Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 4 - 8. januar 2002 Nr. 4 - 8. januar 2002 29 ÍBÚÐ/KAMAR Í HAVN 25 ára gomul genta, ið skal byrja á skúla í jan. 02, sóknast eftir íbúð/kamari í Havn. Royki ikki. tlf 452075 & 221530 HÚS TIL LEIGU Nýggj hús miðskeiðis í Tórshavn - 2 min. frá Vaglinum - til leigu. Húsini standa sera væl fyri við góðum útsýni í friðarligum umhvørvi. Húsini verða útleigað undir einum (ca. 250 fermetrar) ella verður niðasta hædd útleigað sum íbúð fyri seg (ca. 80 fermetrar).Húsini eru sera væl egnað sum skrivstova, ella kombinerað skrivstova og bústaður. Góð parkeringsviðurskifti. Møguleiki er fyri at mið- og ovastahædd verða útleigað fult/partvíst møblerað. Ognin verður einans útleigað til fólk, ið eru røkin. Tlf. 210022 Dýr HUNDAHVØLPAR av bordercolli slagnum til sølu. Kunnu latast uml. hálvan febr. Tlf. 227952 ella 373597 HØNUR ynskjast til keyps. Tlf. 216453 GÁS BURTURBLIVIN Um onkur hevur borið eyga við eina gás, hvít við ljósum gráum blettum, ring so á tlf. 444215 YNSKIST Er tað nakar, ið hevur ein Golden retriver hvølp at selja mær, so ring á tlf. 255481. Tit kunnu eisini ringja um tit ikki hava hvølpar men skulu fáa. Takk RASUKETTA YNSKIST Kettlingur við síðum pelsi ynskist. Helst ein hon av slagnum "Hellig Birma" – "Norsk skovkat" Persari ella líknandi. Ring 447870 ella 258975/260809 HUNDAHVØLPAR Hundahvølpar undan Golden Retriver eru til sølu, verða einans latnir djóravinum. Tlf. 224785 TIL SØLU Undulatunger. Tlf. 228058 KETTA BURTURBLIVIN í Marinargøtu fyri jól. Kennist við navnið »Pussy«. Hon er grástríput. Tlf. 316646 HAMSTRARAR Vit vilja fegin keypa ein/tveir hamstrarar. Tlf. 260880/441983 Fundir PENSIONISTAFELAGIÐ Í HAVN kemur saman mikukvøldið 9.1. kl. 19.00 í Losjuni, Tinghúsvegur 18 til hugna við sangi og upplestri. Nevndin Húsarhaldstól VASKIMASKINA TIL SØLU Ein Zanussi vaskimaskina til sølu. Tlf. 313059 eftir kl. 17.00 UPPVASKIMASKINA TIL SØLU Vegna flyting er ein 1 ára gomul og lítið brúkt Zanussi DWS 6849 uppvaskimaskina til sølu fyri kr. 4000,-. (Nýprísur kr. 5950,-) Tlf. 214910 - 312958 CANCY VASKIMASKINA til sølu fyri 1.000 kr. Ein stoyt- doyvari er farin. Tlf. 318775 - 257966 TIL SØLU Óbrúkt køli/frystiskáp til sølu vegna feilkeyp fyri 2.500 kr. Tlf. 421137 - 261585 Innbúgv SPÍSIBORÐ úr bók laminati til sølu fyri 500 kr. Sum nýtt. Stødd 160x90 + tvær eyka plátur á 40 cm hvør. Tlf. 218072 TIL SØLU Seks formspentir stólar úr bók við toy betrekki og borð, Ø 120 cm. Tlf. 313454, e. kl. 17 SOFABORÐ v/ glasplátu og sokkli úr marmor, 80x140 cm, til sølu fyri 600 kr. Tlf. 223478 RULLIGARDINUR TIL SØLU Einar rulligardinur 140 x 160, nýggjar, til sølu fyri 100 kr. Tlf. 255279 SKRIVARABORÐ YNSKIST Vanligt skrivaraborð við skuffum ynskist bíliga til keyps. Ring á 424437 TIL SØLU Brúkt dupult boxmadrassa/song, stødd 140 x 200, til sølu fyri kr. 400. Klár at avheinta. Tlf. 316774/317654 REOL TIL SØLU Myrkt, vælhildið hillalag bíliga til sølu. Tlf. 333843 Lutaseðlar FRÁ STRÁLUNI Hesir vinningar eru ikki avheintaðir enn: 3) 256, 4) 5604, 5) 5091, 10) 5639. Vinarliga sig frá á tlf. 447182. Strálan FRÁ AMNESTY INTERNATIONAL Vinnararnir av lutaseðlunum vóru hesir: 1. vinningur: Marta Olsen, 350 Vestmanna. 