hósdagur 18. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2010
Fleiri politikarar
halda, at prísirnir
á sigarettum og
rúsdrekka skulu
upp fyri at fíggja
viðgerðina av
krabbameini í
Føroyum og onkur
løgtingsmaður heldur
enntá, at sjómenn
skulu missa rættin
at fáa sigarettir og
rúsdrekka í bonn
Krabbameinsætlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Prísurin fyri at seta eina
krabbameinsætlan í verk
fyri Føroyar, skal ikki klíp-
ast burtur av játtanini til
annað virksemi í heilsu-
verkinum.
Tað staðfesti Hans Pauli
Strøm, løgtingsmaður.
Løgtingið hevði aðal-
orðaskifti í gjár um ætlanina
at seta eina krabbameins-
ætlan í verk fyri Føroyar.
Talan er um eina ætlan í
næstan 60 punktum, sum
ein arbeiðsbólkur hevur
stungið út í kortið og sum
skal setast í verk hesi næstu
trý árini.
Endamálið er at styrkja
munandi um viðgerðina av
krabbameini og tá ið øll
ætlanin er sett í verk, fer
hon at kosta heilsuverkinum
20 milliónir í rakstri um
ári.
Harumframt skulu íløgur
uppá 27 milliónir gerast í
heilsuverkinum hesi næstu
trý árini, men ein partur av
íløgunum eru longu játtaðar
í ár.
Tað er greitt, at Løgtingið
tekur væl undir við krabba-
meinsætlanini.
Men
samstundis
varð
spurningurin reistur um,
hvussu ætlanin skal fíggjast
og tað vóru fleiri tingfólk,
sum
fregnaðist
um
fíggingina.
Og her vóru tað fleiri
tinglimir sum staðfesta, at
fíggingin skal finnast við at
hækka avgjøldini á sigar-
ettum og rúsdrekka.
Øktir heilsuskattir
Ein av teimum var Hans
Pauli Strøm, løgtingsmaður
og sum eisini var lands-
stýrismaður, tá ið krabba-
meinsætlanin varð sett á
skinnarar.
Hann gjørdi púra greitt,
at ongin krabbameinsætlan
skal setast í verk, har
fíggingin skal finnast við at
skerja annað virksemið hjá
heilsuverkinum.
- Tí er bara ein máti at
fíggja krabbameinsætlanina
upp á og tað er við heilsu-
skattum, sum síðani skulu
markast
beinleiðis
til
krabbameinsætlanina.
Hann helt eisini, at tað
einasta rætta er at krabba-
meinsætlanin
fær
sína
serstøku játtan á fíggjar-
lógini, so at ongin ivi skal
vera um, hvat peningurin
skal brúkast til. Hetta forðar
eisini fyri, at hann fer í
stóra pott og kann verða
brúktur til onnur endamál.
Tað var ongin ivi í Løg-
tinginum um, at tá ið tosað
var um heilsuskattir, varð
mest hugsað um at hækka
avgjøldini á rúsdrekka og
sigarettum.
Fleiri tinglimir vístu á,
hvussu ómetaliga vanda-
mikil, serstakliga roykingin
er og bæði Karsten Hansen
og aðrir tinglimir átalaðu,
at Atlantsflog framhaldandi
sleppur at skeinkja ókeypis
rúsdrekka.
Teir mæltu eisini til, at
avtaka alt, sum eitur tollfrí
søla
av
rúsdrekka
og
sigarettum.
Sjálvur vísti Hans Pauli
Strøm á, at øll krabba-
meinsætlanin kann fíggjast
við at avtaka tollfríu søluna
av sigarettum og rúsdrekka.
Sjómenn missa bonn
Kári á Rógvi, løgtingsmað-
ur fyri Sjálvstýrisflokkin
var ein av teimum, sum
tekur undir við at avtaka
tollfría søluna á sigarettum
og rúsdrekka.
Men hann helt somuleiðis,
at rætturin hjá sjómonnum
at keypa sigarettir og rús-
drekka í bonn, skal avtakast,
eins og øll onnur tollfrí
søla.
- Lat okkum taka tað
tungu avgerðina og avtaka
tollfríu søluna, helt hann.
Aksel
V.
Johannesen
segði, at kanska kunnu av-
gjøldini hækkast eitt sindur
meir, men hann mælti til
størsta varsemi.
- Tað er ein spurningur,
hvussu nógv prísirnir kunnu
hækka afturat, áðrenn tað
fer at eggja til smugling í
stórum stíli og til at fólk
fara at bryggja sjálvi heima
í kjallaranum.
Avgjøldini eru rættiliga
høg frammanundan og tað
er ein spurningur, hvussu
nógv, tey kunnu hækkast
afturat, heldur hann.
Hendir tað, at smugling
og heimabrygging fer at
vinda upp á seg, er skjótt at
missa
tamarhaldið
á
støðuni, so at vit missa
yvirlitið yvir, hvussu nógv í
veruleikanum verður roykt
og drukkið í Føroyum,
heldur landsstýrismaðurin í
heilsumálum.
Kortini
nevndi
lands-
stýrismaðurin eisini møgu-
leikan fyri at forbjóða allari
tollfríari sølu.
Ivasamur
Hinvegin hildu Tórbjørn
Jacobsen og aðrir løg-
tingslimir at tað er er ein
spurningur, hvussu nógv
prísskrúvan kann spennast
afturat.
Hann heldur, at tað er
tórført at venja gamlar
hundar, so tað fer ikki at
gera mun at hækka prísin
enn meiri.
Kortini helt partakvinna
hansara, Bergtóra Jacobsen,
at hægri prísir kunnu forða
fyri, at fleiri aldrin festa í
sína fyrstu sigarett og fara
at roykja.
Lesi eisini aðrar greinar
um sama mál tí aðrastaðni í
blaðnum hava vit samrøðu
við lansstýrismannin og
eina uppgerð yvir, hvussu
inntøkurnar
hjá
lands-
kassanum eru av heilsu-
skattum, sum avgjøldini á
sigarettum og søtmeti so
flott eita á nýføroyskum
politikaramáli.
Dýrari sprutt og sigarettir skulu
fíggja viðgerðina av krabbameini
Trúboðarar latnir leysir
Átta amerikanskir trúboðarar, sum vórðu tiknir og skuldsettir fyri at hava roynt at smugla børn
úr Haiti, eru latnir leysir og komu í morgun til USA við einum flutningsflogfari hjá amerikan-
ska herinum. Tey átta vórðu tikin saman við tveimum øðrum amerikanarum, tá tey vóru á veg
um markið millum Haiti og Dominikanska Lýðveldið við 33 børnum. Trúboðararnir greiddu
frá, at teir høvdu fingið loyvi frá foreldtunum at taka børnini við sær, og ta frágreiðingina
góðtók ein dómari í gjár. Leiðarin hjá trúboðarunum og ein sjúkrasystir, sum var saman við
teimu, sita framvegis í varðhaldi í Haiti.
Tey sum roykja og drekka skulu betala ein stóran part av
viðgerðini av krabbameini. Fleiri tingmenn halda, at alt
tollfrítt keyp av rúsdrekka og sigarettum skal forbjóðast og
onkur tingmaður heldur enntá, at rætturin hjá sjómonnum
at fáa sigarettir og rúsdrekka í bonn, skal avtakast