leygardagur 22. desember 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
C
M
Y
K
32
UNGDÓMSSØGA
Áki Bertholdsen
Tá ið 20 ára gamla Maja
kom til Føroyar fyri nøkr-
um mánaðum síðani, var
tað eitt óvæntað upplivilsi.
Øll vóru so fitt og blíð við
hana; og tað var hon ikki
von við. Hon trúði heldur
ikki sínum egnu oyrum, tá
ið hon hoyrdi, at føroying-
ar kundu fara heimanífrá,
uttan at stongja úthurðina,
ella lata bilin standa
ólæstan.
Men tað er kanska ikki
so løgið; at blíðskapur og
álit ímillum menniskju eru
ókend fyribrigdi hjá Maju.
Tí hon er úr Bosnia; og so
er helst ikki neyðugt at
siga meiri. Í nógv ár hava
vit dag og dagliga hoyrt
um kreppur og kríggj,
bumbuspreingingar og
hópdráp í Bosnia og hinum
londunum, sum fyrr vóru
Jugoslavia.
Hóast sín unga aldur,
hevur Maja upplivað tvey
kríggj, tí heldur ikki Zvor-
nic, býurin, sum hon er úr,
slapp óskalaður undan
krígnum, verri enn so.
Men tað var nú ikki
hetta, sum førdi hana til
Føroyar. Tað vóru góðu
evni hennara sum flog-
bóltsspælari, sum vóru
beinleiðis orsøkin til, at
hon legði leiðina norður-
yvir.
Men hóast ein uppvøkst-
ur, sum hevur verið
merktur av ótryggleika,
hevur Maja ikki mist allar
dreymar. Og nú, hon er
komin til Føroya, er
dreymur hennara at kunna
spara so frægt av pengum
saman, at hon kann sleppa
heimaftur og hava ráð til at
fara á universitetið í
Beograd at útbúgva seg.
TAÐ VAR HELDUR ikki
heilt av tilvild, at Maja
endaði í Føroyum. Tvør-
oyrar Bóltfelag, TB, fór í
summar at leita eftir einum
útlendskum leikara at
styrkja um flogbóltslið sítt,
tí í ár var ætlanin at taka
kappingina í føroysku
landskappingini upp av
álvara. Í tí sambandinum
komu tey í samband við
Borco Ilic, sum spælir
flogbólt í SÍ. Hann er
eisini úr Zvornic og kendi
Maju væl, tí tey høvdu
spælt í sama felag, og hann
helt, at hon hevði verið
fongur fyri felagið á
Tvøroyri, tí hon er góður
leikari, sum eisini hevur
spælt á ungdómslandsliði í
Bosnia.
Flogbóltsfelagið Dráttur
úr Vágum hevði eisini
fingið sær ein útlendskan
spælara úr Bosnina. Hon
eitur Marina Popovic og er
systur Maju.
At eldra systurin legði
eitt gott orð inn fyri Før-
oyar og føroyingar, hevur
uttan iva gjørt avgerðina
um at leggja leiðina
norðuryvir, lættari at taka
hjá Maju. Men annars var
Maja ikki heilt ófyrireikað
til føroyskan flogbólt, tá ið
hon kom higar, hon hevði
fingið sjónbandsupptøkur
av onkrum dystum og hon
kendi fleiri av spælarunum
í ymsum liðum í Føroyum
frá hesum upptøkum og frá
systrini.
Annars er hon ikki heilt
ókend við flogbólt uttan
fyri heimlandið, tí hóast
hon enn má metast at vera
ein ársungi í hesum spæl-
inum, hevur hon longu
roynt seg sum professio-
nella, bæði í Jugoslavia og
í Týsklandi.
– Steðgurin í Týsklandi
var ikki drúgvur. Eg var
bara har í ein mánaða. Eg
treivst ikki. Fólk vóru ikki
so fitt sum í Føroyum. Eg
dugdi ikki týskt og tey
antin dugdu ikki, ella vildu
ikki tosa enskt, tað fann eg
ongantíð reiðiliga útav. So
har var einsligt at vera og
tí gjørdi eg skjótt av at fara
heimaftur, greiðir hon frá á
enskum.
