leygardagur 22. desember 2001síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HUGLEIÐINGAR
Frits Johannesen
Arnold Øre, Fuglafjørður,
var røktingarmaður í
Góðadali ein mansaldur.
Hann varð valdur til
røktingarmann í 1946 og
røktaði til sín doyggjandi
dag. Hann doyði 1. mars
1995, sjeyti trý ára gamal.
Hann var ein sjaldsamur
maður í mangar mátar.
Seyður var hansara eitt og
alt. Uppi í Bakkageilini í
Fuglafirði var seyðahúsið
hjá Øra-monnunum. Her
varð mangan sitið ským-
ing. Menn stukku inn á
gólvið, sum høvdu áhuga
fyri seyði - talaðu um
seyð, seyðarøkt og søgdu
sínar seyðasøgur. Hug-
farsligt var at sita undir
bitunum uppi undir
Deyðseyðagilinum við
einum heitum kaffidussi
og hoyra hesar menn siga
frá. Søgurnar vóru nógvar,
og áhugavert hevði tað
verið, um søgurnar vórðu
savnaðar í ein bókling, so
hesin parturin av bygda-
søguni varð varðveittur.
Tað er so nógv, sum fer
fyri skeyti, sum vit halda
vera natúrligt og livir á
fólkamunni, men ein dag
er tað farið — farið í
gloymskunnar hav og
horvið med alla. Soleiðis
er, og tykist mær, at henda
gamla mentanin hevur havt
frægari dagar enn nú, tá ið
hugsað verður um at ganga
á fjall og røkta. Ja, ymsar
eru hesar frásagnirnar og
hevur hvør bygdin sína
søgur um seyð og
seyðarøkt, og tær eru ikki
so fáar.
Arnold var sonur Ma-
lenu Kristinu og Jógvan
Øre. Jógvan Øre var
ættaður úr Gøtu, sonur
Johan Øre (Uppi í Oyri) og
Elina, sum var ættað av
Brúnni. Malena var dóttir
til Elin og Hans Klein.
Elin (kona Hans Klein) var
ættað av Hellunum dóttir
Lamba Símun og Marin
Margrethu. Tey vóru tey
næstu hjúnini, ið settu seg
niður á Hellunum. Elin var
langabbasystir mín, sostatt
vóru vit skyldmenn, vit
báðir Arnold og eg.
TAÐ, SUM RANN FRAM
fyri meg nú, var triði jóla-
morgun í 1983. Mær untist
at ganga á fjall við hesum
manni eini 30 ár, og vóru
tað góðir dagar. Tann løtan
er ikki ring, sum er góð og
er nú eftirsjóð frá hesum
døgum í hugans heimi. Ein
ávísur innsúður frá einum
degi, sum var so hvønn-
dagsligur, men tó bar eitt
rin av einum halgidegi við
sær. Løturnar vóru ikki so
fáar í hesum megnar kate-
drali, sum rakk av Nes-
tanga heim í Ryskin, suður
undir Oynna, Rustina og
niðan undir Røkur, Háls og
Mjóstýggj. Ikki var nakar
gotiskur kirkjubygningur
um tann víða heim so
tignarligur sum Góðadalur.
Nei, ikki mær vitandi og
sigast skal eisini, at Góða-
dalur telist millum breið-
astu dalar í Føroyum.
Arnold segði ikki nógv,
og sigast kann: Harri ert tú
yvir tí ótalaða orðinum. At
vera fáorðaður nýtist ikki
at bera tað við sær, at hann
ikki kom fram við sínum.
Nei, skilamenn hava hetta
yvir sær, at verður talað,
stendur tað eftir. Tá ið
Arnold talaði, var tað av
lívsroyndum. Hann visti
nógv um seyð og at koma
til skýmingarløtuna uppi í
seyðahúsinum vóru skygg-
ingar, sum hevði nógv við
okkara gomlu mentan at
gera.
Alexandur Abrahamsen
røktaði til hann doyði í
1980. Arnold og Alexandur
røktaðu henda haga, sum
onnur røktaðu sín egna
urtagarð. Teir bóru Góða-
dalsheimin við sær, har teir
vóru. Onkur kundi sagt, at
teir vóru natúrfólk, og hví
ikki tað? Hví verður farið
inn í frumskógin ella á
glerstoyttar ísfløtur at leita
eftir frumfólki? Tað er
óneyðugt. Fólk, sum liva
tætt at natúruni, hava hetta
sinniliga við sær, at tey eru
eitt við natúruna, og hava
kent hetta ljóð frá barns-
beini av og kunnu tí teljast
ímillum teirra, ið eru
natúrfólk.
