mikudagur 16. januar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 10 - 16. januar 2002
Nr. 10 - 16. januar 2002
17
Clikchaze uttan Eivør,
Mold við mannfalli,
Týr við frískum blóði,
Hatespeech við
nýggjum tónum og
200 við somu søgu.
Rockurin rungaði, tá
Tutl hevði konsert í
Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið
KONSERT
Eyðun Klakstein
Tað var eitt bland av borg-
arligari mentan og avbjóð-
andi rocktónleiki, tá Tutl
leygarkvøldið hevði kon-
sert í sambandi við at felag-
ið hevur 25 ár á baki.
Bólkar sum Mold, Hate-
speech og 200 skuldu
spæla, og í salinum í Norð-
urlandahúsinum vóru tøl
sett á setrini, so fólk kundu
sessast í friði og náðum,
krossa beinini og so leggja
oyru til harðan rocktónleik.
Undirtøkan fyri tiltakin-
um var góð, og tað var mest
sum útselt til konsertina.
Tað var ikki gjørt nógv
burtur úr pallinum, sum var
onkrastaðni har á gólvin-
um, meðan ljósini hingu
uppi
yvir
á
teimum
eyðkendu
skinnarunum.
Neyvan serliga dekorativt,
men hvør sigur, at tónleikur
altíð skal vera so visuellur.
Tiltakið tóktist tó eitt
sindur nakið, men við hvørt
kann tað hava nakað gott
við sær.
Kvøldið bjóðaði ymisk
sløg av rocktónleiki frá
bólkum, sum hava ymiska
bakgrund og framtíð. Men
tað riggaði væl at seta hesar
bólkar saman, og undir-
haldið var gott.
Mold við manglum
Tveir av bólkunum hetta
kvøldið gjørdu meira ella
minni comeback, og tað var
eisini annar av hesum bólk-
unum, sum legði fyri.
Mold, sum ikki hevur
spælt nakað serligt seinastu
árini, var føroyskt ískoyti til
grunge-rákið, sum segðist
byrja í amerikanska býnum
Seattle fyri meira enn 10
árum síðani.
Hetta var eitt rák, sum
fyrst í nítiárunum gav al-
tjóða rocktónleikinum eitt
meira skitið og ófantaligt
ljóð. Rákið hevði eisini síni
viðhaldsfólk í Føroyum, og
bólkar sum Pearl Jam, Nir-
vana og aðrir hava kanska
sín part av heiðrinum – ella
skyldini – fyri tónleikaliga
samleikan hjá Mold.
Teir vóru eisini at kenna
aftur, hóast teir vóru færri,
og bara tríggir av uppruna-
ligu limunum vóru á pallin-
um hetta kvøldið. Tá sang-
arin, Niclas Thorsteinsson,
messaði nøvnini á teimum,
sum vóru saknaðir, upp,
ljóðaði tað næstan sum ein
gudstænasta allahalgannna
dag.
Restin av framførsluni
líktist ikki nakrari gudstæn-
astu, hóast stevið var tungt,
røddin á Niclasi djúp og
næstan syrgin.
Mold hevur ongantíð
fingið breiða undirtøku í
Føroyum, og hetta kvøldið
vísti júst hví. Tónleikurin,
framførslan og hugburðurin
hjá bólkinum hóskar seg
meira til ein smalan fjepp-
araskarða enn eina bland-
aða fjøld av tónleikaáhug-
aðum.
Hatespeech broyttir
Hin comeback bólkurin
hetta kvøldið larmaði eitt
sindur meira, og tað vóru
nógv, sum áðrenn konsert-
ina tutlaðu um, at nú skuldi
Hatespeech aftur spæla.
Hvussu mundi tað fara at
vera.
Hatespeech plagdi at
spæla harðan rocktónleik,
og tað var eisini við hesum
slagi av tónleiki, at teir í
1999 spældu á Prix Føroyar
finaluni. Tað er ikki ofta, at
so harður tónleikur finnur
vegin til finaluna, men
Hatespeech hevði eitthvørt,
sum hugtók fólk tá í tíðini.
Og hóast bólkurin hesa-
ferð hevði gjørt sær ómak
við nýggjum slagi av fram-
førslu, hevði broytt tónleik-
in nakað og sóu øðrvísi út
enn fyri trimum árum síð-
ani, so hugtóku teir fram-
vegis.
Teir spældu bæði sangir
hjá sær sjálvum og øðrum,
og tá teir tónaðu nøkur
kend útlendsk løg, var tað
kanska enn ein staðfesting
av, at tíðirnar broytast –
Hatespeech eisini.
Tungt og hart frá Týr
Mest aktuelli bólkurin á
konsertini hesaferð var Týr,
sum tveir dagar framman-
undan hevði latið nýggja
fløgu úr hondum.
Teir vóru ikki nógv
broyttir síðani seinast, og
tónleikurin hjá teimum er
ikki nógv øðrvísi enn hann,
sum bólkar plagdu at spæla
í sjeyti og áttatiárunum.
Harður, stevtungur rockur
við eini harðari attitudu.
Onkur vildi sagt primitiv-
ur tónleikur, men í eini
ásannan av, at hetta slagið
av rocki hevur yvirliva øll
rák seinastu mongu árini,
kann tónleikurin heldur
kallast klassiskur rockur.
Tú hómar kendar rock-
bólkar í tónleikinum hjá
Týr, men teir hava fingið
sær sín egna samleika. Teir
draga norðurlendska guda-
læru inn í tónleikin hjá sær,
og teir duga eisini at brúka
gamlan føroyskan sang.
Hetta ger Týr spennandi.
