Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 8 - 12. januar 2002 Nr. 8 - 12. januar 2002 37 Góða Rakul! Hjartaliga tillukku við 12- ára degnum í gjár. Mamma, babba, Guðrun, Emma og Taika Hesin fitti drongurin verð- ur 30 ár í dag. Hjartaliga tillukku við føðingardeg- num og alt tað besta í fram- tíðini ynskir mamma tín Silvurbrúðarparið Marjun og Eirik Hjartaliga tillukku ynskja nakrir vinir Góði, elskaði Torbjørn Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum í dag ynskja omma og abbi á Oyrarbakka Góða, elskaða Anna Kristina Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum. Jesus pápi signi framtíð tína ynskja mamma, babba og Mikkjal Góða, elskaða Marta Eg ynski tær hjartaliga tillukku á 1 ára degnum, sum var tann 4. jan. og Guds signing í framtíðini. Heilsan, omma í Skálabotni Góða, fitta Marta Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 1 ára føðingar- degnum. Alt tað besta í framtíðini. Vit elska teg. Heilsan, mamma, babba og Hallur Góði babba Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Eg elski teg. Heilsan Magni Góði Hans Pauli! Tak teg saman. Vakna, eingin er komin sovandi til eina damu. Eitt ár eftir so pipar. Tillukku við degnum. Alt tað besta ynskja systkin við maka Góði Hans Pauli Eingin dama enn – ráð til at ferðast, hi-hi. Ná, men tillukku við 29 ára degnum. Nógvar góðar túrar í framtíðini. Heilsan, ferðavinir Hetta er hvørki polterabend ella Karius og Baktus, men tvær blíðar konur umborð á »Logos II« ... .... Nú má tú smida hasar klútarnar .. ... tí nú er »hann« komin heim og situr nú og hugsar um tykkara stóra dag. Hjartaliga tillukku frá okkum 4 Góðu Marjun og Eirik Tillukku við degnum ynskja vit 6 Góðu Fróði, Jákup og Arni Hjartaliga tillukku við døgunum 16. des., 4. og 13. januar. Her eru tit fittir. Heilsan, mamma, babba, omma og abbi Leygardagin heldur hetta fitta parið silvurbrúdleyp í Páls- stovu. Hjartaliga tillukku ynskja náttarravnarnir Góðu tit báðir Hjartaliga tillukku við 21 og 22 ára døgunum. Her eru tit lítlir og fittir, men nú eru tit ikki minst fittir. Heilsan, Jonny omma og Ansa omma Gudstænastur 1. sunnudag e. trettanda Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, (Talvan gongur fyri KFUK í Tórshavn) Kirkjubøur: kl. 12.15 altarg., Heri Joensen Kvívík: kl. 11.50 skriftarmál. Kl. 12, altarg., Marjun Bæk Hvannasund: kl. 12, altarg., Elsa Funding Skálafirði: kl. 11, Jógvan Fríðriksson Funningur: kl. 12, messa Gjógv: kl. 17 messa, Emil Olsen Sandavágur: kl. 12, David Johannesen Sandur: kl. 12, Jákup R. Hansen Sumba: kl. 12, altarg., Vágur: kl. 17, Marianne Telling Porkeri: kl. 12, Jónsvein Bech Mikladalur: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10, Árnafjørður: kl. 12, altarg., Norðoya Røktarheim: kl. 14.30 Niels Pauli Danielsen Kristianskirkjan: kl. 11, Lestur Lamba: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Katólska kirkjan Leygardagin kl. 11.30 Orðsinstænasta við kommuni- ón í Kerit. Sunnudagin kl. 11 Orðsins- tænasta við kommunión í Mariukirkjuni. Hvønn gerand- isdag kl. 17.30 Orðsinstæn- asta við kommunión í Kerit. Meinigheitin í Hoyvík Hóskvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti á Brekku 3. Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 Møti har Jóan Petur Johannesen talar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hebron, Argir Leygardagin kl. 19 Nýggjár- sveitsla fyri vaksin. Sunnudagin kl. 10.30 Minnis- máltíð Harrans, kl. 12 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur (Sjónvarpsupptøka). Páll Poulsen talar um »Agrippa kongur – næstan frelstur tó æviga fortaptur«. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman – Páll Mikk- elsen sigur frá. Rhema á Hálsi Bønarmøti verður mána-, týs-, miku- og hóskvøldið kl. 20. ATAP Kids verður fríggja- dagin kl. 18-19.30. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Øll eru væl- komin. Fundarøðin við Jens Garn- feldt, samkomuleiðari í Københavns Bibelsenter, verður vikuskiftið 18.-20. januar í samkomuni Rhema í Havn. Leygarmorgunin 19. verður opið leiðaraseminar. Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 20 Heims- bønarløta. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Heimsbønar- vikan evndar við møti v. Ejvind Mouritsen, barnaans- ing verður. Mánakvøldið kl. 20 Manskór- ið venur. Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl 18 Evangel. møti har Levi Joensen og aðrir tala og sangkreftir úr Betesda luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 21 Útimøti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgun- møti, kl. 18: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn, í morgin kl. 11 Morgunmøti, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18 Kvøldmøti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnu- dagsskúli, kl. 17 Møti. Glæman, Kvívík Missiónsvikan heldur áfram við møti í kvøld kl. 20. Regin Høgnesen talar, og Gittit syngur. Sunnudagin kl. 18 talar Regin Høgnesen og Hansina Joh- annesen syngur. Innsavnan til arbeiðið. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við Helga Hendriksen. Mánadagin kl. 20 Bønarmøti. Tlf. andaktin 424741. Vestmanna Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli. Onki møti vegna missiónsviku í Kvívík. Komandi týsdag byrjar missiónsvikan í Vestmanna. Filadelfia, Sundalagið Miðdepilin og Urtagarðurin halda frí til 16.01.02. Hvalvíkar Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Leygarkvøldið kl. 20 Alheims Bønarvika. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti við Jógvan Højgaard. Evni: Bøn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Paula Høj. Sunnudagin kl. 17 møti við Osbjørn Joensen, barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Skálafjørður Leygardagin kl. 20 talar Petur Magnussen og Hannis syngur. Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta v/ Jógvan Fríðriksson, kl. 14.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 talar Niels Jacob Nielsen. Menn av Strondum syngja og innsavnan til heimamissión- ina. Lívsins Orð Møti verður sunnudagin kl. 10.30 við Svend Harry Johansen, Dávid Hansen o.fl. Liljurnar møta mánadagin kl. 17 og Ungdómsbólkurin mánadagin kl. 20.30. Øll eru vælkomin í Lívsins Orð. B68 húsið á Svangaskarði Evangeliskt møti verður leyg- arkvøldið kl. 20 og sunnu- kvøldið kl. 19 í B68 húsinum. Hermann og Gigga syngja. Nerija á Skála Evangel. fundarrøðin heldur áfram í kvøld kl. 20 og í morgin sunnudagin kl. 18, Høgni Johannesen, Janus Gunnarsson og aðrir luttaka. Øll eru vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti í kvøld kl. 20 við ungdómi av Toftum. Sunnudagin er sunnudags- skúli kl. 14.30 og á møtinum kl. 18 endar alheims bønar- vikan. Missiónshúsið í Gøtu Týskvøldið kl. 20 Bíbliu- undirvísing, 1. Kor. kap. 7, 17-40 v/ Peter O. K. Olofson. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Lov- sangs- og bønarmøti, kl. 18 Møti. Missiónshúsið í Skálavík Leygarkvøldið kl. 20 venur Manskórið og Streingjakórið. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 19 Møti við Mans- og Streingjakórinum. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Terja og Birgith. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Café One Way, Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 20 verður Ungdómstreff. Dánjal og Hjørdis Petersen luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tórskvøldið kl. 18.30 venur dansibólkurin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyð- bróting, kl. 13.30 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadasgin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Dagtilhaldið Fløvin heldur til í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 15.00-18.00. Allir pensionistar eru vælkomnir. TILTØK 21. des. fingu Anja Joensen og Anfinn Hammerfoss Leo, Froðba, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3350 gr. 28. des. fingu Sæunn L. Petersen og Bjartur Nolsøe, Århus, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4050 gr. 29. des. fingu Barbara Christophersen og Niels Uni Dam, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4150 gr. 30. des. fingu Laila Asbjørnsdóttir Nielsen og Bárður Kass Nielsen, stødd í Århus, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3300 gr. 2. jan. fingu Karin og Edvard Poulsen, Hjørring ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 2. jan. fingu Vera og Jógvan Mørkøre, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4335 gr. 3. jan. fingu Jens Eliasen og Katrin Gregersen, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4500 gr. 3. jan. fingu Frida og Poul Johannes Reyná, Elduvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4400 gr. 4. jan. fingu Jórun H. J. D. og Anders Vedelsbøl, Keypmanna- havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4125 gr. 4. jan. fingu Maj Berg Petersen og Bárður Magnusson Hans- en, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4550 gr. 4. jan. fingu Annfríð Nygaard og Finnbogi Hellisfoss, Eiði, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4430 