týsdagur 9. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2010
13
Eftir orrustuna
FSF-aðalfundurin er av. Vígvøllurin líkist vígvøllum
flestum. Bardagin hevur verið harður, og stríðsmenn
dreiva aftur og fram, sjónliga merktir av bardaganum,
bæði likamliga og sálarliga.
Ilt er at vita, hvør hevur sigrað, og hvør má rýma
fyri at sleikja sárini – til næstu glíming um eitt ella
tvey ár.
Hægsti myndugleiki?
FSF, Fótbóltssamband Føroya, er sett saman av
fótbóltsfeløgum kring landið. Greiðar reglur eru fyri,
hvør sleppur at atkvøða, hvussu nógvar atkvøður hvørt
felagið hevur, hvussu nógv fólk kunnu koma frá
hvørjum felag osfr. Alt hetta sæst á heimasíðu FSF’s.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsskapsins.
Úr reglugerð FSF’s: “Fyri hvørt felag kunna 3
persónar luttaka. Hesir skulu hava skrivliga fulltrú frá
sínum felag, sum gevur teimum heimild at møta og at
atkvøða á aðalfundinum. Limafeløg hava eina atkvøðu
í part.”
Val ella kvett?
Hóast reglur og mannagongdir eru fyri, hvussu valið
og aðalfundurin skulu fara fram, gerast menn so heitir
av valdsrúsinum, at tær verða skúgvaðar til viks eina
løtu – ella kanska langt fyri aðalfundin. Longu seinasta
heyst frættist, at formenn vóru gingnir saman fyri at
fáa ætlaða úrslitið. Annað valevnið sigst hava sett sum
treyt, at hann stillaði bara upp, um hann var vísur í, at
hann fór at vinna! Sådan! Og tað ber til í einum fríum
og demokratiskum vali?! Eins og í ást og orrustu er
eftir øllum at døma alt loyvt, tá ið ræður um at fáa sín
vilja. Er neyðugt við aðalfundi? Er hetta eitt frítt val,
ella er hetta eitt kvett?
Reglur felaganna
Hvørt felag hevur somuleiðis sínar greiðu reglur at
fylgja. Havi ikki hugt at reglunum fyri øll
fótbóltsfeløgini í Føroyum, men flestu teirra hava
reglur, ið greitt siga, hvussu farast skal fram:
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki, og nevndin kann
tekna felagið eftir ávísari mannagongd: formaður
saman við kassmeistara kann umboða felagið,
formaður saman við 2 nevndarlimum kann tekna
felagið osfr. Greiðar, einfaldar og vælskipaðar reglur.
Men verða tær fylgdar?
Heimildarmisnýtsla?
Hava øll felagsumboð fingið neyðugar heimildir til at
greiða atkvøðu sambært aðalfundarsamtykt egna
fótbóltsfelags? Hava felagslimir fingið høvi til at
viðgera aðalfund FSF’s? Eru umboð farin á FSF-
aðalfund uttan at hava boðað egnum felagi frá ætlanum
sínum? Spurningur mín er tí: Er aðalfundur FSF’s farin
reiðiliga fram? Um upplýsingar, ið hava týðning fyri
aðalfund FSF’s, verða fjaldar á felaganna aðalfundi,
stutt fyri aðalfund Fótbóltssambandsins, má tað tykjast
løgið, sera óheppið, og tað beinir tankarnar inn á fjalda
dagsskrá. Hvussu nevnist tílíkt? Og er tað samsvarandi
verandi reglugerðum? Spyrji bara.
Hví?
Nú kann hetta tykjast heldur grenjut, kann onkur
halda, men kortini er umráðandi, at gjørdar reglur og
mannagongdir verða fylgdar. Hesar reglur og
mannagongdir eru ikki tilvildarligar og óneyðugar.
Hesar reglur eru vorðnar til av drúgvum royndum, og
menn hava skilt, hvussu neyðugar tær eru. Hetta er fyri
at verja ein idéalistiskan og vælskipaðan felagsskap,
soleiðis at hann skal virka sambært ungdómsins
fyrimyndum og virðum.
Hesar eru orsøkirnar til, at eg havi staðið fram fyri at
gera vart við viðurskifti, ið eg haldi, at bæði
fótbóltsfeløg og FSF hava svikið. Tá vita vit, at vandin
fyri líkasælu er nær. Hetta er okkara fólkaræðisligi
rættur – og ikki minst skylda! Aðalfundur er hægsti
myndugleiki – og tað eigur hann altíð at vera! Tann, ið
svevur, kann aldri kenna seg tryggan. Tí er umráðandi
at vera árvakin – altíð og eisini í smáum!
Við ítróttarkvøðu, og við ynskinum um góðan byr
fyri FSF – føroyskum ungdómi at frama.
E.S.: Spurningar mínir til B 36 fyri tveimum vikum
síðan, eru framvegis ikki svaraðir: Hví?