Men tað, at ungfólk úr
Bosnia leita sær útum
landoddarnar er als ikki
nakað ókent fyribrigdi.
– Landið og fólkið er so
niðurundirkomið av kríggi,
búskaparligum bakkasti og
arbeiðsloysi í kjalarvørr-
inum av krígnum, at tað
eru heilt nógv sum halda,
at heimlandið er onki
verandi stað. Nógv ungfólk
vita, at tá ið tey eru liðug
við skúlan, gongur leiðin
lúkst í arbeiðsloysi. Tí er
tað heilt vanligt, at tey
sleppa sær burtur og royna
at finna sær arbeiði og
eydnuna í onkrum av
londunum rundanum har,
Eysturríki, Sveits, Týsk-
Í ár sleppur Maja
at halda jól tvær ferðir
Hóast Maja bara er 20 ára gomul, hevur hon roynt meiri enn tey
allarflestu á hennara aldri. Men hon hevur ongantíð roynt at hildið jól,
soleiðis sum vit halda jól, men hon skal eisini halda jól, soleiðis sum tey
plaga heima
Tað var eitt óvanligt upp-
livilsi fyri meg at koma til
Føroya, tí fólk vóru so
ótrúliga blíð og spurdu meg
alla tíðina, um eg hevði brúk
fyri onkrum, ella um mær
manglaði okkurt. Og í
Føroyum hava øll pengar,
sigur Maja
20
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
landi og øðrum, sigur
Maja.
KRÍGGJ OG KREPPA. Tá
ið vit nevna fyri henni,
hvussu nógv, vit hava hoyrt
um Bosnina í tíðindunum
seinastu nógvu árini,
svarar hon alt fyri eitt, at
tað man ikki hava verið
fyri tað góða.
Og tað er eisini týðiligt,
at tað fellur henni ikki lætt
at tosa um hesi viðurskift-
ini. Tað er kanska skijandi,
tí í teirra býi sluppu tey
ikki snikkaleys undan
krígnum og tað eru upp-
livilsi sum seta seg fast og
merkja fólkið, eisini langt
aftaná at tað er hæsað av
aftur. Ikki minst eina
viðkvæma óvitasál, tí óviti
var Maja tá ið kríggið brast
á og tey flestu krígsárini
við.
– Hjá okkum var kríggið
ikki so ringt sum aðra-
staðni í Bosnia. Men av og
á hoyrdu vit bumburnar
bresta, men ofta vistu vit
ikki hví tey bumbaðu, ella
hvar tey bumbaðu, so tað
var ikki lætt at sleppa sær
undan, so fólk gingu bert
og mólu.
Men eitt skifti sluppu
Maja og tey ikki í skúla í
ein heilan mánaða, tí
skúlin varð sprongdur í
luftina við eini rakett.
– Hjá okkum plagar
skúlagongdin at vera í
tveimum. Summi ganga í
skúla frá sjey á morgni til
á miðdegi og onnur frá
klokkan eitt til út á
kvøldið. Tá ið rakettin
rakti skúlan var klokkan
hálvgum eitt, so tað var
akkurát døgverðatími og
ongin var í skúlanum. Tað
var ótrúliga heppið, men
skúlin varð oyðilagdur, so
vit sluppu ikki í skúla.
Býurin varð eisini bumb-
aður aðrar ferðir við, men
húskið hjá Maju slapp
undan.
Sjálv er Maja serbi og
hon stúrir fyri, at tað er so
nógv ilt hent ímillum tey
ymsu fólkasløgini har á
leiðini, at tað er ómøguligt
hjá teimum at liva lið um
lið í friði aftur.
– Øll vilja liva í friði við
hvørjum øðrum, men tey
klára tað ikki. Kanska fer
tað at eydnast við tíðini, tá
ið nýggj ættarlið koma til,
men ikki nú, heldur hon.
FÁTÆKRADØMI OG
ARBEIÐSLOYSI. Hon
sigur, at nú eru umstøð-
urnar í heimlandinum betri
soleiðis at skilja, at nú er
ikki kríggj longur.
Men kríggið hevur oyði-
lagt landið og ført til stórt
fíggjarligt bakkast og
arbeiðsloysi, tí meginpart-
urin av ídnaðinum er
slættaður við jørðina, eisini
í heimbýi hennara. Í kjalar-
vørrinum á tí hevur eisini
nógvur kriminalitetur tikið
seg upp.
