týsdagur 9. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 47 - 9. mars 2010
viðmerkingar
Hvar vil tú búgva?
Vinkona mín, sum arbeiðir við eldri menniskjum
segði herfyri: “Eg vil, at eldru fólkini eg eri um, hava
tað, sum eg sjálv fegin vil hava tað, tá eg gerist
gomul. Soleiðis, sum eg vil, at mamma og pápi mín
fáa tað, tá tey gerast gomul.” Haldi, hesin hugburður
er hin heilt rætti, tá støða skal takast í mun til
eldraøkið. Bæði í mun til innihaldið í gerandis deg
num og í mun til fysisku karmarnar.
Gleðist um, at mong hava hug at kjakast um eldra
bústaðir. Jógvan Arge hevði grein í bløðunum um
hetta í vikuskiftinum eri samd í nógvum av tí, hann
ber fram. Veit tó ikki, hvagani hann fær hatta við, at
eg vil steðga ætlaðu røktarheimsbygginigini. Havi
hvørki sagt ella skrivað eitt orð um tað! Men eg
haldi, at vit eiga at endurskoða um verandi ætlanir
eru tær rættastu. Eri púra við upp á at eldrabústaðir
skulu byggjast. Men, eg kenni meg ikki sannførda
um, at øll ætlaðu røktarheimsplássini eru hin
skilabesta loysnin.
Eg hitni um oyruni, tá eg hoyri at:
• Eldru fólkini ynskja sær ikki eitt røktarheimspláss
• Aðrastaðni verður farið burtur frá hesum
byggihátti og røktarheimspláss verða beinleiðis
niðurløgd
• Hvørt røktarheimspláss kostar góðar tvær milliónir
at byggja
• Rakstrarútreiðslan er ein hálv millión árliga – fyri
hvørt røktarheimspláss.
• Í dag er talan um antin sethús ella røktarheim,
tørvurin er fjølbroyttari enn so
• Okkum fer at tørva meir enn 700 starvsfólk innan
Nærverk komandi árini, í stóran mun tí tað gerast
fleiri og fleiri eldru fólk
Jógvan Arge lýsir væl í grein sínari, at neyðugt er við
fjølbroyttum búmøguleikum og fíggingarmøguleikar.
Júst so! Vil siga at tað er ‘essensurin’ í uppskotinum
hjá tjóðveldi. Vit halda tað er ein trupulleiki, at
landið rindar 700túsund fyri hvørt røktarheimspláss,
80túsund fyri hvørt sambýlispláss – meðan eingin
stuðul yvirhøvur verður latin til aðrar eldrabústaðir.
Við slíkum hugburði og stuðulsskipan verða sjálvsagt
einans røktarheimspláss bygd.
Í álitinum um eldrabústaðir frá 2002 stendur m.a.:”
Lutfalsliga stórar røktarheimseindir við 50 ella fleiri
búfólkum kunnu, um tær eru bygdar og verða riknar
á skynsaman hátt gerast bíligari í rakstri, soleiðis at
ráð eisini eru til at veita fyribyrgjandi og heilsfremj
andi tænastur. Í hesum høpi skal sigast, at stórar
eindir ikki nýtast at gerast ópersónligir stovnar, men
kunnu við nútíðarbyggihátti skipast í smærri
heimligar eindir.”
Hetta stendur also álitið, sum fakfólk hava skrivað
og hvat kemur burturúr? Trý av fýra røktarheimum,
sum farast skal undir rúma einans 24 búfólkum!
Grundgevingarnar fyri hesum sakni eg. Meini so við,
tá har stendur svart upp á hvítt, hvussu raksturin gerst
bíligari, hví ganga vit so ikki ta leið? Ikki minst, tá
vit vita, at raksturin á hvørjum røktarheimsplássi er
ein hálv millión árliga og tørvurin á starvsfólki á júst
hesum øki veksur í hvørjum. Hetta grundgevur enn
betri fyri fyri, at vit skulu byggja við størsta skyn
semi, eisini í mun til starvsfólkatilfeingi. Tað snýr
seg um trivnaðin – størst møguliga frælsið fyri tann
einstaka. Vit mugu tó loyva okkum at hugsa í
langtíðarhøpi – eisini samstundis, sum vit loysa
akuttar trupulleikar.
Øllum hesum spurningum og ivamálum tørvar
okkum at fáa lýstar og svaraðar í Trivnaðarnevndini.
Eg gleði meg til tað. Gleði meg at hoyra
Kommunusamskipan Føroya, kommunufelagið,
Dennis Holm, Turið Jacobsen ergoterapeut,
Nærverkið og fleiri afturat um hetta mál.
Samgongan situr nú og
royn ir at finna skil á fíggj
ar lógini, har risastórt hall
er størsti trupulleikin.
