týsdagur 9. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2010
15
viðmerkingar
Av manglandi brúkara
politikki í Føroyum og av tí
at brúkarar ongan kæru
myndugleika hava uttan ta
drúgvu og dýru leið at
leggja sak og fara í rættin,
lat Javnaðarflokkurin gera
”Àlit um brúkarapolitik”
fyri nøkrum árum síðani.
Í álitinum vóru tvey
ítøki lig lógaruppskot.
Annað var ”Uppskot til lóg
um marknaðarføring”. Hitt
var ”Uppskot til lóg um
brúkarakærunevnd”.
Fullveldissamgongan feldi
brúkaralógina
Fyri at betra møguleikan
fyri hesum andstøðu upp
skotum, varð annað tikið
fyrst, nevnliga tað um
marknaðarføringslóg lagt
fyri tingið á vári 2002.
Men táverandi fullveldis
samgonga var náðileys og
feldi uppskotið. Uppskotið
um brúkarakærunevnd kom
ikki fyri tingið, tí tá var
farið út um freistina at
leggja mál fram.
Tað er gleðiligt, at hug
burðurin millum flokkar nar
síðan er broyttur so nógv,
at vit nú hava fingið
Marknaðarføringslóg og
Brúkaraumboðsmann.
Næsta stigið er at fáa
lógina um Brúkarakæru
nevnd. Tjóðveldið leggur
nu uppskot til samtyktar
fyri løgtingið, har teir biðja
landsstýrið ”fyrireika og
leggja fram lógaruppskot,
har sett verður á stovn
brúkarakærunevnd”.
Men lógaruppskotið er jú
klárt. Tað verður við hesum
aftur lagt fram fyri
almenningin, og landsstýr
is maðurin er vælkomin at
taka tað og leggja tað fram
í komandi tingsetu.
Brúkaraumboðsmaðurin
viðger ikki brúkarakærur
Onkur heldur, at tá vit hava
ein Brúkaraumboðsmann,
hava vit ikki brúk fyri
Brúkarakærunevnd. Men
so er ikki. Hesi hava hvør
sína uppgávu. Brúkaraum
boðsmaðurin skal ansa
eftir, at handilsfyritøkur
gera eftir lógini um markn
aðarføring og ikki villeiða
brúkarar við skeivum upp
lýsingum ella ólógligum
søluháttum. Men hann
kann ikki viðgera kærur frá
brúkarum um ítøkilig mál,
har ein brúkari kennir seg
snýttan. Veruleikin er, at
føroyski brúkarin hevur
ongan myndugleika at kæra
til um handilskeyp – annað
enn at fara í rættin. Og tað
fer ongin, tá tað snýr seg
um vanligt brúkarakeyp.
Bert Brúkarakæru-
nevnd kann viðgera
brúkarakærur
Tað er bara ein brúkara
kærunevnd við lógar heim
ild til at viðgera og avgera
trætumál millum brúkarar
og handilsfyritøkur, sum
man kann venda sær til við
ítøkiligum klagum ella
kærum, tá man sum brúk ari
kennir seg skeivt við farnan.
Slík kærunevnd skal tí
setast við lóg. Hetta
lógaruppskotið tekur støðið
í norðurlendskari lóggávu,
men er eisini lagað til
okkara viðurskifti.
Í kærunevndini skal
formaðurin lúka vanligu
treytirnar fyri at gerast
dómari og má vera óheftur
av vinnu og brúkara áhuga
málum. Harumframt skulu
vera aðrar limir,
umboðandi brúkara og
vinnuáhugamál. Lands
stýrismaðurin tilnevnir
nevndarlimirnar fyri 4 ár í
senn, og ásetir í reglugerð
hvussu nevndin skal
arbeiða.
Kann blíva ein sterkur
brúkarastovnur
Brúkarakærunevndin skal
hava eina skrivstovu við
fakfólkum at útgreina og
fyrireika einstøku kæru
málini. Upplagt er at henda
skrivstova verður ein felags
skrivstova saman við
Brúkaraumboðsmanninum,
tí arbeiðsøkið er nøkulunda
tað sama. Nevndin kemur
so saman við ávísum
millumbilum at viðgera og
taka avgerð í málunum,
sum skrivstovan hevur
fyrireikað.
