leygardagur 22. desember 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sjúkrahús.
- Vit hildu í byrjanini, at tað
var umfarssjúka. Men hon
gjørdist ikki frægari, heldur
tvørturímóti versnaði støðan.
Fríðbjørg minnist væl hesa
sunnunáttina, tá ið hon kom á
sjúkrahúsið við Heidi.
- Kalt var í veðrinum, himmal-
in var myrkur og stjørnurnar
bjartar. Hóast Heidi var illa sjúk,
hugdi hon upp í himmalin og
segði við meg: mamma, hygg,
hvussu bjartar stjørnurnar eru í
kvøld.
Á sjúkrahúsinum varð Heidi
kannað, uttan tó at funnið varð
fram til, hvat bagdi henni.
- Sunnumorgunin var Heidi
ikki til at fáa at vakna, bara
hugdi upp á okkum og smíltist.
Støðan versnaði út á dagin. At
enda kom hon í respirator, og vit
vóru inni hjá henni eina løtu.
Stutt eftir at vit vóru farin frá
henni, fór alarmurin í gongd.
Hjartað var stegðað og hóast
læknar arbeiddu uppá hana í ein
lítlan tíma, fingu teir ikki lív í
hana aftur.
- Eg græt og græt, men eg
visti, har var einki at siga og
einki at gera. Kortini gjørdi eg
upp við meg sjálva beinanvegin,
at eg mátti víðari, ikki minst fyri
børnini og døturnar hjá Heidi.
Eg kundi verðið ill, tí hví skuldi
Gud taka Heidi frá okkum, hon
átti tvær døtur, sum hon var so
góð við. Men tað nyttar einki at
verða ill, tað gevur mær ikki
Heidi aftur og sjálv havi eg tað
ikki gott, tá ið eg eri ill. So eg
hugsaði, at Gud hevði tikið Heidi
frá mær tvær ferðir áður, - tá
bønaði og bað eg hann um, ikki
at taka hana. Hann hevði givið
mær hana til láns í tíggju ár
afturat og tað var eg glað fyri.
Tað er ikki sum vit vænta og
ætla, tí tað er Gud sum ræður.
Tað havi eg ásannað so mangan.
HENDA UNGA kvinnan hevði
verið fyri nógvum sum yngri. Tá
ið hon var 20 ára gomul steðgaði
hjarta hennara at sláa uttan ávar-
ing, meðan hon var til arbeiðis.
Hjartað hevði verið slókt í 5
minuttir áðrenn hon fekk hjálp.
Portørar fingu hjartað í gongd
aftur, men tað steðgaði aftur á
veg á Landssjúkrahúsið. Komin
hagar fingu læknar aftur lív í
Heidi.
- Tað var eitt stórt undur, at
hon ikki doyði. Eg rópti á Gud í
míni neyð, rópti og bað um, at
hann ikki mátti taka hana frá
okkum. Í dag síggi eg, at eg ikki
var klár at missa hana. Veit ikki,
um ein nakrantíð er klárur at
missa eitt barn, men kanska
skuldi eg ikki missa hana tá.
Støðan hjá Heidi var hættislig
í nógvar dagar, men hon kom
fyri seg aftur. Á Ríkissjúkrahús-
inum varð hon kannað, men
eingin orsøk varð funnin, sum
kundi geva eina ábending um,
hví hjartað hennara var steðgað.
Árið eftir komu somu boðini.
Heidi hevði aftur fingið hjarta-
steðg á arbeiðsplássinum. Tí-
betur var eitt fólk statt har, sum
kundi geva henni fyrstuhjálp og
tískil gjørdist støða hennara ikki
so hættislig sum fyrru ferðina.
Heldur ikki hesu ferðina funnu
læknar út av, hví hon hevði fing-
ið hjartasteðg, men teir vórðu tó
samdir um at seta eitt tól til
hjartað, sum slær til, tá ið vandi
er fyri, at hjartað steðgar. Skurð-
viðgerðin gekk ikki væl, Heidi
píndist nógv og stríddist fyri lív-
inum.
- Eg orkaði ikki at síggja hana
pínast so. Eg rópti til Gud og bað
hann taka hana um tað var tað,
hann vildi. Men støðan broyttist
hendan dagin og Heidi fekk tað
betri. Gud vildi hava meg hartil,
at eg skuldi tora at siga, at hann
kundi taka hana.
Eftir hetta livdi Heidi væl og
hevði ikki trupulleikar við hjart-
anum.
