leygardagur 22. desember 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
C
M
Y
K
38
SAMRØÐA
Eyðun Klakstein
Tá 31 ára gamli Pætur við
Keldu fríggjadagin fyri
einari viku síðani fór úr
Keypmannahavn og setti
kós móti Føroyum, var tað
við eini øðrvísi kenslu í
sinninum og eini spenn-
andi avbjóðing í viðførin-
um.
Dagin fyri var tað al-
mannakunngjørt, at hann
var ein av teimum 10, sum
vóru komin ígjøgnum
nálareygað til danska
Melodi Grand Prixið.
Sangurin hjá Pæturi, sum
var millum 662 innsendar,
var kosin at vera ein av
finalusangunum, tá danska
Grand Prixið verður hildið
9. februar næsta ár.
– Tað er øðrvísi at koma
heim hesaferð. Klaksvíkin
er sjálvandi tað, sum hon
plagar at vera, men fólk
ynskja mær tillukku, og
tað verður nógv tosað um
Grand Prix, sigur Pætur
við Keldu.
Enn er ikki gjørt av, um
Pætur skal framføra sangin
hjá sær til danska Grand
Prixið, men skal hann tað,
so bíðar kanska tann heilt
stóri kjansur í Cirkusbygn-
inginum 9. februar. Danska
Grand Prixið verður varp-
að beinleiðis í sjónvarpi,
og ørgrynna av fólki plagar
at fylgja.
– Eg havi ilt við at
ímynda mær, at luttøkan í
danska Grand Prixnum
kann føra langt, men eg
vóni, at hetta er ein so
stórur kjansur, sum tað
kann verða.
KOMPONERAÐI
GRAND PRIX SANG
Síðani september mánaða í
1999 hevur Pætur verið
búsitandi í Keypmannhavn.
Hann er annars uppvaksin í
Klaksvík og hevur búð har
meginpartin av lívi sínum.
– Eg hevði brúk fyri at
sleppa burtur og royna
meg í einum nýggjum um-
hvørvi. Eg vildi eisini hava
klaverundirvísing, og tað
havi eg fingið í Keyp-
mannahavn.
Pætur hevur nú í meira
enn tvey ár búð í Keyp-
mannahavn, har hann
arbeiðir og fæst við tónleik
í frítíðini.
- Tá eg búði í Klaksvík
var eg nógv bundin og
hevði altíð ov mikið at
takast við. Í Keypmanna-
havn havi eg arbeitt um
dagin, og so havi eg einki
havt at fara til um kvøld-
arnar uttan ein innandura-
tíma sunnukvøld, sigur
Pætur.
– Tað hevur givið mær
yvirskot til at fáast við
tónleik – skriva og spæla -
og nú gjørdi eg eisini
álvara av eini ætlan, sum
eg leingi havi gingið og
hugsað um.
Hendan ætlan er at
royna seg við einum sangi
í danska Grand Prixnum,
og hóast ivaleyst nógvir
aðrir føroyingar hava havt
hug til tað, so gjørdist
hendan ætlan til veruleika
hjá Pæturi.
– Eg setti meg í grund-
ini niður at skriva ein sang,
sum eg helt kundi brúkast
til Grand Prixið. Tað er ein
lættur sangur við tveimum
versum og niðurlagi. Tá eg
var liðugur við sangin, var
eg væl nøgdur við hann,
og eg helt, at hann kundi
hava ein kjans. Men eftir at
eg hevði lurtað óteljandi
ferðir eftir honum og
Pætur og stóri kjansurin
- Eg havi ilt við at ímynda mær, at luttøkan í danska Grand Prixnum
kann føra langt, men eg vóni, at hetta er ein so stórur kjansur, sum tað
kann verða, sigur Pætur við Keldu
- Mín ætlan við tónleiki minnir um fótbóltstaktikk. Fyrst eina avlevering út í síðuna, síðani ein góðan bólt innfyri, og so ræður um at heilfluktaði hann málið. Helst upp í málhornið, sigur Pætur
við Keldu, sum hevur tvær fløgur aftanfyri seg, men vónar, at tann triðja verður tann vakri fluktarin
Mynd: Eyðun Klakstein
26
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
arbeitt meira við honum,
misti eg hómingina av, um
tað veruliga var ein góður
sangur ella ikki, greiðir
Pætur frá.
