fríggjadagur 28. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 28. desember til hósdagin 3. januar
Postkort úr Føroyum
Tilbage til Oz
Golfbanens skræk
Á sumri í 2002 koma Kirkjubøstólarnir og
aðrir føroyskir gripir aftur úr Danmark, sum
danska mentamálaráðið og Mentamálastýrið
gjørdu avtalu um á sumri í 1999. Síðani tá
hevur ein nevnd við umboðum fyri Føroya
Fornminnissavn og Nationalmuseet arbeitt við
einum tilmæli til danska mentamálaráðharran
um, hvørjir lutir skulu til Føroya, og hvørjir
skulu verða verandi í Danmarik. Tó er
framman undan greitt, at Kirkjubøstólarnir
koma aftur til Føroya.
Arne Thorsteinsson, fornfrøðingur, hevur
hesi tvey árini arbeitt við fyrireikingunum.
Talan er um einar 800 gripir úr Føroyum á
danska tjóðsavninum, leitaðir fram úr
ymiskum goymslum. Nevndin hevur síðan
mett um tann einstaka gripin, og um framtíð
hansara eigur at vera í Føroyum ella í
Danmark.
SvF fylgdi arbeiðinum nakrar dagar í heyst í
vakra umhvørvinum í Brede norðan fyri
Keypmannahavn, har Nationalmuseet hevur
skrivstovur og goymslur. Og har bar til at
sleppa fram at gripunum, áðrenn teir fara á
eina serframsýning, sum Nationalmuseet
skipar fyri til várs, við tí, sum skal aftur til
Føroya.
Umframt Kirkjubøstólarnar eru nógvir
áhugaverdir gripir, og summir so sjáldsamir,
at teir bert finnast á danska tjóðsavninum.
Onkrir hava sína merkisverdu søgu, og við
onkran gerst ikki annað enn at seta
spurningin, um nakar kennist við hann.
Jógvan Eli Dam og Bogi Godtfred gera
sendingina.
Sendingin verður endursend hósdagin 3.
januar..
Forngripir úr útlegd
Vit á Longubrekku
Fríggjakvøldið kl. 19.25
Nýggjárskvøld kl. 19.00
Sunnudagin kl. 13.00
Sunnukvøldið kl. 19.25
Nýggjársdag kl. 20.10
Manningin á
ynskir lesarum sínum eitt gott nýggjár
15
14
Nr. 249 - 28. desember 2001
Tað vóru tvey lið í
andróðri, sum møtt-
ust í Gundadals-
høllini til botndyst
leygardagin. Tað
eydnaðist Fleyr at
vinna fyri fyrstu ferð
í tveir mánaðir, og
samstundis tapti ÍF
fyri fimtu ferð á rað
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Longu í grundspælinum
hava vit sæð fleiri »løgin«
úrslit bæði hjá kvinnum og
monnum. Og nú enda-
spælið byrjaði síðsta leyg-
ardag, sær út til, at vit eisini
í seinnu helvt av kappingini
fara at síggja nøkur óvænt-
að úrslit.
Fleyr og ÍF møttust í
Gundadalshøllini, og her
eydnaðist tað Fleyr at vinna
3-1. Fleyr, sum undan hes-
um dystinum hevði tapt
fimm ferðir á rað - harav
teir seinastu tríggjar 0-3 -
móti ÍF, sum í byrjanini av
kappingini var heilt uppi í
toppinum, men sum nú er
dragnað somikið, at tær eru
niðastar.
Tað er eisini eitt sindur
ørkymlandi, at dysturin
millum hesi bæði liðini var
tann fyrsti í endaspælinum,
samstundis sum júst hesi
bæði liðini enn hava ein
óavgreiddan dyst eftir í
grundspælinum.
Tað er nú endaliga stað-
fest, at hesin dysturin skal
spælast av nýggjum, og fyri
at siga tað stutt, so merkir
tað, at Fleyr og ÍF skulu
spæla ein dyst afturat, har
vinnarin fær eitt stig og
taparin einki.
Burtursæð
frá
Fleyr-
kvinnunum sjálvum mundu
tey ikki vera nógv, sum
høvdu roknað við, at Fleyr
fór at vinna. Tað hevur
gingið serstakliga illa í
seinastuni, og eitt tap fyri
og annað eftir hevur sum
vera man ikki gagnað
moralinum á liðnum nakað
serligt. Men summi munnu
eisini hava sæð, at form-
kurvan hjá ÍF hevur gingið
niðureftir - og at hon hevur
verið brøtt! Tær hava ikki
vunnið síðani síðst í ok-
tober, tá tær sigraðu 3-2 í
Klaksvík (her er dysturin
móti Fleyr 18. november,
sum endaði 3-1, ikki tikin
við), og síðani hava tær
spælt fýra dystir og tapt teir
allar. Sostatt bleiv tapið
leygardagin tað fimta á rað
hjá ÍF, og nú eru tær aftast.
Hvat úrslitið so annars
merkir fyri liðini, er ikki
gott at vita. Hjá Fleyr er tað
eitt sindur spell, at jóla-
steðgurin er nú, tí tær
høvdu helst einki havt
ímóti at fingið nakrar dystir
afturat beinanvegin, nú
vindurin er í rygginum.
