skipanin við einum valdømi kom. Men í seinastuni hava fleiri og fleiri tingfólk greitt frá, at tey stórliga ivast, um fimm valdømi eru rætta loysnin. Tó er í hvussu so er ein, sum ikki hevur skift meining. – Eg vóni so inniliga, at hetta verður samtykt, sigur Hergeir Nielsen, tingfor­ maður. Hann staðfestir tó eisini, at meirilutin í formansskap­ inum ikki hevur kannað sær nakran meiriluta fyri mál­ inum. Broytir nógv Um tað skuldi verið, at upp­ skotið um fimm valdømi verður samtykt, so ger tað stórar broytingar í mun til verandi valskipan, men tað ger eisini stórar broytingar í mun til sjey valdømi, sum tað var áðrenn 2007. Sandoy og Suðuroy verða eitt valdømi – Suður val­ dømi, Vágar og Norður­ streymur, Kollafjørður und­ antikin, verða eitt valdømi – Útnyrðings valdømi, Suð­ urstreymoyar valdømi fær Kollafjørð afturat, Eysturoy verður eitt valdømi og Klaksvík verður eitt val­ dømi. Ein uppgerð í Sosialinum fyri kortum vísti, at verða Føroyar sjey valdømi, so hevði til dømis onki Javnað­ arumboð verið í Norðoyggj­ um, og fólkini úr Suður­ streymi á løgtingi høvdu verið færri. Fimm valdømi fyri ting