Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2010 Skal makrelur veiðast, er eisini neyðugt, at onkur keypir og syrgir fyri, at fiskurin kemur til høldar og kann seljast útaftur. Delta Seafood á Tvør­ oyri hevur sagt seg vilja hjálpa útróðrar­ monnum, sum fara at veiða makrel við dorg í summar, við at keypa fiskin Makrelur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki bara í veiði­ liðnum, at menn eru spentir upp á makrelvertíðina, sum stundar til. Eisini uppi á landi eru vinnulívsfólk spent upp á, hvat kann fáast burtur úr hesum fiski, um makrelur aftur verður at fáa í føroyskum sjógvi í summar. Fyri eini tíð síðan var fundur á Tvøroyri millum útrórðarmenn og vinnu­ lívsfólk um møguleikarnar at veiða makrel við dorg og sleppa av við fiskin til føroysk virkir. Á hesum fundi læt umboð fyri Delta Seafood á Tvøroyri útróðrarmenn vita, at felagið er áhuga í hesum tilfeingi og møgu­ leika, sum makrelurin er. ­ Men skulu vit kunna gera okkara royndir við hesum fiski, er sjálvandi neyðugt, at menn fara at fiska. Og líkt er til, at tað vilja menn gjarna. Í Sosialinum fyrr í hesi vikuni vístu vit á samrøðu, sum Kristian Zachariassen á Havstovuni hevur havt við Dánjal Jákup Andreas­ sen, sum stóð fyri eini ávís­ ari móttøku av makreli í fjør summar. Tað var felagið Atlantis í Vestmanna, sum keypti ávísar nøgdir av makreli frá útrórðarmonnum í fjør summar. Nú er so líkt til, at Delta Seafood á Tvøroyri eisini liggur framvið og hevur áhuga fyri hesum tilfeingi og hesum møguleika, sum makrelur veiddur av útróðr­ armonnum kann geva. Sosialurin hevur í dag tosað við umboð fyri felagið á Tvøroyri, og her verður váttað, at áhugi er fyri makrelinum. ­ Vit lótu útróðrarmenn á nevnda fundi á Tvøroyri vita, at vit gjarna vilja vera við til at birta uppundir møguleikan hjá útróðrar­ monnum at veiða makrel. Umboð fyri felagið vísir á, at skal nakað spyrjast burturúr hesum, mugu menn gera sínar royndir við veiði. ­ Hvat vit annars kunnu gera við hendan fiskin, má so vísa seg til ta tíð, men onkrir møguleikar eru. Sagt verður, at eingin bátur í Suðuroy fiskaði makrel við dorg í fjør summar, men tað vóru fleiri útróðrarmenn, sum raktu við makrel í vanligari snelluveiði eftir øðrum fiskasløgum. ­ So, vit eru til reiðar at gera okkara royndir at keypa og selja makrel, og vit eru soleiðis eisini til reiðar at geva útróðr­ armonnum møguleikan at fara á hesa veiði í summar, siga tey á Delta Seafood á Tvøroyri. Delta Seafood er til reiðar BEST WESTERN Helgolandsgade 4 · 1653 København V · Tel + 45 33 31 69 06 · www.hebron.dk · info@hebron.dk NJÓT PÁSKIRNAR Í KEYPMANNAHAVN Familjukamar íroknað páskaregg til børnini, ókeypis parkering nær við hotellið og stórt morgunmatarborð – kr. 845,- Prísurin er fyri eina nátt Prísur fyri standard dupult kr. 750,- Tilboðið er galdandi á páskum: 26/3 – 5/4 (báðir dagar íroknaðir)” ... vit hava latið útróðrarmenn vita, at vit gjarna vilja vera við til at birta uppundir møguleikan hjá útróðrarmonnum at veiða makrel... Delta Seafood Delta Seafood á Tvøroyri, haðani hendan myndin er tikin, er til reiðarar at geva útróðrarmonnum møguleikan at fara á makrelveiði og vil gera sínar royndir við hesum tilfeingi Mynd: Vilmund Jacobsen Børn sita leys í bilum Ferðslupolitiið øtast um, at nógv foreldur ikki binda børn síni í trygdarbelti í bilinum. Seinastu morgnarnar hevur politiið kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, tá ið foreldur koyra børn síni í skúla. Støðan r tann sama um alt landið. Heilt nógv verða ikki íbundin. Summi foreldur minnast til at binda seg, men lata børnini sita leys. Rasisma í løgregluni Í avstralska statinum Victoria hevur løgreglan avdúkað eina rúgvu av teldubrøvum við pornografiskum og rasistiskum innihaldi, sum løgreglumenn høvdu sent, meðan teir vóru til arbeiðis, og tað kann kosta næstan 100 løgreglumonnum arbeiðið. Sambært løgreglu­ ovastanum eru myndirnar so skelkandi, at tær eru ikki egnaðar at almannakunngera. Løgreglan í Victoria hevur fyrr verið fyri atfinningum frá fólki, sum vilja vera við, at fleiri løgreglumenn eru rasistar, og kanningar hava eisini avdúkað, at tað er so, skrivar Reuters.