Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 10 - 16. januar 2002 Nr. 10 - 16. januar 2002 13 Høgni Hoydal reisti drúgva málið um fjølmiðlaábyrgdarlóg á fundi við danska forsætisráðharran mánadagin. Varaløg- maður vil sleppa at seta føroyska fjøl- miðlalóg í verk, men fyrst mugu løgfrøðis- lig ivamál millum danir og føroyingar beinast av vegnum FJØLMIÐLAR Eyðun Klakstein Framhaldssøgan um før- oysku fjølmiðlalógina hev- ur ikki fingið ein enda enn. Men nú er okkurt sum bendir á, at føroyingar í næstum kunnu fáa egna lóggávu á økinum. Tá Anders Fogh Ramus- sen hevði fund við lands- stýrið mánadagin, tók Høgni Hoydal málið um fjølmiðlaábyrgdarlógina upp. – Eg greiddi forsætisráð- harranum frá, at vit vilja gjarna seta okkara egnu lógir fyri fjølmiðlar í gildi, og at vit hava lóggávuna á økinum klára. Hann helt ikki, at tað skuldi verið nøkur forðing fyri hesum, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður. Høgni Hoydal ætlar sær nú enn einaferð at venda sær til danska løgmálaráðið fyri at fáa løgfrøðisligar forðingar um lóggávu- myndugleikan av vegnum. Hetta skal síðani hava við sær, at Føroyar umsíðir fáa eina dagførda lóg um virk- semið hjá fjølmiðlunum. Ótíðarhóskandi lóg Tað liggur ein drúgv søga aftanfyri føroysku royndina at fáa dagført lóggávuna á fjølmiðlaøkinum. Í løtuni er ein elligomul lóg frá 1938 í gildi fyri Føroyar, og hon er als ikki tíðarhósk- andi. Hon er frá eini tíð, tá loftmiðlarnir ikki vóru farnir á flog, og internetið var púra óhugsandi. Í 1991 fekk Danmark nýggja fjølmiðlaábyrgdar- lóg, sum setir karmarnar fyri virksemið hjá teimum mongu sløgunum av fjøl- miðlum. Donsku myndug- leikarnir spurdu tá, um lóg- in skuldi setast í gildi fyri Føroyar eisini, men lands- stýrið svaraði ikki. Í 1995 tók landsstýrið málið upp, og eftir ráðfør- ingar við føroyskar fjøl- miðlar legði landsstýrið uppskot fyri løgtingið um, at danska lógin skuldi set- ast í gildi fyri Føroyar, tó við onkrum broytingum. Løgtingið samtykti upp- skotið um ríkislógartilmæli í mai mánaði í 1997. Síðani heitti landsstýrið fleiri ferð- ir á donsku myndugleikarn- ar um at fáa málið avgreitt, men ikki fyrr enn í novem- ber mánaði í 1999 kom svar úr Danmark. Boðini frá løgmálaráðn- um vóru, at tað vildi ikki seta lógina í gildi við teim- um broytingum, sum løg- tingið ynskti í lógini. Ymsir møguleikar Svarið úr Danmark gav landsstýrinum tríggjar møguleikar. Ein var at góð- taka donsku lógina, sum hon var, men tað helt lands- stýrið kundi fáa óhepnar avleiðingar, tí harvið varð tað góðkent, at danskir myndugleikar ikki vildu ganga samtyktum hjá løg- tinginum á møti. Ein annar møguleiki var at boða frá, at málið var av- greitt úr Føroyum, og har- við lata upp í hendurnar á løgmálaráðnum. Hetta kundi hava við sær togtog- an millum føroyskar og danskar myndugleikar. Landsstýrið legði tí á annan bógv og vildi sleppa donsku lógini og ístaðin gera føroyska lóg fyri økið. Hetta arbeiðið hevur tikið tíð og hevur eisini skapt onkrar fløkjur. Løgfrøðis- ligu tulkingarnar eru yms- ar, men danir halda ikki, at føroyingar hava lóggávu- myndugleikan á økinum sum er. Tað hevði eisini við sær, at Høgni Hoydal í fjør noyddist at taka aftur eitt uppskot um fjølmiðlasið, sum hann hevði lagt fyri