leygardagur 22. desember 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
25
24
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
PRESTASTARV
Dagfinn Olsen
Tann 3. november í ár varð
Marianne Telling prestvígd í
Havnar kirkju. Tann 18. novem-
ber varð hon innsett í Vágs
kirkju.
Marianne Telling er gift Klaus
Telling og eiga tey 3 børn, Anne-
marie, Tobias og Katrine.
Marianne er uppvaksin uttan-
fyri Keypmannahavn. Guðfrøði-
lesturin tók henni ikki langa tíð,
einans fýra og eitt hálvt ár. Eisini
fekk hon børn hetta tíðarskeið.
PRESTUR Á GAMLAN HÁTT
Vit hava hitt Marianne í presta-
garðinum í Vági til eitt prát. Eitt
prát um m.a. prestastarvið, um
nýggja prestin og hvussu jólini
verða hildin.
Spurd um, hvør hon er, sigur
hon, at nakað einfalt svar finst
neyvan.
- Eg eri bert ein genta úr
Keypmannahavn. Eg visti ikki,
hvat eg vildi verða, men fann í
búnum aldri útav - hóast eg enn
eri ung - at eg vildi verða prest-
ur. Og so byrjaði eg uppá tað, las
skjótt og fekk eisini børn. Tað
var, sum hóskaði alt bara so væl
saman og gekk væl, sigur Mari-
anne, meðan vit fáa ein kaffi-
munn og smákøkur, meðan børn-
ini renna til og frá, hóast tað er
greitt, at mamma ikki rættuliga
hevur tíð at práta við tey, nú
gestur er komin á gátt. Men hesa
støðu klárar hon tó eisini, hóast
hon í løtuni er einsamøll, tí mað-
urin er í Danmark.
- Eg var ikki vís í, hvat eg
vildi verða og um eg vildi verða
prestur, sigur Marianne, ið er
tað, ið verður nevnt gammel-
sproglig student, og metir hon tí,
at tað við málunum fall henni
lætt, umframt, at hetta hevur
hennara stóra áhuga.
- Eg vaks upp uttan kirkjuliga
bakgrund. Og tað er ikki lætt at
velja nakað, sum ein ikki rætti-
liga veit so nógv um.
Prestastarvið í Vági er hennara
fyrsta, men Marianne var greið
yvir, hvat hon vildi.
- Jeg ville ud på landet, sigur
Marianne, ið beinanvegin søkti
størv langt frá stórbýnum. Men
tó var hon ikki greið yvir, at
leiðin kom at ganga til Føroya.
Marianne søkti bæði á Born-
holm og út til donsku vestur-
strondina, men kom t.d. í tann
trupulleika, at fólk ikki dámdu
kvinnuligar prestar. Hon fegnast
um umstøðurnar í Vági, har hetta
ikki er støðan. Hon hevur verið á
staðnum, hevur prædikað, er vald
til starvið, so alt hetta er lagt
afturum og kennist væl.
- At koma her er jú ein náttúr-
lig gongd, eftir at hava søkt út
um býargarðarnar. Kirkjuliga
umhvørvið, sum eg merkti var
her, dróg meg. Mangastaðni, t.d.
í býarforstøðunum, er heldur tunt
við fólki í kirkjunum og prestur
má líkasum uppfinna sítt arbeiði.
Hetta sigur mær ikki so nógv, eg
vil heldur vera prestur, sum í
gomlum døgum, har ein hittir
fólk til brúdleyp, jarðarferðir og
annars er við til kaffiborðini og
so framvegis. Eg eri ikki tann, ið
eri við uppá at menna presta-
starvið til eitt slag av »trylle-
kunstnara«, sigur Marianne.
- Hugsar ein um familjuna, so
er hetta eitt gott stað hjá børn-
unum at vaksa upp, umframt, at
hetta jú var og er eitt sindur
ævintýrkent og ein stór av-
bjóðing, metir Marianne, sum
hóast sosialt arbeiði hevur henn-
ara áhuga, ikki júst hevði hug at
starvast sum sosialur hjálpari í
prestaleiklutinum í einum stór-
býi.
- So metti eg, at stuttligari var
at royna okkurt annað. At meira
format var í at royna hetta, sum
yngri, donsk prestakvinna. Og eg
angri als ikki, leggur Marianne
dent á.
EINKI ER SJÁLVSAGT
Enn hevur Marianne Telling bert
einar tveir mánaðir aftan fyri seg
í prestastarvinum, so enn er byrj-
anartíðarskeiðið ikki av.
- Tað er jú ein javnvág, ið skal
haldast. Eg virði siðirnar. Eg vil
ikki traðka á nakrar siðir, uttan at
vita av tí. So hevði eg verið sera
kedd. Samstundis skal eg eisini
sjálv hava rúm at vera í starv-
inum. Hesum má eg varisliga
finna útav. Tað hevur týdning,
meti eg, at eg ikki komi úr
kirkjuligum umhvørvi, tí fyri
meg hendir einki í kirkjuni, sum
ein sjálvfylgja. Einki skal bara
sigast, tí soleiðis verður gjørt og
hevur altíð verið gjørt. Fasta
rútman er góð og savnar, men
uppafturtøkan skal hava eina
orsøk og ein skal vita hví ein
endurtekur, sigur Marianne
Telling.
