hósdagur 25. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2010
Makrelveiða við dorg
er rættiliga nýggj í
føroyskari fiskivinnu,
men líkt er til, at
menn nú síggja ein
stóran møguleika við
hesum alternativi
til vanligan útróður
við línu ella snellu.
Útróðrarmenn eru
farnir at keypa sær
útgerð og eru í aðrar
mátar farnir at gera
seg út til vertíðina,
sum liggur fyri
framman
Makrelur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hevur seinastu
tíðina gjørt væl burtur úr
møguleikunum hjá monnum
at veiða makrel við dorg.
Hetta er nýtt í Føroyum,
men ikki í eitt nú Noregi,
har
útróðrarmenn
hava
fiskað makrel við dorg í
fleiri ár. Upplýst hevur
verið, at norska makrel
veiðan við dorg er omanfyri
20.000 tons um árið, og tað
er eitt rættiliga stórt tonsa
tal. Hetta er líka nógv, sum
øll toska og hýsuveiða
undir Føroyum eitt vánaligt
fiskiár.
Keypa útgerð
Áhugin millum føroyskar
útróðrarmenn fyri hesum
nýggja møguleika at veiða
makrel við dorg er rættiliga
stórur, og nógvir liggja
framvið at fiska í summar.
Í fjør summar vórðu
nakrar royndir gjørdar, og
menn kundu fáa væl av
makreli, bæði innari og ytri,
tó at teir ikki vóru líka væl
útgjørdir, sum fleiri av
norsku bátunum eru.
Trupulleikin í fyrra helm
ingin av summarinum er, at
makrelurin er fullur í æti og
føði, men tá summarið
líður, gerst fiskurin betri.
Mikudagin
ringdi
ein
áhugaður útróðrarmaður til
Sosialin og fortaldi, at hann
saman við øðrum hevur
bílagt sær útgerð úr Noregi,
at útgerðin væntandi kemur
heim
til
Føroya
um
páskirnar.
Vit hava keypt tríggjar
dergur, tilhoyrandi sliskur
og
avrívarakassar,
har
makrelurin verður rivin av
húkunum og ferð í sliskur
og haðani í ísvatn. Henda
útgerðin
kostar
okkum
umleið 40.000 krónur, tá
hon er í Føroyum.
Maðurin sigur, at hvør
dorgin við tilhoyri kostar
millum 13.000 og 14.000
krónur.
Dorgin verður drivin
við snellum, men hesar eiga
vit. Skuldu vit keypt snellur
nar aftrat, høvdu hesar helst
kostað einar 20.000 krónur
hvør.
Hann vísir á, at eldrivnu
snellurnar, sum teir hava í
bátinum, hava forrit til
makelveiði, og tað verður
hetta, sum teir fara at brúka
í veiðini.
Mær vitandi hava el
snellur, sum verða fram
leiddar í Føroyum, Íslandi,
Noregi og Svøríki hetta
forrit og skuldu tí verið
egnaðar til makrelveiði. Ein
snella er til hvørja dorg,
leggur hann aftrat.
30-60 húkar
Tá tú sært bát, sum er
riggaður til dyrging eftir
makreli, sært tú eisini
dergur og rullur, sum derg
urnar verða drignar eftir.
Sum eg havi skilt, brúka
menn alt millum 30 og 60
húkar á hvørjari dorg, og
hetta avhongur av, hvussu
stórur báturin er, og hvussu
liggur fyri við uppseting av
útgerðini.
Maðurin, sum Sosialurin
hevur tosað við, vísir á, at
húkarnir til dyrging eftir
makreli, eru sterkir, tí
makrelurin skal rívast av
teimum í avrívingarkass
anum, sum dorgin ferðast
ígjøgnum.
Hetta eru ikki beituhúk
ar, sum vit vanliga kenna
teir til snelluveiði, men um
leggin á hvørjum húki liggur
gjarna eitt gummipetti, sum
kann fáast í ymiskum litum,
eins og beituhúkar kunnu
fáast í ymiskum litum. Hetta
er
soleiðis
ikki
ein
beituhúkur, tí eingin endi
hongur úr makrelhúkinum,
leggur hann aftrat.
Hann sigur, at norsku bát
arnir sum oftast hava einar
fýra ella fimm dergur, men
teir hava í fyrsti syfti gjørt
av at keypa tríggjar dergur.
Prísirnir, sum menn fingu
fyri makrel veiddur við
dorg í fjør, lá um 5 krónur
fyri kilo, men vónir eru um,
at vit betri viðfaring og
kanska kryvjing, kann meiri
fáast fyri fiskin.
Orsøkin til, at veiða eftir
makreli
við
dorg
í
føroyskum sjógvi er vorðin
so áhugaverd, er, at menn
seinnu árini hava staðfest,
at nógv meiri makrelur er í
okkara sjógvi nú enn áður.
Útróðrarmenn
keypa útgerð
til makrelveiði
Soleiðis sær ein norskur makrelbátur út, og nú verða føroyskir útróðrarbátar riggaðir til á sama hátt
Fyrilestur um CTD í
Løkshøll í Runavík
Í kvøld klokkan 19.30 verður fyrilestur í
Løkshøll í Runavík. Ulrike Steuerwald,
barnalækni heldur fyrilesturin. Tað er CTD
felagið, sum skipar fyri tiltakinum. Felagið var
stovnað, tí talið av fólki, sum fáa staðfest
sjúkuna ella eru berarar, veksur støðugt. Hesi
fólk og onnur við vilja vita meira um sjúkuna.
Meksiko fær hjálp
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er
í Meksiko og tingast við stjórnina har um stríðið
millum myndugleikarnar og tey sera harðrendu
rúsevnaharkaliðini. Á einum tíðindafundi segði
Hillary Clinton, at amerikanska stjórnin hevur lovað
meksikonsku myndugleikunum enn størri stuðul til
stríðið ímóti rúsevnaharkaliðunum. Hon segði, at
stríðið er eisini sera týdningarmikið fyri
amerikanska samfelagið fyri at fáa tamarhald á tí
stóra rúsevnaflutninginum úr Meksiko til USA.
”
... dorgin verður drivin við snellum,
men hesar eiga vit. Skuldu vit keypt
snellurnar aftrat, høvdu hesar helst
kostað einar 20.000 krónur hvør...
Útróðrarmaður
Makrelveiða við dorg kann gerast ein munandi vinna í føroyskum sjógvi í summar, um líka
nógvur makrelur kemur í okkara sjógv í ár sum seinastu undanfarnu árini