2. vinningur: Maud Elmarsdóttir, 100 Tórshavn. 3. vinningur: Gerda Fagradal, 210 Sandur. Amnesty International takkar fyri stuðulin. Amnesty International HAVNAR BÓLTFELAG Lutaseðlarnir eru drignir. Hesi nr. hava vunnið: 1) 6195, 2) 2748, 3) 9150, 4) 9291. Vinarliga sigið frá á tlf. 314448 eftir kl. 17.00. Stóra tøkk fyri stuðulin. HB Pløgg LEÐURSTYVLAR Óbrúktir leðurstyvlar, std. 39, til sølu fyri 400 kr. Ca. 8 cm flottan hæl. Ring 224791 ella 312185, Mariann TIL SØLU Lítið, bundið ullint sjal til sølu. Lise, 322070 Samband SAMBAND YNSKIST Name: Miss Carolina Jackson. Address: PO-Box cc 1005, Cape Coast – Ghana. West Africa. Age: 25 years old, single. Hobbies: Foreign Culture, misuc, gardening and general interests. SAMBAND YNSKIST Name: Miss Roxette Mensah. Address: PO-Box CT 1005, Cape Coast – Ghana, West Afrika. Age: 26 years old, single. Hobbies: Swimming, cooking, travel and general interests. Sjavs SJAVSKAPPING verður í Felagslonini fríggjakvøldið 11. jan. kl. 19.00. Eldrafelagið Borgin SJAVSKAPPING Almenn sjavskapping verður á Kafé Blákross týsdagin 8. jan. kl. 19.00. Kafé Blákross Súkklur SKUTARI TIL SØLU Skutari við tveimum fallhjálmum til sølu fyri 12.500 kr. Tlf. 321340 YAMAHA NEOS SKUTARI árg. 10/2000 er í góðum standi. Fá nærri at vita um skutaran við at ringja tlf. 311950 ella 211950 SCOOTARI Brúktur scootari ynskist til keyps. Tlf. 252127 - 315910 TIL SØLU Svartur scootari av merkinum Honda SFX, í sera góðum standi, lítið brúktur, til sølu. Tlf. 443131 ella 220931 MOTORSÚKKLA Yamaha 650 cc, árg. 85, koyrir væl, til sølu. Tlf. 213491 Teldur TIL SØLU Athlon T-bird 1000MHZ, 61GB Harddisk, 512MB PC-133 RAM, GeForce 2 64MB V/TVOUT , netkort 10/100 MBIT, 12XDVD, ljóðkort, scroll mús, tastatur, diskdrev, nakrir filmar og spøl um ynskist. Til sølu fyri 8500,- kr Tlf. 27477297 TELDA TIL SØLU Intel Pentium II 400 Mhz, 20 Gb IBM Harddisk, CD-ROM drev, Matrox G400, Dualhead grafikkort (møguleiki fyri tveimum skíggjum), Soundblaster Live ljóðkort, 256 Mb Ram. K56 Lasat modem, 19" Nokia Monitor. Kostnaður 7.800 kr. Tlf. 223478 NÝGGJ FARTELDA Fujitsu Siemens Amilo fartelda, 1 mðr. gomul, onki brúkt. 750 Mhz celeron, 10 GH harddisk, 192 MB RAM, 12,1 TFT skerm, innbygd modem, netkort, 4MB Silicon 3D grafikkort. Taska fylgir við. Nýprísur: 19.000 kr. Til sølu fyri 16.000 kr. Tlf. 312137 ella 250837 PLAYSTATION SPØL In cold blood, Parasite, Eve 3 við fleiri til sølu fyri 100 kr. stk. Tlf. 448097 TELDA TIL SØLU Pentium 166 Mhz MMX, 32 MB ram, 6,4 GB harðdisk, CD-Rom drev, ljóðkort, 3COM modem, 15” skerm, til sølu fyri 2500,- kr. Tlf. 422364 Tónleikur BANG OG OLUFSEN YNSKIST TIL KEYPS. Um tú skuldi átt ein brúktan fløguspælara ella/og kasettuspælara av merkinum B&O 6000 ella 8000 ella harumleið, sum tú kundi hugsað tær at selt, ger so væl at ringja 213356/313356 DALI 909 Brúktir Dali 909 hátalarar, 500 watt, frá 98, til sølu. Ring 224791 ella 312185, Mariann Ymiskt BARNADÓP ELLA ... ein lítlan føðingardag? So hava vit høli og matskrá eftir ynski. Ringið á tlf. 221379 ella 317024 og hoyrið meira um prís o.a. Cafe Karlsborg GÓÐUR DØGURÐI! Mikud.