mánadagur 12. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Høgni Hoydal
Føroyar eru ikki ein býur
í Kina. Men tá tú seinastu
dagarnar lesur Sosialin í
nýggjum sniði og Portalin –
sum Sosialurin fær pengar
frá Føroya Tele fyri at leggja
sína propaganda út á – so
kundu vit tað sama verið í
Kina. Stjórnartrúgvari am
boð og grovari reinging av
veru leikanum,
finnir
tú
neyv an um okkara leiðir. Um
tú fylgir við, hvat gongur fyri
seg í politikki og lurtar eftir
og lesur aðrar fjølmiðlar, so
trýrt tú ikki, at tað er sama
land, tú livir í, tá tú lesur
Sosialin og Portalin.
Eirikur Lindenskov er nú
einsamallur blaðstjóri, meðan
Jan Müller er í farloyvi, og
tað hevur sanniliga sett síni
spor beinanvegin.
Oddagreinarnar hjá Eiriki
liggja nú á Portalinum sum
tíðindagreinar. Og Tjóð veld ið
skal sum vanligt nið ur gerast
og heingjast út, með an sam
gongu flokkarnir
sleppa
snikka leysir og javn aðar
flokkurin sjálvandi verð ur
róstur. Kemur so eitt kritiskt
orð frá Eiriki um sam
gonguna – sum var í sein astu
odda grein – so verður beinan
vegin stúvað av við, at Tjóð
veldi sjálvandi er líka ringt
ella verri. Og kritikkurin av
samgonguni kemur sjálvandi
ikki á Portalin.
Stjórnartíðindi
eiga frítt at fara
Í Sosialinum og á Portal in um
hevur ongin veru lig viðgerð
verið av tí full komna ruðu
leikanum og ábyrgdarleysa
politikkinum, sum lands stýr
ið og samgongan hava skapt
seinastu 8 árini. Og lesur tú
hesar miðlarnar sein astu 14
dagarnar, har upp loysnin í
samgongu og landsstýri er
fullkomin, so sæst lítið og
onki til tað, hvørki í Sosial
inum ella á Portalinum.
Har hava landsstýrisfólk og
løgmaður fría mikrofon og
atgongd at fáa øll tíð inda
skriv út.
Fríggjadagin stóð til døm
is á Portalinum, at løg mað ur
nú kallaði lands stýr ið á fund
til tess “at við gera fíggjar
karmar
og
reformar”(!).
Hetta var dagin eftir, at
sam gonguflokkarnir í ein
heilan dag høvdu lopið á og
spilt hvønn annan út fyri
uppskotið hjá sama landsstýri
um fíggjarkarmar. Men vóru
nøkur tíðindir um tað á
Portalinum ella í Sosialinum?
Ja, gitið sjálvi. Og vóru nøkur
tíðindi fríggjadagin um, at
Løgtingið viðgjørdi ítøkiliga
uppskotið hjá Tjóðveldi um
ein fiskivinnureform og Til
feingisbúð (ið annars fekk
góða móttøku og rós í flestu
flokkum)? Nei, vit gera jú
bara fortreð og eru orsøkin
til, at samgongan ikki fær
arbeitt.
Andstøðan er
trupulleikin
Ístaðin hevur Eirikur Lind
en skov
hesa
vikuna
og
um
páskirnar
persónliga
havt fleiri tíðindastubbar á
Portalinum, sum endurgeva
hansara oddagreinar um, at
Tjóðveldi og undirritaði skulu
hava framt dreingjalótir og
glantrileik, tá ein samlað
andstøða legði fram misálit
móti sitandi samgongu fyri
páskir (men sambært Eiriki
var tað altso eg persónliga,
ið gjørdi tað og ein spjadd
andstøða).
Og tann ótrúliga jour nal
istiska vinklingin liggur í tí,
at Hergeir Nielsen og Karsten
Hansen vóru burturstaddir,
tá misálitið varð viðgjørt. Tað
var løgmaður eisini og aðrir
samgongumenn, men tað
er sjálvandi ikki áhugavert.