Við Brúkaraumboðs
manni, Brúkarakærunevnd
og eini felags skrivstovu
við fakligum førleika,
høvdu vit havt ein sterkan
Brúkarastovn í Føroyum,
sum eisini kundi átikið sær
sakliga brúkaraupplýsing –
sum í dag als ikki er til.
Lógaruppskot um
brúkarakærunevnd
§ 1. Kærur frá brúkarum
um vørur, arbeiðs og
tænastuveitingar kunnu
leggjast fyri Brúkara kæru
nevndina, sum er ein av
landsstýrismanninum óheft
nevnd, skipað umsit ingar
liga undir landstýris mann
inum.
Stk. 2. Kæran kann snúgva
seg um øll rættarviðurskifti
partanna millum.
§ 2. Landsstýrismaðurin
ger reglur um, í hvønn mun
kærur frá brúkarum
viðvíkjandi vørum ella
arbeiðs og tænastu veit
ingum frá almennum virk
semi kunnu leggjast fyri
nevndina til viðgerðar.
§ 3. Nevndin viðger ikki
kærur á økjum, har lóggáva
frammanundan er um
kærumannagongd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin
kann áseta, at ávísar vørur
og arbeiðs og tænastu veit
ingar ikki kunnu leggjast
fyri nevndina, ella avmarka
viðgerðina til vørur og
arbeiðs og tænastuveit ing
ar, sum hava ein prís oman
fyri ella niðanf yri ávísa
upphædd.
§ 4. Nevndin verður skipað
við einum nevndarleiðara
og 2 føstum limum umboð
andi ávikavist brúkara og
vinnuáhugamál. Herum
framt verða tilnevndir
nevndarlimir sambært stk.
3. Til nevndarviðgerðir
kann nevndin avgera at
víðka nevndina við til
nevndum nevndarlimum
ella lata aðrar nevndarlimir
umboða teir føstu limirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin
tilnevnir, eftir tilmæli frá
Fróðskaparsetri Føroya,
leiðaran, sum skal lúka
vanligu treytirnar fyri at
gerast dómari og skal vera
óheftur av beinleiðis til
knýti til brúkara ella
vinnu áhugamál, umframt
hinar nevndarlimirnar,
harav tveir 2 fastar,
um boðandi brúkara og
vinnuáhugamál eftir fingið
tilmæli frá avvarðandi
áhugabólkum og feløgum.
Varalimir fyri leiðaran og
føstu limirnar verða somu
leiðis tilnevndir eftir sama
leisti. Nevndarleiðari og
nevndarlimir verða til
nevndir fyri 4 ár og kunnu
afturveljast.
Stk. 3. Landstýrismaðurin
ásetir í kunngerð talið av
nevndarlimum umboðandi
ymisk brúkara og vinnu
áhugamál og tilnevnir
hesar.
Stk. 4. Til nevndina er
knýtt ein skrivstova, sum í
virksemi sínum fyri nevnd
ina er óheft av lands stýris
manninum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin
ásetir við kunngerð reglu
gerð fyri Brúkarakæru
nevndina.
§ 5. Til nevndarviðgerð
krevst, at leiðarin og í
minsta lagi 2 limir aftrat
umboðandi ávikavist
brúkara og vinnuáhugamál
luttaka. Limir umboðandi
brúkara og vinnuáhugamál
eiga at verða javnt umboð
aðir á nevndarfundum.
§ 6. Kæra kann vendast
móti einum og hvørjum,
sum sambært rættargangs
lógini kann rættarsøkjast í
Føroya Rætti um slíkt, sum
eitt rættarmál kundi snúð
seg um.
Stk. 2. Avtalur, sum eru
gjørdar um, at rættartrætur
skulu viðgerast í gerðar
rætti ella á annan hátt,
forða ikki fyri, at kærað
verður til Brúkarakæru
nevndina.
§ 7. Nevndin kann vísa frá
sær kærur, sum hon metir
ikki hóska til viðgerð í
nevndini.
Stk. 2. Nevndin kann nokta
at viðgera eina kæru, um
hon metir tað eyðsýniligt,
at brúkarin ikki fær viðhald
í kæruni.