–hósdag frá kl. 12–14, 17–19: Ræstur fiskur, garnatálg, spik, kaffi og kleynur. Prísur 55 kr. pr. pers. Sigið frá dagin fyri á tlf. 221379 ella 317024. Stongt fyri óteknað. Karlsborg VENJINGARBONKUR TIL SØLU Multi venjingarbonkur til sølu – POWERMAX – model 70072. Fyri kr. 4000,- Tlf. 320365/210365 YMISKT TIL SØLU Blandingsbattarí, fýra gamlar hurðar, kommoda og nakrar gamlar rammur til myndir. Tlf. 424567 VINDEYGA Eg havi eitt nýtt, óbrúkt Husmor vindeyga til sølu fyri 1.400 kr. Uttan rút. Breidd 120, hædd 130 cm. Tlf. 361366 NOKIA 6210 uml. 1/2 ára gomul, til sølu fyri 2.200 kr. Tlf. 26210188 FARTELEFON Nokia 8210 við etui, ladara, haldara til bil við mikrofon til sølu fyri 1.800 kr. Tlf. 223478 TIL SØLU Inni oljutangi, 1.500 ltr., til sølu fyri 2.000 kr. JÄMÄ oljufýrketil, árg. 98, til sølu fyri 3.000 kr. Tlf. 212358 TIL SØLU 6 kvm. laminat (kirsuber), ikki upppakkað, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 447616 YNSKIST Snowboard ynskist til keyps. Tlf. 315851 NOKIA 9210 3. mðr. gomul, Dk-software uppdaterað við nýggjasta, til sølu fyri 6.800 kr. Tlf. 253950 TIL SØLU Ein telefonsvarari Connexion til sølu fyri 150 kr. – er nýggjur. Tlf. 255279 HUGNAKVØLDIÐ á Keldu í Skálavík við føroyskum dansi, dansispølum gamlamanna- dansi verður 12. jan. kl. 20.00. Tilmelding áðrenn mikudagin kl. 18.00 á tlf. 361362, 361164, 361254 ella 361359. Sí annars uppsløgini í handlunum. Dansifeløgini í oynni TIL SØLU Sproytikabina, 7 kw motor, til sølu. Tlf. 443131 ella 220931 RÁGLAS RÚTUR 115 cm høgur, 51 cm breiður, til sølu fyri 300 kr. Tlf. 213491 HÚS TIL SØLU Mál nr. 177 Adr. Fagralíð 6, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: 88 m2 x 2 + loft, hjall og garagu Stødd á grundøki: 337 m2 Byggiár: 1972 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Mál nr. 228 Adr. Rygsgøta 6, Hamarin, 160 Argir Stødd á sethúsum: 120 m2 í tveimum hæddum Stødd á grundøki: 500 m2 Byggiár: 1993 Kostnaður: Ynskja kr. 1.800.000,- ella hægsta boð yvir Mál nr. 229 Adr. A. C. Evensensgøta 1, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: Uml. 85 m2 x 3 og 100 m2 x 2 Byggiár: 1948 Kostnaður: Kr. 3.000.000,- ella hægsta boð yvir Mál nr. 230 Adr. Trapputún 1, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: 112 m2 x 2 + bilhús Stødd á grundøki: 586 m2 Byggiár: 1962 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Mál nr. 231 Adr. 388 Mykines Stødd á sethúsum: Uml. 120 m2 í trimum hæddum Stødd á grundøki: 87 m2 Byggiár: Eldri sethús Kostnaður: Kr. 500.000,- ella hægsta boð yvir Mál nr. 232 Adr. Grønlandsvegur 50, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: 204 m2 í trimum hæddum við útbygningi Stødd á grundøki: 777 m2 Byggiár: Uml. 1950 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Mál nr. 233 Adr. Jóansgøta 9, 188 Hoyvík Stødd á sethúsum: 92 m2 + loft og hjall (eisini er bilhús á ognini) Stødd á grundøki: 510 m2 Byggiár: 1993 Kostnaður: Kr. 1.700.000,- ella hægsta boð yvir Mál nr. 234 Adr. Landavegur 7, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: Uml. 100 m2 í tveimum hæddum + loft Stødd á grundøki: Uml. 100 m2 Byggiár: 1900 Kostnaður: Hóskandi boð Mál nr. 235 Adr. J. C. Svabosgøta 48, 100 Tórshavn Stødd á sethúsum: 63 m2 x 3 + garagu Stødd á grundøki: 202 m2 