gr. 4. jan. fingu Guðna B. og Heine V. Mikkelsen, Skála, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3000 gr. 4. jan. fingu Diana og Frank Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 6. jan. fingu Sonja Eliasen og Jónbert Justesen, Strendur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3900 gr. 6. jan. fingu Edda Hjartvarsdóttir og Jan Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3900 gr. 8. jan. fingu Heidi og Erland Tvørfoss, Norðragøta, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 9. jan. fingu Heidi Petersen og Hans Jacob Kollsker, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 9. jan. fingu Frida Mellemgaard og Jens Kristian Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði 4500 gr. 10. jan. fingu Eyð Klein Olsen og John Wilhelmsen, Vest- manna, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100 gr. FØÐINGAR EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín.« Matteus 20,1 Húsbóndin kallar til arbeiðis. Og hann lovar eisini løn. Hann kemur enntá ásamt við bønarmenninar um eina ávísa løn. Men hann fer undarliga at. Hann gevur teimum, sum bert hava arbeitt ein tíma í víngarðinum, somu løn, sum teimum, ið hava arbeitt allan dagin. Í dagliga yrki og arbeiði okkara vildi hetta sjálvsagt verið órætt- víst. Eingin arbeiðsmaður, einki arbeiðsmannafelag, hevði funnið seg í, at tey, sum arbeidduhálvan dag, fingu somu løn, sum tey, ið ar- beiddu allan dagin, ella enntá yvirtíð. Men her er talan um eitt líkn- ilsi, og tí fer eingin órættur fram her. Tað, sum húsbóndin ger, er av kærleika og góðsku. Lønin í Harrans víngarði er nevniliga eins fyri øll, eins fyri tey, sum koma til arbeiðis á lívsins morgni og tey, sum liggja á deyðastrá, tí her er talan um Gudsviðurskifti okkara – um vit vilja tæna honum ella ikki. Í grundini hevur eingin uppiborið nakra løn, tí at lønin er heilt ein- falt náði. Men tá ið lønin er náði, tað er: gáva uttan at hava hana uppi- borna, so er lønin so óendaliga nógv størri enn arbeiði, so at tað hvat lønini viðvíkur ger hvørki frá ella til um arbeiðsmaðurin hevur tænt honum eina tíma ella ein heilan dag. Tað, sum tað her snýr seg um, er at vera í hansara tænastu. Bert vit koma til arbeiðis í víngarðinum – geva okkum í húsbóndans tænastu – hava vit atgongd til náði hans- ara. Men tá ið lønin er náði, hvat er tá tað veruliga arbeiðið? Arbeiðið er at ogna sær hesa náði, so at vit liva okkara dagliga lív í henni. Tí mega vit eisini brúka tað, sum húsbóndin hevur at geva okkum og her er sjálvandi millum annað talan um tað heilaga samfelagið, at vit koma saman um Guds orð og hina heilagu kvøldmáltíðina, tí tá drekka vit av lívsins keldu. Húsbóndin er miskunnsamur og gávu- mildur. Andaliga tala er munur á at vera í tænastu hansara og ikki at vera tað, sum vit lesa hjá Jesaja profeti: »Sí tænarar mínir munnu fáa at eta, men tit svølta, drekka skulu tænarar mínir, men tit tysta, ja, tænarar mínir skulu gleðast, men tit verða hámir«. Er hetta tá ikki nóg stór løn? Hvørjum hava vit í grundini meira brúk fyri? Syndanna fyrigeving – hesa gávuna gevur Guð okkum dagliga, allar tíðir á degnum. Nær vit koma er tí ikki tað mest avgerandi, sjálvt um tað er betri at koma tíðliga, men heldur at vit koma til arbeiðis. Tá ið lønin er náði, syndanna fyrigeving, skilja vit, hví Gud ger soleiðis, sum hann ger og gevur øllum líka; tí at her er í grundini tal- an um ein annan, sum hevur gjørt tað veruliga arbeiðið – hevur borið dagsins sveitta og møði, Guds sonur, Jesus Kristus. Náðilønin liggur til reiðar, so at eingin hevur fyri neyðini at ganga fyri einki á torgin- um. Nóg mikið av arbeiði er til øll. Og tæna vit húsbóndanum, so vil eisini ljós falla yvir arbeiði og uppgávur okkara her í heiminum, tí at tá verður eisini dagligi gerningur okkara eitt arbeiði í víngarði Harr- ans. Tí er eingin grund til at bíða, men heldur at koma beinanvegin, tá ið húsbóndin kallar til arbeiðis. Emil Olsen, prestur LÆKNAVAKTIR Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 12. jan.: Knud Jakobsen, tlf. 423006 Sunnudagin 13. jan.: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. ANDLÁT 02. januar Fía Hansen, ættað úr Svínáum, búsitandi í Sambýlinum Oman Hoydalar, 91 ár. 03. januar Jenny Rebekka Lisberg, Sumba, 81 ár. 06. januar Elsebeth Ingvarda Andersen, fødd Højgaard, ættað úr Rituvík, 88 ár. Jonna Andreasen, Streymnes, 61 ár. 07. januar Turid Mortensen, Trongisvágur, 74 ár. Hermund Mikkelsen, Øravík, 67 ár. C M Y K 37 36