Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Bæði sólorkuparturin og vetnisparturin gera Kambsdal til nakað serstakt innan varandi orkukeldur. - Millumtjóða sam- starv er ein týðandi partur av hesum arbeiði fyri at fáa íblástur og góðar samstarvsfelagar. Hetta er ein verk- ætlan, sum kemur at menna okkara vinnumøguleikar og sum eisini fer at selja okkum sum ferðamannaland, sigur Eyðun Laurit- sen um orkudepilin á Kambsdali Orkudepil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eyðun Lauritsen, sum er ein av pørtunum aftanfyri orkudepilin á Kambsdali, hevur sent okkum nakrar reglur um depilin, sum vit í hesi grein fara at lýsa í stuttum. Orkudepilin á Kambsdali hevur til endamáls at skapa fyritreytir fyri varandi orkuloysnum. - Hetta gerst við at vísa á tøkniloysnir og at kanna hesar í samstarvi við granskarar. Uppgávan er eisini at finna útav, hvussu loysnirnar kunnu betrast, eins og uppgávan er at kunna almenning, hand- verkarar, fíggingarstovnar, myndugleikar og onnur um hesar loysnir. Millumtjóða samstarv er ein týðandi partur av hesum arbeiði fyri at fáa íblástur og góðar samstarvsfelagar. Eyðun Lauritsen sigur, at samlaða verkætlanin á Kambsdali tekur støði í, at vit búgva í Føroyum, og tí er hetta ein føroysk loysn bygd upp við altjóða samstarvi. Hetta er ein loysn, sum eisini kemur at menna okkara vinnumøguleikar og selja okkum sum ferða- mannaland, tí Kambsdalur verður kendur úti í heimi, leggur hann aftrat. Hvør er tøknin? Í dag fevnir orkudepilin um tvær vindmyllur, eina vetn- isskipan við vetnisgerara (elektrolyzara), vetnisgoym- slu, el-battaríir, brennikyknu og sólorkuskipan. - Við hesum hevur skipan- um nú eitt grundarlag at vísa á - 1) Hvussu nógv fæst burturúr sólhita í Føroyum. Hvussu sól-, vind- og vetnisskipanin kunnu knýt- ast saman. 2) Hvussu vindur kann gagnnýtast við smáum hald- barum vindmyllum, ið kunnu setast upp á smá- plássum og á ali- og smoltststøðum. 3) Hvussu støðug el- veiting kann fáast burturúr vindmyllum við at nýta battaríir og vetni at geva streym, tá eingin vindur er. 4) Hvussu vetni kann framleiðast við streymi frá vindmyllum og brúkast sum stabilisator av óstøðugari orku, sum eitt nú vindorku. 5) Bæði sólorkuparturin og vetnisparturin gera Kambsdal til nakað serstakt innan varandi orku. Við 350 fermetrum av sólfangarum er hetta størsta sólorku- skipan í Norðuratlantshavi, og hetta leggur lunnar undir, at fleiri fjarhitaskip- anir kunnu gerast við sólhita. Eyðun Lauritsen vísir á, at Pure Energy Centre hevur ment ein nýggjan vetnisgerara (electrolyzara), ið er hin fyrsti av sínum slagi. Hetta er soleiðis ein prototypa. Tey hava valt orkudepilin á Kamsdali til at vísa og royndarkoyra hesa tøkni. Umframt hetta er loysnin við sjálvstøðugari el-fram- leiðslu uttan samband til el- netið serstakt í heimshøpi, so Kambsdalur verður verdur at vitja fyri at síggja og læra um varandi orku. Millumtjóða samstarv Eyðun Lauritsen vísir á, at sólorkuskipanin eisini er grundarlag fyri einum samstarvi við Grønland og Danmark um sólorku. - NORA fíggjar eina verk- ætlan, ið skal skjalprógva sólorku í Føroyum og kanna eftir um tann skipanin, vit brúka í Føroyum, eisini er egnað til grønlendsk viður- skifti og veðurlag. Henda verkætlanin hevur soleiðis tilknýti til Sisimiut í Grøn- landi og Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby. Hann sigur, at vind- og vetnisparturin eisini er byrjanin til eitt áhaldandi menningarsamstarv við Hetland, har Pure Energy Centre leggur stóra orku í samstarvið. Hetta samstarv fevnir eisini um eina før- oyska fyritøku, ið megnar at menna útbúnað, sum kann nýtast um allan heim í sambandi við vetni og varandi orku. - Hetta samstarv gevur innlit í royndir innan var- andi orku á smáplássum og oyggjasamfeløgum. Pure Energy Centre er góðkend útbúgvingar- og gransking- ardeild innan University of Highlands and Islands í Skotlandi. Eyðun Lauritsen sigur, at tað er eisini eydnast at fáa ES-pening umvegis North- ern Periphery, soleiðis at orkudepilin verður ein av leiðandi pørtunum at byggja upp eina orkuráðgeving kring alt NPP-økið, sum tað verður rópt. - Orkuráðgevingin skal skipast eftir tí tørvi, sum er í ymsu londunum og ítøkiliga stuðla uppundir, at kommunur, vinnur og ein- staklingar fáa varandi orku- skipanir at virka, leggur hann aftrat. Menning og ráðgeving Ein týðandi avbjóðing hjá norðurlondum og londum annars er geva pláss fyri meira vindorku og aðrari varandi orku á el-netinum. - Orkudepilin á Kambs- dali er longu bjóðaður við í norðurlendska verkætlan um júst hetta, har tað, at vetnisskipanin er á staðnum, er sjálvt grundarlagið fyri at koma við. Skipanin er til fyri at verða brúkt í gran- skingar- og menningarhøpi. Avtala er eisini gjørd við Fróðskaparsetrið og Vinnu- háskúlan um, at hesir stovnar í mest møguligan mun verða tiknir við í verkætlanir um gransking og undirvísing. Eyðun Lauritsen vísir á, at lærdir háskúlar í Finlandi og Norðurírlandi eru kom- nir við upp í verkætlanina, sum væntandi verður liðug í heyst. - Tað er soleiðis longu eydnast at gera orkudepilin á Kambsdali til ein depil fyri menning og ráðgeving um varandi orku, sum tað er áhugavert hjá pørtum í øðrum londum at samstarva við. Kambsdalur skal verða ein depil fyri eini líðandi flyting av orkunýtsluni yvir á varandi orku. Vit byrja í tí smáa og vilja røkka máli- num í samstarvi við restina av samfelagnum, leggur hann aftrat. Eyðun Lauritsen ivast onga løtu í, at orkudepilin á Kambsdali verður eitt týðn- ingarmikið amboð til at fremja veðurlagspolitikk í verki, soleiðis at Føroyar fáa ein reinorkubúskap við menning av føroyskum orkuloysnum til føroyska samfelagið. - Hetta eru loysnir, ið Føroyskur orkudepil størstu sólorkuskipan í Norðuratlantshavi Orkudepil á Kambsdali Fígging: Innlendismálaráðið, Fuglafjarðar kommuna, Pure Energy Centre og NORA. Verkætlanarleiðari: Vilhjálmur Nielsen, sivilverkfrøðingur, ph.d. FAKTA Vitan á skák í SMS Spennandi granskingardagar fyri alla familjuna verða í SMS í morgin, fríggjadagin og leygar- dagin. Har verða framsýingingar: Tekningar frá kappingini Tekna ein granskara, Aktuellar granskingarverkætlanir og Almenn kunning um gransking. Eisini verða tiltøk so sum at granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking, uppgávur og kappingar fyri børn og ung – vinningar verða gávukort úr Rit & Rák, møguleiki at royna ymisk granskingaramboð og lutir, bólkurin Pixel málar sítt boð uppá føroyska granskaran 2010. Kaffi- og saftkrókur við bløðum um gransking til børn og vaksin og eisini er teknikrókur fyri børn. Til ber at lesa meira um skránna á HYPERLINK "http://www.gransking.fo" www.gransking.fo