Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 • fríggjadagur • 28. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin vann stór- sigur í málríkasta dystinum í ár, og við sigrinum kom havnarliðið akkurát ájavnt VÍF í oddinum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað varð tikið skemtandi til undan dystinum, at nú skuldi Neistin bara vinna við 16 málum móti koll- firðingum, so høvdu teir fatur á VÍF, sum fyrr í vikuni hevði mist stig móti hoyvíkingum. Helst varð hetta ikki sagt, tí roknað varð við, at Neist- in skuldi vinna so stórt, men tað var so júst tað, sum teir gjørdu. Seinastu løtuna hoyrdust áskoðararnir hjá heimaliðnum rópa um enn fleiri mál, men fyri fyrst mugu teir so taka til takkar við, at javnstøða er í hondbóltsoddinum. Stórur munur Tað skal verða sagt alt fyri eitt, at tað rættiliga skjótt var greitt, at heimamenn- inir ikki ætlaðu, at nakar sum helst ivi skuldi vera um, hvat var hitt betra liðið hendan dagin. Við framfýsnum verju- spælið, sum helst var ætlað sum venjing til dystin móti VÍF, legði Neistin harðliga fyri. Hetta forðaði fyrst og fremst teimum báðum út- lendsku skjúttunum hjá kollfirðingum í at koma í góðar skotstøður. Vanligu krossrenningarnar vóru snøgt sagt ikki gjørligar, tí verjuleikari stóð nærum altíð fyri, og hóast Regin Petersen og Kristian Mad- sen royndu, so eydnaðist ongan tíð KÍF at umskipa álopsspælið til vánaligu umstøðurnar. Harafturat viðførdi verju- spælið, at skjótálopini í dystinum gjørdust heilt nógv í tali. 78 mál í einum dysti er øgiliga nógv, men soleiðis sum dysturin form- aði seg, so mátti talan gerast um eina málríka uppliving fyri áskoðarar- nar, tí Neistin helt fast um leistin allan dystin. Hetta kostaði kanska nakað í verjuni, tá tað onkun tíð gjørdist heldur opið, men hinvegin varð hetta so væl og virðiliga vunnið aftur í álopspart- inum, har serliga Hans Áki Dal-Christiansen og John Petersen dusaðu sær. Ofta einsamallir við málverjan- um sum úrslit av mótálopi, men eins ofta gjørdust fríspælingar gjørligar, tí KÍF ikki hevði stundir at fáa verjuna upp á pláss, og tískil vórðu yvirspældir. Oddabrakið Sum sagt, so viðførdi úr- slitið, at Neistin nú eru fullkomiliga javnir við VÍF í oddinum á stigatalvuni, og mett eftir dystinum er lítið at ivast í, at Neistin nú er til reiðar at dystast við odda- liðið. Sjálvsálitið á leikarunum tykist vera í hæddini í løtuni, spæligleðin lýsir úr liðnum, og orkan tykist eisini vera til at koyra við fullari ferð í samfullar 60 minuttir. Hetta eru alt lutir, sum eru neyðugir, um meistararnir skulu basast, og í so máta er tað kanska keðiligt fyri Neistan, at dysturin varð útsettur. Eisini tí at Elmar Ósá leygardagin spældi sín seinasta dyst á hesum sinni. Tað kann nevnliga skjótt av aldukambinum og niður í dalin, og júst her tykist VÍF at vera í løtuni. Steðg- urin er kanska júst tað, sum meistararnir hava tørv á, og so er spurningurin bara, hvør parturin hevur fingið mest burtur úr hesum. Luturin hjá KÍF Hjá kollfirðingum er ikki stórt annað at gera, enn at leggja dystin aftur um bak. Teir møttu einum liði, sum kanska er hitt sterkasta í landinum í løtuni, og tá so Óla Christian Djurhuus eisini var leikbannaður, so var tað alla tíðina greitt, at uppgávan skuldi verða torfør. Kollfirðingar hava tó í endaspælinum framvegis møguleika at røkka heið- ursmerkjum. Tá stigini eru býtt í tvey, eru ikki fleiri enn tvey stig upp á triðja plássið, og megnar liðið á sama hátt sum í fjør at spíla seg út í endaspælinum, so skal tað als ikki útilokast, at bronsumerkini enda í Kollafirði. Dysturin í tølum Neistin-KÍF 47-31 (21-13) Málskjúttar: Neistin: Hans Áki