HVØRJA FERÐ er sorgin ein
nýggj byrjan. Eitt áðrenn og
aftaná.
- Fyrsta tíðin, eftir at hava mist
eitt barn, er ræðulig. Barnið er
burtur og kemur ongantíð aftur,
men alt tað hesin persónurin var
og átti, er framvegis har. Tað
ræðuligasta er koma til sættis við
ongantíð at síggja og hoyra
barnið aftur. Eg havi altíð havt
ringt við at foreina meg við tann
tankan. Tíbetur fata við ikki heilt
í byrjanini, at barnið er farið. Tað
er ein uggi, tí skiltu vit alt so
klárt, hevði nógv verið øðrvísi,
sigur Fríðbjørg.
- Børnini eru altíð í mínum
hugaheimi, men við tíðini verður
alt betri hóast tað tekur langa
tíð, men eg veit ikki,
um vit nakrantíð
góðtaka heilt,
at tað skal
vera so.
Eg plagi
at siga, at
man
kemur
aldri yvir
tað, men
man kemur
ígjøgnum tað.
At missa tvey børn
sjey ár millum, krevur ein
sterkan persón, og Fríðbjørg
heldur, at hon, tá ið Heidi doyði,
var betur brynjað og sterkari, enn
tá ið hon misti sonin.
- Saknurin er tann sami, og
sorgin tann sama. Kanska er
munurin tann, at eg havi verið
við at missa Heidi fleiri ferðir.
Ótilvitað havi eg helst verið
bangin øll hesi árini at mist hana.
Í MUN TIL ONNUR heldur
Fríðbjørg ikki, at hon er so hart
roynd av lívinum.
- Nógv fólk úti í heimi missa
og hava mist alt og øll tey eiga.
Kríggj, neyð og líðingar eru alla
staðni, og tá kann eg ikki siga, at
eg havi tað ringast. Hús, bil og
annað eigi eg ikki, men hvat
nyttaði, um eg átti tað. Eg kenni
meg ríka, tí eg gleði meg um
lívið. Eg havi mist, men eg eigi
hóast alt fýra børn og trý ommu-
børn, familju og nógvar góðar
vinir. Lívið hjá mær er ikki fá-
tækari í dag, eg elski lívið og
elski at liva. Og tað er nógv eg
skal náa, sigur hon, og sipar til
sangin og guitarin, sum hon
elskar.
- Í teim svárastu løtunum
spretta teir bestu sangirnir. Sang-
urin og mítt lætta sinnalag hava
borið meg væl ígjøgnum alt.
FYRI SLØKUM TREDIVU
árum síðani varð Fríðbjørg um-
vend. Hóast vaksin upp í einum
trúgvandi heimi, livdi hon ikki
sum ein trúgvandi, sigur hon
sjálv. Hon gekk í dansi og sang
til dans.
- Eg var friðleys. Alt var ein
sjálvfylgja. Tá ið eg varð frelst,
sá eg hvussu óglað eg hevði
verið og hvussu lítið
eg hevði mett alt.
Eg eri nógv
glaðari í
dag, sigur
Fríðbjørg.
Ein
sterk
kvinna,
sum
stendur
óvikandi í
trúnni. Hvørs
fatan til lívið og
deyðan ikki er broytt, hóast hon
hevur mist so nógv. Ein kvinna,
sum tú ikki kanst hava annað enn
stóra virðing fyri.
JÓLINI STUNDA til og tey
verða hesu ferð hildin heima.
- Jólini verða ongantíð tey
somu aftur, ikki hjá nøkum av
okkum. Kenslurnar eru ógvuliga
eymar og hvør hjartastrongur er
spentur, men eg gleði meg til
jóla kortini. Eigur tú røttu jóla-
gleðina, kann eingin taka hana
frá tær.
- Góð jól, sigur hon, nú vit
fara. Gleðilig, vil hon ikki siga,
tí gleðilig verða tey aldri aftur. . .
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
19
18
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
VIÐTAL
Turið Kjølbro
- Tað er umráðandi at geva sorg-
ini tíð, ikki skunda tær, men bera
hana við toli. Tá ið tú ert komin
ígjøgnum sorgina, ert tú annað-
hvørt eitt ríkari ella fátækari
menniskja. Sorgin er tung, men
eisini ein vinur, tí uttan sorg er
tómrúmið eftir tann, tú hevur
mist, størri, sigur Fríðbjørg
Jensen.
