Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2002 15 - Vit vilja fegin hava eina frágreið- ing sum skjótast um, hvussu okkara limir kunnu tryggj- ast í sambandi við sjúku, sigur Jens Frederiksen, sum umboðar myndl- istafólkini í Lista- fólkasambandinum DAGPENGAR Turið Kjølbro Listafólk í Føroyum ætla ikki at lata burturvísing- ina úr Sjálvbodnu Dag- peningaskipanini fara framvið uttan víðari. Tískil hevur Listafólka- samband Føroya sett seg í samband við almennu myndugleikarnar, í fyrsta umfari Almanna- stovuna, har sóknast verður eftir grundgev- ingum fyri, hví hesi fólk ikki hava rætt til dag- pengar í sambandi við sjúku. Felagsskapurin vil eisini hava at vita, hvørji rættindi tey so hava, um tey uttan víðari skulu gerast almanna klientar og hvussu tað ber til, at nakrir limir verða verandi í skipanini meðan aðrir mugu úr. Listafólkasambandið vil eisini hava at vita, hvussu nógv fólk talan er um. - Limir okkara hava fingið ymisk boð frá Almannastovuni, og tað undrar okkum eitt sind- ur. Vit vilja fegin hava eina frágreiðing sum skjótast um, hvussu okkara limir kunnu tryggjast í sambandi við sjúku. Sigur lógin greitt, at okkara limir ikki hava rætt til nakað útgjald í sambandi við sjúku, kunnu vit sum felag ikki gera so nógv uttan at vísa á, at listafólk hava sera truplar umstøður. Hetta er als ikki rímiligt, men tað spyr lógin sjáld- an eftir, sigur Jens Frederiksen, sum um- boðar myndlistafólkini í Listafólkasambandin- um. Fær Listafólkasam- bandið sama svar sum listafólkini hava fingið frá Almannastovuna, nevniliga, at tey ikki eru umfatað av nýggju lóg- ini og tískil ikki hava rætt til pengar í sam- bandi við sjúku, fer fe- lagsskapurin til sakfør- ara fyri at fáa greiðu á, hvat lógin sigur í mun til hvat tey meta, lista- fólkini hava rætt til. Listafólkasambandið hevur til fánýtis mót- mælt yvir fyri avvarð- andi myndugleikum, at mentunarstuðul listafólk fáa eitt tíðarskeið, verð- ur latin sum A-inntøka. At stuðulin verður latin sum A-inntøka, var eitt nú í døminum hjá Titu Vinther orsøkin til, at hon eftir 20 ár í Sjálv- bodnu Dagpeningaskip- anini varð burturvíst. - Vit meta, at listafólk hava so truplar fíggjar- ligar umstøður sum er, at tey eiga at ráða sjálv fyri, um stuðulin verður latin sum A- ella B- inntøka, sigur Jens Frederiksen. - Vendir tú tær til Almannastovuna við einum fyrispurningi hevur tú sjáldan kensluna av, at starvs- fólkini royna at hjálpa tær, sigur Astrid Andreasen, listakvinna DAGPENGAR Turið Kjølbro Í sambandi við útblaking- ina úr Sjálvbodnu Dagpen- ingaskipanini hava Tita Vinther, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen allar verið í sambandi við Al- mannastovuni. Og allar eru tær samdar um, at tú ikki bert skalt arbeiða sum úlvur á skóg fyri teimum rættindum tú hevur, men eisini skalt tú vera sera áhaldandi og eisini vera væl skorin fyri tunguband- inum. - Vendir tú tær til Al- mannastovuna við einum fyrispurningi, uttan mun til, hvør hann er, hevur tú sjáldan kensluna av, at starvsfólkini royna at hjálpa tær. Eingin sigur tað sama og tað virkar sum tey als ikki vita, hvat málið snýr seg um. Tú verður í grundini slept uppá fjall. At vísa okkum til Tryggingar- sambandið, sum tey til dømis hava gjørt í mínum føri, vísir, hvussu lítið skil er í og hvussu illa stødd vit eru, sigur Astrid Andrea- sen. Tita Vinther tekur undir við henni: - Har eru líka nógvar meiningar, sum har eru fólk, tað havi eg sjálv upp- livað. Í mínum hugaheimi er tað ógvuliga løgið at taka eina sjálvbodna trygging av uttan víðari, og uttan at geva okkum eina frágreið- ing. - Eina ferð mátti eg geva skarvin yvir. Hevði rætt til útgjald, tí eg gjørdist sjúk, men hóast eg hevði sjúkra- váttan fekk eg einki. Eg gav upp, tí eg orkaði ikki at stríðast. Mangan havi eg havt ta kensluna, at starvs- fólk á Almannastovuni halda, at vit útnytta skipan- ina, men eg vendi mær ikki til skipanina uttan eg eri noydd og veruliga havi or- søk til tað, sigur Astrid Andreasen. Tær