Dal- Christiansen 12, Jacob Jónsson 9(1), Heini Joen- sen 9, John Petersen 8, Elmar Ósá 3, Áki Mørk 3, Ragnar Stakksund 1(1), Kári Mortensen 1, Karl O. Rasmussen 1 KÍF: Regin Petersen 7, Kristian Madsen 5, Vagnur Johannesen 5, Iljan Topic 4, Eddie Joensen 4, Durica Tomic 3, Petur M. Poulsen 2, Jákup Dam 1(1) Brotskøst: Neistin 2, KÍF 1 Úvísingar: Neistin 3, KÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Høvdu ikki nakran serligan truplan seinnapart. Neistin-KÍF 47-31 (21-13): Púrasta javnt í oddinum Ikki minst Hans Áki Dal- Christiansen dusaði sær í neistaálopinum, sum úrslit av framfýsna verjuspælinum Mynd: Álvur Haraldsen Talan var um seinasta dystin hjá Elmar Ósá, sum nú fer av landinum í útbúgvingarørindum Mynd: Álvur Haraldsen 13 12 Nr. 249 - 28. desember 2001 Felagið Nótaskip Atli Hansen Tá íð ein skal lýsa farna árið hjá nótaskipunum, renna kendu orðini um, at tað verður meira og meira torført at varðveita pessim- ismuna, fram fyri ein og tað er gott. Trý av teimum seinastu fýra árunum hava verið hampuliga góð fyri henda partin av flotanum, men áðrenn tað tíð lógu eini 12 - 15 rakár, har skipini tardu eginognirnar frá fyrst í 80- unum og tey flestu av teim- um fóru á húsagang, hóast nógvar royndir vóru gjørd- ar at skaffa kreppuhjálp og at føra nýggjan kapital inn í feløgini. Hesi árini minkaði flotin frá uml. 23 skipum og nið- ur í 6. Undir kreppuni fyrst í 90unum var nýggjasta skipið av teimum gomlu uml. 20 ára gamalt og eing- in peningur var at endur- nýggja seg fyri. Tað sindri, sum kom inn fór til at vinda hesi 6 skipini í gongd aftur. Hesi seinastu árini hava so givið monnum dirvi aftur til at royna at endur- nýggja flotan, men tá skulu meira enn eitt ella tvey góð ár til – bæði fyri at kunna skaffa ein neyðugan egin- pening, men eisini fyri at hava nakað at standa ímóti við fyri at fáa eina góða byrjan. Í summum av okk- ara grannalondum sum t.d. í Noreg er kravið til egin- pening 50 % av keyps- ella byggiprísinum og tá íð eitt nýtt far kostar millum 100 og 200 mió. kr. skilst, at nakað væl av inntøkum skulu til fyri at fáa hetta til síðis og tað er heldur ikki eydnast øllum flotanum enn at endurnýggja seg. Nótaflotin kann sigast at hava fýra bein at standa á: sild, makrelur, lodna og svartkjaftur. Øll skipini hava stórt sæð havt somu møguleikar tá íð tað snýr seg um sild, makrel og lodnu, meðni svartkjafturin hevur skilt tey størru skip- ini burtur úr. Fiskaprísirnir hava verið góðir á øllum matfiska- sløgum og uppgangandi fyri ídnaðarfiskin. Hetta saman við góðum fiski- skapi hevur lagt støði undir eitt gott ár. Um vit skulu gera eina meting av framtíðini fyri nótaflotan, so sær hon helst ógvuliga ymisk út fyri hvørt av teimum nevndu fýra beinunum. Øll kenna tosið um svart- kjaftin og trupulleikarnar við at fáa eitt býti í lag. Men eitt er givið og tað er, at tá íð býti er gjørt, verður minni í part til hvørt av strandalondunum og harvið minni í part til hvørt skipið sær. Allar samráðingar við onnur lond um kvotur í 2002 hava gingið sera strilti. Hetta hevur í nógv- um førum havt nakað við svartkjaftatrupuleikarnar at gera, men eitt annað og kanska meira keðiligt fyri- brigdi hevur eisini gjørt seg galdandi. Tað er, at okkurt av teimum størru stranda- londunum vilja hava eitt nýtt býti av serliga sildini, men kanska makrelinum eisini. Tað eydnaðist at fáa avtalur um óbroyttar kvotur á hesum økjum fyri 2002, men tað verður ein upp- aftur størri ágangur til komandi samráðingar. Og fer sildaavtalan á glið, so er kanska vandi fyri nakað av lodnuavtalini eisini. Sæð í ljósinum av hesum er tað tí umráðandi, at okk- ara fiskivinnumyndugleik- ar