fríggjadagur 26. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Hansara avgerðir hava oftast stóran al
men nan áhuga. Sum fyrrverandi nevnd ar
formaður í Atlantic Airways varð Christian
F. Andreasen ofta noyddur at standa
fram og svara spurningum frá forvitnum
fjøl miðlafólki. Eisini sum sakførari og
nevndarformaður í øðrum feløgum hevur
hann ofta verið frammi. Og hann tykist á
ongan hátt at hava trupulleikar at svara
spurningum.
Seinasta mánaðin hevur navnið hjá
Christian F. Andreasen kanska verið serliga
nógv í føroysku fjølmiðlunum. Hann vann í
februar forsetavalið í FSF á Høgna í Stóru
stovu, og stendur nú við róðrið í føroyska
Fótbóltssambandinum.
Náttúran er frírúmið
At síggja til hóskar hann eisini væl til mynd
ina av einum sakførara. Hann er í klædningi
og svartaskóm, og brillurnar eru smartar.
Siðiligur og uttan hóvastak svarar hann
spurningunum, eg seti honum. Eitt sindur
ófrið arligur trummar hann inn ímillum
við fingrunum niður í borðið, meðan hann
nágreiniliga greiður frá. At hann eisini hevur
flotta fartelefon styrkir bara um fordómin av
honum sum ein nossligan løgfrøðing.
Men undir skræðuni er veruleikin kortini
ikki heilt so einfaldur.
Hóast gerandisdagurin fer við at ferðast
millum jakkasett, hátíðarligar nevndarfundir
og roknskapartøl, ger hann skjótt greitt, at
honum dámar lítið at vera í andglettinum,
men heldur, at úrsltini skulu tala sína søk. Tí
leitar hann oftast burtur frá dagliga resinum,
tá møguleikin býðst. Stóran part av frítíðini
situr hann á einum hesti ella gongur púra
einsamallur í fjøllunum.
– Føroyska náttúran er mítt frírúm frá
dagliga arbeiðinum. At sleppa burtur frá
stressinum og fáa fríska luft er eitt slag
av movitatión, greiður formaðurin í Fót
bóltssambandinum frá.
Men handan tjaldið, stendur Christian
F. Andreasen so í andsøgn við mannin í
jakkasetti, sum vanliga er frammi í almenna
rúminum?
Hann er skjótur at svara.
– Ja, avgjørt. Eg hevði gleðiliga verið
minni sjónligur, um tað var gjørligt. Men eg
trívist væl sum sakførari og nevndarlimur,
og tá hoyrir tað til at práta við fjølmiðlarnar.
Tað noyðist eg at taka við. Men tað er ikki
ein ynskistøða. Yvirhøvur ikki, sigur Christian
F. Andreasen.
Tað var júst í royndini at sleppa undan
almenna ljósinum, at hann nærum rann
undan fjølmiðlunum undir valstríðnum.
Hann metti tað verða óneyðugt at tveita
seg í eitt alment kjak, tá føroyska fólkið ikki
skal atkvøða.
– Eg prátaði við fleiri formenn í feløg
unum og greiddi teimum frá mínum ætlanum.
Feløgini eiga atkvøðurnar, og tí noyddist eg
ikki at reklamera fyri mær sjálvum í fjøl
miðlunum, fortelur FSFforsetin, áðrenn
hann tekur tøppin av tveimum appelsin
sodavatn, og setir tær á borðið. Hann reikar
runt í rúminum eina løtu, men setir seg so
niður.
Løgfrøðingur
Christian F. Andreasen flytir av landinum í
1980. Leiðin gongur til Keypmannahavnar
at lesa løgfrøði. At valið fellur á júst løgfrøði
er eitt sindur tilvildarligt. Meðan Christian
gongur í HF í Havn, býr hann hjá farbróðri
sínum, sum er dómari í Føroya Rætti. Haðani
kemur helst áhugin fyri lógum og reglum.
– Sum hjá fleiri øðrum var torført at gera
av, hvat eg skuldi lesa. Tað var í øllum førum
greitt, at tað ikki skuldi taka ov langa tíð.
Eg hugsaði um at lesa til lækna, men tá eg
fann útav, at lesnaðurin tók sjey ár, tímdi eg
ikki tað. Eg valdi løgfrøði á hálvt fimta ár, og
mær dámdi tað væl beinanveg, sigur hann.
Í lestrartíðini svevur hann ikki frítíðina
burtur. Tá hann ikki er bundin av skúlanum
og heimaarbeiði, hjálpir hann eitt sindur til í
Fólkatinginum, umframt at vera formaður í
Føroyska Studentarfelagnum í Danmark og
taka telefonina á kollegiunum, hann býr í.
Hann er sera málrættaður og ynskir seg alla
tíðina aftur til Føroya, har hann trívist best.
Í januar í 1985 er hann liðugur, og fær
alt fyri eitt arbeiði sum sakførari í Føroyum.
Longu árið eftir vilja fótbóltsfeløg í Eystur
oynni stilla hann upp til nevndarvalið í Fót
bóltssambandinum. Hann tekur av, og verður
síðan ofta umbiðin til nevndararbeiði, eisini
í øðrum samanhangi. Fyrstu tíðina berjir
Christian seg gjøgnum strævnu gerandis
dagarnar, meðan hann so hvørt loysir upp
gávurnar.
Dugir tú ikki at siga nei?
Hann drálar eina løtu og hyggur fram fyri
seg. So svarar hann:
– Eg dugi ikki nóg væl. Men eg havi
ongantíð tikið eina avbjóðing, sum eg veit,
eg ikki eri førur fyri at loysa. Eg syrgi altíð
fyri at geva meg fult út í mínum arbeiði, sigur
Christian F. Andreasen, og vísir samstundis
atfinningunum aftur, at hann ikki hevur tíð
at vera FSFforseti.
– At vera FSFforseti er ikki eitt heiltíðar
starv, men eitt nevndararbeiði, sigur hann.
Royndist illa sum málverji
Skúlagarðurin í skúlanum á Toftum er
savn ingardepilin hjá ungdóminum í bygd
ini í sjeytiárunum. Garðurin er einasta
staðið, har tað veruliga ber til at spæla
fót bólt, og hvørja fríløtu síggjast ágrýtnu
dreing irnir renna aftan á bóltinum í tronga
skúlagarðinum.
Tað er fyri tað mesta her, at Christian
F. Andreasen veksur upp. Hann finnur seg
skjótt til rættis sum málverji, men tað liggur
ongantíð í kortunum, at hann skal gerast
drúgvur fótbóltsspælari. Sum ungur droymir
hann seg út á havið, og tí dámar honum
eisini væl at standa í egningarskúrinum og
kappast um at egna flottasta stampin. Tí er
hann fegin, tá hann fer við útróðrarbátinum
Brøðraberg, sum pápin rekur, eftir at hava
lokið realskúlan í Runavík.
Men dreyminum at gerast skipari noyðist
hann at sleppa tíðliga. Hann hevur ringa sjón
í øðrum eyganum, og tí eru møguleikarnir
avmarkaðir. Hann setur sær fyri at fáa
útbúgving, og fer í 1977 undir HFskeiðið í
Hoydølum.
Christian sleppur endaliga fótbóltinum,
Christian vil sleppa un
Christian F. Andreasen er ikki hin sami handan tjaldið.
Hóas vit vanliga síggja hann í fjølmiðlunum í jakkasetti,
hevur hann lítlan hug at vera í andglettinum. – Tað
noyðist eg at taka við, sigur Christian F. Andreasen,
sum vann forsetavalið í FSF í farna mánaði