tingið. Upp á hægsta stig Síðani hevur landsstýris- maðurin verið í sambandi við danska løgmálaráðið fyri at fáa staðfest, at føroy- ingar kunnu gera lógir á økinum. Men har hava tey umborið seg við, at útskift- ing hevur verið millum starvsfólkið, og at tey skuldu koma aftur til málið seinni. Enn er einki svar komið. – Tí gjørdi eg av, at taka hetta lutvíst lítla mál upp á hægsta stig, og tað fer vón- andi at hava við sær, at vit kunnu loysa málið í næst- um. Tað er umráðandi, at Føroyar fáa eina dagførda fjølmiðlalóg, sum er tilagað til føroysk viðurskifti. Vit kunnu ikki liva við eini ótíðarhóskandi lóg á hesum øki, sigur Høgni Hoydal. – Vit hava eitt lógarupp- skot klárt, og tí er tað í grundini bara tann løgfrøð- isliga togtoganin millum landsstýrið og løgmálaráð- ið sum forðar fyri, at vit kunnu seta lógina í gildi. Fjølmiðlaábyrgdarlógini skal tryggja, at greiðar regl- ur eru fyri virksemið hjá fjølmiðlunum. Lógarkarm- ur skal gerast, og eitt fjøl- miðlaráð, sum skal ansa eftir, at góður fjølmiðlasið- ur er galdandi, skal fáast at virka. – Tað ræður um at bæði at verja borgarar ímóti fjøl- miðlunum og at tryggja, at fjølmiðlarnir kunnu arbeiða óheftir og uttan eftirlit, sigur Høgni Hoydal. Klaksvíkar kommuna mælir eisini frá, at landið tekur yvir barnaverndirnar BARNAVERNDIR Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar kommuna mælir nú eisini landinum frá at taka yvir barnaverndirnar, soleiðis sum ætlanin er í einum nýggju uppskoti um barna- forsorg. – Tað ræður um at hava barnaverndirnar nær borg- arunum, og tað kunnu kommunurnar tryggja, heldur Eyðgunn Samuels- en, sum er formaður í Sosi- alu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu. – Kanska kundu vit skip- að fyri einum samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum um barna- verndina. Á tann hátt kundu vit bygt eina umsit- ing upp, har tað eisini gjørdist pláss fyri fakfólki, sum kundi tikið sær av ymsum sosialum málum í kommununum. Eyðgunn Samuelsen heldur, at um barnaverndin heldur fram við at vera eitt kommunalt øki, so kunnu kommunurnar kring landið brúka fakfólk á staðnum í hesum arbeiði, og møgu- leiki kundi eisini verið fyri at fingið ein sálarfrøðing í starv. Fjølmiðlalógin viðgjørd á hægsta stigi Høgni Hoydal ætlar sær nú enn einaferð at venda sær til danska løgmálaráðið fyri at fáa málið um fjølmiðlalógina loyst. Mánadagin reisti hann málið á fundi við danska forsætis- ráðharran Barnavernd skal vera kommunal Kanska kundu vit skipað fyri einum samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum um barnaverndina, ístaðin fyri landið yvirtekur økið, heldur Eyðgunn Samuelsen, formaður í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu Fyri áttandu ferð skipar Bygdarfelagið Varðin fyri dansinátt í Hósvík. Í ár verður dansað komandi leygarkvøld. Byrjað verður klokkan 22 og hildið á til tann ljósa morgun DANSUR Edvard Joensen Hósvíkingar hava gjørt sær til fastan tátt at hava dansinátt við føroyskum dansi í Bygdarhúsinum fyrsta ella annað vikuskifti eftir tjúgunda. Í ár verður dansað komandi leygar- kvøld. Hetta at koma saman til dansinátt hevur fingið rættiliga góða undirtøku, og meta fyrireikararnir, at eini 200-300 fólk plaga at vera í dansi hvørja ferð, tiltakið hevur