Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Ætlanin at gera tað dýrari at keypa sigarettir fyri at avmarka roykingina, hevur givið gott úrslit. Hinvegin hevur tað verið til fánýtis at seta prísin á søtmeti upp fyri at fáa føroyingar at eta sunt Royking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin hjá samgonguni at seta prísin á sigarettum upp fyri at avmarka roykingina, hevur hepnast væl. Tað vísir ein spillfesk uppgerð yvir inntøkurnar, sum landskassin hevur havt av punktgjøldum og mvg av tubbakki. Inntøkurnar hjá lands­ kassanum av mvg og av­ gjøldum av tubbaksvørum, eru minkaðar hesi seinastu árini. Og tað er hent, hóast avgjaldið á tubbakki er munandi hækkað. Hetta upplýsir Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ maður í fíggjarmálum, fyri John Johannessen, løgtings­ manni, sum vildi hava greiði á hesum viður­ skiftunum. Tað kann so bara merkja, at munandi minni av tubbakki verður innflutt nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Tað merkir so eisini, at munandi minni verður roykt. Ger stóran mun Avgjøldini á sigarettir eru hækkað í trimum umførum í árunum frá 2005 til 2008. Tað var ógvuliga stór ósemja um ætlanina at seta prísin á sigarettum upp. Forsprákararnir førdu fram, at hetta var ein góður máti at avmarka roykingina. Mótstøðufólkini vóru vís í, at hetta fór hvørki at gera frá ella til. Men nú gongur sjón fyri søgn: Tað hevur gjørt stóran mun. Tað vísir ein spillfesk uppgerð yvir inntøkurnar hjá landskassanum yvir inntøkurnar av punktgjøld­ um og mvg av tubbakki seinastu árini. Frá 2005 til 2006 vaks inntøkan hjá landskassa­ num av tubbaksvørum næstan 4,5 milliónir, frá 85,5 milliónir í 2005 upp í 90 milliónir í 2006. Í 2007 vaks tað uppaftur 9,4 milliónir, upp á 99,4 milliónir. Men Síðani er tað minkað í stórum. Í 2008 var inn­ tøkan hjá landskassanum av tubbaksvørum kvinkað niður á 97,7 milliónir. Men í 2009 er minkingin eitt satt skarvslop niðureftir, tí tá var tað minkað heilar 10,4 milliónir, niður í 87,4 milliónir. Ikki gjørt mun Hinvegin er royndin mis­ eydnað at seta prísin á søtmeti og sukurvørum upp fyri at fáa føroyingar at eta sunt. Síðani 1994 eru avgjøldini á søtmeti og kipsi hækkað tríggjar ferðir. Grundgev­ ingarnar fyri hækkingunum vóru tær somu sum tær vóru fyri at seta prísin á sigarettum upp. Hetta skuldi nevniliga fáa føroyingar at eta sunnari. Mótstøðufólkið trúði onki upp á hetta, tí tey søgdu, at einasta endamálið var at at geva landskassanum fleiri inntøkur. Tvørtur ímóti høvdu nógv hug at sláa alt upp í glens og hugtakið um, at nú skuldu grønar keks bjarga landskassanum og fullveldinum, blivu vanlig í politiska orðaskiftinum. Og hesuferð var mót­ støðufólkið á rættari leið enn tey vóru við roykingini, tí heilsupolitiskt hevur tað ikki virkað heilt eftir ætlan at gera søtmetið og kipsið dýrari. Í øllum førum kann sigast, at tað frægasta, sum er komið burtur úr, er, at inntøkurnar hjá landskassa­ num av mvg og punkt­ gjøldum av søtmeti og kipsi, er munandi hækkað. Talvan vísir nevniliga, at inntøkurnar hjá landskass­ anum av avgjøldum av søtmeti og kipsi, eru meiri enn tvífaldað seinastu seks árini frá 2004 til 2009. Á nýføroyskum politik­ aramáli verða inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av tubbakki, søtmeti og kipsi, nevndar heilsuskattur. Samanfall Og til stuttleika kann nevn­ ast, at inntøkurnar hjá lands­ kassanum av heilsuskattum svaraði í fjør næstan akkurát til tað, sum tað kostaði at senda føroyskar sjúklingar til serviðgerð uttanlands. Í fjør vóru heilsuskattirnir nevniliga 136,4 milliónir krónur og serviðgerðin uttanlands kostaði 135,0 milliónir. Hinvegin vísir uppgerðin eisini, at játtanin til servið­ gerð uttanlands og avgjalds­ hækkingarnar á tubbakki og søtmeti, fylgjast. Sìðani 2004 eru útreiðsl­ urnar til serviðgerð uttan­ lands hækkaðar 40% og tað er akkurát tað sama, sum útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands eru hækkaðar. Hinvegin eru játtanirnar til tey trý sjúkrahúsini hækk­ aðar 31% í hesum sama tíðarskeiði. Inntøkur av tubbakki Hendan talvan vísir inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av tubbakksvørum hesi seinastu árini. Allar inntøkurnar eru í milliónum krónum 2004: 71,8 2005: 85,5 2006: 90,0 2007: 99,4 2008: 97,7 2009: 87,4 Inntøkur av søtmeti Hendan alvan vísir inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og punktgjøldum av søtmeti og kipsi hesi seinastu árini. Allar inntøkurnar eru í milliónum krónum 2004: 24,4 2005: 33,3 2006: 43,3 2007: 43,3 2008: 39,7 2009: 49,0 Føroyingar hava sløkt sigarettina Vit hava lagt av at roykja, men enn eta vit líka ósunt, vísir ein spillfesk uppgerð hjá fíggjarmálaráðnum Ísrael fyri atfinningum Myndugleikarnir í Bretlandi og Írlandi eru í øðini, tí at ísraelska fregnartænastan Mossad brúkti følsk pass úr teimum báðum londunum í sambandi við eitt átak í Dubai, har agentar hjá Mossad beindu fyri einum Hamas­leiðara. Løgreglan í Dubai hevur kunngjørt nøvnini á 11 persónum í sambandi við drápið, og millum annað er talan um menn við bretskum passi. Bretska uttanríkisráðið sigur, at talan er um bretskar ríkisborgarar, sum hava búsett seg í Ísrael, og at Mossad hevur falsað passini. Ísrael vil ikki gera viðmerkingar til málið.