Hallið má burtur, siga
ser frøðingarnir nú. Nøkun
lunda somu serfrøðingar
stóðu aftan fyri yvirskriftir
í fjølmiðlunum seinasta
summar, sum: Tømið
lands kassan v.m.
At okkurt má gerast við
hetta risastóra hallið vita
øll, ið hugsa eitt sindur um
landskassan.
Sparing, sigur Jørgin
Niclasen.
Sami Jørgin Niclasen,
sum heldur tað vera altav
gerandi at hava eitt Uttan
ríkisráð fyri 48 milliónir,
eina sendistovu í Reykja
vík, hvørs sendiharri mest
roynist sum tíðindavið
merkj ari hjá Kringvarp in
um, og eina sendistovu í
London, sum eingin veit,
hvat ger. Størsta føroyska
hendingin í London í ár
verður flaggdagshald, tað
var í hvussu er tað, eg fekk
burtur úr frálíku sending
unum hjá Rás 2 úr London.
Einasta uttanríkisút
reiðsla, eg haldi er til nakra
nyttu, er umboðsfólkið í
Brússel. Vit koma altíð at
hava nært samstarv við
EU, so har eigur okkurt
umboðsfólk at vera, men
tað kann vera sum partur
av donsku sendistovuni
har.
Her er so ein sparing at
heinta, sum er á tí penu
síðuni av hálvtrýsj milli
ónum!
Harnæst kunnu vit koma
við fleiri inntøkum.
Í hesum CO2 tíðum
hevði tað ikki verið av leið
at komið við onkrum grøn
um avgjøldum, sum høvdu
við sær. at vit nýta minni
av dálkandi orku.
Tað hevði ikki gjørt nak
að, um vit avtóku kvotuna
av tollfríðum sigarettum og
rúsdrekka. Útlendsk ferða
fólk koma ikki til Føroya
at roykja og drekka av
gjaldsfrítt, so har hevði
neyvan verið nøkur mink
ing, og hví skulu tey, ið
ferðast nógv (ofta ikki fyri
egna rokning) hava stórar
fyrimunir at innflyta siga
rettir og rúsdrekka tollfrítt?
Fiskivinnan hevur ofta
verið uppi, tá talan hevur
verið um avgjøld, og eg
haldi ikki, at tað hevði
gjørt nakað, um fiskidag
arnir høvdu verið seldir til
tey, ið fáa fiskivinnuna
best at hanga saman.
Hend an inntøkan hevði
verið kærkomin hjá lands
kassanum, hóast hon ikki
altíð hevði verið so stór, tí
hon hevði verið alt eftir
lønseminum í vinnuni.
Eisini kundi alivinnan
latið eitt íkast fyri loyvini
at ala. Í øllum førum so
mikið sum tað almenna
letur til havbúnaðarroyndir!
Rentustuðulin til egnan
bústað hevur ofta verið
uppi og vent. Fyri jól varð
lógin broytt, so nú fæst
stuðul bert til bústaðin, har
tú býrt, men samstundis
var markið fyri rentur, ið
geva stuðul, hækkað frá
120.000 til 150.000.
Ein hækking, sum eftir
mínari meting ikki gav
nakra meining!
Eg haldi, at tað er rætt at
geva einhvønn stuðul til
fólk, ið seta búgv, men tað
er ikki rætt at geva stuðul
til luxusbústaðir. So er
spurn ingurin, hvat er
luxus bústaður. Mín mein
ing er so tann, at tá fólk
hava fingið stuðul upp til
rentur á 120.000 kr., so má
vera nóg mikið stuðlað.
Ynskir onkur at taka hægri
lán, eigur tað at vera uttan
stuðul frá landi og
kommunum.
Nú siga óivað onkur, at í
Havn kann man ikki seta
búgv við láni, ið kostar
minni enn 120.000 kr. í
rentum um árið. Hetta
haldi eg er vrøvl, tí kostn
aðurin fyri hús, tað verið
seg lønir og tilfar lagar seg
til tann veruleikan, sum er,
og um tann veruleikin er
stuðul til rentur upp til
120.000 kr., so vil húsa
marknaðurin laga seg til
tann kostnaðin.
– nú tað er spenninur
um, hvørt føroyska Anna
sleppur í X Factor
finaluna í Parkini.
Tað kann gott vera, at vit
uppliva eina kreppu, men
tað er umráðandi, at vit
síggja allar teir ljósu spír
arnar, sum stinga seg upp í
løtuni.
Eg skal yvirhøvur ikki
taka alt fyri givið, men eg
havi roynt at fylgt Annu í
hennara fantastisku roynd
at koma í finaluna í Park
ini, og tað skal ikki undra
meg, um tað fer at eydnast
henni.
Hennara evnum feila so
ONKI!