Øðrvísi hjá ÍF, sum hevur
brúk fyri steðginum eftir ta
út av lagi vánaligu gongd-
ina seinastu tveir mánað-
irnar.
Eftir at hava verið
aftanfyri 0-2 í settum
vann ÍF sera óvæntað
3-2 móti Fleyr, sum
við ósigrinum fekk
eina stóra striku í
FM-rokningina
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Soleiðis sum kappingin er
uppbygd við einum grund-
spæli og einum endaspæli,
har stigini frá grundspæl-
inum eru koyrd í helvt, er
tað ikki so løgið, at liðini
hugsa sum so, at tað ræður
um at halda so nøkulunda
tørn í grundspælinum og so
veruliga seta alt inn, tá
endaspælið er byrjað, og øll
stigini telja.
Tað hevur verið hugsanin
hjá bæði SÍ, Fram og Fleyr,
sum eru teir tríggir einastu
veruligu FM-kandidatarnir
í ár. Í ÍF hevur tað verið eitt
sindur øðrvísi. Teir taptu
allar dystirnar í grund-
spælinum, men so skjótt
endaspælið byrjaði, vunnu
teir!
Tað varð veruleiki, eftir
at Fleyr hevði tveitt alt
burtur og mist tvey stig,
sum í síðsta enda kunnu
vísa seg at vera avgerandi
kostnaðarmikil.
Fleyr var stórfavorittur til
at vinna dystin í Havn
leygardagin. Við tveimum
góðum sigrum móti odda-
liðunum SÍ og Fram sum
ballast varð roknað við, at
teir fóru at gera skjótt av
við ÍF, sum hevði verið
kanónføði í allari kapping-
ini.
Men tað nýggja ÍF-liðið
verður
sjálvandi
betur
samanspælt fyri hvønn
dyst, sum gongur, og teir
hava fleiri ferðir sagt, at
fyrsti sigurin ikki er langt
burturi.
Spurningurin
er
so,
hvussu væl Fleyrmenninir
hava lurtað...
Vendi á hálvari leið
Tað byrjaði annars sum
væntað við, at Fleyr vann
fyrsta sett so trygt sum 25-
17, og tá teir eisini tóku tað
næsta 25-23, sá tað út til at
vera »business as usual«.
Men Fleyr-sigurin endaði
sum eitt jólatrøll!
Tá eitt lið hevur vunnið
tvey tey fyrstu settini, fær
tað ofta trupult við at binda
um posan, og ÍF vann triðja
sett 25-18. Tað vóru tað
ikki so nógv, sum blivu
kløkk av, tí soleiðis er tað
so ofta. Men Fleyr sá ikki
ávaringarlampurnar, sum
vóru farnar at blinka, og í
fjórða setti gjørdi ÍF ikki
mætari enn at smyrja Fleyr
av 25-14.
Nú vóru fuglfirðingar av
álvara farnir at tevja blóð,
samstundis sum teir í Fleyr
blivu nakkalangari fyri
hvønn bólt. Seinasti settsig-
urin var skjótt langt burturi,
og sum tað nátúrligasta í
verðini vann ÍF fimta sett
15-13.
Fyrsti sigurin og fyrsta
veruliga sensatiónin í bestu
mansdeildini í ár var veru-
leiki.
Eftir sigrar móti SÍ og
Fram høvdu teir í Fleyr alla
grund til at vera bjart-
skygdir, men tveir sigrar
móti oddaliðunum varð
altso fylgt upp av einum
tapi móti avgjørda botn-
liðnum. So óstøðug avrik
skapa ongan føroyameist-
ara, og spurningurin er, um
hetta ikki var mønusting-
urin hjá Fleyr. Teir kunnu
enn avgera alt sjálvir, men
nú verður tað tungt.
Jólasteðgurin gevur tíð til
eitt sindur av sjálvrann-
sakan.Fyri ÍF var tað ein
hjartans lætti endiliga aftur
at fáa kensluna av at vera
vinnari. Tað er tungt, tá tú
tapir hvørja einastu ferð, og
umframt at tvey stig sjálv-
andi hava týdning, man
tann sálarligi týdningurin
av sigrinum viga mest. Tað
hevði sítt at siga, at Odd
Eliasen var við aftur á
hevaraplássinum, tí tað
loysir Bartal Eliasen til
aðrar uppgávur, og knapp-
liga var breiddin á ÍF-
liðnum nógv størri. Fugl-
firðingar kundu fara í
jólafrí við góðari sam-
vitsku, og teir kunnu fara
inn í nýggja árið við góðum
móti. Fyrsti sigurin er
veruleiki.
Fleyr-ÍF 3-1 (19-25, 25-23, 25-18, 25-22):
Fleyr sendi ÍF niður á botn
Fleyr-ÍF 2-3 (25-17, 25-23, 18-25, 14-25, 13-15):
Sigurin hjá Fleyr endaði sum jólatrøll
Fyri ÍF mundi tað koma illa
við, at dómsnevndin staðfesti
avgerðina um, at tær skulu
spæla dystin móti Fleyr av
nýggjum
C
M
Y
K
14