lata minst møguligt av okkara svartkjafti og makreli í samráðingum við onnur lond. Um nevndi ágangur á hinar avtalurnar gerst veruleiki, kann tað skjótt broyta okkara til- verugrundarlag. Vit máttu soleiðis í avtalunum við Noreg fyri 2002 lata 2500 tons av makreli fyri at fáa javnvág í virðið av avtalun- um. Prísirnir hava sum sagt verið góðir á flestu økjum, men tað er neyvan nakað útlit til, at hann skal fara longur upp. Eystureuropa hevur hesi seinnu árini ver- ið avgerandi marknaðurin fyri sild og makrel. Hann hevur ment seg aftur og tað er hann, sum hevur stóran týdning fyri høga støði í dag. Nú ljóðar, at hann er komin í hæddina. Ein gleðilig nýskapan á landi fyri pelagiska flotan er nýggja uppisjóarvirkið í Kollafirði. Her verður sjálvandi møguleiki fyri at selja øll fiskasløg, men ser- liga spennandi ljóðar hetta fyri svartkjaftin. Um nøgd- irnar verða skornar so nógv, sum alt bendir á, er her ein møguleiki fyri at fáa nakað innaftur við at avreiða til matna. Annars er um stovnarnar at siga, at makrelurin sær út til at vera hampuliga væl fyri og væl reguleraður. Tað sama við sildini eftir at fiskiskapurin í 2000 varð skorðin niður við 32 % til 850000 tons um árið. Óvissan um svartkjafta- stovnin tykist at vera stór. Fiskiskapurin hevur verið væl størri en fiskifrøðing- arnir hava hildið vera ráði- ligt. Hinvegin tykjast onkrir av teimum seinnu árgang- unum at hava gjørt meira um seg enn upprunaliga roknað við, so tað bøtir eitt sindur um, men allir eru á einum máli um, at ein regulering av heildarfiski- skapinum má koma skjótt eins og eitt býti millum londini. At enda fari eg at ynskja øllum okkara reiðaríum, manningum, fiskivinnu- myndugleikum, fiskakeyp- arum, tænastuveitarum og fjølmiðlum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár. Gott ár hjá nótabátunum, men tað sansar at á fleiri økjum Heðin Mortensen »Súlan er góð«, plaga mykinesmenn at taka til, men strandfaraskipið »Súl- an« er ikki nóg gott til at røkja ferðasambandið mill- um Gomlurætt og Hest. Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjarna Djurholm landsstýrismanni ein fyri- spurning um hesa sigling. Heðin Mortensen, løg- tingsmaður fyri Sambands- flokkin vil hava Bjarna Djurholm, landsstýrismann at svara, um landsstýris- maðurin tekur undir við, at strandfaraskipið Súlan røk- ir part av siglingini millum Gomlurætt og Hest. Eisini vil Heðin Mortensen hava at vita, um roknast kann við, at siglingin við Súluni verður ein varandi loysn, og um Súlan møguliga seinni fer at røkja hesa sigling einsamøll. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Heðin Mortensen á, at tey seinastu árini eru stórar útbyggingar gjørdar í samferðslukervið millum Streymoy, Sandoy og Hest. Nýggj ferja er bygd og broytingar eru eis- ini gjørdar á ferjulegurnar í Skopun, á Gomlurætt og í Hesti. Men nú seinasta útbygg- ingin á ferjulegurnar er um at vera liðug, og nýggja skipið er komið, eru ætlanir frammi um at seta Súluna, (sum má metast at vera eitt ótíðarhóskandi skip) í sigl- ing millum Gomlurætt og Hest. »Ikki kann sigast, at henda loysnin livir upp til tað, sum fólkið í Hesti hev- ur sæð fram til«, sigur Heð- in Mortensen. Løgtingið samtykti fyri nøkrum árum síðani at byggja Teistan til millum annað at at røkja siglingina millum Gomlurætt og Hest, og tí sigur Heðin Morten- sen seg ikki duga at skilja, hví vend er komin í málið, nú ein varandi loysn annars var funnin. Heldur ikki dugir hann at síggja nakað samsvar millum hetta, og alt tosið hjá samgonguni um útjaðarapolitikk. Heðin Mortensen hevur tí sett landsstýrismanninum hesar spurningar, í vón um, at flutningstørvurin