finnast allar at kunn- ingini, Almannastovan sendi út til viðskiftafólkini í sambandi við broytingina í lógini: - Kunningin er ógvuliga ófantaliga orðað og hon fær teg veruliga at føla teg illa, sigur Guðrið Poulsen. Góðtaka ikki burturvísingina Illa royndar av Almannastovuni - Eingin á Almannastovuni sigur tað sama og tað virkar sum tey als ikki vita, hvat málið snýr seg um, siga tær tríggjar Guðrið Poulsen, Tita Vinther og Astrid Andreasen Mynd: Jens Kristian Vang fyri Mentunarstuðulin, men at hann skuldi ávirka míni viðurskifti við Dagpen- ingaskipanina var ógvuliga hugstoytt. At geva starvsløn og samstundis tveita ein úr “samfelagnum” er skomm. Tískil skal ein hugsa seg væl um, áðrenn man tekur ímóti stuðlinum, sigur Tita Vinther. Eftir tógvið stríð, er hon komin í skipanina aftur, hálvt ár eftir, at hon varð blakað út. Hon legði øll viðkomandi skjøl fyri Al- mannastovuna, sum síðani gjørdi av, at skipanin um- fatar Titu eisini. - Gjørdi eg ikki vart við míni viðurskifti, hevði eg ikki komið upp í aftur skipanina. Eg havi øll árini lagt stóran dent á at vera sjálvstøðug, og havi hildið, at tað er ábyrgdarleyst ikki at tryggja seg í tilfeldi av sjúku, hóast tað kostar ógvuliga nógv. Og hetta er jú ikki nøkur almanna veiting, men ein trygging, sum tú sjálv hevur tikið støðu til at gjalda, sigur Tita Vinther. Forsorg tað einasta Við broytingini í lógini er trygdin hjá hesum kvinnun- um og øðrum við tikin burtur. - Tankin um at gerast almanna klientur um illa ber til, er lítið hugaligur. Alt okkara fíggjarliga grundarlag skal leggjast fyri Almannastovuna í so fall, og tað býður mær ógvuliga nógv ímóti. Eg havi fleiri ferðir havt brúk fyri dagpengum, havi hart arbeiði og havi verið sjúkrameldað í sambandi við barnsburð. Ólíka virði- ligari var at vera í Sjálv- bodnu Dagpeningaskip- anini. Hugstoytt er eisini at hava verið við til at gjalda til eina skipan, sum soleiðis bara verður avtikin við einum so ósjarmerandi brævi, sigur Guðrið Poul- sen. Og hon leggur afturat: - Tað kann als ikki góð- takast í dagsins samfelag, at ein starvsbólkur als onga trygd hevur í tilfeldi av sjúku, og hví skulu vit, sum eru ein minniluti, onga trygd hava. Vit ynskja øll tryggleika, serliga tá ið vit hava smábørn. Vit eiga ikki at finna okkum í at verða viðfarin soleiðis, men vit standa ógvuliga veik, tí vit eftir øllum at døma ikki eru so týdningarmikil starvs- bólkur. Vit eru púra til- einkisgjørd. - Undir ongum umstøð- um vil eg vera almanna klientur. Heldur fari eg í bankan at biða um lán fyri at klára meg. Eg havi verið við í Dagpeningaskipanini fyri ikki at koma í ta støðu at gerast almanna klientur. Og skuldi eg fingið forsorg, verði eg fyrst noydd at selja øll míni arbeiðstól, tí ein almanna klientur skal ikki eiga nakað, sigur Astrid Andreasen. Aftur til tað gamla Hví nýggja dagpeninga- lógin er soleiðis háttað, at ein starvsbólkur, sum framman undan hevur tepurt fíggjarligt grundar- lag, er útihýstur eini trygd í sambandi við sjúku, hava vit ikki funnið nakra skila- góða grundgeving fyri. - Politiski myndugleikin hevur kanska ætlað at rudda upp í skipanini uttan at hugsa um, hvørjar av- leiðingar tað fær fyri tann einstaka, sigur Guðrið Poulsen. Allar vilja tær aftur til gomlu skipanina. Eina trygging, sum brúkararnir sjálvur gera av at fara uppí og úr. - Vit kunnu ikki annað enn vóna, at gamla skipan- in kemur í gildi aftur, siga tær. 15 14 Nr. 10 - 16. januar 2002 - Tað er ógvuliga mannminkandi og óvirðiligt at fáa eina slíka viðferð. Sjálv- bodna Dagpeninga- skipanin var dýr, men góð tá vit høvdu brúk fyri henni. Verða vit sjúkar nú, hava vit bara forsorg at dúva uppá, og tað vil eing- in okkara, siga tær tríggjar listakvinnur- nar, Guðrið Poulsen, Astrid Andreasen og Tita Vinther DAGPENGAR Turið Kjølbro Tær hava alt teirra virkna arbeiðslív goldið til Sjálv- bodnu Dagpeningaskip- anina. Tað hevur kostað teimum eina stóra upphædd hvønn ársfjórðing, men tær hava allar hildið tað verið