Beint sum tað frættist, at
fyrrverandi lemmatrolarar
vóru farnir at partrola á
upsaleiðunum, har skip í
bólki 2 vanliga veiða, róðu
korridorkóvboyarar á tingi
framundir, at upphavið til
hetta skiftið ímillum bólk 1
og 2, skuldi vera eitt
royndar loyvi, sum undir-
ritaði hevði latið tveimum
djúpvatnstrolarum í 2008.
Óneyðugt er at siga, hvør
flokkurin er, sum plantaði
mýtuna, og nú síggi eg, at
sjálvt ein skilamaður, sum
Hans í Líðini, er farin at
endurgeva hesa uppspunnu
søguna. Giti, at hann ikki
veit betur, orsakað av vant-
andi skjalprógvi. Og iva-
leyst hevur onkur politistur
ella skúlalærari í Fólka-
flokkinum sagt honum
hetta, fyri at fáa treystari
kjøl festu í mýtuna. Hans-
ara politiski observansur
kann eisini tæna endamál-
inum. Tað riggar líkasum
betri, táið ein skipari úttal-
ar seg um tað, sum fyri-
ferst í tí váta elementinum.
Móttakarin hevði verið eitt
sindur ivasamari, tað hevði
verið sum at sletta vatn á
gás, um Jógvan á Lakjuni,
Bjarni Djurholm, Jákup
Mikkelsen, Annika Olsen,
Óli Breckmann ella Jacob
Vestergaard løgdu til brots
í royndini at manipulera
veruleikan úr spónalag-
num.
Havi sett landsstýris-
mann inum í fiskivinnu-
málum nakrar spurningar
um hetta málið, tað er mín
fólkaræðisligi rættur, og
tað eigur ikki at koma
óvart á nakran, táið eg eri
framsøgumaður Tjóð veldi-
sins í fiskivinnumálum.
Annars ætli eg mær ikki at
leggja uppí stríðið ímillum
Georg L. Petersen og Hans
í Líðini. Tó er ein setn ing-
ur í greinini hjá Hansi,
sum rópar eftir eini
viðmerk ing. Hesin er
soljóðandi:
“Fyri tveimum árum
síðani fekk trolarin
“Edna” úr Tórshavn eitt
tilmæli um at sleppa at
partrola á ytri leið, hetta
var um tað tíðina, tá
Torbjørn Jacobsen sat sum
fiskimálaráðharri og tí
skilir ongin, at hann nú
setur spurningar um hetta
sama royndarveiðuloyvi?”
Ikki Hansi at siga, so var
djúpvatnsflotin longu fyri
tveimum árum síðani
komin í kreppu. Menn
royndu av øllum alvi at
koma sær úr ringu støðuni,
og ein ætlað roynd var, at
partrola á somu leiðum,
sum roynt hevði verið við
lemmum frammanundan.
Ikki tí at man ætlaði sær
inn í upsafiskiskapin, har
partrolararnir vanliga
veiddu og fingu sína út -
komu. Ætlanin var heldur,
at gera eina roynd fyri at
finna fram til, um betri
búskapur kundi fáast
burtur úr at partrola eftir
traditionellu fiskasløg un-
um hjá lemmatrolarunum.
Til hesa roynd varð
royndarloyvi til partroling í
føroyskum sjógvi í 2008
latið mtr. “Edna” og mtr.
“Rankin” samsvarandi §
20, stk. 2, í løgtingslóg no.
28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap.
Loyvið er dagsett 5. juni
2008, og loyvið var bara
galdandi fyri tað, ið eftir
var av árinum. Tvs., at tað
var ikki til eftir 31.
desember 2008. Loyvið var
ongantíð brúkt, og tað
kann vera, at strongu
treytirnar vóru orsøkin til
tað. Hesar vóru annars:
• - at roynt verður bert á
leiðum uttanfyri linjur
drignar millum knatt-
støður sambært hjálagda
fylgiskjali. (Um onkur
skuldi havt tørv á at vita
meira um tær tríati ásettu
knattstøðurnar, kann
viðkomandi venda sær
til greinskrivaran, - tj.)
• - at galdandi reglur um
fiskiskap við troli í
føroyskum sjógvi verða
fylgdar.
• - at skiparin boðar
Fiskiveiðieftirlitinum frá,
tá túrur byrjar og tá túrur
endar.
• - at royndirnar fara fram
í samstarvi við og eftir
treytum ásettum av
Fiskirannsóknar-stovuni.
• - at nágreinilig ætlan
skal gerast fyri roynd-
irnar við upplýsingum
um m.a. reiðskap, leiðir
og tíðarskeið, sum skal
góðkennast av
Fiskirannsóknarstovuni.