hjá bæði sandingum og hest- fólki verður samskipaður í góðum samstarvi og til gagn fyri allar partar. Bara Teistin eigur at sigla út í Hest VIÐMERKINGAR UMMÆLI Ólavur Hátún Fríggjakvøldið 14. des- embur upplivdu vit eina minniliga konsertløtu í Vesturkirkjuni. Tað var Eivør Pállsdóttir, sum skipaði fyri, og hugtak- andi bar unga song- kvinnan úr Gøtu kvøld- inum uppi frá byrjan til enda. Ikki bert prógvaði hon aftur, at hon hevur viðføddar songgávur út um tað, vit áður munnu hava vitað um í Føroy- um, men við sínari fram- komu og soleiðis, sum hon megnaði at spinna allar partar saman í eina ljómandi heild, manifes- teraði hon seg eisini sum eitt sera merkisvert tón- listafólk. Lagt varð fyri við »Nú birtast túsund jólaljós«, sum sjálvandi hóvaði sera væl til vakurt ljós- skrýdda kirkjurúmið og beinavegin setti fullsetta salin í rætta jólahýrin. Fyri okkara tónleikalív er tað ríkandi, at gomlu føroysku sálmaløgini, helst sum fylgja av 1000-ára kristnihaldin- um, hava vunnið áhuga av nýggjum. Vakurt er lagið til kingosálmin »Lover nu Herren«, soleiðis sum Súsanna Samuelsen við siðvenju úr Hesti sang tað inn á band, og meistarliga væl tókti mær tað lagt til rættis, har Búi Dam spældi gittara, Brandur Jacobsen slagverk og ikki minst gávuríka Unn Patursson legði aðru rødd til í duettini. Har- afturímóti kundi eg illa fylgja tónleikarunum í teirra nútímansgerð av fylgispæli til klassikaran »Eg rósu upp sá næla«. Men hinvegin kundi tú ikki annað enn sita játt- andi, tá Eivør í sínari tulking gav hesum gitna jólalag eitt egið upp- eftirstrembandi snið móti endanum. Klassiska arian »Nina« eftir italska tónaskaldið G. B. Pergo- lesi, har Stamen Stantc- hev hevði klaverfylgi- spælið, sýndi okkum, hvat raddarpotentiale Eivør hevur í sær, men eisini hvørjar skúlaligu menningartreytir mugu lúkast, skal hon, heldur enn bert eitt glampandi stjørnuskot yvir stytri áramál, kunna gerast tann sangstjørna á al- tjóðastigi, sum hon hev- ur bæði gávur og persónsmensku til. Jólaevangeliið hoyra vit nógv um hesa tíð, men ikki ofta so hug- vekjandi, sum tá Eivør bar tað fram á kórs- gáttini – eitt vágiligt hugskot í einari kon- sertskrá, sum tó við hennara karismatiska framburði skapti eina háborna løtu. Ymisligt var tað við gamla kingosanginum. Av tí, sum eg sjálvur havi havt við henda ser- merkta føroyska tón- leikaarv at gera, tykir mær upptøkuna við Mariusi Vilhelmsen í Syðradali á Kallsoynni, har hann syngur »Et barn er født i Betle- hem«, at vera eina tað ríkastu við sínum kensluborna, ótilvitaða skifti í lagnum, alt eftir sum jólaboðskapurin mennir seg í hesari aldargomlu jólavísu. At eftirgera hetta sálma- avrik, sum tók seg upp eftir hýri og umstøðum sangarans, havi eg ikki hildið vera møguligt, men Eivør gjørdi tað í stóran mun og vísti har- umframt serligt hegni at bera henda improviser- andi siðaarv víðari. Sangkórið Gøta/Lor- vík, sum Heðin Kambs- dal stjórnar, kom nú fram á gólv, og krúnan á verkinum gjørdist tað, tá kór, solistar og tónleik- arar í felag framførdu vælumtókta satsin »Pie Jesu« eftir Andrew Lloyd Webber og jóla- lovsongin »Halga nátt- in«, týddur úr svensk- um. Traditionella Luciu- gongdin er mangan langrøkjut og meira spennandi hjá teim lut- takandi og teirra næstr- ingum enn hjá áhoyr- arum annars; men tá ið børnini úr 3. og 5. flokki í Gøtu skúla í hvítum klæðum og ljósi í hond umgyrdu kirkjufólkið, og Eivør so við og við savnaði tey syngjandi um seg á kórsgáttini og at enda eins og smoygdi sær inn í egna bygdar- umhvørvið, gjørdist hetta ein hugtakandi fullfíggjan av einum ógloymandi tónleika- kvøldi. Eivør Pállsdóttir í Vesturkirkjuni C M Y K 12