neyðugt, tí vórðu tær sjúk- ar, fingu tær kortini breyð á borðið. Eingin teirra for- vinnur nógv, í mun til onn- ur á arbeiðsmarknaðinum ógvuliga lítið. Tær eru tí noyddar at hava annað arbeiði við síðuna av teirra høvuðsarbeiði, sum listin er. Men tað er eftir øllum at døma arbeiðið, tær hava síðuna av, sum ger, at tær eru útifrystar úr Sjálvbodnu Dagpeningarskipanini. Seinasta summar koll- rendi nevniliga ein broyting í dagpeningarlógini grund- vøllin undir teirra lívi. Tær vórðu rætt og slætt tveittar úr dagpeningaskipanini utt- an nakra ávaring. Tá broyt- ingin var gjørd, fingu tær eina kunning, sum hvørki sigur nakað um orsøkina til, at tær skulu úr skipan- ini, ella hvørjar aðrar møguleikar tær so hava, um tær verða sjúkar. - Eg havi verið væl nøgd við Dagpeningaskipanina, tí hon var ein trygging, sum eg sjálv rindaði til. Tí havi eg ikki havt ringa sam- vitsku at fáa útgjald úr henni, tá ið eg havi havt brúk fyri tí. Tað er heldur ikki møguligt at fáa úr skipanini uttan læknavátt- an, og tað í sjálvum sær er ein trygd ímóti misnýtslu. Sjálv havi eg notið væl av skipanini í sambandi við tveir tættar barnsburðir. Skuldi eg fingið útgoldið eftir inntøku seinastu árini og kanska 80 prosent av tí, hevði verið ógvuliga soltið, sigur Guðrið Poulsen, sum hevur goldið til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina í tíggju ár. Støðan hjá Astrid Andre- asen minnir um støðuna hjá Guðrið. - Eg havi øll árini goldið hálvt gjald til skipanina, tí eg havi havt fast starv hálva tíð aðra staðni. Tá eg fekk uppsøgnina frá Dagpen- ingaskipanini, spurdi eg, um eg kundi tryggja meg fulla tíð, men tað slapp eg ikki, tí sum sagt var, arbeiði eg bara við listini hálva tíð, sigur Astrid Andreasen, sum hevur goldið til Sjálv- bodnu Dagpeningaskipan- ina í fimtan ár og fingið útgoldið í alt tríggjar ferðir hetta tíðarskeiðið. Stein omaná byrðu Nýggj áseting í broyttu lógini sigur, at 25 prosent av allar inntøkuni skal vera A-inntøka og 75 prosent B- inntøka. Hjá flestu lista- fólkum er inntøkumynstrið beint tað øvugta. Tað er A- inntøkan, um enn hon ikki er stór, sum ger tað møgu- ligt, at eitt nú Guðrið Poul- sen og Astrid Andreasen kunnu arbeiða við síni list. - Tað er A-inntøkan, sum lívbjargar okkum. Hasin nýggi býtislykilin ber als ikki til at liva eftir hjá listafólkum. Vit kundu so bara lagt virksemið niður, men so eintalt er tað ikki. Hugsi ikki, at eg eri tann einasta, sum skrumbli meg ígjøgnum á henda hátt, sigur Guðrið Poulsen. - Í veruleikanum er tað ómøguligt at breyðføða seg sum listafólk í Føroyum. Tí ert tú noydd at hava annað lønt arbeiði við síðuna av, men tann nýggja skipanin leggur í grundini stein omaná byrðu í so máta. Bróti eg ein arm, eri eg illa stødd. Eg fái ongar sjúkra- pengar í mínum listarliga arbeiði, hvørki her ella har, sigur Astrid Andreasen. Støðan hjá Titu Vinther er eitt sindur øðrvísi. Hon er vevkona fulla tíð, og hevur onga aðra inntøku við síðuna av. Seinasta ár fekk hon Mentunarstuðul í tríggjar mánaðir. Hesin verður goldin sum A-inn- tøka, og tað førdi við sær, at hon eisini varð tveitt úr Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanini seinasta summar, hesi skipan sum hon hevur goldið til í nærum 20 ár. Øll hesi árini hevur hon eina ferð fingið útgjald frá skipanini, sum svarar til eina lítla mánaðarløn til- samans. - Eg var ógvuliga glað Listafólk blakað úr dagpeningaskipanini - At hoyra politikarar í Føroyum tosa um mentanina í Føroyum, hvussu gott hon hevur tað, haldi eg er ógvuliga løgið. Støðan hjá summum av okkum listafólkum verður bara verri og verri, sigur Astrid Andreasen, listakvinna Mynd: Jens Kristian Vang - Tað kann als ikki góðtakast í dagsins samfelag, at ein starvsbólkur als onga trygd hevur í tilfeldi av sjúku, sigur Guðrið Poulsen, listakvinna Mynd: Jens Kristian Vang - At geva starvsløn og samstundis tveita ein úr “samfelagnum” er skomm, sigur Tita Vinther, listakvinna Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14