hósdagur 18. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2010
Mánadagin kemur
nýggj asta fløgan hjá
The Dreams, Revolt,
í føroysku og donsku
handlarnar. Í næstum
kemur fløgan eisini út
í 13 øðrum londum,
og føroyski bólkurin
ætlar at enska fløga
teirra skal vera
næsta fetið út í heim.
Sosialurin hevur
vitjað The Dreams í
venjingarhølum teirra
í Vanløse í Danmark
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Teir syngja á enskum. Tónarnir
eru broyttir nakað. Okkurt lag
hevur enn tá gittarsolo’ir. Nógv er
broytt síðani The Dreams sungu
Sasa sa, sa í ítróttarhallum kring
Føroyar fyri nøkrum árum síðani.
Í gjárkvøldið vandu Hans Ed
ward, Eirikur, Corfitz og Heini
teir sangirnar, sum teir hava ar
beitt við seinasta hálvaannað árið.
Hetta gjørdu teir í einum myrkum
og køldum venjingarhølum í Van
løse í Danmark. Aftaná venjingina
pakkaðu teir ljóðførini niður, tí í
dag byrjar konsertferð teirra kring
Danmark.
– Vit spæla mest fríggjakvøld
og leygarkvøld. Hetta er nakað,
vit kunnu avgera sjálvir, nú vit
eru vorðnir stórir í Danmark,
greiða teir frá.
Tað er annars púra vanligt, at
bólkar spæla konsertir mitt í viku,
men við fløguni Den nye by, sum
bólkurin lat av hondum fyri
tveimum árum síðani, hevur The
Dreams av sonnum markerað seg
sum ein av heilt stóru bólkunum í
Danmark.
Teir fóru frá at liggja nummar
eitt á 15 teimum við løgum av
fyrstu fløguni Tazy, og sendandi
The Dreams í 13 londum
Mánadagin kemur fløgan Revolt í førosku og donsku
handl arnar. Hetta er fjórða fløgan hjá The Dreams.
Fyrsta fløgan Tazy kom út í 2006. Næsta fløgan Den
nye by í 2008 og í 2009 gav bólkurin út útgávuna Den
nye by 09 – Sakin live.
Skráin hjá The Dreams næstu dagarnar er tann, at teir
spæla í Albertslund í kvøld. Fríggjakvøldið spæla teir í
Aalborg, leygarkvøldið í Lyngby og mánadagin í
Keyp mannahavn, men eisini eftir hetta eru hópin av
konsertum á skránni.
Teir fýra, sum manna bólkin eru Hans Edward
Andreasen, forsangari og gittar, Eirikur Gilstón Corfitz
Andersen, bass og kós, Heini Gilstón Corfitz Andersen,
gittar og kór, Heini Mortensen, trummur.
FAKTA
Higartil hevur tað bara gingið ein veg hjá The Dreams og tað er uppeftir, og við nýggju fløguni vónar bólkurin at røkka út um danska kongaríkið við sínum tónleiki
Myndir: Rólant Waag Dam
Chief One og Hans
Edward fáa tað
seinasta upp á pláss við
settlistanum, áðrenn
konsertferðin hjá The
Dreams byrjar
Myndir: Rólant Waag Dam