mikudagur 16. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 10 - 16. januar 2002
Nr. 10 - 16. januar 2002
19
ØLSMAKKING
Ingrid Bjarnastein
Turid Samró, fyrrverandi
eigari av Café Natúr, var
eisini og royndi nýggja ølið
hjá Restorff í gjár, og helt
hon, at tað var heilt vist
kappingarført við hitt før-
oyska ølið á marknaðinum.
– Tað smakkar væl, sigur
Turid Samró. – Men sigast
má, at seinastu árini hevur
Restorff sovið í tímanum,
og tí er gott, at bryggjaríið
hevur fingið nýggjar kreft-
ir.
Ikki einaferð tey tíggju
árini Turid Samró var í
Café Natúr, var ein sølu-
maður frá Restorff og bjóð-
aði henni at keypa øl frá
teimum. Turid sigur, at um
ein sølumaður hevði komið
á dyrnar, so hevði hon heilt
vist umhugsað at selt øl frá
Restorff. Turid sigur tó eis-
ini, at hetta nýggja ølið er
ógvuliga spennandi, og
hetta ger eisini, at tú fert at
vænta meira av Restorff.
– Nýggju eigararnir eru
knasandi dugnaligir, og teir
hava heilt vist ætlanir um at
gera Restorff til nakað heilt
serligt.
Fyrrapartin í gjár
varð bjóðað til
royndarsmakking av
nýggja Pilsnar
ølinum hjá Restorffs
Bryggjarí. Nýggja ølið
er at meta sum tað
sama, sum tað, ið
danir kalla hof øl, og
er tað í mesta lagi
4,6% sterkt
ØLSMAKKING
Ingrid Bjarnastein
Pilsnar ølið hjá Restorff er
tó ikki spildurnýtt á markn-
aðinum.
– Fyrsta blandið kom í
summar, men so varð tang-
in tómur, og ikki fyrr enn til
jólar er næsta blandið kom-
ið, sigur Óla Svenn Nolsøe,
sum er nýggjur stjóri á
Restorffs Bryggjarí.
Hetta ølið er at tað sama,
sum danir kalla hof øl, og
er tað bryggja í samstarvi
við Carlsberg Laboratoriið
í Danmark.
Óla Svenn Nolsøe sigur,
at fólk flest siga, at Pilsnar
ølið smakkar væl. – Alt øl
er eins. Tað vil siga, at tað
er alt øl er gjørt úr sama til-
farinum, korn og humle.
Spurningurin
er
bara,
hvussu nógv tú letur í av
hvørjum, greiðir Óla Svenn
Nolsøe frá.
Pilsnar ølið er nú komið
fyri at verða, og verða
Pilsnar øl og Skansaøl tað,
ið verður at fáa frá Restoffs
Bryggjarí av øli.
Millum innbodnu
gestirnar á Restorff
Bryggjarí fyrrapartin
í gjár, vóru Bjarni
Djurholm, landsstýr-
ismaður í Vinnumál-
um og Jan Christi-
ansen, borgarstjóri í
Havn. Teir báðir vóru
samdir um, at nýggja
Pilsnar ølið hjá
Restorff var av besta
slagi
ØLSMAKKING
Ingrid Bjarnastein
– Jú, nýggja ølið smakkar
væl, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm hevur
seinastu dagarnar verið
settur í samband við upp-
skot, sum liggur úti í fíggj-
armálastýrinum,
um
at
lækka avgjaldið á øli og
víni.
– Hetta er eitt tilmæli
sum rúsdrekkasølan av
fyrstan tíð er komin við,
sum síðani hevur verið til
eina eftirmeting hjá Rús-
drekka og Narkotikaráðn-
um, greiðir Bjarni Djur-
holm frá. – Endamálið er at
samlaða alkoholnýtlan skal
ikki vaksa, men at fólk
skulu fara yvir at drekka
veikari sløg. Talan er um at
taka broddin av tí sterku
alkoholnýtsluni í Føroyum,
har Føroyar liggja væl
omanfyri onnur lond í tøl-
um. Tað er at fyritrekkja,
kanska serliga frá einum
heilsusligum sjónarmiði, at
fólk fara at drekka tey veik-
aru sløgini av brennivíni,
men sjálvandi við tí fyri
eyga, at samlaða alkohol-
nýtslan ikki økist.
Alkoholnýtslan í Føroy-
um hevur staðið mestsum í
stað í 10 ár, og nú er tíðin
so komin at endurskoða
hetta, og soleiðis skila av-
gjaldið eftir nýtsluni.
Spurdur um vit møguliga
fara at síggja øl og vín, og
kanska enntá sterkari rús-
drekka í handlunum í Før-
oyum, sigur Bjarni Djur-
holm, at tað verður ikki í
næstu framtíð.
Restorff og
borgarstjórin grannar
Eisini borgarstjóranum Jan
Christiansen dámdi væl
nýggja Pilsnar ølið.
