hósdagur 18. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2010
Tað vóru positivir tónar frá øllum
flokkum, tá krabbameinsætlanin hjá
Heilsumálaráðnum var til aðalorðaskifti í
Tinginum í gjár
KRABBAMEINSÆTLAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Heilsumálaráðharrin, Aksel V. Johannesen, legði í
gjár eina umfatandi krabbameinsætlan fyri Tingið til
aðalorðaskifti. Ætlanin er í 58 tilmælum og skal
fremjast komandi trý árini.
Ætlanin er í fimm punktum. Talan er um fyribyrg
ing, sjúklingagongd, skreening, endurmenning og at
enda gransking. Tað eru 58 tilmælir og í tí stóra kunnu
vit siga, at tað, ið verður lagt upp til, er, at sjúkling
urin fær eina heildartilgongd beinanvegin, hann hevur
staðfest krabbamein. Hvat sjúklingagongdin verður
og hvørjar viðgerðir hann skal ígjøgnum, sigur Aksel
V. Johannesen.
Hetta er galdandi heilt frá staðfesting av sjúkuni
fram til endurmenningina.
Aðalorðaskiftið vardi í fýra tímar, og Aksel V.
Johannesen var væl nøgdur við tað, hann hoyrdi.
Eg haldi, at Tingið hevur tikið væl ímóti krabba
meinsætlanini, og framsøgufólkini vóru væl fyrireikað
og høvdu sett seg væl inn í málið. Tey vóru eisini øll
positiv, sigur Aksel V. Johannesen.
Spurningurin, sum hekk í luftini, var, hvussu hendan
ætlanin skuldi fíggjast, skuldu øll 58 tilmælini setast í
verk innan 2012. Og hvussu er so ætlanin at fíggja tær
27 milliónirnar í íløgum og tær um 20 milliónirnar í
rakstri, sum ætlanin kostar.
Góðar vónir
Tá tosað verður um 27 milliónir í íløgur, so tosa vit
um ein nýggjan CTskannara, ein nýggjan MR
skannara og ein nýggjan mammograf. Pengar eru
settir av á fíggjarlógini fyri 2010 til ein nýggjan CT
skannara, sum verður keyptur í leypi av várinum, og
so er ætlanin at seta pening av til ein MRskannara í
2011 og ein mammograf í 2012, sigur Aksel V.
Johannesen.
Tá tað kemur til rakstur, fer hann at økjast við einum
20 milliónum krónum hesi trý árini, krabbameins
ætlanin varar.
Men eini 3540 av tilmælunum kosta einki at seta
í verk, og tey verða eisini sett í verk beinanvegin. So
eru tað nøkur, sum kosta heilt lítið, kanska eitt stað
millum 30.000 og 100.000 krónur, og tey verða eisini
sett í verk innanfyri verandi fíggjarkarm hjá Heilsu
málaráðnum, sigur Aksel V. Johannesen.
So eru tað nøkur tilmæli, sum kosta meira, og tá
verður neyðugt at hækka karmin til Heilsumálaráðið,
skulu tey tilmælini setast í verk.
Tað arbeiði eg so miðvíst fram ímóti, og eftir aðal
orðaskiftið, havi eg góðar vónir um, at tað fer at eydn
ast, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í
Heilsumálum.
Krabbameins
ætlan væl
móttikin
- Eg eri sannførd
um, at Nólsoyar-
verkætlanin kann
verða fyrimynd fyri
útbygging av grøn-
um orkuloysnum
frameftir, bæði her
heima og aðrastaðni,
og tí er egnað sum
ítøkiligt dømi um
ein burðardyggan
orkupolitikk, sum
gongur hond í hond
við við ein virknan
veðurlagspolitikk,
segði Annika Olsen,
landsstýriskvinna,
í svari upp á
fyrispurning frá
Bjarna Djurholm
GRØN OYGGJ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Annika Olsen, landsstýris
kvinna
við
yvirorðnaða
orkupolitikkinum, svaraði í
gjár
fyrispurningi
frá
Bjarna
Djurholm
um
Nólsoyarverkætlanina.
Hon segði undir tí orða
skifti, ið stóðst av fyri
spurninginum, at tað er sera
óheppi, at orkumál er tví
býtt millum Innlendismála
ráðið og Vinnumálaráðið, tí
meðan hon sjálv umsitur
yvirorðnaða orkupolitikkin,
so liggur orkuframleiðsla –
eitt nú SEV – undir Vinnu
málaráðnum.
Men Annika Olsen var
positiv um verkætlanina.
