Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74 22 Sosialurin Kjak Og við tað at parturin, sum eftir var, ikki skal dýr tíðar­ viðgerast, so bránar virði, og skaðin dregur alsamt uppá seg, fyri hvønn dag sum gong ur, eisini um okkara nettotjóðarinntøka minkar. Úrbindingin av teim um 366 mió. kr. fór fram, tá sam felagið reið á einum óvan lig um inn­ løgu aldu kambi, ávirk að av ymisk um uttan um støð um, til døm is at munn­ og kleyv sótt herj aði í Norðurevropa, so svidna roykurin lá rámur av brendum seyða kropp um víða um heiðar, neyta kjøtið var lívs hættis ligt at eta orsakað av Kreutz feld Jacob sjúk uni neytaøði, feitur mat ur var heilsu skaði ligur, so ágang urin eftir at fáa heilsu góðan fisk til matna bleiv so umráðandi, at prís urin á fiski reyk upp í loft. Vit rok fiskaðu, og eingin keypari spurdi um burðarføra veiðu, og ríkisparturin okkara helt støðu sína, tí hann bleiv dýr tíðarviðgjørdur. So tá fløddi dúgliga inn við pengum í alt samfelagið, og sjálvsagt eisini í almennu kassarnar. Nú er vent í holuni! Fiskiskapurin er sum heild nógv viknaður, og tað sum verri er, illa gongst at selja ávís fiskasløg, tí keyparar ikki vilja geva rímuligan prís, uttan so at hann er góð kendur av altjóða felagsskapi, at hann er veiddur á »burðar dyggum støði«. Og tá hesir felagsskapir ikki skilja okkara verjuskipan av fiskastovnunum, so er sera tor­ ført at fáa tað bláa stemplið. So nú minkar innløgan í landinum hættisliga, sjálvt um alivinnan bøtir munandi um støðuna (millum ann að orsakað av, at Chile hev ur fingið álvars ligar trupul leik­ ar av sjúku í síni laksa fram­ leiðslu), so her staðfestist orðatakið» eins deyð annans breyð«. So fjarar alsamt í sam­ felags kassunum til almenna húsarhaldið, sum dýrkar ár um ár, og arbeiðsloysið trilkar í hvørjum. Okkara politikarar tykjast ørkymlaðir og minna ikki sørt um trøllini í Húnalondum, har hvørt móti øðrum stóð. Vit vóru ov tíðliga á sjóvar­ fallinum til at skerja blokkin, og tí er tað skilagott at venda við aftur og bíða, meðan fíggj­ ar ligu íðurnar eru uppi, og vit fáa okkum betri kjøl festi við at taka innaftur av okkara heimaparti úr ríkis kassanum. Hetta er ein neyðsynja skútsing, fyrst og fremst til okkara almenna­ og heilsu­ verk. Tá fíggjarligu líkindini verða betri, kann leggjast á aftur at máa av blokkinum, um hugurin stendur til tað. Men ein slík avgerð verð ­ ur ikki tikin uttan so, at sam­ gongan setir seg saman og í felags álvarsemi innanhýsis viðgerð eitt slíkt stig og blív ur samd. Eg veit væl, at flokkar, sum eru fyri at minka ríkis partin, hava torført við at halda aftur í minkingini ella taka partar innaftur, men tað er stundum soleiðis í lívsins viðurskiftum, at tað er neyðugt at isa í, lora út og taka innaftur, tí veruleikin er tann hann er, og sum støðan er, vil eg meta, at eingin flokkur í samgonguni kemur verri fyri, orsakað av at handla út frá tí forfalli, samfelagið nú er statt í, tí upp á longri sikt fer tað at hjálpa til at blíva fyrr leysur av ríkispartinum, um tað er tað ein vil. At rokna við at kunna minka ríkispart okkara, út frá leistinum úr danska orða­ takinum, at »Nøden driver nøgen kvinde at spinde« gongur ikki í nú tíðini. Orða takið var helst bein rakið í forn tíðini, tá kvinn­ an var stað bundin. Um orðatakið skal nú tím­ ansgerast, nú kvinnurnar eru so væl floygdar, so kundi tað ljóðað soleiðis: »Nøden driver nøgen kvinde af landet forsvinde«. Jógvan Ingvard Olsen Skal ein síggja ælabogan, má lítast undan sólini Hyggur ein at undantíðini, fyri tí fíggjarligu trongstøðu okkara samfelag er í, so er tað størsta sjálvgjørda politiska mistakið at frásiga sær 366 mió. kr. árliga av ríkisparti okkara úr statskassanum. Í grein á Vágaportalinum tann 18. apríl 2010 »svarar Park er Donham aftur« uppá lesarabræv hjá mær í Dimmalætting og á Vága por­ talinum tann 13. apríl 2010. Nú er at siga, at eg ong an­ tíð havi samskift við Parker Donham, so eitt aftursvar frá hansara síðu er tað neyv­ an talan um – heldur er talan um enn eitt dømi um ógrundaðar ákærur móti P/F Vága Floghavn og lands stýris­ manninum í vinnu mál um, sum ikki hava hald í veru­ leikanum. Parker Donham ger mær stóra æru við í »aftur­ svari« sínum at útnevna meg sum talsmann fyri før­ oysku stjórnina. Eg loyvi mær at ganga út frá, at hugs­ unar háttur hansara hesum viðvíkjandi er eins og hjá fyrr verandi amerikanska for setanum George Bush Jr., sum heldur arrogant førdi fram; at ”antin eru tit við mær, ella eisini eru tit ímóti mær”. Er ein ikki samdur við