- Tí arbeiði eg eisini við teim-
um føstu ritualunum, bønunum.
Tekur ein ikki støðu til tær, so
fáa tær heldur onga merking. Um
tær ikki merkja nakað fyri prest-
in, so kann ikki væntast, at tær
hava nakra ávirkan. Soleiðis meti
eg tað vera ein fyrimun, at eg
ikki havi kirkjuliga bakgrund,
greiðir Marianne frá.
IKKI MÍN KIRKJA. Hóast
Marianne kennir seg væl í starv-
inum og kennir, at hon hevur
rættiliga fríar ræsur, so roynir
hon tó at leggja t.d. jarðarferðir
og annað tilrættis, so sum
vanliga verður gjørt.
- Tað er jú ikki »mín« kirkja!
Eg komi sum prestur fyri eina
meinigheit, tey eru jú ikki mein-
igheit fyri mína skuld, sigur
Marianne, ið eisini metir, at fólki
ikki nýtist at orsaka fyri henni,
um tey ikki eru so trúgvir kirkju-
gangarar, tí tey skulu ikki koma í
kirkjuna fyri prestsins skuld.
OKKURT NÝTT
Í samband við kirkju og kirkju-
gongd metir Marianne Telling, at
formurin hevur nógv at siga, um
fólk skulu hava hug at koma
støðugt.
Hon vísir ikki aftur, at hon fer
at royna okkurt nýtt og øðrvísi.
- Kanska okkurt, ið er meira til
børnini, sigur Marianne. Kanska
eitt bland av guðstænastu og
konsert og tílíkt, sigur Marianne,
hvørs maður er pianistur, so
sjálvsagt hava hesar hugsanir
verið havdar á lofti í presta-
garðinum. Sum heild fegnast tey
um tónleik, og vóna, at tónleikur
verður partur av kirkjulívinum í
eini bygd, ið t.d. eigur eitt virkið
kirkjukór, og har gróðrarbotnur
tykist vera fyri øðrum eisini.
GERANDISDAGURIN OG
PRÆDIKAN
- Tað nýggja fer vónandi eisini at
liggja í prædikuni, sigur Mari-
anne, ið er greið yvir, at lætt er
at yvirmeta týdningin av
prædikuni, men fyri hana sjálva
hevur prædikan nógv at siga.
- Kirkjan sum bygningur og
tað, ið hendir sunnudag, hoyrir í
stóran mun gerandisdegnum til.
Tí skal prædikan endurspegla
gerandisdagin, hon skal ikki bara
koyra í sær sjálvum, har bert
verður tosað um Guð í mun til
Guð. Krøv skulu setast og eg eri
ikki bangin fyri tí meira moral-
iserandi síðuni. Eg las fyri
stuttum moral lýstan sum, at ein
tordi at taka støðu og siga, at
okkurt var betri enn annað, og eg
meti, at hetta er á rættari leið,
metir Marianne Telling.
- Hesum ætli eg mær at leggja
meg eftir, tí kristindómurin hevur
týdning og skal hava tað. Kristin-
dómurin skal ikki vera ósjónlig-
ur. Hann hevur týdning fyri, at
tað kanska eru viðurskifti, ið ein
eigur at vraka, og viðurskifti, ið
ein eigur at velja.
FISKASUPPA OG PRÆDIKA
Hvussu er gerandisdagurin hjá
presti?
- Tá eg eri troytt, so tykist tað
mær, sum eg royni tað ógjørliga.
Men bert tá eg eri troytt. Eg
royni jú at sameina eitt ideal um,
at kvinnan klárar eina rúgvu av
ymiskum, meðan eg samstundis
havi eitt starv, sum vanliga verð-
ur roknað sum eitt mannfólka-
starv, sigur Marianne.
- Eg havi líka síðani lestrar-
árini — sum ikki eru so langt
burturi — ment ein høgan
effektivitet. Eisini havi eg ein
mann og vit hjálpa hvørjum
øðrum. Ikki so, at vit keglast um,
hvør ger hvat. Soleiðis hava vit
bara gjørt uttan hóvasták; ein
tekur eitt, hin eitt annað, sigur
Marianne.
Høgu idealini og dreymurin
um gomlu leiklutirnar ávirka.
- Eg havi tó høg ideal, tá
hugsað verður um at baka og
slíkt. Tað hevur við sær, at eg
kóki fiskasuppu klokkan 23 á
kvøldi, meðan eg skrivi prædiku
og so framvegis, smílist
Marianne, og viðgongur, at hon
er ikki bangin fyri at hava fleiri
bóltar í luftini í senn.
Sum embætisfólk er eisini
nógv pappírsarbeiði knýtt at
prestastarvinum og Marianne
dylir ikki, at tað ofta eru seinu
kvøldartímarnir, tá stilli hevur
lagt seg yvir prestagarðin, ið
verða nýttir til prædikurnar.