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Ætla tygum at selja ella keypa hús, vilja vit fegin hjálpa tygum GRUNDØKI OG JØRÐ Mál nr. 545 Adr.: Rasmussargerði, Skála Vídd á grundøki: 1478 m2 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Mál nr. 547 Adr.: J. C. Svabosgøta 25, 100 Tórshavn Vídd á jarðarøki: 508 m2 við ástandandi úthúsi Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Mál nr. 549 Adr. Grønlandsvegur 50, 100 Tórshavn Vídd á grundøki: 600 m2 Kostnaður: Hóskandi boð ynskist Húsamekling Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn, Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo www.husamekling.fo Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16 Vit hava eisini onnur sethús, sum ikki eru lýst í blaðnum. Støkk inn á gólvið. HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða mamma Hjartaliga tillukku við 35 ára degnum. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Heilsan, Annika og Lív Góði, elskaði abbi Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum. Muss og klemm frá Mariannu og Hilmu Góða, elskaða Sára Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingar- degnum tann 6. januar. Kærastu heilsanir, mamma og babba C M Y K 29 28 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3289 Navn: Sp/f 09.11.2001 Adressa: Bjarnoyarvegur 15, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 20.12.2001 Viðtøkudato: 20.12.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Kenneth L. Samuelsen, Bjarnoyarvegur 15, 100 Tórshavn. Stjórn: Kenneth L. Samuelsen, Bjarnoyarvegur 15, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: : Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 20.12.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at eiga, umsita og útleiga fasta ogn, reka handilsvirk-semi og annað í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 4. januar 2002 Kristin Balle Tíðindaskriv frá Vinnumálastýrinum Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tikið avgerð um at stovna skipan, sum skal fremja møguleik- arnar hjá kvinnum at stovna egna fyritøku. Mangt bendir á, at kvinn- ur við góðum vinnuligum hugskotum mangan halda seg aftur at fremja ætlan- irnar í verki. Tí verður stig tikið til hetta serstaka átak at fjølbroyta føroyska vinnulívið. Endamál Endamálið við verkætlanini er at skipa fyri skeiði, har dentur verður lagdur á: • at kvinnur verða tryggari í, hvussu ein fyritøka verð- ur stovnað og rikin, • at styrkja førleikan hjá kvinnum at arbeiða við egnum vinnuhugskotum, • at leiðbeina um, hvar vit- an um vinnu fæst, • at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið. Miðað verður eftir, at luttakararnir fáa holla vitan um endamálið við atliti at: 1) marknaði, 2) fígging, 3) innkeypi, 4) vørustýring, 5) hvussu avtalur verða gjørdar o.a. Tá ið skeiðið er liðugt, hava luttakararnir lært at gera eina virkisætlan gerðarætl- an (handlingsætlan) og lært, hvussu umráðandi tað er, at verkætlan verður gjørd, tá ið talan er um at reka eina fyritøku. Dømi um spurningar, sum roynt verður at svara • Hvørjar eginelikar hava slóðbrótarar? Hvussu eri eg? • Er mítt vinnuhugskot lív- ført? Eru onnur sum hava sama hugskot? Hvussu seti eg upp eina virkisætlan- hví er hon neyðug og hvussu skal eg skriva hana? • Endamál- á hvønn hátt er mín fyritøka øðrvísi enn aðrar líknandi fyritøkur, og hví skulu tær ikki vera eins? • Innkeyp, vørustýring, hvussu avtalur verða gjørd- ar og framløga. Hvussu og hvaðani fái eg ráevni, og hvussu eru umstøðurnar at keypa inn (tollur, MVG o.a.)