Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Bjarni Djurholm setti herfyri Jóhan Dahl fyrispurning um Nólsoyarverkætlanina, men var ikki nøgdur við svarið. Nú hevur hann í staðin sett sama fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum GRØN OYGGJ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var Bjarni Djurholm, ið var landsstýrismaður í orkumálum, tá sonevnda Nólsoyarverkætlanin var sett í gongd, og frá 2004 til 2008 varð arbeitt miðvíst við at gera Nólsoynna til eina grøna orkuoyggj. - Í tí sambandinum arbeiddi Jarðfeingi saman við StatoilHydro, Enercon, SEV og Tórshavnar Komm- unu um at kanna teknisku og fíggjarligu møguleikar- nar at nýta vind sum orku- keldu til bæði el, hita og vetni (hydrogen) í Nólsoy, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyri- spurningin. Hetta samtakið gjørdi so eina forkanning, sum var liðug í 2008. - Ætlanin var at byggja eina skipan, har vindorkan varð javnað við vetnistøkni, so brúkarin fekk støðuga orkuveiting, eisini tá vindstilli var. Vetnistøknin er enn ikki handilsliga burðardygg, og kundi Nólsoyarætlanin tí ikki fíggjast við inntøkunum frá orkusøluni eina. Fyri at fáa verkætlanina gjøgnumførda var tí neyðugt, at Samtakið stuðlaði fíggjarliga, sigur Bjarni Djurholm. Um verkætlanin eydn- aðist, kundi sama skipan nýtast í størri mátistokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni. Nólsoyarverk- ætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyrimynd í sambandi við burðardygga orkuframleiðslu. 60 milliónir - Ætlanin var at seta vind- myllur við tilsamans 1,8 MW mátti upp á Stongini og framleiða el beinleiðis til brúkaran, til vetnisframleið- slu og til eina hitagoymslu. Orkan, ið skuldi goymast sum vetni, skuldi nýtast, tá ov lítið var til av vindorku til at nøkta orkutørvin. Vetni kann, um ynskiligt, eisini nýtast sum brennievni til flutningsfør og arbeiðstól. Í tí sambandi varð avrátt, at nýggja Nólsoyarferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, tá vetnis- skipanin var burðardygg, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum. Íløgan til samlaðu skip- anina í Nólsoy var mett til umleið 60 milliónir krónur. Inntøkan frá orkusøluni var roknað við útgangsstøði í táverandi prísi á el og olju og var mett til 2,2 milliónir krónur um árið, tá ið sæð verður burtur frá oljuav- gjaldi og MVG. - Hendan inntøkan einsa- møll kundi bera eina íløgu, ið var 25-30 milliónir krónur Um landið gav mvg- frítøku, hækkaði inntøkan frá orkusøluni úr 2,2 til 3,1 milliónir krónur, og harvið hækkaði møguliga íløgan úr 30 til 40 milliónir krónur. Sostatt restaði nakað í, men um hinir partarnir í verkætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin, varð væntað, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløguna og inntøkuna, sigur Bjarni Djurholm. Samsvar við orkupolitikkin Nólsoyarætlanin er í samsvari við orkupolitikk landsins, har miðað verður móti at minka um olju- nýtsluna og útlátið og økja um orkuframleiðsluna frá varandi orkukeldum. Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis- og hitagoymslu í Nólsoy fer at minka um innflutningin av olju við 300,000 l árliga og harvið minka um CO2 dálkingina við 800 tonsum um árið. - Nólsoyarætlanin er í samsvari við orkupolitikk landsins, har miðað verður móti at minka um olju- nýtsluna og útlátið og økja um orkuframleiðsluna frá varandi orkukeldum. Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis- og hitagoymslu í Nólsoy fer at minka um innflutningin av olju við 300,000 l árliga og harvið minka um CO2 dálkingina við 800 tonsum um árið, sigur Bjarni Djur- holm í viðmerkingunum. Nólsoyarverkætlanin er dømi um slíkt prosjekt, har myndugleikar, fyritøkur og stovnar í áravís hava lagt lunnar undir prosjekt, sum kann realiserast og samstundis gerast fyrimynd bæði innlendis og í altjóða høpi. - Vónandi verður verk- ætlanin tikin uppaftur. Fyri at tryggja, at gongd er í málinum, verða spurning- arnir omanfyri settir lands- stýriskvinnuni innlendis- málum, sigur Bjarni Djur- holm at enda í viðmerk- ingunum til fyrispurningin. Nólsoyar verkætlanin hevur enn áhuga Tað er synd at siga, at tingsalurin var ovurfyltur, tá tveir skrivligir fyrispurn­ ingar vórðu svaraðir sum seinastu punkt­ ini á skránni á ting­ fundinum í gjár FYRISPURNINGAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað vóru tveir brøður á út- oyggj, sum beint eftir krígg- ið arvaðu hvør sítt jarðar- stykki, annar á heimoynni og hin í Havn. Nú passaði tað seg soleiðis, at tann, ið arvaði nakrar gyllin á heimoynni, var fluttur til Havnar, meðan tann, sum arvaði eina trøð í Havn, framvegis búði á heimoynni. Teir samdust so um at býta um, so útoyggjamaður- in fekk jørðina á útoyggj, meðan tilflutti havnarmað- urin fekk trøðna. Í villu tíðunum undan kreppuni varð trøðin so seld fyri einar 7-8 milliónir krónur, kanska tað sama, sum øll útoyggin er verd. Hesa søguna fortaldi Óli Breckmann á Tingsins røð- arapalli og vildi við henni siga, at vit eiga ikki at lata slíkar møguleikar fara aftur við borðinum. - Vit eiga at gera íløgurnar í eina so skilagóða verk- ætlan sum Nólsoyarverk- ætlanin er, tí hon kann verða gull verd um nøkur ár, segði Óli Breckmann. Eisini Bjørt Samuelsen og Alfred Olsen hildu hesa verkætlanina vera skila- góða, men bæði fýltust á, at tað gerst ikki nógv fyri fýra milliónir krónur. Bjarni Djurholm heitti inniliga á landsstýriskvinn- una um at taka eitt kaffiprát við Jóhan Dahl fyri at vita, um bæði ráðini kunnu arbeiða saman um hesa framúr verkætlanina. - Men tað er neyðugt, at vetnisparturin er við, tí tað er serliga hesin, sum hevur áhuga uttanlands og sum kann geva útlendskar íløgur í verkætlanina, segði Bjarni Djurholm. Annika Olsen segði, at samstarvið við Jóhan Dahl er framúrskarandi, og at hon vildi taka áheitanina til sín og samskifta við vinnu- málaráðharran um málið. So nú er bert eftir at vita, um gongd kemur aftur á Nólsoyarverkætlanina – Grønu Oynna. Tingsalurin var ikki á tremur til tveir skrivligar fyrispurningar, sum vóru seinastu punktini á skránni til tingfundin í gjár Mynd: Leo Poulsen Verkætlanin góða undirtøku Bjarni Djurholm hevur ikki slept áhuganum fyri Nólsoyarverkætlanin, sum hann sjálvur sum orkumálaráðharri setti gongd á í 2004 Brúka livandi skjøldur Ovastin fyri teimum afghonsku hermonnunum, sum berjast saman við NATO- herdeildunum í Helmand-landspartinum, vil vera við, at Taliban brúkar sivilfólk sum livandi skjøldur í bardøgunum. Mohiudin Ghori, generalur, sigur við BBC, at Taliban hevur koyrt kvinnur og børn upp á takið á teimum húsunum, sum hermenn hjá Taliban halda til í. Aðrar keldur siga við bretska kringvarpið, at hóast tað stóra átakið hjá NATO og afghanska herinum nú hevur vart í fimm samdøgur, eru framvegis nógvir Taliban-hermenn í økinum.