Føroyski tónleikarin og
framleiðarin Hans Poulsen
hjálpti Pæturi við innspæl-
ingini av sanginum, sum
varð sendur upptøku-
nevndini til Grand Prixið.
– Eg havi fingið sera
góða hjálp frá Hans, og eg
rokni ikki við, at hetta
hevði blivið til nakað uttan
hansara hjálp, heldur
Pætur.
MYNDIN BROYTIST.
Úrslitið av fyrstu royndini
hjá Pæturi at senda eina
sang til Grand Prixið var
gott. Úr stórari rúgvu av
sangum, har upptøku-
nevndin spakuliga arbeiddi
seg frá 662 sangum og
niður til 10, var sangurin
hjá Pætur ein av teimum,
sum hvørja ferð kláraði
víðari til næsta umfar.
Pætur var ovfarin, tá
hann fekk boðini um, at
hansara sangur var kosin at
verða við í Grand
Prixnum.
– Eg dugi illa at meta
um, hvussu stórt hetta er.
Fólk halda, at tað er ótrú-
ligt, at eg eri sloppin við,
men nú eg alt í einum eri
drigin inn í hetta, so broyt-
ist mín mynd av hesum. Tá
tú stendur uttan fyri nakað,
sært tú eina stóra illusión,
meðan tú fært eina heilt
aðra mynd, tá tú sjálvur
sleppur upp í part.
– Eg havi hitt púra van-
lig fólk í sambandi við
Grand Prixið, og tað
minnir nógv um at skula
spæla á eini konsert í
Føroyum. Fólk hava ávísar
uppgávur og loysa tær,
men eg veit sjálvandi, at
hetta er eitt størri tiltak,
enn øll onnur, sum eg havi
havt við at gera, sigur
Pætur.
– Tilveran hjá einum og
hvørjum menniskja gongur
fyri seg innan ávísar
rammur, men so kemur
nakað sum hetta og broytir
alt. Seinastu dagarnar havi
eg havt eitt sindur ilt við at
finna út av, hvar eg flóti í
øllum hesum. Men tað er
bara spurningur um at
venja seg við tað, og so er
alt sum vanligt aftur.
Fram til 8. januar skulu
fyrireikararnir av Grand
Prixnum finna út av, hvør
skal syngja og spæla teir
ymsu sangirnar, og ikki
fyrr enn tá verður tað
greitt, um Pætur skal
framføra sín egna sang.
FÓTBÓLTSTAKTIKKUR
Pætur við Keldu hevur
verið við til at gjørt tvær
útgávur seinnu árini. Tann
fyrra var í bólkinum, tey
róptu Tiðnað. Har sang
hann saman við systrunum
hjá sær og systkinabarn-
inum. Tey hava sungið
nógv saman gjøgnum árini,
og Pætur helt tað vera
neyðugt at gera hesa fløg-
una, áðrenn hann kundi
fara víðari við sínum egna
tónleiki
– Ætlanin hjá mær hevur
altíð verið í trimum stig-
um. Tiðnað var tann fyrsta
fløgan, sum eg hevði hug
at gera. Eftir tað kom so
Simplicity, sum var ein
fløga við mínum egnu
sangum, har stórur partur
av tónleikinum er einfaldur
við sangi og klaveri. Og
síðani hevur ætlanin altíð
verið, at eg skuldi gera
eina ordiliga góða fløgu,
har alt gjørdist eitt sindur
størri, greiðir Pætur frá.
– Tað skal vera líka sum
í fótbólti. Fyrst eina
avlevering út í síðuna,
síðani ein góðan bólt
innfyri, og so ræður um at
heilfluktað hann málið.
Helst upp í málhornið.
