hósdagur 18. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2010
draga føroyskar fyritøkur
inn
í
eitt
millumtjóða
samstarv, og tí verður hetta
eisini ein virkin vinnu
menning, sum fer at koma
samfelagnum
at
gagni,
leggur hann aftrat.
Orkupolitikkur
Í tilfarinum, sum Eyðun
Lauritsen hevur sent okkum,
vísir hann eisini á ein orku
politikk, har miðjað verður
eftir, at Føroyar í framtíðini
skulu gera seg óheftar av
oljunýtslu á landi.
Hetta er eyðsýnt, tí olju
prísurin hækkar, soleiðis at
tað verður ov dýrt at brúka
olju og tí, at vit eins og øll
onnur lond í heiminum
skulu minka um CO2
útlátið.
Hann heldur, at um vit
taka hesi stig seinni enn
hini londini, verða vit
framhaldandi millum tey
lond, sum noyðast at gjalda
høga oljuprísin.
Ein stór avbjóðing fyri
framman er, hvat skal verða
í staðin fyri oljuna. Orku
nýtslan kann og skal mink
ast munandi við at spara
orku. Nýggja byggilógin
kemur at broyta føroyska
bygging munandi, soleiðis
at orkunýtslan í nýggjum
húsum
verður
munandi
minni, enn hon er í dag.
Men hóast orkusparingar,
verður altíð tørvur á orku
til upphiting, el og tól av
ymiskum
slagi
og
til
flutning.
Eyðun Lauritsen vísir á,
at orkutørvurin er vaksandi,
hóast alt verður sett inn til
at spara orku.
Hesin orkutørvur skal
nøktast við varandi orku,
og Føroyar hava nógvan
vind, sjóvarfall, aldu, sól og
regn. Sum onnur alternativ,
kann tari eisini alast og
gagnnýtast til orku. Avbjóð
ingin er at gagnnýta allar
hesar keldur, soleiðis at
orkan er tøk, tá tørvur er á
henni.
Hann vísir eisini á, at
vatnorka er kend tøkni og
kann goymast, til tørvur er
á henni. Mark er tó fyri,
hvussu nógv vatn kann
goymast, og tí er eisini
mark fyri, hvussu nógv
vindorka, umvegis pumpu
skipanir, kann goymast á
henda hátt.
Hvat krevst?
Eyðun Lauritsen sigur, at
skulu Føroyar hava ein
reinan orkubúskap, krevur
tað, at vit 1) gagnnýta
varandi orku og menna
tøknina, ið ger tað møguligt
at fáa sum mest burturúr
tilfeinginum,
2)
menna
samanspælið millum var
andi orku og bygningar,
soleiðis at húsini sjálvi
kunnu gerast orkuframleið
arar, tá tað er í bygningum,
at mesta orkan verður nýtt,
3)
menna
førleikan
at
goyma og flyta orku, so
leiðis at varandi orka kann
fáast til høldar, tá hon er
tøk og er tøk, tá tørvur er á
henni og 4) menna sam
spælið millum orkufram
leiðslu og orkunýtslu við
kunningartøkni, soleiðis at
orkunýtslan kann stýrast
eftir, hvussu nógv orka er
tøk.
- Longu nú er eydnast at gera orkudepilin á Kambsdali til ein depil fyri
menning og ráðgeving um varandi orku, sum tað er áhugavert hjá ymiskum
pørtum í øðrum londum at samstarva við. Kambsdalur skal verða ein depil
fyri eini líðandi flyting av orkunýtsluni yvir á varandi orku. Vit byrja í tí
smáa og vilja røkka málinum í samstarvi við restina av samfelagnum – og í
samstarvi við útlendskar partar, sigur Eyðun Lauritsen
Mynd: Pætur Joensen
Anna skal syngja »Whatever Happens«
Tá XFactorluttakararnir í annaðkvøld fara at heiðra Michael Jackson, fer Anna Nygaard at syngja
»Whatever Happens«. Tað er nú meira enn eitt hálvt ár síðani, at Michal Jackson doyði av hjartatil
burði, og nógv listarfólk kring heimin hava gjørt mangt og hvat fyri at heiðra minni hansara. Í annað
kvøld verða tað teir átta luttakararnir, sum eftir eru í XFactorkappingini hjá Danmarks Radio, sum
fara at heiðra poppkongin við bert at syngja løg hjá honum. Sambært Ekstrablaðnum, so fara teir
átta luttakararnir at syngja hesar Michael Jacksonsangir: Luttakararnir hjá Remees: Jesper: »Say
Say Say« Anna: »Whatever Happens« Tine: »Earth Song« Luttakararnir hjá Pernille: Thomas: »Man
in the Mirror« Daniel: »Black or White« Luttakarnir hjá Soulshock: InJoy: »Remember the Time«
8210: »Wanna Be Startin« Somethin» The Fireflies: »Human Nature« Lagið »Whatever Happens«
hjá Annu er av »Invincible« útgávuni hjá Michael Jacobsen 2001.
Anna Nygaard saman
við foreldrunum,
Kenneth og Mette
Nygaard, tá fyrsta
beinleiðis X-
Factorsendingin var
seinasta fríggjakvøld
Mynd: Danmarks Radio