? Hvussu við sáttmála- samráðingum? Hvussu nógv fái eg av køkuni? • Marknaðarmál- Hvar er mín marknaðarbólkur? Hvussu stórur er hann? Hvussu fái eg fatur á hon- um? Hvussu áseti eg prís- in? Hvussu nógv skal eg lýsa, og hvar skal eg lýsa? • Fíggjarstýring- Debet og kredit, hvat er tað? Hvussu við bókhaldi, og hvussu kann tað verða nýtt sum stýringsamboð í rakstrin- um? Hví fái eg ikki somu tímaløn, sum fyritøkan fær.? • Stýring- Hvørja uppgávu hevur stjórin og hvat hevur mesta týdning í hansara framferð? Hvørjar skyldur hava arbeiðsgevarar? Hví skal eg seta starvsfólk, og hvussu geri eg tað? Kostnaðurin at hava starvsfólk? • U p p l ý s i n g a r t ø k n i - hvussu dýra teldu skal eg keypa? Hvørji forrit skal eg duga at nýta? Hvat skal eg brúka Internetið til, og hvussu skal eg nýta tað? • Hvat hendir í hesum upplýsingarsamfelagnum, og hvussu broytir tað starvsumhvørvið hjá fyri- tøkuni? Ætlan Ætlanin við átakinum Kvinnur sum íbirtarar er at eggja kvinnum at luttaka í handils- og vinnulívinum og soleiðis eisini stuðla upp undir, at javnvág verður millum menn og kvinnur í býtinum at eiga og reka fyritøkur. Kvinnur sum íbirtarar er skipað sum skeið við 5 tím- um um vikuna í 15 vikur. Kvinnur, sum eru sjálv- vinnurekandi, kunnu eisini luttaka og fáa leiðbeining um vinnuligar framtíðar- møguleikar. Fyrilesarar eru fólk úr vinnulívinum og vinnuskúlunum við roynd- um í ráðgeving. Skeiðini byrja við einum døgurða- tíma, har luttakararnir hitt- ast og práta. Stórur dentur verður lagdur á, at luttakar- arnir møta til felagsdøgurð- an. Skeiðsbygnaður Byrjað verður mikudagin 6. februar 2002 kl. 13.00 á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Fyrsti dagurin verður nýttur at kunna nærri um skeiðið í smálutum, læra hvønn ann- an at kenna og fyrilestur. Skeiðini verða hvønn mikudag frá 6. februar til 29. mai frá kl. 12.30 til 17.30 við undantaki av mikudegnum 27. mars. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp- gávutímar. Í uppgávutím- unum verður stórur dentur lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum verkætlanum. Ráðgevi/-ar verða við stóran part av tíð- ini at hjálpa og vegleiða tín- ari ætlan. Ymiskar vinnufyritøkur, herundir fíggjar- og tæn- astufyritøkur, vitja á skeið- num. Kvinnur, sum hava stovnað og rikið vinnufyri- tøkur, vitja og greiða lut- takarunum frá sínum vinnuroyndum. Fígging og tekning Vinnuframagrunnurin letur stuðul og hvør luttakari skal gjalda 4.500 kr. Áhug- aði verða biðin um at tekna seg til Skeiðsdepilin við Marknagilsvegin, post- smoga 177, 100 Tórshavn fyri 10. januar 2002. Tiltøk av hesum slagi eru eisini gjørd í m. a. Noregi, Íslandi og Skotlandi við góðum úrslitum. Aftanfyri verkætlanina standa Vinnu- framagrunnurin, Menning- arstovan og skeiðsdepilin við Marknagil (Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli í Tórshavn). Kvinnur sum íbirtarar