Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 24

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 47 Á konsertini verða, Kular Røtur, Trølla Pætur, Trølla Omm- an, Trølla Ossi, Trølla Ungin, Fjørðu- gentirnar, Erling Politisturin, Nósi, Jólamenn og Brandur Enni TÓNLEIKUR Pop.fo Leygardagin verður stórt barna- og familjutiltak í Ítróttarhøllini á Hálsi. Á konsertini sum byrjar kl. 16.00 verður nógv spennandi. Umframt Kular Røtir verða eisini Trølla Pætur, hansara villa omma og Trølla Ungin at síggja og hoyra. Sum øllum kunnugt, so hava tey júst nú útgivið eitt sjónband. Í filminum leita tey eftir Nósa, men verða alla tíðina órógva av Erling politisti. Fyrireikarnir siga í stuttari viðmerking, at bæði Erling politistur og Nósi verða við á konsert- ini. Spennandi verður at síggja, um Erling fangar trøllini hesaferð. Við á konsertini verða eisini Trølla Ossi og tær 4 fjørðugentirnar, umframt at jólamennirnir vitja. Brandur Enni, sum alla tíðina hevur verið ein týðandi partur av Kulum Rótum, kemur í mars út við nýggjari spennandi fløgu. Á konsertini leygar- dagin fer Brandur at geva áhoyrarnum ein forsmakk av hesari fløgu. Chase, All That Rain og Eyðun og Terji fara at spæla á nýggjárs- konsertini, sum verður í Havn í kvøld TÓNLEIKUR Pop.fo Tað verða nøkur av heitastu nøvninum í føroyskum tónleiki seinastu 20 árini, sum fara at spæla, tá nýggjárskonsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld. Mest aktuelli bólkurin er Chase, sum júst hevur latið næstu fløgu sína úr hond- um. Tann fyrra kom fyri 10 árum síðani, men nú koma teir afturíaftur sum tjóvar á nátt - í kavbáti. Chase var tiltikin kon- sertbólkur seinast í 80’un- um og fyrst í 90’unum, til teir góvust at spæla. Nú fara teir aftur á pallin, og vit hava skilt, at teir ætla at gera comeback við einum braki. Edmund Jacobsen, sum er sangari í bólkinum, kemur heim á jólum, og tað verða neyvan stundir til stóra jólahugnan, tí bólk- urin ætlar at venja nógv í komandi viku. Nýggja útgávan hjá teimum, Sum tjóvur á nátt, hevur fingið sera góða móttøku, og fleiri hundrað fløgur vóru seldar longu fyrstu vikuna. Nú skal bólkurin eisini vísa, at hann framvegis dugir á einum palli, og við monnum sum James Olsen, Edmund Jacobsen, Mikkjal Joensen og Niclas Jo- hannesen umborð, skal tað vera løgið, um kavbáturin ikki veruliga kemur undan kavi í Havn í kvøld. Nógv hent Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá All That Rain. Teir gjørdu rættiliga vart við seg í Prix Føroyar kappingini, har teir endaðu sum nummar tvey. Síðani góvu teir eina frálíka rock- fløgu út, og hendan fløgan var ikki meira enn løgd í fløguspælaran, fyrr enn sangarin og gittarspælarin í bólkinum, Jens Marni Hansen, fór burturúr. Nýggjur frontmaður í bólkinum er Hans Ravns- fjall, og seinastu vikurnar hevur All That Rain spælt nógv kring landið. Teir eru kendir fyri at spæla lívligan rocktónleik, og tað verður eisini hetta, sum teir fara at gera á nýggjárskonsertini. Teir garvaðu Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen teljast millum bestu poppkomponistar, hetta landið hevur fostrað. Hetta eru menn, sum kunnu seta seg einsamallar niður at spæla í tveir tímar fyri fólki. Poengið er, at teir kunnu útilokandi spæla sínar egnu sangir, og fólk duga allar uttan at. Hittini hjá teimum báð- um eru óteljandi, og tað verður nakað av hesum, sum verður at hoyra, tá teir fara á pallin við sínum bólki. Vit hava skilt á lagnum,at møguliga verða onkrir gestatónleikarar við undir framførsluni hjá teimum. Forsølan av atgongu- merkjum til nýggjárskon- sertina hevur gingið væl, og tað er líkt til, at áhugin fyri tiltakin er stórur sum van- ligt. Konsertin verður í ítrótt- arhøllini á Hálsi í Havn í kvøld. Kular Røtur hava konsert í Havn Nýggjársbrak í Havn 47 46 Nr. 250 - 29. desember 2001 Lutaseðlar 7. FL. Í VÁGS SKÚLA Hesi hava vunnið á lutaseðli hjá 7. fl. í Vágs skúla: 1) 2506. 2) 2022. 3) 1604. 4) 2624. 5) 957. 6) 1011. 7) 2958. 8) 348. 9) 1676. 10) 477. Tey, ið vunnið hava, kunnu ringja nr. 374017 ella 373668. Hjartaliga takk fyri stuðulin. 