– Nú havi eg ongantíð
drukkið øl klokkan níggju
ein týsmorgun fyrr, men eg
má siga, at hetta gagnaðist
mær merkiliga væl, sigur
ein flennandi Jan Christi-
ansen.
– So tað er bara at ynskja,
at sølan fer at ganga væl, og
eg eri glaður og stoltur yvir,
at kunna lýsa fyri Restorff.
Bryggaríið hevur verið mín
nærmasti granni í 25 ár, og
eg
havi
brúkt
manga
summarfrítíð, páskafrítíð
og nógvar dagar eftir skúla-
tíð, til at arbeiða á bryggj-
arínum.
Jan Christiansen sigur, at
hann persónliga hevur altíð
hildið seg til Restorffs øl,
og vónar hann, at ølið fer at
vera so væl umtókt, at før-
oyingar sleppa frá, at inn-
flyta danskt øl. Eisini sigur
hann, at tað kann vera gott
við einum eigaraskifti sum
hesum, tí soleiðis fær
bryggjaríið nýggja orku og
marknaðarføring, sum ofta
er góð fyri eina slíka fyri-
tøku.
– Nú eri eg ikki nakar øl-
kennari, men hetta ølið
stendur so heilt vist ikki
aftanfyri annað øl, sigur
Jan Christiansen at enda.
VITJAN
Ingrid Bjarnastein
Fyrrapartin í gjár vitjaði
búktalarin Absalon Áar-
garð á barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Við sær hevði hann
dukkur og annað, sum
hann undirhelt børnun-
um við. Tiltakinum skip-
aði Odd Fellow fyri.
– Hetta er eitt av enda-
málunum
hjá
Odd
Fellow, sigur Petur Seloy
yvirmeistari á Ambolt-
inum, sum er Losjan hjá
Odd Fellow felagsskap-
inum.
– At hjálpa har fólk
hava tað ringt, og hetta
verður so gjørt í tráð við
tað. Børnini eru sjúk, og
tí hava vit skipað fyri
hesum fyri at gera dagin
hjá teimum eitt sindur
meira spennandi.
Og tað sá út til at
eydnast ógvuliga væl.
Børnini flentu í kíki,
meðan Absalon og fugl-
ur hansara tosaðu og
undirhildu. Eisini børn-
ini sluppu upp í part, og
tey sóu út til at hava
gloymt alt um, at tey
vóru sjúk.
Búktalari vitjaði
barnadeildina
Búktalari vitjaði í gjár á barnadeildini, og børnini sóu
út til at hava tað ógvuliga stuttligt
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýtt øl frá Restorff
Síðst í seinasta ári keyptu Óla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen meirilutan av partaprøvunum
í Restorffs Bryggarí. Nú er nýtt øl komið á marknaðin og var í gjár bjóðað til royndarsmakking
av nýggja ølinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Gott við eigaraskifti
Tað var mestsum
einmælt
samtykt, at
Pilsnar ølið hjá
Restorff er av
besta slag
Mynd: Jens Kr. Vang
Jan Christiansen og Bjarni Djurholm:
Ølið smakkar væl!
Bjarni Djurholm og Jan Christiansen vóru samdir um, at nýggja Pilsnar ølið hjá Restorff
smakkaði væl
Mynd: Jens Kr. Vang
- Gott undirstøðu-
kervi er fortreyt fyri
trivna og mentan, og
at vit kunnu røka
málunum, tá tað snýr
seg um økis- og útjað-
aramenning. Tí mugu
vit eisini hugsa um at
útbyggja undirstøðu-
støðukervið fyri
landið sum heild, tað
verið seg vegir, brýr,
tunnlar, skip og
kervið á samskiftisøk-
inum segði Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður í sam-
ferðslumálum, tá
hann í sambandi við
reisigildið fyri fyrsta
føroyska undirsjóar-
tunlinum helt røðu í
Miðvági
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
Saman við løgmanni var
landsstýrismaðurin í sam-
ferðslumálum, Bjarni Djur-
holm
fyrsti
at
ganga
ígjøgnum opið í Vága-
tunlinum, tá skotið varð
ígjøgnum seinasta hósdag.
Eftir hetta var stór sam-
koma í tunlinum, har m.a.
Bjarni Djurholm og Jørgen
Niclasen, landsstýrismenn
fagnaðu
hendingini
og
komandi fasta sambandin-
um millum Vágaoynna og
meginøkið.
Undir samkomuni, sum
varð í bygdahúsinum í
Miðvági, seinni á kvøldið
vóru mong fagnarorð borin
fram og millum røðararnar
var eisini landsstýrismað-
urin í samferðslumálum.