Hetta kvøldið var ein av
fyrstu framførlsunum hjá
nýggja gittarspælaranum í
bólkinum, Terja Skibenæs,
og tað varð beinanvegin
greitt, at hann kann gerast
stórur vinningur fyri bólk-
inum. Hann spældi væl, og
solospælið hjá honum var
sannførandi.
Týr brúkar nógv, at teir
báðir
gittarspælararnir
spæla stemmir, og hetta
riggar væl, hóast tíðin og
meira venjing uttan iva fer
at hava við sær, at hetta
spælið fer at sita enn betri.
Sangarin í Týr er framúr.
Nú stuttklipti og ljóshærdi
Pól Arni Holm er ein rættur
rocksangari. Hann hevur
eina sterka og fangandi
rødd, og hann hóskar væl til
tunga tónleikinum hjá bólk-
inum.
Nýggja fløgan hjá Týr
kallast How far to Asgaard,
og júst heitislagið av hesi
fløgu var besta lagið í fram-
førsluni hjá Týr. Hvør veit,
um tað ikki verður meira at
hoyra næstu tíðina.
Petur á egnum
veingjum
Tað var eitt vónbrot at
hoyra, at Eivør Pálsdóttir
ikki fór at vera við Click-
haze hetta kvøldið, og tá
bólkurin ístaðin hevði fing-
ið tveir útlendskar gesta-
tónleikarar við til sína
framførsla, tóktist niðurlag-
ið verða fullkomið.
Men tað skuldi vísa seg
at ganga nakað øðrvísi.
Petur Jensen hevði stóru
uppgávuna at vera sangari
og frontfigurur í bólkinum,
men tað kom hann væl frá.
Hann var ikki besti sangar-
in á kvøldinum, men hann
dugdi at avmarka seg til
tað, sum hann kann.
Tað vóru fleiri lang
instrumental petti í tónleik-
inum hjá Clickhaze, og hó-
ast tú við hvørt visti, at her
vóru tómrúm, sum stjørnan
Rockurin rungaði
Bogi á Lakjuni, gittarspælari
í Clickhaze, royndi seg eisini
sum sangari hesaferð.
Mynd: Álvur Haraldsen
í bólkinum plagdi at taka
sær av, so var tað hóast tað
ein fragd at hoyra teir
spæla. Bólkurin er í góðari
venjing og væl saman-
spældur, og tað smittar út
um pallkantin.
Clickhaze spældi eitt
sindur øðrvísi tónleik, enn
bólkurin plagar at spæla.
Umstøðurnar kravdu tað.
Og tað riggaði væl. Onkur
sangur frá tíðini við Visible
Fish var fiskaður uppaftur,
og tvey coverløg frá sjeyti-
árunum settu eisini ferð á.
Eina lagið sang annar av
gittarspælarunum í bólkin-
um, Bogi á Lakjuni, og
hann var ikki ólíkaður
manninum, sum gjørdi
kendan, Jimi Hendrix. At
broyta Purple Haze til
Clickhaze líktist meira ein-
um fornermilsi enn stórum
hugflogi.
Clickhaze fótaði sær væl
og virðiliga, fyri tað um
Eivør ikki var við. Sjálv-
andi hevði framførslan
fingið enn meira við eini
Eivør í toppform, men
spælið var tó so gott, at tað
stóð einki aftanfyri hinar
bólkarnar hetta kvøldið –
heldur øvugt.
Politisk longutong
Eftir fleiri tímar við bland-
aðum rocktónleiki fekk 200
uppgávuna at runda kvøld-
ið av. Teir eru eisini rím-
uliga aktuellir við fløgu, og
teir spældu eisini sangir,
sum eru á hesi útgávu.
200 er punkur, sum spæl-
ir stuttligur. Tað er politikk-
ur, ein fasada og ein prov-
okatión. Og soleiðis var
eisini hesaferð. Bólkurin
hevði ómakað sær við at
gera ein figur av eini hond
við
einum
steyrrættari
longutong. Ein illavorðin
fingur
framman
fyri
Dannebrog. So var tónin
sligin.
Á stólasetrum í salinum
lá eitt pappírsblað við eini
ooddagrein hjá kappingar-
neytanum á Smyrilsvegi.
Hon umrøddi tónleikin hjá
200. Hetta var eitt typiskt
200-stunt
við
hesi
oddagrein, og tað er í
hvussu so er lætt at stað-
festa, at hevur tú ikki eitt
lætt lyndi og góðan hug til
humor, so er skjótt at fara
skeivur av 200.
Við f ll
ldi
k
ki
endaði føðingardagskons-
ertin hjá Tutl. Her var talan
um eitt fjøltáttað bland av
føroyskum rocktónleiki og
eitt sindur av etniskum tón-
leiki.
Tað eru 25 ár, síðani Tutl
fó
di
ítt
i k
i
hetta kvøldið gav teimum
sløku 400 áhoyrarunum eitt
kvøld við rocki umboðandi
skiftandi og afturvendandi
tíðir á tónleikapallinum.
Mold kom afturíaftur á
konsertini leygarkvøldið. Teir
spældu sín eyðkenda grunge-
merkta tónleik
Mynd: Álvur Haraldsen
Rockbólkurin Týr spældi sangir av nýggju útgávuni hjá sær, og heitislagið, How far to Asgaard, ljóðaði sera væl.
Mynd: Álvur Haraldsen
Týr spælir stevtungan rocktónleik við íblástri frá
norðurlendskari gudalæru og gomlum føroyskum sangi
Mynd: Álvur Haldsen
Pól Arni Holm í Týr er ein framúr rocksangari
Mynd: ÁLvur Haraldsen
C
M
Y
K
17
16