7. fl. 7. FL. Í VIÐAREIÐIS SKÚLA Jólakalendarin 2001. Vinnaralistin: 1) nr. 135 – 2) nr. 101 – 3) nr. 95 – 4) nr. 267 – 5) nr. 368 – 6) nr. 411 – 7) nr. 126 – 8) nr. 200 – 9) nr. 6 – 10) nr. 478 – 11) nr. 300 – 12) nr. 420 – 13) nr. 500 – 14) nr. 237 – 15) nr. 488 – 16) nr. 485 – 17) nr. 84 – 18) nr. 418 – 19) nr. 223 – 20) nr. 293 – 21) nr. 308 – 22) nr. 163 – 23) nr. 368 – 24) nr. 391. Vinningarnir fáast við at ringja tlf. 451093 ella 222450 innan 15. januar 2002. 7. fl. í Viðareiðis Skúla Matur GÆS Steikiklárar gæs til sølu. Tlf. 421221 TIL SØLU Tveir neytafjórðingar til sølu. Tlf. 443201 - 282212 Pløgg BRÚÐARKJÓLI Sera vakur og elegantur brúðarkjóli str. 42 til sølu. Skógvar str. 40-41 og undirskjúrt kunnu eisini keypast saman við. Tlf. 227430 TIL SØLU Lítið, bundið ullint sjal til sølu. Lise, 322070 Súkklur SUZUKI MOTORCROSS 185 CC, koyrt 6.500 km. til sølu fyri 8.500 kr. Hevur plátur. Tlf. 220744 YAMAHA 350 CC CROS til sølu fyri 35.000 kr. Koyrir væl. Tlf. 250890 Teldur PLAYSTATION SPØL In cold blood, Parasite, Eve 3 við fleiri til sølu fyri 100 kr. stk. Tlf. 448097 TELDA TIL SØLU Pentium 166 Mhz MMX, 32 MB ram, 6,4 GB harðdisk, CD-Rom drev, ljóðkort, 3COM modem, 15” skerm, til sølu fyri 2500,- kr. Tlf. 422364 PLAYSTATION TIL SØLU við tveimum joystikkum, memory kort og nøkur spøl. Tlf. 422045 DVD-FILMAR Eigur nakar Predator 1+2 at selja mær. Tlf. 315385 PLAYSTATION PS.ONE við fýra spølum – Fifa 2001, Azura Dreams, Tom Jerry, Junglebogen. Tlf. 333805 Tónleikur PIONEER ANLEGG VIÐ CD 1 subwoofara (MDS). 2 diskantar (MDS). 2 midlumtónar (MDS). 1 forsterkar (MDS). Ótrúliga góður ljóð kvalitetur. Nýprísur uml. 11.000 kr. Tlf. 254299 ella 455553 TIL SØLU Ein Rickenbacker el-guitari frá 70unum til sølu. Gev eitt boð. Tlf. 316016 Ymiskt OLJUTANGI TIL SØLU Góður 1500 l. úti oljutangi selist bíliga. Tlf. 222513 VINDEYGU TIL SØLU Brúkt Husmor vindeygu til sølu: 1 stk. dupult 159 x 114 cm. 7 stk. einkult 114 x 114 cm. 1 stk. einkult 114 x 81 cm. 1 stk. altanhurð 187 x 72,5 cm. Tlf. 215741 ALTANHURÐ Nýggj óbrúkt altanhurð (úthurð) við 10 sprossum. Mát: b. 109 cm. x h. 200 cm. Tlf. 215741 NOKIA fartelefon funnin á posthústrappuni í Klaksvík leygarmorgunin 15. desember. Tlf. 457018 HEJ Jeg er en dreng på 7 år, som samler på nøgleringe med vognmønt som vedhæng. Min mor hjælper mig med at skrive dette brev. Jeg håber at i har en jeg gerne må få. På forhånd tak. Venlig hilsen, Nick Søren Emil, Askov Svensson, Risdalsvej 55 2.tv, 8260 Viby J EYDNUHJÓL Fossánes 15. des. Hesi nr. vunnu á lutaseðli: 1) 68691 2) 24726 3) 62274 4) 24406 5) 24477 6) 68661 7) 24378 8)62267 9)24307 10)62077. Takk fyri stuðulin, Gleðilig jól. Vinnarnir vera bidnir um at ringja á tlf. 225200. Bygdafelagið Báran GRÓT YNSKIST Er tað nakar, ið hevur grót at selja mær? Tlf. 220744 TIL SØLU Nakrar snøggar dukkusengur til sølu (heimagjørdar) og 2 stk. grindareiðsskap (model). Tlf. 310511 C M Y K 46 HEILSANIR Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu meg á kon- firmatiónsdegi mínum tann 22. apríl 2001. Jan Poulsen, Syðrugøta Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara t. 14. juli 2001. Gott nýggjár. Malan & Kaj Góði, fitti Jóanis Albert Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum. Eisini ein heilsan til Zacharis við pipardegnum í dag ynskja Sólja, Fía Selma, Andrias og Tóri Góði abbi Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum. Takk fyri at tú ert so góður við okkum. Muss og klemm. Sára og Birna P.S. Eisini ein heilsan til abbabeiggja, sum hevði føðingar- dag 4. november. Góði Karstin! Vit øll Undir Heygnum 21 ynskja tær hjartaliga til- lukku við 35 ára føðingar- degnum. Gleða okkum til leygarkvøldið. Góði Rói Hjartaliga tillukku á 7 ára føðingardegnum í morgin. Heilsan, mamma, pabba og Eydna Góða, elskaða, fitta Sonja Hjartaliga tillukku við tínum fyrsta føðingardegi 30.12. Gud signi framtíð tína ynskja mamma og babba Góða Sonja Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum. Gud signi framtíð tína ynskja omma, abbi og mammubeiggi Hjartaliga takka vit øllum, sum við gávum og heilsan- um gjørdu okkum silvur- brúdleypsdagin 11. august ógloymandi. Serliga tøkk til børn, kór, tónleikarar, undirhaldara, bindiklubba og øllum, sum hjálptu til. Heilsan, Martha og Magni Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin Lesið -tað loysir seg