Stk. 3. Nevndin kann
heimila skrivstovuni at taka
avgerðir smbrt. stk. 1 og
stk. 2.
§ 8. Meðan kærumálið
verður viðgjørt í nevndini,
kunnu partarnir ikki leggja
málið fyri rættin viðvíkj
andi tí, sum kæran snýr seg
um.
Stk. 2. Um rættarmál longu
er byrjað, og brúkarin
ynskir málið viðgjørt í
nevndini, steðgar rætturin
málinum fyribils og
flýggjar nevndini tað, uttan
so at tað er eyðsýniligt, at
brúkarin ikki fær viðhald í
kæruni, ella málið ikki
hóskar til nevndarviðgerð.
Stk. 3. Um málið er byrjað
í gerðarætti ella á annan
hátt, og brúkarin ynskir
málið viðgjørt í nevndini,
skal málið fyribils steðgast,
til tað er viðgjørt í
nevndini.
§ 9. Ongin av pørtunum
rindar kostnað fyri
nevndarviðgerð til hin
partin.
Stk. 2. Nevndin rindar
kostnaðin fyri fingnar
sakkønar frásagnir, sum
nevndin metir neyðugar til
málsviðgerðina.
Stk. 3. Nevndin kann
avgera, at tann tapandi
parturin heilt ella lutvíst
skal rinda kostnaðin fyri
fingnar sakkønar frásagnir
ella goldin gjøld.
§ 10. Tá ið nevndin hevur
tikið avgerð í einum
kærumáli, kunnu partarnir
hvør í sínum lagi leggja
málið fyri dómstólin.
Stk. 2. Um ein avgerð, sum
nevndin hevur tikið, ella
ein semja, sum er gjørd
saman við nevndini, ikki
verður hildin, leggur
skrivstovan hjá Brúkara
kærunevndini málið fyri
dómstólin vegna brúkaran,
um viðkomandi biður um
tað.
§ 11. Bert tann í hesi lóg
umrødda nevnd hevur rætt
at nýta heitið “Brúkara
kærunevndin”.
Stk. Landsstýrismaðurin
kann áseta reglur, sum
banna øðrum at nýta heitir,
sum kunnu koma í bland
við tað í stk. 1 nevnda
heiti. Brot á slíkt bann
verður revsað við bót.
§ 12. Brúkarakærunevndin
kann góðkenna, at kærur,
sum nevndin kundi
viðgjørt, ístaðin verða
viðgjørdar í øðrum
kærunevndum, sum settar
eru innan ávís øki.
Stk. 2. Slík góðkenning
verður bert givin, um
viðtøkurnar hjá hesi
kærunevnd hava reglur um
bygnað og málsviðgerð,
sum tryggja partarnar nóg
væl.
Stk. 3. Góðkenningin kann
tíðaravmarkast og aftur
kall ast, um fortreytirnar
fyri hesari mugu metast at
vera burturi.
Stk. 4. Avgerðin hjá
Brúkarakærunevndini
sambært Stk. 23 kann ikki
leggjast fyri annan
fyrisitingarligan
myndugleika.
Stk. 5. § 6, stk. 2, § 8 og §
10 eru somuleiðis galdandi
fyri mál, sum verða løgd
fyri eina góðkenda
kærunevnd.
§ 13. Landsstýrismaðurin
kann lata heimildir sínar
sambært hesi lóg til
Brúkarakærunevndina,
herundir eisini avgera, at
kærast ikki kann um
avgerðir, tiknar av Brúk ara
kærunevndini, til annan
fyristingarmyndugleika.
§ 14. Lógin kemur í gildi
tann ....
Bert Føroya Banki og
Arbeiðsgevarafelagið
vóru negativ
Bæði lógaruppskotini, um
marknaðarføring og um
kærunevnd, vóru í 2002 til
hoyringar hjá 11 ymiskum
pørtum, m.a. fakfeløgum
o.ø. Av teim 11 vóru einans
2, sum mæltu frá: Føroya
Banki og Føroya
Arbeiðsgevarafelag. Men
tað sigur jú ikki so lítið.