Vit sita heima hjá Fríðbjørg
Jensen á Sandi. Í hugnaliga
køkinum hevur hon borðreitt við
morgunmati fyri okkum. Á
vegginum hongur mynd, sum
ímyndar eina boða, sum aldurnar
skola inná. Friðaligi jólatónleik-
urin í bakgrundini verður av-
brotin av og á av telefonini.
- Eg eigi góðar vinir, sum
hugsa um meg, sigur hon, tá ið
hon leggur rørið á.
Vit sessast við borðið at práta
um hennara lív og serliga tann
stóran missin, hon hevur verið
fyri. Sjey børn hevur hon føtt,
trý teirra eru deyð. Tað fyrsta,
ein genta, livdi bert eina løta, tað
næsta ein sonur, sum doyði í
ferðsluvanlukku í 1993, og tað
seinasta, ein dóttur, ið gjørdist 30
ára gomul, sum doyði júst fyri
einum ári síðani.
FRÍÐBJØRG er fødd og vaksin
upp í Skopun. Kemur, sum hon
sjálv sigur, frá einum góðum og
trúgvandi heimi. Yngsta av fýra
systkjum, tríggir beiggjar vóru,
tveir teirra eru farnir í bestu
árum.
- Sum barn varð eg rættiliga
forkelað, men uppá ein sunnan
máta. Fekk eina góða barlast í
barnaheiminum, sum heilt vist
hevur hjálpt mær ígjøgnum lívið.
At missa fyrsta barnið, sum eg
hevði glett meg so nógv til, var
fyrsti mótgangurin eg fekk í
lívinum, greiðir Fríðbjørg frá.
Meðan børnini vóru lítil, var
Fríðbjørg heima, tó í nøkur ár
var hon dagrøktarmamma eins
og hon eisini hevur arbeitt á
flakavirki. Í 1998 flutti familjan
til Esbjerg at búgva eina tíð.
Meðan tey vóru í Esbjerg fóru
Fríðbjørg og maðurin hvør til
sín. Seinasta árið hevur Fríbjørg
búð á Sandi saman við yngsta
soninum.
- Tá ið tú hevur mist eitt barn,
verður tú meiri bangin sum
mamma. Eg havi altíð leitað eftir
mínum børnum, tá ið tey hava
verið úti og spælt. Tryggast var
eg, tá ið eg hevði tey øll rundan
um meg, sigur Fríðbjørg.
ALTÍÐ HEVUR HON verið
serliga bangin um Herálv, sum er
næst elsti sonur hennara, meiri
bangin um hann, enn um hini
børnini.
- Tað er kanska tí, at hann
líktist mær so nógv. Hann var eitt
sindur buldrasligur og villur, og
hugsaði nógv um bilar. Honum
dámdi ógvuliga væl at vera úti í
natúruni, at klatra um tað skuldi
vera, greiðir Fríðbjørg frá.
Hon minnist týðiliga og klárt
ta náttina í juni í 1993, tá tað
bankaði á hurðina. Herálvur og
fýra vinmenn vóru farnir til
Søltuvíkar við bili, har teir
skuldu sova í telti. Kortini vóru
teir farnir ein biltúr, og á veg til
Skopunar misti førarin tamar-
haldið á bilinum. Hann fór inn í
ein bakka, og Herálvur er helst
deyður á staðnum.
- Teir vóru vaksnir, so sjálvsagt
kundu vit ikki halda teimum aft-
ur. Hetta kvøldið hevði eg hug at
fara út at leita eftir honum, meg
lat vera. Legði meg at biðja fyri
honum, sum eg altíð gjørdi, tí
har sum mín hond ikki rakk,
visti eg at ein onnur hond rakk.
Og eg veit, at hon eisini rakk ta
náttina, hóast Herálvur varð tikin
frá okkum.
- Tá ið tað bankaði á dyrnar,
visti eg næstan beinanvegin, at
okkurt var hent Herálvi. Tá ið
maður mín kom upp trappurnar,
spurdi eg hann, um Herálvur var
deyður. Ja, svaraði hann, og tað
er tað svárasta ja eg havi hoyrt.
Tað var sum eg varð lammað. Alt
steðgaði upp. Tá ið sólin kom
upp henda summarmorgunin,
kvakk eg við og undraðist. Eg sá,
at bilar koyrdu uttanfyri, fólk
gingu á vegnum, og at alt gekk
sína vanligu gongd uttandura.
Tað var bara innan í mær, at alt
varð steðgað. Eg hugsaði, at eg
doyði, men tá ið so hini børnini
so smátt um smátt vaknaðu visti
eg, at eg mátti ikki doyggja.