GÓÐADALUR er ein
eiggiligur katedralur, og
aldri havi eg sæð hann so
tignarligan sum triðja
jólamorgun 1983.
Alexandur og Arnold
søgdu altíð, at seyðurin
skuldi hava tað gott um
jólini, tí varð altíð farið
yvirum upp undir jól at
grava út úr bólunum, rætt-
ini og húsinum á Enninum.
Hetta var eisini meiningin
1983, men var so nógvur
skyggjísur, at tað var sum
á kalvabaki, og var ringt at
koma niður av Hálsi. Har
legst altíð so nógvur
skalvur, og í Smørstíggi
var skyggjandi bláísur.
Høgt varð í fleiri dagar,
men ikki náddu vit niður á
slætt, so støðan var tann
um jóltíðir, at seyðurin
fekk ikki tað jólahald, sum
hann átti at havt, og hugsi
eg, at Arnold ikki kendi
nakran frið á sær um jólini,
hóast orðini um frið og
góðan tokka ljóðaðu víða
um í orðum, sangi og
tónleiki.
Arnold var raskur mað-
ur, treystur og sterkur, og
tók hann eingi óráð fyri.
Hann vildi altíð hava fast
undir føti, tá ið farast
skuldi niður av Smør-
stýggj, tí varð farið dag um
dag at nartla burtur av
íslindunum, sum næstan
høvdu fest røtur í ta hørðu
helluna. Ísurin er ikki so
lættur at hava við at gera,
tá ið hann liggur skerpið
fastur at helluni. Hugsaði
um Grønlandsísin, sum í
fleiri hundrað ár hevur
ligið undir fargi, hvussu
fastur, tættur og harður
tann ísurin mundi vera, tá
ið skriðjøkulin kálvar og
fer í havið. Hesin elli
gamli ísstólpin fer sína leið
til undirgangs. Tað tinar
burtur av honum á víðum
havi, hóast sína glarglitr-
andi klædnadrakt, sum
kann skera í stál, men má
lúta fyri hitanum, ja, bert
nøkrum fáum hitastigum.
Tá ið ísurin í Smørstýggj
var so beinharður, hvussu
hevði tað verið at høgt í
Grønlandsísin? Lítið nyttar
krákunev og íshaki til
henda stálkynda ís. Nei, ilt
er at gera við. Kanska er
tað einans hitin við síni
hóvligu framferð, ið setir
merki í hesar flótandi
ísbular.
Eftir at hava grivið og
høgt tann líði langa
Tollaksmessudag, máttu vit
sanna, at her gjørdist einki
og avráddu vit at fara triðja
jólamorgun yvir aftur á
Góðadal snimma á morgni
at royna. Ikki var so nógv
eftir at grava, so vit fóru
óivað at klára at tevsa
síðsta pettið, áðrenn komið
var niður á slætt.
TRIÐJA JÓLAMORGUN
um sjey tíðina fóru tveir
mans tenjandi niðan um
Rossarygg. Reyði roðin
um Lorvíksfjall spann
mynstruttan bul av purpur-
reyðum, grønligum, blá-
ligum og korkalittum
frumljósi úr tí djúpu havs-
brúnni og løgdu seg í
íshamrarnar víða um á
fjallagreinunum. Stjørn-
urnar glampaðu á tí rodn-
andi himinum og søgdu
sínar stuttligu jólasøgur
um mannalótir um høg-
tíðina og um tveir røting-
armenn, sum ikki komu
niður í tann breiða dalin
fyri jól, har kavafløtan var
so hvít sum ljósasta mjøll.
Onkur jólamaður gekk á
illum niðri í bygdini. Ein
troytt sál, sum royndi at
leita upp hús, sang tað
síðstu linjuna av jólasálm-
inum: Teir heilagu kong-
arnir. Hesin einligi jóla-
sveinurin hevði óivað havt
gott blóð um høgtíðina, og
nú fjarðaði rúsurin út, og
gav hetta seg til kennar í
einum jólasálmi. Tann
síðsti neistin frá eini
høgtíð legði seg til hvíldar
í eini troyttari jólasál, sum
nú mett av halguni leitaði
upp hús og kreyp undir
rekkjuvágina fyri at sova
sær megi til nýggjárið.