Tíðin er komin, til at
Brúkarakærunevndin
verður sett á stovn. Ivist
ikki í, at ABCsamgongan
og hesin landsstýris mað
urin, ið hava framt nógv
onnur stórmál, eisini
megnar hetta.
Onki at bíða við: her er uppskot til lóg um Brúkarakærunevnd
løgtingsmaður
Hans Pauli
strøm
Ólavur Hátún
vegna Kórsamband Føroya
Í fleiri ár hevur ongin Kór
stevna Føroya verið, og hóast
grundgevingin hevur verið
vantandi undirtøka, hava kór
og sangarar tó givið til
kennar, at saknur hevur verið
í hesum árligu
kórsamkomum.
Ikki sørt við íblástri frá
kórleiðaraskeiðinum í farnu
viku við profess ar anum í ryt
miskum kór sangi Jim Daus
Hjernøe úr Ålborg, er tankin
um kór stevnu aftur kyknaður
av nýggjum. Men til tess at
geva stevnuni eina størri
breidd enn bara tað at syngja
rytmiskt hava vit tik ið upp
samband við Steen Lind holm,
sum er kendur kór maður
bæði her og víða um.
Tí er ætlanin nú hendan:
Jim og Steen koma higar
hósdagin 22. apríl, og kór
stevnuhald verður um
kvøldið kl. 18.00 – 22.00.
Fríggjadagurin er van lig ur
arbeiðsdagur, so tá byrja vit
ikki fyrr enn kl. 16.00 –
møguliga heldur seinni, um
fólk mæla til tað , og so
verður hildið á við nátt urða
og kaffisteðgum til kl. 22.00
– enda kanska held ur fyrr,
um fólk ynskja tað.
Leygardagin verður sungið
fyrrapart og seinna part, og
um kvøldið hava vit
hugnaliga samkomu, har m.a.
kór kunnu hava høvi at
syngja ein ella tveir sangir
fyri hinum.
Sunnudagin 25. apríl binda
vit frið fyrrapartin, men hava
so aðalroynd og framførslu
seinnapartin í
Norðurlandahúsinum.
Tónleikaliga innihaldið
verður, sum skilst, rytm iskur
kórsangur, sum neyv an nakar
í Europa er betri til enn Jim
Daus Hjernøe, soleiðis sum
vit eisini upp livdu hann á
skeiðinum, og harumframt
klassiskur/traditionellur
kórsangur, sum Steen
Lindholm tekur sær av.
Viðvíkjandi seinast nevnda
er at siga, at kór sangarar
serliga í Havn, men eisini
einstøk aðra staðni, hava
seinnu árini havt stórar
tónleikaupp livingar við
framførslum av stórverkum
við kóri, solistum og orkestri.
Til tess at geva øllum kór
sang arum høvi til slíka upp
liv ing, hava vit til kórstevn
una í ár sett á skránna eitt
høvuðsverkið í norður
lendskari tónleika søgu:
“Elverskud” fyri kór, 3
solistar og fult symfoniskt
orkestur eftir danska tóna
skaldið Niels W. Gade.
Hetta er stórt og kostn
aðarmikið stig at taka, og tí
mugu vit siga, at fortreytin
fyri, at henda ætlan av álvara
verður sett í verk, er, at í
minsta lagi 100 sangarar
hava meldað seg til luttøku
gjøgnum telduadressuna
olavasa@olivant ella við
brævi til Heiðaveg 18 í Havn
í seinasta lagi mána dagin 15.
mars.
Sjálvandi er tað tá best, at
meldað verður til í bólkum,
soleiðis at t.d. “Ljómur”
boðar frá so og so mongum
luttakarum, “Vágakórið” frá
so mong um o.s.fr., so undir
ritaði ikki druknar í teldu
brøvum og pappíri.
Gott í tykkum, takið hetta í
álvara, tí vit hava gjørt avtalu
við ikki bara diri gent arnar,
men eisini teir tríggj ar solist
arnar og eru í ferð við at
manna orkestrið, og tey
mugu fáa avboð beinan vegin,
um tað mánadagin 15. mars
vísir seg, at nøktandi undir
tøka er ikki fyri tiltakinum.
Kórstevna 22. – 25. apríl