Herálvur gjørdist 19 ára
gamal. Fyri teim smæstu, sum
vóru 9 og 6 ár, máttu foreldrini
greiða frá, at Herálvur var dey-
ður.
- Tað var ógvuliga svárt fyri
teir at missa beiggjan. Í fyrstuni
høvdu teir ilt við at trúgva, at
beiggi teirra var burtur. Vit
søgdu teimum, at Jesus hevði
brúk fyri honum, og kanska
skiltu teir, at her á jørð var ikki
alt so gott. Teir vita, at heima í
himni er alt gott, tað hava teir
ongantíð ivast.
- Eg veit ikki, um míni børn
hava verið líka sterk sum eg,
men tey eru sterk, og eg ivist
ikki í, at tað er tí, at tey eru upp-
lærd frá beinsbeini av, at tað er
ein himmal. Tann kristna vónin
hevur borið tey eins væl og meg
ígjøgnum sorgina, at tað er eitt
lív eftir hetta.
TÍÐIN EFTIR, at Herálvur var
farin, var ógvuliga ring.
- Eg kann minnast afturá, at eg
onkuntíð var í stríð við Gud. Eg
ákærdi hann fyri tað hann hevði
gjørt ímóti mær og mínum, og
kravdi eina forkláring frá honum,
sigur Fríðbjørg, sum nú tekur
Bíbliuna í hondina. Fyri okkum
lesur hon eitt ørindi, sum hon
fekk við at taka eitt mannakorn.
Ørindið stendur í fyrra Pæturs-
brævi, kap. 1. ør. 5-7: »Tykkum,
sum við kraft Guds eru varðveitt
við trúgv til frelsu, sum er til
reiðar at verða opinberað á
síðstu tíð. Í henni gleðast tit um
tit sum nú stutta tíð - tá ið so
skal verða -, hava sorg í alskyns
royndum, fyri at roynda trúgv
tykkara, sum er mangan dýra-
bærari enn hitt forgeingiliga gull
- og tað verður tó roynt við eldi -
kann finnast til rós, dýrd og
heiður í opinbering, Jesu
Krists«.
- Ørindið sigur mær, at Gud
vildi royna meg og mína trúgv.
Eg visti tá, at tað nyttaði einki at
fara ímóti Gudi. Fór eg ímóti
honum, var tað eg sum tapti,
sigur Fríðbjørg, sum leggur
afturat, at vit ikki altíð skulu
hava svar uppá alt.
- Gud er so stórur, at vit ikki
kunnu fata alt sum hann ger. Vit
høvdu ikki klárað at vita alt. Gud
leggur ikki byrðar á okkum,
hinvegin loyvir hann, at ymiskt
hendir. Hann loyvdi, at Herálvur
skuldi fara frá okkum. Gud
hevur ikki slept okkum. Sorgin
hevur verið stór, men uggin ikki
minni. Vit hava upplivað, at sæl
eru tey sum syrgja.
JÚST FYRI EINUM ári síðani
varð dóttir Fríðbjørg, Heidi, sum
var 30 ára gomul, borin til jarðar
í Havn. Heidi doyði frá manni og
tveimum døtrum, 7 og 1 ára
gomlum, í Esbjerg, har hon gekk
í skúla. Í nakrar dagar hevði hon
kent seg ússaliga, og tá ið støðan
ikki broyttist, varð hon innløgd á
Sorgin er ein nýggj byrjan
- Tann kristna vónin hevur borið meg ígjøgnum sorgina. Eg havi verið í stríð við Gud, men tað nyttar einki. Tíbetur fata vit ikki heilt í byrjanini, at barnið er
farið og vit ongantíð skulu síggja tað aftur. Eg havi altíð havt ringt við at foreina meg við tann tankan, sigur Fríðbjørg Jensen á Sandi, sum hevur mist trý børn
- Tað sær kanska út, sum tað brýtur í bæði borð hjá mær, men eg sjálv havi frið og
hvíli í tí stilla miðskeiðis í ódnini, sum leikar í rundan um meg. Fari eg í stríð við
Gud, missi eg friðin og gleðina, sigur Fríðbjørg Jensen.
Mynd: Jens Kristian Vang
- Hóast deyðin
tekur tað besta tú eigur frá
tær, veit eg ikki, um deyðin er
tað ringasta. Eg havi ikki grátið
tey svárastu tárini yvir eini
kistu, sigur Fríðbjørg
Jensen
31
C
M
Y
K
30