fríggjadagur 16. apríl 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
4
VIKUSKIFTI
Dagliga borðreiða vit við E621, E300, E407 og
E323. evni, ið vit ikki vita nakað um, mEn sum
vit eta 6-7 kilo av árliga. nógv av hEsum Eru
Evni, ið vErða latin í vanligan mat í staðin
fyri tað, tú heldur Er í. tað gEvur pylsuni
mEira smakk av kjøti, ísinum mEira smakk av
róma og saftini mEira smakk av frukt.
fusk við m
Tey sokallaðu »E-numrini« eru
at finna allastaðni. Føroyar hava
somu reglur sum Danmark á
hesum økinum, og Danmark og
øll onnur ES-lond loyva 316 ymisk
E-numrum.
Tað, ið goymur seg aftanfyri
tølini, eru evni, ið á ymiskan
hátt betra um matin, so at hann
tykist meiri lokk andi fyri okkum
brúkarum. Tað kann vera at betra um
litin á ísinum, gera jogurtið tjúkkari,
breyðið søtari og kryddblandingina
sterkari.
Spurningurin er, hví maturin
hevur brúk fyri hesum – hevur hann
tað ikki í sær natúrligt?
Svarið er í flestum førum, at
nútíðar maturin er so kemiskt
viðgjørdur, at hann hevur mist
stóran part av natúr liga smakkinum,
og tí er neyðugt at styrkja smakkin
fyri at gera matin borð baran.
Grønur av spinat
Høvundin Mats-Eric Nilsson hevur
givið tvær bøkur út um hetta
evni. Tann fyrra æt »Den hemlige
kokken« og tann seinna »Ekte
vare«. Hann greið ur frá, hvussu
hansara áhugi fyri nú tíð ar matinum
var vaktur:
»Eg og beiggi mín vóru ein túr
á strondini. Beiggin hevði hug at
keypa ein ís og keypti ein »Pistacie-
Magnum«. Meðan vit sót og ótu ísin,
læs beiggin á innihaldsyvirlitinum
og brast útúr: »Henda kemiska
evjan kann ikki kallast fyri ísur«.
Tað vóru ongar pistaciunøtir, ið
gjørdu ísin grønan, tað var spinat
og ymisk E-nummar.«
Mats fór at hugsa um, tað kundi
vera soleiðis við fleiri matvørum,
og úrslitið varð tvær bøkur og nógv
kjak í Svøríki, Finnlandi og Norra um
íbland ingar evni og smakkstyrkjarar
í okkara dag liga kosti.
Hann kom millum annað
fram til, at ein miðal brúkari í
vesturheiminum fær mill um 6 og 7
kilo av íblandingarevni í seg árliga.
Hetta er ein stór mongd, tí flestu
smakkstyrkjarar og ílatingarevni
eru so sterk, at bara ein lítil mongd
er nokk.
Samanlagt keypur altjóða mat-
vøru ídnaðurin íblandingarevni fyri
150 milliardir krónur um árið. Tey
siga, at tey verja brúkaran við at
nýta hesi evni, tí maturin heldur
sær longri, og brúkarin ikki gerst
sjúkur av mateitran.
Men tað er bara ein brøkpartur, ið
betra um haldbarið. Níggju av tíggu
ílatingarevnum eru kosmetisk. Tað
vil siga, at tey betra um konsistensin
og útsjóndina á matinum.
Lesa ikki innihald
Flestu brúkarar lesa ikki inni halds-
yvir litið, tá ið tey keypa mat. Onki
løgið er í tí, eftirsum tað oftast er sett
við so smáum stavum og á so óróliga
bak grund, at tað nærum er ógjørligt
at lesa. Men í innihaldsyvirlitinum
finnur ein svarið uppá, um ein
matvøra er tað reina fusk, ella um
hon inniheldur tað, ið pakkin lovar,
at hon inniheldur.
Eitt alment ráð, ið Mats-Eric
Nilsson gevur, er, at halda seg
vekk frá mati, ið hevur langt
innihaldsyvirlit. Tað er oftast tekin
um, at maturin hevur langa bak-
grund á virkjum, og at rávøran
hev ur mist sín natúrliga smakk og
út sjónd.