Eirikur hevur hvørki tosað
við undirritaða ella onnur í
andstøðuni, og hann hevur
ikki endurgivið ella viðgjørt
nakað um grundgevingarnar
og orðaskiftið í sambandi við
misálitið.
Hevði hann gjørt tað, so
hevði hann jú verið noydd
ur at viðgjørt tann polit
iska veru leikan og hvat
veru liga fór og fer fram. Tí
veru leik in er jú tann – sum
eisini varð grund gevingin
fyri mis álit inum – at hvørki
andstøðan ella Føroya fólk
visti, um vit høvdu nakra
sam gongu,
tá
uppskotið
til fíggj ar karmar varð lagt
fram. Vit vistu bara tað sama,
sum onnur høvdu hoyrt í
fjølmiðlunum og tímarnar
undan tingfundinum. Heilt
fram til tað síðsta hoyrdu vit,
at roynt varð at finna semju.
So hvussu skal andstøðan
fyrireika seg til eina støðu,
sum er í ruðuleika og kann
broytast, hvønn minutt?
Men
tá
mikudagurin
rann upp og tingfundur
skuldi setast at leggja fram
upp skotið um fíggjar karm
ar, kundu vit sláa fast, at
Fólkaflokkurin segði seg ikki
hava álit á tí upp skoti, sum
Løgmaður og Fíggjar mála
ráðharrin vildu leggja fram.
Tann morgunin hittust
vit allir andstøðuflokkarnar
og gjørdu av, at um hetta ikki
var grundarlag fyri einum
misáliti á samgonguna og
landsstýrið – ja, so er ongan
tíð grund fyri einum mis
áliti.
Vit gjørdu greitt, at um
andstøðan ikki var at sær
komin og kravdi hendan
glantrileikin at steðga, har
teir flokkar, ið skulu eitast at
mynda stjórn, dag og dagliga
í fjølmiðlum spilla hvør
annan út, reka valstríð við
landsstýrissessum og skap
andstygd fyri politikki, so
fór sirkussið bara at halda
fram eftir páskir og kanska
vikur og mánaðir afturat. –
Og tað er júst tað, sum vit nú
uppliva.
At øll sita í óvissu, og at
vit ikki kundu gera støðuna
upp, fyrrenn beint undan
tingfundinum, er sanniliga
ikki orsakað av nøkrum
glantri leiki frá andstøðuni.
Tað er bert samgongunnar
verk. Og hetta elvdi so til, at
ikki fekst fatur á tveimum
tingmonnum tann morgunin
og tískil heldur ikki kundu
innkalla varafólk, tí tað skal
gerast persónlioga – sum
kortini fult og heilt stuðla
allari restini av andstøðuni í
misálitisuppskotinum.
Men hetta fær Eirikur
Lindenskov gjøgnum Sosialin
og Portalin altso gjørt til ta
stóru søguna. Leggur meg
persónliga undir at “spæla
við einum misáliti”. sigur, at
“andstøðan stendur spjadd”(!),
og rósar javnaðarflokkinum
fyri at standa væl saman
og nærum at hava offrað
seg almikið í sambandi við
misálitisuppskotið (!).
At ímynda sær
um stjórnin var
ein onnur...
Her er talan um grovasta
propaganda og at flyta fokus
burtur til frama fyri eina
sundurbrotna
samgongu
og ein ávísan flokk. Her var
ongin
spurningur
settur
um, hvussu tað ber til, at ein
samgonga ikki fær misálit,
tá bæði ein heilur flokkur
og stórur partur av flokki
løgmans, dagliga siga seg ikki
hava álit á tí, sum løgmaður
og landsstýrið gera.
