mikudagur 28. apríl 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 28. apríl 2010 · Nr. 74
Sosialurin
Vekttap-avbjóðing – Nú eisini í Føroyum
Um alt gongur efter ætlan kemur kostráðgevin Gudrun Sigfusson til
Føroya at leggja eitt skeið til rættis um sunnan lívsstíl og um at tapa seg.
Vekttap-avbjóðing – VTA – byrjaði í USA
fyri 4 árum síðani. Íblásturin kom úr kendu
sjónvarpsrøðini “The Biggest Looser”.
Síðani hevur hetta hugskot breitt seg til
stórar partar av heiminum, og hevur hjálpt
fólki í túsundatali til eitt sunt vekttap, ein
sunnari lívsstíl við meiri orku, vælveru og
lívsgleði.
Øll kenna til nýggjárslyftini, sum ikki halda
rættiliga leingi, sjálvt um ein av álvara ynskir
at ansa sær og røkka teimum.
Um ein luttekur í eini avbjóðing í 12 vik-
ur, er møguleikin stórur at røkka á mál.
Á skeiðnum bjóða vit upplæring til ein
sunnan lívsstíl, kroppsanalysu, persónliga
vegleiðing og luttøku í vinarligum kapp-
ingum um sunt vekttap, har møguleiki er at
vinna kontantan pening.
Vit møtast einaferð um vikuna í ein tíma,
har lært verður um sunnan kost, og hvussu
ein í gerandisdegnum kann betra um eti-
vanarnar og harvið náa einum sunnum og
varandi vekttapi og fáa eitt betri og sunnari
lív.
Byrjað verður týskvøldið 4. mai og til ber
at tekna seg til ella fáa meiri kunning við
at ringja til Kirsten Jacobsen tlf 314175 ella
224175
Konsert við musikk
skúlaorkestrum
verður í Badminton
høllini, dýra biðidag,
fríggjadagin kl. 14:00.
Leygardagin kl. 14:30,
verður musikkstevnan
2010 fyri hornorkestur
í Badmintonhøllini.
Konsert
KlaKsvíKar HornorKestur
X-Rays
Til dansin leygarkvøldið spælir
Postboks 76
FO-110 Tórshav n
post@sosialurin. f o
Sosialurin
– blaðið øll lesa!
Hevur tú ein bil til sølu,
so er Sosialurin rætti
miðilin at lýsa í.
Tú kanst lýsa við og
uttan mynd.
Vit seta lýsingina upp
fyri teg ókeypis.
Ring og fá
ein prís!
Selja bilin?
– set hann í Sosialin!