Ovast uppi vóru tveir
seyðamenn á veg út á eina
mark, sum ikki kendi sín
líka í hesi verøld. Upp um
Botnsbrúgv og niðan á
Háls lá leiðin. Av og á datt
onkur setningur um
tanngarðarnar. Arnold
tosaði um, at var frost á
Traðarbrekkuni, komst tú
ikki niður í Góðadal.
(Traðarbrekkan er beint
niðanvert fótbóltsvøllin.)
Var tátt undir Gøtueiði,
slapst niður, men var kavað
í bakka, bar ikki bøtur. Tá
kundi tú bara hylja upp um
høvur og leggja teg á hina
síðuna og droyma um
Góðadal.
TÁ IÐ VIT RUKKU niðan
á Háls, lá dalurin fyri
føturnar. Rustakambur var
sum ein bulmikil hvalur,
sum floytti sær í tí stillu
hvirruni. Dalurin var eins
og nýkaraður lagdur. Lá á
gólvinum og seig purpur-
littta morgunljósið í seg.
Tað dimbláa lýsið í
Djúpinum kráaði sína
morgunoverturu í einum
elligomlum duri, ið bara
fanst her. Eitt tónalag av
urljóði í streymjagarum,
íðukálvum, fekk fastatøkur
á vestfalsbroddinum, tá ið
hann stóð høgt.
Kallsoyggin lá sum ein
flotoyggj við sínum bul-
mikla kroppi og jótraði í
sólarenningini. Tindarnir
kemdu tí køldu kyldini, ið
streyk fram við røkur og
líðir. Tað var triði jóla-
morgun, sum stóð ritaður í
teir gráu hamrarnar á
eystursíðuni á Kalsoynni..
Fóru niður ígjøgnum
Smørstýggj og tóku setn-
ingin upp aftur, sum
sleptur var Tollaksmessu-
dag. Alt tað góða, sum
farið varð niður um um
jólini, gav tær megi og
mátt at høgga, til komið
varð oman á slætt.
Nú stóðu vit umgyrdir
av fjallaveggum og fjalla-
røðum. Fjallasúlurnar
goymdu at einum fornisk-
um guddómi settur í
stýggjar, røkur og urðar-
grót. Góðadalskatedralurin
var ikki sum verst at gesta
triðja jóladag. Vit løgdu
amboðini til síðis og fóru
til gongu suðureftir. Húsið
á Enninum var tað fyrsta,
sum farið varð inn í. Seyð-
urin, ið lá við hetta bólið,
var altíð so krillutur. Tá ið
hann krokaði her, sveittaði
klædningurin so mikið, at
tað drippaði niður yvir
seyðin, tí var hann altíð so
vátur og hevði ringar
krillur. Ennihúsið fór í
einum stormi í januar
1984, og glaður var
Arnold. Húsið munti lítið
sum skýli hjá seyðinum.
Seyðurin var altíð betur
fyri, ið støðaðist við tey
aldargomlu bólini.
KÁLVASLÆTTI var ein
vøkur fløta henda morgun.
Alt var sum eitt hvítt teppi,
slept úr erva yvir henda
prýðiliga fløtt. Meðan vit
gróvu úr bólinum við
henda slætta, fór hann at
kava av møkum. Flykrur-
nar løgdu seg allastaðni
og huldu allar tær syndir,
ið høvdu fest seg í bygda-
fólkið síðstu nátt. Her á
Kálvaslætta var tað seyða-
slóðirnar, ið kámaðust
burtur av snjósóljunum úr
tí djúpu rúmd.. Hugsast
kann, at seyðurin kendi á
sær, at nú vóru jól, og
høvdu teir saknað sóping-
ina til jóla, men betur seint
enn aldri. Teirra jólahugni
var eitt sindur seinri enn
aðrastaðni.
Arnold helt, at hann
skuldi fara oman í bispa-
garðin at gera ein temunn
til okkum báðar og bað
meg grava úr teimum
bólunum, sum eftir vóru.
Hann var eitt sindur bangin
fyri, at landnyrðingurin
gjørdi seg stóran, og
møguliga fór hann bresta á
við kavaroki av somu ætt.
Ein heitan temunn máttu
vit hava, áðrenn vit tóku
okkum niðanfráaftur.