Vit kunnu nú bara sum
eitt hugsunardømi ímynda
okkum, hvat Eirikur Linden
skov hevði gjørt og skrivað,
um Tjóðveldi var í samgongu
í løtuni. Vit vita øll, at har
hevði neyvan verið ein for
síða
turr
við
standandi
ákær um um niðurpíning,
kaos, offring av vælferð
o.s.fr. Og lat okkum ímynda
okk um, hvat hevði hent, um
ein tjóðveldisløgmaður sat
í løtuni – og hon ella hann
tildømis ikki møtti upp til at
viðgera eitt misálitisuppskot
móti sær. Á, tú mildi Portalur
og Sosialur, ið tá hevði verið.
Og hevði hetta ikki verið
nóg mikið, so hevði Eirikur
Lindenskov kunnað borðreitt
við eini eina lásagølu ella
annað íspunnið og ósatt við
ein um
javnaðarpolitikara
sum keldu, eins og gjørt
varð seinast Tjóðveldið var í
samgongu.
Vit kunnu eisini sum
eitt hugsunardømi ímynda
okk um, hvat hevði hent í
Noregi ella Svøríki, um tey
høvdu havt eina stjórn,
ið hevði sitið í 8 ár og
hevði mist alt tamarhald á
búskapinumog ikki kundi
semjast um ein fíggjarkarm.
Og
at
forsætisráðharrin
ikki møtti upp til viðgerð av
ein um misálitisuppskoti á
stjórnina. Mundu Expressen,
Dagens Nyheter ella VG
hava sent tíðindir út um, “at
oppositionen skaper kaos”,
og ikki viðgjørt ein einasta
bita av grundgevingunum
og viðgerðini av mis álit
in um? Og síðani endur
givið tíðindaskriv frá for
sætisráðharranum um, at
hann fór at kalla stjórn ina
saman at viðgera fíggjar
karmar eina viku eftir at eitt
kaotiskt uppskot varð farið
í tingið og húðflett av somu
stjórn.
Hvat hevði tá verðið sagt
um støðuna hjá norð ur
lendska fólkaræðin um og
leiklutin hjá eini kritiskari
pressu?
Vit fíggja øll
stjórnarpropaganda
Men hetta ber altso til í
Føroyum. Á Portalinum hjá
einum
almennum
parta
felag, ið er mest lisni miðil
í Føroyum, og sum enntá
rind ar Sosialinum og Eiriki
Lindenskov pening fyri, at
hann leggur slíka propa
ganda út til ung sum gomul
í Føroyum.
Hvørja ferð eg ringi –
og hvørja ferð ein stórur
partur av Føroya fólki ringir,
er á netinum ella sms’ar –
fíggja vit hendan ótrúliga
tíðindaflutning.
Haldi, at hetta er so flott,
at eg má ynskja Sosialinum,
Portalinum og Føroya Tele
tillukku við, at hetta kann
bera til í einum nútímans
samfelag.
(Ei dáni í, at propagandain
virkar so væl, at eisini ein
fyrrverandi
tíðindamaður,
sum Ívar Iversen, ikki kann
koma til aðra niðurstøðu
enn hana, at undirritaði og
Tjóðveldið hava skyldina
av støðuni í Føroyum, eftir
at javnaðarflokkurin, fólka
flokkurin
og
sam bands
flokkurin hava stýrt og havt
alt valdið í 8 ár).
Tillukku – Sosialurin, Portalurin og Føroya Tele
Meðan landið liggur í ringasta politiska stjórnarloysi nakrantíð, og samgonguflokkarnir framføra sín
ábyrgdarleysa glantrileik dagliga, eydnast tað Sosialinum og Portalinum at gera Tjóðveldi og andstøðuna
til syndabukk og ábyrgdara fyri glantrileikin. Tað er so flott klárað, at vit mugu ynskja teimum tillukku
Tann ótrúliga jour nal istiska vinklingin
liggur í tí, at Hergeir Nielsen og
Karsten Hansen vóru burturstaddir, tá
misálitið varð viðgjørt