Tí er arbeiðsloysið stórt.
Tað kunnu ganga vikur og
mánaðir ímillum at fólk
hava arbeiði, og soleiðis er
eisini hjá hennara foreldr-
um og næstringum. Og tá
ið tey hava arbeiði, kann
tað eisini ganga mánaðir
ímillum, at tey fáa løn.
Sostatt hava tey ikki ráð
at keypa nakað serligt. Tey
eru í teirri undarligu støðu,
at tað er nóg mikið av vøru
í krambúðunum, tey hava
bara ikki ráð at keypa
nakað av tí.
Mamma hennara hevur
seymað og hon fekk um
180 týskar markar, ella
útvið 700 krónur, um
mánaðin.
– Fyri tað fekk hon
keypt breyð og mjólk
hvønn dag, viðhvørt frukt
og grønmeti og kanska eitt
sindur av kjøti.
Men nú er hon arbeiðs-
leys eftir at hava arbeitt
17-18 ár á sama virki. Pápi
hennara arbeiddi á sama
virki sum mamman og
gjørdust eisini arbeiðs-
leysur, men fekk síðani
annað arbeiði, hann er
okkurt slag av handverk-
ara, men er arbeiðsleysur
av og á. Hann forvinnur
eitt sindur meiri enn 180
markar um mánaðin, tá ið
hann hevur arbeiði, men
tað gongst ikki altíð líka
lætt at fáa lønina og við-
hvørt eru tey langt afturút.
Við sínari inntøku klárar
hann at betala ljós og
varma, vatn og íbúð, o.s.fr.
Hvussu standurin er við
samskiftinum í Bosnia, er
postflutningurin eitt dømi
um.
– Tað er ógvuliga mis-
javnt, hvussu tað gongur at
senda heim við posti.
Halda postfólkini, at
peningur er í eini sending,
stjala tey hana, so tað er
hips um haps um postur
kemur fram, ella ikki.
HALDA JÓL TVÆR
FERÐIR. Maja Popovic
heldur, at tað eitt sindur
merkiligt upplivilsi fyri seg
at koma til Føroya.
– Fólk vóru so ótrúliga
blíð og spurdu meg alla
tíðina um eg hevði brúk
fyri onkrum, ella um eg
manglaði okkurt og her
hava øll pengar.
– Í fyrstuni tá ið eg var
komin, stongdi eg altíð
hurðina og tað gekk ein
tíð, áðrenn eg skilti, at tað
var óneyðugt.
Hon vildi heldur ikki
trúgva systir síni, tá ið hon
segði, at í Føroyum var
heldur ikki neyðugt at læsa
bilin, hvørja ferð, fólk fóru
frá honum.
– Her er deiligt at vera
og so er her eisini friðar-
ligt.
Nú jólini eru í hondum,
verður tað eisini ein nýtt
upplivilsi hjá Maju at
halda jól í Føroyum. Har,
hon býr, eru tey ortodoksir
katolikkar og tey halda
ikki jól, soleiðis sum vit.
– Fyri tað fyrsta hava vit
ikki sama álmannakka sum
tit. Hjá okkum eru bæði jól
og nýggjár 14 dagar eftir
tykkara jól og nýggjár. Vit
halda jól 7. januar, men tað
eru ikki jól sum hjá
tykkum.
– Hjá okkum fara øll í
kirkju klokkan fimm um
morginin. Tað er ein guds-
tænasta, sum varar í tveir
tímar og vit standa uppi
alla tíðina, konufólkið
vinstrumegin og mann-
fólkið høgrumegin.
Annars verður ikki gjørt
nógv burturúr gávum ella
pynti, tað eru bara børnini,
sum fáa okkurt góðgæti.
Men hendan dagin er
kortini serliga góður matur
at eta. Og øll hava eitt
ávíst træ, sum kann minna
um okkara jólatræ.
Men í ár sleppur Maja at
halda eini ordilig føroysk
jól. Hon skal fyrst vestur í
Vágar til systir sína og tær
báðar skulu so halda jól í
Havn hjá næstringum hjá
drongi systir hennara.