Eitt dømi, sum flestu føroyingar
kanska vita, er, at laksur ikki er
ljósa reyður. Hann er grábrúnur,
og ljósareyði liturin verður givin
laksinum fyri, at hann skal síggja
leskiligari út.
Eitt annað dømi uppá sokallað
fusk er vanilja. Einans 2-3 prosent
av all ari vanilju í heiminum
kemur frá tí orki deini, ið hevur
givið vaniljuni sítt navn. Restin
eru meira ella minni væl gjørdar
eftirlíkningar. Ein háttur at gera
vanilju er úr rotnum grannviði,
tí evnið lignin er í granntrøðum,
og líkist hetta evni nógv ektaðari
vanilju. Vaniljusmakkurin verður
eisini framleiddur úr petrokemiskum
evnum, og sami vaniljusmakkur,
ið vit lata í køkur og ís, verður
eisini brúktur til rein gerð og
vaskipulvur.
Venja okkum
Ein avleiðing av at vit eta meira og
meira av mati, ið er viðgjørdur við
ílat ingarevnum er, at okkara smakk-
sansur venur seg við eftirgjørda
smakkin, og tí velja vit heldur
kemiskt framleidda matin enn tann
natúrliga.
Spurningurin er so, hvat øll hesi
kemisku evni gera við okkum menn-
iskju. Nógv av teimum eru bara
testað á rottir og onnur djór. Summi
veit man elva til ovurviðkvæmi,
men eru hóast tað loyvd.
Av teimum 316 loyvdu
E-numrunum er tað eitt, ið Mats-
Eric Nilsson serliga vil ávara
ímóti. Tað er evni E621 – mono-
natriumglutamat. Tað er ein smakk-
styrkjari, ið verður nýttur til mat, ið
er so fátækur, at hann hevur mist
sín natúrliga smakk. Nógv fólk hava
eisini greitt frá, at tey hava fingið
ovur viðhvæmi av at nýta E621.
Okkara skyld
Vit brúkarar hava ein part av
skuldini fyri at matvøruídnaðurin
ger á henda hátt. Vit vilja hava
mat, ið tekur lítla tíð at gera og
helst skal hann verða bíligur eisini.
Ídnaðurin møtir hesum kravi við
at geva dýrunum hormonir, so at
tey veksa skjótari, minkað verður
um rávøruna og ymisk kemisk evni
verða latin í ístaðin. Eisini verður
ymiskt pulvur gjørt, ið bara er
at blanda við og so vips hava vit
náttverðan á borð inum.
So spurningurin er um vit hava
tann mat, ið vit hava uppiborið, og
hvat vit velja at gera við tað!
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Yogurt bollar
frá Kohlberg
Inniheldur 15
ymisk evni - 4
ymisk E-nummar
Ísblóma (vanilja) frá Fóm
Inniheldur mest sukur, síðan mjólkarturrevni
og síðani plantufita. Restina av innihaldinum
eru E471, E401, E407, E410 og
E412 og smakkevni. Ikki eitt orð
um vanilju, ið ísurin eitur.
Høsnasalat frá X-tra
Av teimum 300 gramunm
eru 84 gram høsnakjøt,
Inniheldur 31 ymisk evni.
Aromat frá Knorr
Inniheldur mest salt og E621
- mononatriumglutamat, ið er
kendasti smakkstyrkjarin og
kann elva til ovurviðkvæmi.
Tí skal tú velja
E621 frá
E621 – mononatriumglutamat – lær teg
tað uttanat og vel matvørur, sum innihalda
hetta evni, frá. Tað mælir høvundin Mats-
Eric Nilsson øllum brúkarum at gera. E621
er ein tann vanligasti smakkstyrkjarin og
verður nógv brúktur í virkisframleiddum
mati, sum til dømis pulvursósum,
livurpostei, chips, soju, sitrónpiparið osfr.
Teir heilsuvandar, ið E621 er kent fyri at
elva til, er ovurviðhvæmi, ið vísur seg sum
høvuðpínu, tryst yvir bringuna, sveitta,
bróstsviða, ørilsi og spýggju. Kann eisini
verða ósunt fyri børn at eta.
Mats-Eric Nilsson
hevur skriva tvær
bøkur um matfusk