• - at gjøllig dagbók verð-
ur førd yvir royndirnar
eftir leiðbeining frá
Fiskirannsóknar-stovuni
og avrit av dagbókini
skal latast Fiskirann-
sóknarstovuni, tá roynd-
irnar er lidnar ella tá
biðið verður um tað.
• - at fólk frá Fiskirann-
sóknarstovuni kann vera
við skipinum.
• - at oljunýtslan hjá skip-
inum verður skrásett á
ein hátt, so hon kann
samanberast við troling
við lemmum.
• - at royndarfiskiskapurin
verður lagdur so til rætt-
is, at hann ikki er øðrum
fiskiskapi til ampa og
skal, um neyðugt, víkja
fyri øðrum fiskiskapi.
Til endans varð greitt til-
skilað, at royndarloyvið
kundi verða inndrigið uttan
ávaring í loyvistíðar-
skeiðnum (05.06.08-
31.12.08), um skiparin ikki
ansaði eftir, at treytirnar
vórðu fylgdar.
Vónandi er hendan frá-
greiðingin ein ivaleysa
greið váttan fyri, at
royndarloyvið í 2008 og
nýíkomna støðan í upsa-
veiðuni, har partrolarar
(bólkur 2) og lemma trol-
arar (bólkur 1) partrola
hvør um annan við sama
reiðskapi, ikki eru tvær
alin av sama vaðmali.
Umsøknin um royndar-
loyvið í 2008 prógvar, at
politiska skipanin, fyri-
sitingin og ikki minst
vinnan høvdu somu áskoð-
an viðvíkjandi hesum,
hvussu lógin um vinnu-
ligan fiskiskap skuldi
skiljast, tulkast og prakti-
serast, táið tað snúði seg
um at partrola við “lemma-
trolarum” á innaru leiðun-
um – á upsaleið um man
vil. Royndarloyvið í slakar
sjey mánaðir í 2008 skuldi
bert geva eina ábending
um eina møguliga búskap-
ar liga rajonalisering,
umvegis partroling eftir
fiskasløgunum, sum
djúpvatnstrolararnir
frammanundan høvdu havt
sum høvuðsveiði. Úrslit
kom onki burturúr, tí
royndin varð ongantíð
gjørd. Men logikkurin er
ikki til at fara skeivur av,
vinnan søkti um loyvið, tí
hon var sannførd um, at
lógin ikki loyvdi tí. Fyri-
sitingin var av somu
áskoðan. Nú tykist hesin
logikkur, og samlaða
niðurstøðan hjá øllum, sum
varða av føroyskari
fiskiveiði, at hava fingið
eitt rættiligt skot fyri
bógvin. Juridiski reykurin
er snaraður 180 stig. Fyri
at vita hví so er, eru
spurningarnir til
landsstýrismannin settir.
Svarið verður helst ein
slutur fyri ein slatur, tí
fiskivinnupolitikkur er
ongin í landinum - hann er
ikki til. Uppsjóvarflotin
kundi ikki fara á svart-
kjaftaveiði fyrrenn næstan
tveir mánaðir vóru farnir
av árinum, tí landsstýris-
maðurin bíðaði eftir hvønn
politikk felagið Nótaskip
ætlaði at seta sum karm
um sína egnu vinnu, og nú
situr felagið Trolskip og
roynir at toyggja seg til ein
politikk, um hvussu teir
báðir fremstu bólkarnir í
flotanum skulu skipast í
fiskiveiðini. Verður hetta
lagið, er ongin orsøk til at
manna politisku sessirnar
longur. Vinnan finnur
onkursvegna útav tí, og har
eru nógvir trivaligir
skilamenn, væl kálvføddir
og uppvaksnir undir
truplum umstøðum í
Norðurhøvum, trupulleikin
er bara, at teir eru so
mangir í mun til stórar
avmarkingar, tí er ein neyv
politisk stýring neyðug,
skal optimala úrslitið
røkkast hjá manningum,
reiðarum og samfelag.
Fólkið velur politikararnar
og fólkið eigur tilfeingið, tí
ógvast mong um igno-
rantin, sum nú slítur
krakkabetrekkini á
Heykavegnum í Havn.
Í hesum politiska ruðu-
leikanum stríðist felagið
Trolskip, sambært Dimma-
lætting, fyri at fáa MSC-
góðkenning um burðar-
dygga veiði í upsafiski-
skap inum. Vónandi vignast
tað, men núverandi regime
í danska heimastýrinum
ger teimum ikki lívið
lættari. Ætlar tú at vera
papageykur hjá øllum,
vinur við alt og øll, átøkur
hesum dukkunum kúputar í
neðra, og sum altíð toyggja
seg líka langt, sum tær
verða trýstar, uttan at falla,
so er ráðharrasætið í
fiskivinnumálum ein
rangstaddur sessur.
Kóvboysøgur úr korridorunum
Tórbjørn
jacobsen
Hans j.
Hermansen
viðmerkingar