– Tað eri eg eitt sindur
spent uppá, sigur hon.....
ella kanska er tað rættari at
siga, at eg eri eitt sindur
forvitin, sigur hon so, tá ið
hon hevur hugsað seg eitt
sindur um.
Men 7. januar ætla hon
og systurin eisini at vera
saman at halda jól, sum
minna um jólini heima, so
frægt sum tað ber til í
Føroyum. Tær hava fleiri
landsmenn í Føroyum og
kanska verður onkur annar
saman við teimum eisini.
Sostatt sleppur hon at
halda jól tvær ferðir í ár.
Hvussu leingi Maja
verður í Føroyum, veit hon
ikki.
Hóast henni dámar væl,
skerst ikki burtur, at her er
alt fremmant. Maturin er
øðrvísi, tí hon fær ikki tað,
hon er von við og hóast
hon vildi gjørt heimligan
mat sjálv, fæst tilfarið ikki.
Men tað, hon hevur
truplast at venja seg við, er
vindurin.
– Viðhvørt noyðist er
rættiliga at leggja meg upp
í vindin fyri at koma fram,
sigur hon.
– Men føroyingar eru
ógvuliga fitt fólk. Heima
hjá okkum er tað týðiligt,
hvussu nervøs øll eru, tað
hevur kríggið gjørt. Fólk
støkkur saman, bara tey
hoyra okkurt óvanligt. So í
Føroyum er nógv øðrvísi.
Stórvegis ætlanir fyri
framtíðini hevur hon ikki,
men hon vónar at kunna
spara so frægt í Føroyum,
at hon fær ráð til at fara á
universitet. Tað er dýrt at
ganga í skúla, tí tey fáa
ongan lestrarstuðul og
skulu tískil betala alt
sjálvi. Akkurát, hvar hon
ætlar sær at lesa, veit hon
ikki í løtuni.
Umframt at spæla flog-
bólt arbeiðir hon eisini á
Føroya Fiskavirking á
Tvøroyri. Hon ætlar eisini
at læra seg eitt sindur á
føroyskum. Har hon býr, er
konan í húsinum lærari og
hon skal læra Maju tær
vanligastu vendingarnar
og, hvussu ymiskt eitur.
ENN SKILUR HON ikki
nógv av føroyskum, men
okkurt hevur hon fingið
við kortini,
– Tá ið arbeiðsformað-
urin rópar “bíða, bíða
bíða”, veit eg, at tá er best
at halda seg aftur eina løtu,
sigur hon.
Annars heldur hon, at
føroyskt er ringt at læra, tí
tað verður ikki sagt sum
tað er stavað. Hjá teimum
verða orðini søgd beint
fram sum tey eru stavað.
Aftaná arbeiðið venur
hon flogbólt flestu dagar-
nar og í vikuskiftunum eru
dystir. So frítíð er ikki so
øgiliga nógv av.
– Men viðhvørt eru
onkrir av spælarunum
saman eftir venjing og
onkuntíð er hon eisini uppi
hjá teimum, hon býr hjá og
og fær ein kaffimunn.
– Annars hyggi eg eftir
filmi, eg havi upp í rúgvur
av videofilmum, sigur hon.
Men í Vágum hevur hon
eisini roynt at verið í
bindiklubba saman við
systrini og hennara vinkon-
um og tað er týðiligt, at
hon helt tað vera sera
stuttligt.
Fyribils er tað greitt, at
Maja verður á Tvøroyri til
landskappingin í flogbólti
er liðug í vár. Hvussu
verður næsta ár, er óvist,
men greitt er tað, at
leiðslan í flogbóltsdeildini
í TB vil fegin hava hana at
verða verandi, tí umframt
at vera ein góður flog-
bóltsspælari, er hon eisini
ein blíð og fryntlig genta,
er skoðsmálið, hon fær frá
TB.
Maja er eitt sindur spent
uppá at sleppa at halda eini
føroysk jól. – Ella kanska er
tað rættari at siga, at eg eri
eitt sindur forvitin, sigur hon
so, tá ið hon hevur hugsað
seg eitt sindur um. Seinni
skal hon aftur halda jól,
soleiðis sum tey gera heima -
so frægt sum tað ber til
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
21