Primussur var í hesi
smáttu, og var tað mangan,
hann hevði sjóðað undir
bitunum í hesi tignarliga
skýli. Tað var besti
temuður, ið fáast kundi í
heimsins minsta bispa-
garði, sum hoyrdi til
veraldar størsta katedrali.
Arnold gav seg oman
ímóti Kjóalágni, yvir ímóti
rættini og hvarv inn í hetta
fitta, lítla húsið. Eg fór
mína leið Undir oynna og
Líðarbrúgv og gróv út úr
bólunum, sum hoyrdu til
henda partin av haganum.
Temuðurin í huganum gav
einum styrki at grava og
gera skjótt av.
Flykrurnar vóru sum
prikkarnir í myndunum hjá
Georges Seurat, serliga í
myndini: Sunnudag seinra-
part á oynni La Grande
Jatte. Kalsoyggin var nú
vorðin til eina impression-
istiska mynd við Kallinum
og Borgarnum sum há-
bærsligar høggmyndir júst
sum fólkini í myndunum
hjá hesum impressionist-
iska málara Seurat.. Alt var
ein umbroyting í hesum
flykrudansi. Ikki vart tú
sørt sjálvur umbroyttur.
Bólini vórðu grivin og
lættur vart tú um hjartað,
tá ið leiðin lá oman við
Kjógalágni. Nú kundi
seyðurin søkja sær skjól í
einum ruddiligum bóli um
ikki annað millum jól og
nýggjár.
Ljósið setti seg á Róv-
una, Góðadalstind og
Mjóstýggj. Í Ovaru - og
Niðaru tjúkkurð stóð
urðargrótið vælfjøggað.
Kavabjálvin rakk niður á
øklar, og tað ódrúgva
ljósið um hesa árstíðina
nam við eggina, fór fram
við Skammrókum og
Mosarókum og datt niður á
Kálvaslætta, har tað hvarv
í tí foyma kavanum.
Eyguni leitaðu sær yvir á
Kalsoynna í Bugin í Á
(Buniá). Har stendur ein
steinur í hesum dali, og
rópa fuglfirðingar hann
fyri Sólsetursteinin. Um
sumrarnar, tá ið fólk vóru
burtur í torvi á Góðadali,
brúktu tey steinin til tíðar-
merking. Tá ið sólar-
skuggin á hásumri rakk
henda stein, var tíð at taka
seg niðanfrá og leita at
húsum. Klokkan var tá
hálvgum átta. Tá ið komið
varð niðan í Ryskihjalla,
settu tey seg, og var hetta
rópt uppi í Setrinum, har
ein kelda er og altíð ein
koppur lá, og fingu tey
sær ein vatnsopa, meðan
tey rindaðu møðina og litu
yvir dalin og Norðoyggjar.
Tá var sólarljósið menskari
enn um jóltíðir, og kom tað
væl við at leska sær í
kelduvatni, sum spríkti upp
úr jørðini svalligt og reint.
Tað var ringt at fáa eyga
á Sólsetursteinin´, nú
flykrurnar vóru so tættar
og temuðurin lá so framm-
arliga í huganum. Nei, nú
mátti farast oman til rætt-
ina og inn á gólvið hjá
Arnoldi, heimsins besta
røktingarmanni í heimsins
minsta bispagarði. Um-
broytingin, sum fekk tak á
mær á Kálvaslætta, mentist
bara nærri komið varð at
bispagarðinum. Eitt sjáld-
samt ljós sást stava niður
yvir ta kavaklæddu tekjuna
í hesum fitta húsi. Hetta
ljós er bara til skjals í
málningum og er hetta
listamonnum rós verdugt
at mála sovorðnar
ljósseilur.
Gníggjaði mær um eyg-
uni og trúði ikki mínum
egnu eygum. Ljósið bara
mentist. Lognbrá ella ein
hvørvisjón kundi hetta ikki
vera, tí hetta var so tætt
hjá, og sást tað ikki ímóti
havsbrúnni. Fet fyri fet
komst tú nærri tí skínandi
ljósinum. Tað var einki
yvir at dylja, at hetta ljós
var av eini aðrari verð,
mundi tað vera tað sama
ljósið, sum skein í myrkr-
inum yvir Bethlehems
fløtur, ella var hetta eitt
serligt Góðadalsljós, sum
var her og eingin hevði
sæð áður? Ja, mangt er
forborgið og kanska serliga
triðja jóladag.