Hann vísti á, at síðani
føroyingurin setti búgv í
Føroyum, hava náttúru-
skaptu fortreytirnar ella
viðurskiftini
gjørt,
at
møguleikarnir at samstarva
við landsmenn – ætt, vinir
og kenningar, í øldir í
stóran mun hava verið
treytaðir av streymviður-
skiftum og veðurvánum.
-
Hóast
tøknin
og
framburðurin so við og við
hava betrað um ferðslu-
møguleikarnar oyggjarnar
millum, har dentur hevur
verið lagdur á at betra um
skipa-
og
havnaviður-
skiftini, so hava avmarking-
arnar framvegis verið eyð-
sýndar.
Farnu árini er tað eisini
vorðið alt meira sjónligt, at
menningin av samfelagnum
verður tarnað, verður ikki
betrað munandi um flutn-
ingskapasitetin tá ræður um
samferðslu
oyggjanna
millum vísti landsstýris-
maðurin á og helt fram:
-
Samlaði
politiski
myndugleikin
ásannar
avbjóðingarnar. Tí hevur
eisini verið full semja um
stigini, sum tikin eru farnu
árini í útbyggingini av sam-
ferðslukervinum, bæði á
sjógvi og á landi.
Úr rúgvuni kunnu nevn-
ast Sandoyarfarleiðin, Suð-
uroyarfarleiðin og undir-
sjóarsambondini.
Á skránni í mansaldur
Bjarni Djurholm vísti á, at
fasta sambandið um Vest-
mannasund hevur verið á
skrá seinasta mansaldurin.
Undangongumenninir vóru
tingmenninir Vilhelm Niel-
sen og Haldor Hansen sáli.
Hóast talan tá var um
brúgvasamband, so var
hetta spírin til ferðslu-
leiðina, sum er veruleiki í
dag. Í 1988-89 skjøtil settur
á gerð av undirsjóartunnli
undir
Vestmannasundi.
Arbeiðið steðgaði orsakað
av ringu tíðunum, sum tá
tóku seg upp.
Bjarni Djurholm segði
víðari, at so hvørt, sum
komið varð út í seinnu
helvt av nítiárini, og krepp-
an sjónliga var um at hæsa
av, tók tosið seg alt meira
upp um at fara í gongd við
arbeiðið aftur. Í seinasta
fíggjarárinum
í
farna
valskeiði (1994/98) var so
avgerð tikin um at byrja
aftur og vóru fyrstu mio.
settar av til verkætlanina.
Á eykajáttanarlógini ok-
tober 1998 samtykti Løg-
tingið so, at Føroya Lands-
stýri fekk heimild at stovna
og seta pening í partafelag,
hvørs endamál skuldi vera
at stovna fast samband um
Vestmannasund.
Leiðslan í felagnum ar-
beiddi víðari við ætlanun-
um, sum Landsverkfrøð-
ingurin í 1988-89 arbeiddi
við, og víkur núverandi
ætlan ikki stórvegis frá
henni, hvat viðvíkur hvar
vegir og tunnil eru løgd.
Eisini dagførdi og út-
bygdi Vinnumálastýrið tær
kost-nyttu kanningar, sum í
sínari tíð vórðu gjørdar, og
vístu tær, at tað gav
samfelagsligt avkast at gera
hesa íløguna.
Nýggjur leistur
Leisturin, sum brúktur er at
fremja ætlanina, er nýggjur
í Føroyum, og elvdi hann til
ávíst politiskt orðaskifti,
men hevur tað víst seg, at
hann hevur verið væl brúki-
ligur.
Tað hevur eydnast at
finna
eina
dugnaliga
leiðslu, sum hevur ábyrgd
av ætlanini, men harum-
framt er tað eydnast at fáa í
lag gott samstarv millum
partafelagið og tekniska
stovn landsins, Landsverk-
frøðingsstovnin, og hevur
hetta samtarv verið ein av
fortreytunum fyri góðu
gongdini segði landsstýris-
maðurin.
Eisini hevur leiðslan fyri
felagnum havt eina hepna
hond at finna sær entre-
prenørar og ráðgevarar á
ymsu økjunum. Í heila tikið
hevur tað gingist so væl
higartil, at samt Løgting
ikki ivaðist at samtykkja at
stovna nýtt partafelag, sum
fær til uppgávu at gera
tunnil undir Leirvíksfirði.
Tvs. at halda fram eftir
sama leisti.
Fíggingin av verkætlan-
ini er umframt tær 160 mió.
kr, ið landið setir í felagið,
upptøka av láni frá fígg-
ingarstovnum.
Reisigildi fyri fyrsta føroyska
undirsjóartunlinum
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður var millum mongu gestirnar til reisigildið fyri Vágatunlinum
Mynd Jens K Vang.
Bjarni Djurholm segði í røðu
síni í bygdahúsinum í
Miðvági, at tað gongur ikki
so long tíð til farið verður
undir Norðoyatunnilin
Mynd Jens K Vang
Framhald á síðu 21
C
M
Y
K
19
18