Nú er so spurningurin,
um vit her í Føroyum eiga
at síggja møguleikarnar í
hesum fantastisku evnun
um, so tað kann gerast
møguleiki fyri, at, fyrst og
fremst, hesi fáa møguleik
an fyri at byggja víðari á
sítt talent – her má og skal
latast upp fyri enn størri
vælvild – lat “jante” bara
sigla sín egna sjógv!
Eg veit ikki um eg havi
rætt, men tað er onkurs
vegna ikki reiðiliga gingið
upp fyri ávísum innan
játtandi myndugleikan og
miðlarnar, at vit, enn eina
ferð, eru við at uppliva, at
eitt av fantastisku talent
unum er um at berja seg
upp har fleiri túsund bara
droyma um at koma?!
Tað er ikki sørt hug
stoytt, at fokus er so lítið á
hetta, og vil bara heita á
ØLL við ynski um, at vit
hava enn størri fokus á
mongu evnini ímillum
okkum, sum bæði vit øll
og landið kann fáa stóra
gleði av!
Eg havi fleiri ferðir
nevnt, hvat vit kundu
fingið burtur úr eini sprett
andi tónleika og mentun
ar ligari vinnu, so tað skal
eg ikki brúka fleiri orð
uppá.
Royni nú at vera á plett
in um, nú eitt av okkara
fantastisku, føroysku
talentum gera seg galdandi.
Tað er mín vón, tí har
eru stórir møguleikar!
Enn eitt gott ynski til
Annu um, at tað fer at bera
á mál hjá henni, tí fyri
hana er hetta ein fantast
iskur møguleiki at liva síni
evni út, so hon kann gera
tónleikin til sína lívsleið.
Vónandi, fara vit at
síggja fleiri evnir, og at
hesi fáa tað virðiligu við
ferð, sum vit skylda teim
um.
Enn einaferð sóu vit í Degi
og Viku, hvussu Tummas
Frank baksaðist við olju
tunnur úti í Skúvoy. Ein
glotti var tó at hóma, tí
landsstýriskvinnan segðist
halda, at best varð um
skúv oyingar fingu eina
var andi orkukeldu at hita
húsini.
Og orkukeldan er beint
har. Føroyar er eitt av verð
sins bestu økjum til gagn
nýtslu av vindorku. Vind
ferðin er nógvastaðir oman
fyri 9 m/s í meðal, og tí
kunnu vindmyllur her á
landi framleiða tað dupulta
í mun til somu vindmyllur
aðrastaðir.
Í Nólsoy brúka sethús í
meðal 3000 litur av olju
(útvið 18.000 kr) um árið
til upphiting. Hetta svarar
til 25.500 kWt um árið til
hita. Tær tríggjar vind myll
urnar hjá SEV í Neshaga
framleiða 8.000.000 kWt
hvørt ár og kunnu sostatt
hita meira enn 300 hús.
Mátingar hjá Nólsoyar
Orkufelag vísa, at um
veturin brúkar eitt húsar
hald dupulta orku til upp
hiting í mun til um summ
arið. Orsøkin er sjálvandi
meira kuldi og gjóstur um
veturin. Vindmyllurnar hjá
SEV framleiða eisini tað
dupulta um veturin í mun
til summarið, tí meira
vindur er um veturin. So
statt er upplagt at brúka
vindorku til húshita.
Vindorka er trupul at
brúka til elframleiðslu, tí
vindur er óstøðugur og
torført er at goyma orku. El
skal verða støðugt og SEV
ger alt fyri at veita støðugt
220V og 50 Hz. Heilt
øðrvísi er at brúka vindorku
til upphiting. Her kann
orkan goymast í heitt vatns
tanga, sum veður hit aður, tá
vindur er og kølnar spaku
liga, tá minni vindur er.
Umhvørvisstovan sigur,
at privatir brúkarar standa
fyri 30% av CO2útlát
inum, og at húsarhald
harvið dálka næstan líka
illa sum fiskiflotin. Megin
partuin av útlátinum stavar
frá oljubrenning í olju
fýringum. Við at leggja um
til vindorku verður minni
olja innflutt og pengar
spardir, tá oljan óiva dýrk
ar, og samstundis verður
minkað um útlátið. Og so
sleppur Tummas Frank frá
at trilla oljutunnur niðan
brekkuna í Skúvoy.
Nólsoy, tann 7. mars 2010
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Sparing – og fleiri inntøkur
sofus deBes
JoHannesen
Ein innilig áheitan til játtandi
myndugleikan og miðlarnar
fríðálvur
Jensen
Gev skúvoyingum eina vindmyllu, so teir
sleppa undan at trilla oljutunnur
BJarti
tHomsen
Fleiri viðmerkingar á síðu 19 og 20