mánadagur 12. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Í summar verður høvi hjá før
oy ingum at uppliva eina heims
stjørnuna, sum ivaleyst telist mill
um størstu solistarnir í heiminum.
63 ára gamli Sir Elton John hevur
selt meira enn 250 milliónir fløgur,
og hevur í síni 40 ára longu karrieru
av rikað meira enn tey flestu.
Hann
hevur
vunnið
fimm
Grammy Awards, eina Acadamy
Award, eina Golden Globe Award
og eina Tony Award. Í 2008 bleiv
hann valdur sum mest eydnu ríki
solisturin í heiminum av við ur
kenda tónleikablaðnum “Billboard
– Hot 100 Top All Time Artist”.
Byrjaði í lokalari pub
Eins og nógvir tónleikarar í heims
søguni, so byrjaði Sir Elton John 15
ára gamal á einari lokalari pub og
hotelli, í hansara heimbýi í Ong
landi. Eftir fleiri royndir at gerast
for sangari í ymsum bólkum í Bret
landi, hitti Sir Elton John í 1967
Bernie Taupin, og tað gjørdist
byrjan in til eitt fleiri ára samstarv.
Bernie Taupin skrivaði tekstir,
með an Elton John skrivaði løgini,
og síðani sendi tey til Taupin,
og í 1967 bleiv fyrsta lag teirra
“Scarecrow” útgivið.
Í 1968 lat Elton John fyrstu
single plátuna út við heitinum “I’ve
Been Loving You”. Í 1969 kom enn
ein singlepláta “Lady Samantha”,
og fløgan “Empty Sky” út á gøtuna.
Hóast framúr ummæli, so seldi
plátur nar ikki serstakliga væl.
Í 1970 tók hansara tónleika
karriera veruliga dik á seg, og tað
árið komu tvær fløgur út frá solist
inum.
Síðani tá hevur hann útgivið 26
fløg ur, og 5 fløgur við filmstónleiki.
Her kann nevnast eitt nú Disney
tekni filmurin Lion King, har allur
tónleikurin í filminum er fram
leidd ur av Sir Elton John.
Tónleikavinnan
vindur uppá seg
Seinastu árini er tað vorðið mest
sum gerandiskostur, at føroyingar
bjóða heimsstjørnum til Føroya.
Seinastu
árini
hava
vit
havt
stjørn ur sum Melanie C, Nephew,
Scorpions, Bryan Adams, Kris
Kristofferson og mong onnur, og
í ár kunnu føroyingar gleða seg til
Westlife í Klaksvík og Elton John á
Tórs vølli.
Five Star Entertainment hevur
framm anundan bjóða føroyingar
kon sert ir við heimsstjørnum sum
Kris Kristofferson og Bryan Adams.
Í ár verður so tann størsta kon
sertin sum Five Star hevur bjóð að
til, nevniliga Sir Elton John á Tórs
vølli 29. juni.
tónleikur Í summar fáa føroyingar
møguleikan at uppliva heimskenda
bretan Sir Elton John, tá ið hann
trínur á pall á Tórsvølli
Planet
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Sir Elton John á Tórsvølli