Nólsoyarverkætlanin,
hvørs upprunaliga endamál
var at brúka vindorku til
bæði el, hita og vetni, so at
oyggin kundi gerast púra
leys av olju, eisini í sam
ferðsluni inn til Havnar, var
bæði framsøkin og tøkni
liga
slóðbrótandi,
segði
Annika
Olsen
í
svari
sínum.
Landsstýriskvinnan
greiddi frá, at arbeitt verður
framvegis við einari verk
ætlan á privatum stigi, sum
kortini ikki er eins ambitiøs
og upprunaliga verkætlanin.
Verkætlanin
gevur
tó
framvegis ríkar møguleikar
at minka um oljunýtsluna í
oynni við at brúka vindorku
til upphitan av vatni, sum
so kann verða brúkt í einari
fjarhitaskipan, segði Annika
Olsen.
Veðurlagspolitikkur
Føroya mælir til at útbyggja
fjarhitaskipanir, so olju
nýtslan til upphiting kann
skerjast munandi.
Tí meti eg, at Nólsoyar
verkætlanin framvegis er
ein dygdargóð verkætlan,
hvørs aðalmál stuðlar undir
veðurlagspolitikk
Føroya
um at skerja útlátið av veður
lagsgassum, segði Annika
Olsen.
Landsstýriskvinnan vísti
á, at Innlendismálaráðið
ikki eru beinleiðis knýtt at
verkætlanini, tí tað er fyrst
og fremst Jarðfrøði, ið er
stovnur undir Vinnumála
ráðnum, sum hevur verið
knýtt at og leitt ætlanina. Tí
helt hon, at spurningurin í
veruleikanum átti at verði
settur Jóhan Dahl, vinnu
málaráðharra.
Viðvíkjandi
spurningi
num um at mæla til at seta
pening av til verkætlanina
segði Annika Olsen, at
Innlendismálaráðið
bert
hevur fýra milliónir krónur
at ráða yvir til stuðul til
slíkar verkætlanir, og tað
munar einki í førinum
Nólsoyarverkætlanin.
Men tá spurt verður, um
landsstýriskvinnan
metir
verkætlanina kunna verða
eina fyrimynd fyri burðar
dyggan orkupolitikk, er hon
meiri bjartskygd.
Eg eri sannførd um, at
Nólsoyarverkætlanin kann
verða fyrimynd fyri út
bygging av grønum orku
loysnum frameftir, bæði her
heima og aðrastaðni, og tí
er egnað sum ítøkiligt dømi
um
ein
burðardyggan
orkupolitikk, sum gongur
hond í hond við við ein
virknan veðurlagspolitikk,
segði Annika Olsen.
Hon dugir kortini ikki at
meta um, hvørt júst Nólsoy
arverkætlanin kann profi
lera Føroyar í alheims høpi.
Við tí menning, vit síggja
her heima og úti í heimi
innan varandi orkukeldur,
so er kappingin hørð. Men
jú fleiri verkætlanir verða
framdar, tess meira hava
Føroyar at vísa á úti í heimi,
segði Annika Olsen.
Annika positiv
um Grønu Oynna
Annika Olsen er positiv mótvegis Nólsoyarverkætlanini, men tvíbýtið innan orkumálini ger tað
trupult at arbeiða við slíkum verkætlanum
Fyrispurningurin
Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan í
Nólsoyarverkætlanini?
Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða víðari við
ætlanini, og hvørji stig verða so tikin?
Fer landsstýriskvinnan at mæla til, at peningur
verður settur av til verkætlanina, so hon gerst
veruleiki?
Metir landsstýriskvinnan, at verkætlanin kann verða
fyrimynd fyri burðardyggan orkupolitikk, sum kann
profilera Føroyar í alheims høpi?
Nógv deyð í skalvalopi
Í minsta lagi 19 fólk doyðu, tá ein skalvur leyp ioman yvir eina fjarskotna bygd har
norðuri í Pakistan í morgun. Myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at minst 40 fólk
vóru ikki komin afturíaftur, og tí stúrdu teir fyri, at skalvalopið hevði kravt meiri enn
19 mannalív. Skalvalopið hevði samstundis avbyrgt bygdina, og teir lokalu myndug
leikarnir bóðu fyrrapartin um gravimaskinur at rudda kavan burtur og tyrlur, sum
kunnu flyta fólkið burtur. Tað hevur kavað illa har norðuri í Pakistan teir seinastu
dagarnar, og nógvir vegir eru stongdir, skrivar AP.