- Tað er ein roynd at sameina
tað ógjørliga. Eg skal eisini hava
stundir at studera. Í løtuni eru
ikki stundir, tað er meira frá
prædiku til prædiku, sigur
Marianne og leggur afturat, at
embætisarbeiðið fellur henni
lætt, tí einum nýtist ikki at hava
lisið guðfrøði fyri at føra
kirkjubøkur, so tað kann gerast,
hóast børnini eru til staðar,
meðan prædikurnar krevja ávísan
frið.
Hon trívist í starvinum, ið hon
ikki hevur hug at kalla eitt starv,
men ein lívsstíl. Hon vil fegin, at
prestagarðurin verður eitt opið
heim, har fólk kenna seg væl-
komnan. Hetta er hugnaligt,
heldur Marianne, og hevur hetta
eisini samband við hennara
hugsan um prestsins leiklut, sum
hann einaferð var.
Prestafamiljan er við at finna
seg til rættis. Børnini hava fingið
ansingarpláss í januar.
Maður Marianne, Klaus, var
ikki til staðar, tá samrøðan varð
gjørd fyri viku síðani, men
skuldi tá koma til Føroya fyri at
verða nakrar fáar dagar eftir. Enn
er einki fæst starv í eygsjón hjá
honum, ið er tónleikari og
studentaskúlalærari. Men tey
hava valt at bíða við at hyggja
nærri at hesum, til eftir jól, men
eru glað fyri vælviljan, tey hava
møtt, og eru eisini greið yvir, at
starvsmøguleikarnir hava nógv at
siga fyri trivnaðin hjá nýggju
familjuni í Vági.
JÓL SUM TRÚGVANDI
Jólini í prestagarðinum í Vági
verða helst eini vanlig jól, hóast
Marianne sjálvsagt hevur starv
sítt at taka sær av.
- Tað verða eini vanlig jól. Eg
havi ikki pyntað so nógv, men
tað ger ikki so nógv, okkum
dámar tað einfalt. Men eg havi
bílagt jólatræ, sigur Marianne.
- Eg fái jú »en dejlig masse
arbejde«, smílist Marianne.
- Annars havi eg ikki fyrireik-
að meg so nógv øðrvísi til jólini,
enn vanligt er. Eg havi fyrireikað
meg, sum trúgvandi gera, ikki so
nógv sum prestur, sigur Mari-
anne
Enn hevur Marianne ikki
saknað Danmark ella vinfólk og
familjuna har. Í løtuni hevur hon
heldur ikki hug at steðga á og
eftirmeta.
- Tá ein eftirmetir, hyggur ein
aftureftir. Tað havi eg als ikki
stundir til. Eg vil heldur hyggja
frameftir, sigur Marianne, sum tó
hevur sent nøkur jólakort og
eisini ringir til mammu sína í
Danmark. Marianne gleðir seg
eisini til nýggjárs og nýggjárs-
haldið, sum jú er tiltikið í Vági.
Enn dugur hon ikki at tosa
føroyskt, men er tó byrjað so
smátt og sigur t.d. góðan dag.
Hon hevur keypt sær orðabøkur
og so metir hon eisini sum stóran
fyrimun, at børnini óivað skjótt
koma eftir málinum.
Marianne er gift Telling og at
enda má blaðmaðurin fregnast og
seta brennandi spurningin, sum
so mong onnur eisini hava sett,
nevniliga, um familjusamband er
til Føroya.
Hóast flest øll fregnast, so eru
prestahjúnini í Vági ikki í
familju við Telling-navnið í Før-
oyum, tað tey vita av.
Men Marianne hevði eina old-
urommu í Klaksvík, sum flutti til
Danmarkar og er tí ikki heilt ó-
kend við Føroyar.
- Eg havi sum barn vitjað hjá
familjuni í Klaksvík, sigur
Marianne Telling, ið hevur úr at
gera, nú tað stundar til jóla.
Familjan gleðir seg til høgtíðina
og til, at tey saman skulu halda
fyrstu jólini í Vági.
Prædikan skal endurspegla gerandisdagin
Fyri stuttum tók Marianne Telling úr Keypmannahavn við sum prestur í
Vági. Hon vildi fegin royna prestastarvið, og søkti hon út á bygd, har
leikluturin sum prestur kanska enn hevur nakað eftir av gomlu
siðbundnu virðunum. Marianne kom til Vágs í heyst, hevur úr at gera,
trívist væl og tað hendir, at prædikan verður skrivað seinu kvøldtímarnar,
tá friður valdar, og fiskasuppan kókar. Ein kvinna, ið ikki er bangin fyri at
hava fleiri bóltar í luftini í senn
Marianne Telling er gift Klaus Telling og eiga tey 3 børn,
Annemarie, Tobias og Katrine
Kristindómurin hevur týdning og skal hava tað. Kristindómurin skal ikki
vera ósjónligur. Hann hevur týdning fyri, at tað kanska eru viðurskifti, ið
ein eigur at vraka, og viðurskifti, ið ein eigur at velja, sigur Marianne
Telling, prestur