Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 14 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Aftast frá vinstru: Margretha Petursdóttir, Argir, Harriet Anthoniussen, Húsavík, Hansina Eliasen, Kollafjørður, Dairis Jakobsen, Skálavík, Maiken í Lágabø, Vágur, Eyðdis Vestergaard, Sumba, Sunneva Larsen, Dalur, Malan Christiansen, Tvøroyri og Johan á Kák, Tórshavn. Fremst frá vinstru: Malbjørg Thomsen, Skopun, Bjarta Hansen, Norðagøta, Sólfríð Christiansen, Skáli, Jórun Poulsen, Vágur, Marjun Djurhuus, Selatrað, Anna Maria Thorsen, Vágur, Poula Mortensen, Hovi, og Karin Súsanna Tausen, Tvøroyri. Turid Bærentsen, Argir, vantar á myndini. Heilsuhjálparar fingið prógv Fríggjadagin 26. mars 2010 fingu 18 heilsuhjálparar prógv á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy Á heilsudegnum á Røktar- og ellisheiminum í Runavík, sum verður í morgin 13. apríl, verður tað ikki sum áður lýst Sølvi Reinert Hansen, men Henning Bøgesvang, ið heldur fyrilesturin: "Jaligur lívsstílur". Les meira á heimasíðuni: www.ere.fo Würth Føroyar skipar í hesi vikuni fyri fakmessu á Hjalla. Talan er um eina serliga framsýning, har vit sýna fram, nakað av tí sum vit hava at bjóða, sigur Claus Christensen deildarstjóri hjá Würth í Føroyum Í døgunum frá 15. til 17. apríl verður Würth messa á Hjalla 7a í Hoyvík. Vit fara at sýna fram eitt stórt úrval av tí, sum vit selja innan okkara fýra høvuðsvinnur: auto, metal, el og træ. Á messuni verður útgerð til m.a. bilverkstøð, motorsúkkluverkstøð, entre- prenørar, maskinverkstøð, smiðjur, elektrikarar, installa- tørar, timburmenn, snikkarar, múrarar og málarar, eins og útgerð til ventilatión, radio og sjónvarp. Vit fara sjálvandi at hava nøkur sera góð messutilboð, sigur Claus Christensen, deildarstjóri hjá Würth í Føroyum, sum leggur afturat, at har eisini verður okkurt gott til matna. Würth, sum bleiv stovnað í Týsklandi í 1945, er í dag ein heimsumfatandi fyritøka við umleið 40.000 starvsfólkum kring um í heiminum. Teir hava serkunnleika í fram- leiðslu av t.d. hond, luft og el-amboðum, kemiskum pro- duktum, goymsluloysnum, skrúvum og møtrikum v.m. Würth Føroyar serviser- ar alla ta føroysku hand- verkarabransjuna hvønn gerandisdag alt árið. Würth hevur umleið 1000 kundar í Føroyum . Messan, sum verður í bygninginum yvirav Vøru- húsinum á Hjalla, letur upp hósdagin kl. 15 og verður opin hósdagin og fríggjadagin frá kl. 9-18 og leygardagin frá kl. 10-16. Ókeypis atgongd. Würth messa á Hjalla Starvsfólk hjá Würth í Føroyum f.v.: Bernhard Jacobsen, Claus Christensen og Esmar Klakstein Mynd: Magnus Gunnarsson Rætting: Ikki Sølvi men Bøgesvang Tøkk øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Eskild Højgaard, Toftir andaðist og var jarðaður, takka vit hjartaliga. Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og Fríðrikskirkjuni. Tøkk til organist, kirkjutænarar og sangarar og til tykkum, sum hjálptu okkum við ervinum. Tøkk til tykkum á Heiminum á Mýrunum og á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, sum vóru so góð við hann tey seinastu árini. Familjunnar vegna Jóan Petur, Herdis, Dan, Henning og Djóni Dagurin 12. apríl. Julius, deyður í 352. Til minnis um pávan Julius I. Rómverskt ættarnavn. Í dag er páskadagur. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008 v www.sosialurin.fo it t tú ikki tað?