verið. Fólk koma úr øllum land- inum at kalla, tá soleiðis er. Bæði fólk, sum vanliga dansa, eitt nú í dansifeløg- um. Men eisini einstak- lingar, sum bara hava hug at fara upp á gólv soleiðis av og á, hittast eitt sovorðið kvøld. Tað verður havt ymiskt á gólvi eina slíka nátt, og sum vera man er kapping um at sleppa framat. Tó hevur onkuntíð verið fýlst á, at ikki øll tykjast duga at skyna á umstøður- nar. Hava »situatiónsfor- nemilsi«, sum tað eitur á fremmandum máli. Tí ikki er ókent, at tá onkur byrjar kvæði ella tátt, sum fer væl yvir 100 ørindi, eru ikki so fá, sum hava hug at halda, at tað tekur ov langa tíð, og so aftur ger, at fleiri ikki duga ella tíma at vera uppi í alla tíðina. Tí er ikki óvan- ligt at hoyra í slíkum førum, at fólk heldur áttu at tikið styttri kvæði ella vísur, sum øll ella flestu duga, og soleiðis eisini latið fleiri sloppið at skipa. Dansináttin í Bygdarhús- inum í Hósvík kostar 50,- krónur fyri hvønn. Íroknað atgongumerkjaprísin er eisini okkurt til matna út á náttina, sigur Bygdarfelag- ið Varðin í tíðindaskrivi. Ferðaráð Føroya og Vinnumálastýrið skipa í dag fyri ferða- vinnudegi í Norður- landahúsinum. Dent- ur verður millum annað lagdur á ferða- vinnu sum økis- mennandi tilfeingi FERÐAVINNA Edvard Joensen Ferðavinnupolitikkur og avleiðingar av eitt nú oljuvirksemi eru tættir, sum tiknir verða upp á ferða- vinnudegnum í Norður- landahúsinum í dag. Dagurin er skipaður við fyrilestrum og orðaskifti um ymisk mál, sum koma ferðavinnuni við. Høvuðsyvirskriftin er »Ferðavinna og økismenn- ing«, sum sipar til ferða- vinnu á smáplássum. Fyri- lestrar um hetta verða hildnir av fólki frá Ferða- ráðnum, fuglafrøðingi og umboðum frá økisferða- vinnufeløgum í landinum. Umrødd verða evni sum samskipan av ferðavinnu og økismenning og ferða- vinna og fuglalív. Men eisini aðrir tættir verða tiknir upp. Eitt nú fer Maurice Mullay frá Shet- land Islands Tourism at halda fyrilestur um olju- vinnu og ferðavinnu. Júst hesin fyrilestur er áhugaverðdur, heldur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Tí hann verður hildin av manni, sum kenn- ir málið innanífrá. Maurice Mullay hevur verið við í Hetlendskari ferðavinnu alla tíðina, olju- vinnan hevur verið týðandi í Heltandi, og hann veit at siga føroyingum, hvussu har gekk, og hvat vit kunnu vænta okkum í samband við eina møguliga olju- vinnu her. Aðrir fyrilestrahaldarar eru úr Danmark og úr Føroyum. Hetta eru fólk, sum dagliga starvast í ferðavinnuni ella á ein- hvønn hátt hava samband við ferðavinnu. Onkuntíð hevur verið havt frammi, at í Føroyum manglar skelting og av- merking annars at siga ferðafólki um tað ella tað. Um júst hetta evnið hevur Tórálvur Weihe, arki- tektur, gjørt eina frágreið- ing, sum hann fer at siga frá í fyrilestri, hann fer at halda í Norðurlandahúsinum. Ferðavinnudagurin í Norðurlandahúsinum byrj- ar klokkan níggju og heldur á til klokkan 17 seinna- partin. Ferðavinna og økismenning Stígið á gólv so lættliga Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, væntar ein spennandi ferðavinnudag í Norðurlandahúsinum Dansináttin í Hósvík er vorðin afturvendandi táttur á hvørjum ári. Myndin er frá Landsdansistevnuni, sum var í Havn í fjør Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12