Parker Donham, so má ein við øðrum orðum vera ímóti honum, og harvið vera umboð fyri Føroya Landstýri, sum sambært ákærum hansara stendur fyri øllum óndum. At man sum næstformaður í P/F Vága Floghavn kann loyva sær at hava egnar meiningar um ákærur hansara og at føra hesar fram almennt tykist ikki verða partur í hugsunarhátti hansara. Veruleikin er, at eg í ein um lesarabrævi, sum næst for­ maður í nevndini í P/F Vága Floghavn, havi skrivað nakrar viðmerkingar til tey ósannindi, sum størsti privati íleggjarin í Atlantic Airways og stjórin í Atlantic Airways áhaldandi hava ført fram í føroyskum fjølmiðlum um orsøkina til at Atlantic Airways hevði rokn­ skaparligt hall í 2009, og at eg ongantíð, hvørki áðrenn ella aftaná grein mína, havi tosað við nakran landstýrismann ella embætismann í Føroyum um innihaldið í grein mínari. Orðini standa sostatt fyri mína egnu rokning sum næst­ formaður í nevndini í P/F Vága Floghavn. Parker Donham nevnir síðani nøkur tøl, sum hann ikki metir ósemja kann verða um, eitt nú, at Atlantic Airways seinastu 14 árini ong antíð hevur havt hall, fyrrenn í 2009. Hann førir so aftur fram, at hallið í 2009 m.a. kemst av hækkaðu loft­ ferðslugjøldunum, hóast eg fyrr havi víst á, at hesi ikki komu í gildið fyrrenn í 2010. Tað tykisk ikki verða í hugaheiminum hjá Parker Donham, at orsøkin til hallið hjá Atlantic Airways ikki er onnur enn tann sama, sum fyri stórt sæð øll onnur flogfeløg í heiminum í 2009, nevniliga minkandi ferðafólkatal. At­ lantic Airways var eisini rakt av hesum og hevði 9% færri ferðandi í 2009 enn í 2008. Parker Donham vísir eisini á, at partabrævaprísurin fyri partabrøv í Atlantic Airways á virðisbrævamarknaðinum er fallin úr 261 til 130. Nú er tað soleiðis, at kursurin á partabrøvum á einum virð­ is brævamarknaði støðugt fer upp og niður. Einhvør, sum ger íløgu í børsskrásett partabrøv er ­ ella eigur at verða ­ fult vitandi um, at tað er ein váðamikil íløga, og at eingin trygd er fyri, at virðið á partabrøvunum bara fer uppeftir. Stórt sæð øll onnur børsskrásett partabrøv í heiminum eru fallin í virði síðani summarið 2008, so tað er neyvan nakað óvanligt í, at hetta eisini er hent fyri Atlantic Airways. Ein professionellur íleggjari vildi, heldur enn at leita eftir øðrum sum syndabukkar, umhugsað at selt partabrøvini til dagskursin um íleggjarin ikki trýr upp á tey, og so roynt at vunnið tapið aftur við at gera íløgu í onnur partabrøv, sum íleggjarin væntar fara at hækka í virði. Parker Donham tykist tó meina, at tann privata íløgan í partabrøv í Atlantic Airways, sum hann umboðar, skal verða tryggja við landskassaveðhaldi fyri, at kursurin ongantíð fer at falla niðurum keyps prís in. Soleiðis virkar parta bræva­ marknøaðurin nú einaferð ikki, hvørki í Føroyum ella aðra staðni. Eftir stendur, at Parker Donham ikki á einum einasta øki hevur ella er førur fyri at afturvísa teimum faktisku upp lýsingunum um tollfríu søluna á flogvøllinum og um árinini av hækkaðu loft ferðslu­ gjøldunum, sum vórðu lagdir fram í lesarabrævi mínum. Ein endurtøka av somu grund­ leysu ákoyringunum móti P/F Vága Floghavn og/ella móti landstýrismanninum í vinnumálum er ikki og blívir ikki meira sonn bert við at blíva endurtikin av honum ella av stjóranum í Atlantic Air ways. At Atlantic Airways í sín­ um roknskapi (s. 17) undir umrøðuni av loft ferðslu gjøld­ unum soleiðis sigur, at »Felagið rindaði til Vága Floghavn 24,8 milliónir krónur í 2009« og fer at rinda kr. 31 milliónir í 2010, er beinleiðis skeivt, og at Parker Donham vísir til hetta er sostatt líka skeivt. Av teimum umleið kr. 24,8 milliónunum, sum goldnar eru í 2009, hevur Atlantic Airways goldið um­ leið kr. 4 milliónir fyri at hava flogvøllin tøkan alt árið, meðan tað eru ferðafólkini, ið hava goldið umleið kr. 13 milliónir. Restin av teimum nevndu kr. 24,8 milliónunum, umleið kr. 7,8 milliónir, er gjald fyri leigu av hølum og fyri rættin at reka tollfríu søluna, sum Atlantic Airways sjálvt bjóðaði seg fram til í 2008, og sum Atlantic Airways kann sleppa frá at reka eftir 1. november 2010, um teir meta tollfríu søluna sum eina byrðu heldur enn ein fyrimun. Allir hesir upplýsingar framganga av teirri viðmerking (Skjal E), sum Atlantic Airways sendi Løgtingsins Vinnunevnd í samband við viðgerðina av lógar uppskotið nr. 79/2009, og áttu sostatt at verið kendir upp lýsingar hjá stjórnini og hjá viðkomandi íleggjara í Atlantic Airways. Er ein íløga í Atlantic Airways váðaleys? Jóhannus Egholm Hansen Næstformaður í P/F Vága Floghavn