Triðja fløgan hjá Pæturi
skal vera fluktarin, tað
stóra, vakra málið, sum fær
fólk at jubla.
- Eg vóni, at eg kann fáa
møguleikan at geva eina
fløgu út í Danmark. Tað er
avgjørt ein fyrimunur, at
ein sangur hjá mær er
sloppin við til Grand
Prixið. Tað gevur mær
nakað at byggja á, men tað
ræður um at brúka hendan
møguleikan rætt, sigur
hann.
GRAND PRIX ÁHUGIN
GAMAL. Grand Prix
kappingin er gomul, bæði í
Danmark og í altjóða sam-
anhangi, og Pætur hevur
síðani hann var ungur
drongur fylgt við í
kappingini.
– Heima hjá okkum
hava vit altíð hugt eftir
Grand Prixnum, og hóast
tónleikurin er av einum
serligum slagi, havi eg
altíð funnið okkurt í rúgv-
uni, sum mær hevur dámt
og sum hevur passað til
tað, sum eg meti verða
góður tónleik, sigur Pætur.
– Hugsar tú um hvørjir
sangir hava verið í Grand
Prixnum, so eru tað nógvir
frálíkir sangir millum
teirra, men har hevur
sjálvandi eisini verið nógv,
sum mær als ikki hevur
dámt.
Nú sleppur Pætur við
Keldu at seta sín egna dám
á Grand Prixið – í hvussu
so er tað danska. Og skal í
hesum sambandi tosast um
tann fullkomnað sigurin,
so er tað, at Pætur skal
framføra sín egna sang, og
at hann vinnur danska
Grand Prixið.
Men hetta er í løtuni ein
fjarur dreymur, og Pætur
hugsar ikki so langt.
– Í løtuni royni eg bara
at njóta hetta og ikki hugsa
so nógv um, at sangurin
hjá mær skal vinna. Eg vil
heldur verða við til at gera
ein góðan sang og ikki
vinna, heldur enn at gera
okkurt, sum eg ikki kann
standa við, og so vinna,
sigur Pætur.
TÓNLEIKUR IKKI
BARA UNDIRHALD.
Tónleikur hevur havt nógv
at siga í lívinum hjá
Pæturi. Hann hevur síðani
hann var ungur spælt
klaver, og seinni fór hann
eisini at syngja í kóri.
Hann hevur eisini verið
solosangari, og seinnu
árini hevur hann á útgáv-
um og konsertum gjørt
vart við seg sum ein
dugnaligur klaverspælari
og sangari.
– Tað verður ofta sagt,
at tónleikur er undirhald,
men seinastu tíðina havi eg
hugsað nógv um, at tón-
leikur sanniliga eisini
hevur nógvar funktiónir -
tað er ikki bara undirhald.
Fólk brúka tónleik til so
nógv, tey dansa til hann,
tey brúka hann, tá tey
rudda ella skulu slappa av,
og tey syngja felagssang.
– Men tað er ilt at siga,
hvat tónleikur merkir, og
hvat hann er. Tað er nakað
við tónleiki, sum tú ikki
fært forklárað. Hann fram-
kallar kenslur og stemn-
ingar, so har er nógv, sum
ikki er so ítøkiligt og lætt
at seta orð á.
Men tað er í hvussu so
er ítøkiligt, at Pætur við
Keldu hevur skrivað seg
inn í danska Grand Prix
hitan, og 9. februar skal
sangur hansara, Som en
drøm, til próvtøku framm-
anfyri danska fólkinum.
Og at sangurin hjá
Pæturi skal fara at vinna,
er bara ein dreymur.
Men við hvørt gerast
dreymar til veruleika.
- Eg vóni, at eg kann fáa møguleikan at geva eina fløgu út í Danmark. Tað er avgjørt ein fyrimunur, at ein
sangur hjá mær er sloppin við til Grand Prixið. Tað gevur mær nakað at byggja á, men tað ræður um at
brúka hendan møguleikan rætt, sigur Pætur
Mynd: Eyðun Klakstein
Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001
27