Kom at durinum og stóð
og skimaðist. Tað var
næstan sum á alljósum
degi. Rættini hevði Arnold
grivið út úr, so har var
einki at gera enn at taka í
klinkubandið og fara inn í
henda tignarliga bispagarð
og seta seg niður at og fáa
sær ein góðan duss. Kava-
fómin lá so tjúkkur á
tekjuni og lavaði av tak-
skegginum.
Varliga varð latið upp ..
hugsaði um sálmin hjá
Brorson: Tolin bíða,
trongdir líða, sum Janus
týddi. Gloppast eitt sindur
steingjandi grindir,
steingjandi grindir, tá gerst
tú glað. Ivaðist onga løtu í,
at eg fór at síggja Jósef,
Mariu og Jesusbarnið í eini
krubbu, so nógv fór um
meg, tá ið eg tók í klinku-
bandið, men kanska átti tú
bert at gloppa hurðini og
hugt inn, ja, bara eg sá
faldin á klæðunum hjá
Jósefi og Mariu og hoyrt
andadráttin frá Jesubarnin-
um, tað var nóg mikið:
Gloppast eitt sindur..,
murraði lagið, og so fór eg
undir at syngja henda
fræga sálm: Tolin bíða,
trongdir líða, trongdir líða
við dapri lund…. og so
varð trinið inn um gátt.
Jósef sat uppi yvir Mariu
og Jesubarninum, og mitt
ímillum tey sat Arnold
vælhýrdur við vindli í
munnvikanum og helt
dampin uppi á primuss-
inum. Keppurin var sum
keppar flest ein føroyskur
skulpturur, sum Jósef og
Maria valla kendust við,
men Jesubarnið smíltist
við sínum blíða brosi um
alt ennið. Vart tú hatt-
leysur, bar suðurlendskan
búna ella var undir kolli,
kundi gera Jesusi tað sama.
Nei, hann gjørdi ikki mun
á einum lærara ella einum
arbeiðara ella Jósefi,
Mariu og einum røktingar-
manni.
Smáttan, sum dagliga sá
eitt sindur karlagin út, var
hesa stund fjálg og hugna-
lig. Gosið stóð út úr tútin-
um á tí stóra skipsketlin-
um, og legði eina gloriu
kring høvdið á skyldmann-
inum. Osin vavdi seg inn í
tað fáliga vetrarljósið og
gjørdi, at tinnuljósið frá
teimum friðarligu flykrun-
um fór at leiftra á ein ser-
ligan hátt. Annaðleiðis fór
tað ikki at vera, tá ið
sjálvur dráttur alra drátta
var komin inn á gólvið í
eina smáttu á Góðadali
triðja jóladag 1983.
Seint verður hesin
temuður gloymdur, og
skyldmaðurin spurdi so
vælhýrdur, hvat eg hevði
sæð? Hann hugsaði
sjálvandi um seyðin. -
Sæð? Eg havi sæð Jósef,
Mariu og Jesubarnið. –
Hvar? – Tey sótu her, tá ið
eg kom inn!- Eitt suð fór
ígjøgnum Dalin og ein
ljómandi rødd hoyrdist
fjallanna millum. Tykkum
er í dag…. Okkurt var,
sum var útyvir tað vanliga.
– Ja, eg kendi tað á mær,
at her var ein forsjón av
himmalskum anda, tá ið
eg sá teg stíga inn um
gáttina. Tú sang…..
Arnold helti gott te upp í
krússið, sum hevði hingið í
fleiri ár undir bitunum í
smáttuni. Vit søgdu ikki
nógv, men hugsaðu mest
um tað, sum hevði fyri-
farist okkum. Arnold segði
mangan: Mín meining er
tann, nú sigi eg einki. Ofta
er tað so, at kvirran er tann
besta talan.
Runið við sjóvarmálan í
Smørgjógv skamt ífrá
fylgdi okkum við sínum
hulisliga ljóði, tá ið vit
tóku okkum niðanfrá.
Hetta er besta jólaløta, eg
havi upplivað mín livandi
dag, triðja jóladag 1983.
Í Góðadali triðja jólamorgun 1983
Alexandur Abrahamsen Øre á Hálsi
Fjallmenn várið 1986
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
23
22
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
35
C
M
Y
K
34