Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Eftir at hava hoyrt demo ­ upptøkur av nýggj­ astu fløguni hjá The Dreams, ynskja fólk handan heimskenda tón­ leikabólkin Linkin Park at føra føroyska tón­ leika bólkin fram kring knøttin TÓNLEIKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eru The Dreams eitt stórt navn í Føroyum og Danmark, so er Rob McDermot eitt navn, ið er nógvar ferðir størri á altjóða tón leika pallinum. Eftir at hava arbeitt við heims­ kendum bólkum sum Linkin Park, Rob Zombie, Pantera og Staind, fyri at nevna nakrar, hevur Rob McDermott eftir øll­ um at døma kastað sín alsk á The Dreams. – Hann hevur kontaktað okk­ um og sigur, at hann er tann rætti mað urin at gera okkum heims kendar, fortelja teir báðir Hans Edward og Corfitz. At Rob McDermott kann vera lykilin til eitt altjóða gjøg num­ brot, er lítið at ivast í. Rob Mc Der mott hevur stýrt bólkinum Linkin Park síðani 2000, og hetta tíðarskeið hevur bólkurin selt omanfyri 50 milliónir fløgur. Hetta hevur havt óteljandi heið­ urslønir við sær, millum annað tvær Grammy og tríggjar MTV Video Music Awards virðis­ lønir. Í løtuni arbeiða fólkini aftan­ fyri The Dreams við at gera eina avtalu við Rob McDermott, og Hans Edward og hinir í føroyska bólkinum eru bjartskygdir. Teir hava fingið at vita, at tón­ leikur teirra heldur, at teir sum persónar passa væl saman og teirra stílur er tann rætti. – Hann hevði bara rós at bera okkum, sigur Hans Edward, sum eins og hinir í The Dreams hava eitt sindur ilt við at trúgva, at ein so stórur maður vísir teimum so stóran áhuga. Linkin Park skal hjálpa The Dreams beint inn á fyrsta plássi á Boogie. Tilsamans fýra løg hjá The Dreams endaðu á ovastu rók á tónleikahittlistanum hjá Danmarks Radio, men hetta var ikki nóg mikið hjá The Dreams. Vaksnir dreingir Bólkurin arbeiðir støðugt við at endurnýggja seg. Higartil hava teir tikið tað stig fyri stig. Við før­ oysku útgávuni løgdu teir Føroyar og føroyska ungdómin fyri sínar føtur. Við donsku útgávuni gjørdu teir innrás í Danmark og ein heilur hópur av donskum tannáringum – ikki minst gentur – hava elt bólk in síðani. Teir fýra leggja dent á, at teir eru sera fegnir um allan stuðul, teir hava fingið frá donsku tann­ áringa fjepparunum. – Men hesin tónleikurin, vit gera nú, kemur eisini at venda seg til eitt eldri ættarlið, siga teir. Hans Edward greiðir frá, hvussu teir hava arbeitt við ikki at læsa seg fastar, men at menna seg alla­ tíðina. – Tað, sum vit hava gjørt higar­ til, hevur hóskað væl til okkum tá. Henda fløgan, vit nú geva út, er meira optimistisk enn tann sein asta. Meira vaksin, heldur Hans Edward. Røkka langt Uttan mun til aldursbólkar, so kemur Revolt at venda seg til nógv fleiri fólk, enn undanfarnu útgávurnar hjá The Dreams. Bólkurin hevur nevniliga fingið avtalur í lag við plátufeløg í 13 ymiskum londum, soleiðis at fløg an eisini verður útgivin har í næstum. Hesi lond fevna um stóran part av Evropa. – Øll tey skandinavisku londini, stórur partur av eysturblokkinum, Spania og Týskland, reksar Hans Edward upp, tá hann verður biðin um at fortelja hvørji lond talan er um. Harumframt er bólkurin í sam­ ráðingum við plátufeløg í fleiri øðrum londum, har tað eisini sær ógvuliga lovandi út. Millum ann­ að við USA og Rob McDermott, sum er manager hjá Linkin Park. Hetta kunnu tit lesa um aðrastaðni á hesum síðum. Verður bólkurin væl móttikin í teimum ymsu londunum er tað als ikki óhugsandi, at The Dreams fer á konsertferð út í heim. Men sum við so nógvum øðrum í dag, so er rættiliga nógv eisini ein spurningur um pengar hjá The Dreams. Tónleikavinnan er hart rakt fíggjarliga og hevur verið tað leingi. Alheimsfíggjarkreppan bøt ir ikki upp á hetta. – Tí hevur tað eisini tikið so langa tíð at fáa hesa fløguna út. Vit noyðast at arbeiða soleiðis, at vit kunnu blíva mettir hvønn dag og tá er tað trupult at møtast og spæla inn, samstundis sum vit eisini skulu laga okkum í mun til Chief One og onnur fólk. – Seinasta mánaðin hava vit tó vant hvønn dag, og nú er hetta eisini fulltíðar arbeiði hjá okkum, siga Hans Edward, Eirikur, Cor­ fitz og Heini í The Dreams, sum fara á pall í Albertslund í kvøld. Hetta er byrjanin upp á nakrar vikur við konsertum, venjingum, samrøðum við fjølmiðlar og eina rúgvu av autografum. Seinasta hálvaannan mánaðin hava The Dreams verið hvønn dag í venjingar hølunum í Vanløse Myndir: Rólant Waag Dam