Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 10 - 16. januar 2002 Nr. 10 - 16. januar 2002 21 – Tá ið tað nú kemur fram í donskum og føroyskum fjølmiðl- um, at viðgerðin á Ríkissjúkrahúsinum ikki altíð er á hædd við onnur sjúkrahús, má hetta kannast, tí slíkum úttalilsum kunnu sjúklingarnir ikki liva við, sigur Føroya Felag Móti Krabbameini HEILSUBÓT Áki Bertholdsen – Tað er umráðandi, at vit altíð tryggja okkara sjúkl- ingum tað bestu viðgerð- ina. Tí tekur Føroya Felag Móti Krabbameini fult undir við Sámal Petur í Grund landsstýrismanni, tá ið hann sigur, at hann fer at kanna møguleikarnar fyri, at føroyingar, sum fáa krabbamein, kunnu fáa betri viðgerð aðrastaðni enn á Ríkissjúkrahúsinum, ella í Danmark annars. Jancy Gaardlykke, ráð- gevandi sjúkrasystir hjá Føroya Felag Móti Krabba- meini, sigur, at tað er gott, at Landsstýrismaðurin fer at seta kanningar í verk fyri at vita, um tann viðgerðin, føroyingar, sum fáa krabba- mein fáa, er nóg góð. Tølini eru batnað Hon sigur, at hóast tølini fyri ávís sløg av krabba- meini, eitt nú bróstkrabba og krabba í langanum, eru batnað seinastu árini, vísa kanningar enn, at sum heild koma fleiri sjúklingar við krabbameini undan við lív- inum í Noregi og í Svøríki, enn í Danmark. – Tølini fyri norðurlond- ini tala fyri seg og tey vísa, at tað doyggja lutfalsliga fleiri danir av krabbameini enn tað doyggja norðmenn og sviar. – Akkurát hví danska heilsuverkið haltar aftaná hini norðurlondini í hesum føri, vita vit ikki nágreini- liga. Tað er ikki vist, at tað er sjálv viðgerðin, sum ikki er nóg góð. Tað kann verða, at tað eru tær fyribyrgjandi kanningarnar, sum norð- menn og sviar gera, sum gera munin, men tað kann eisini vera tí, at bíðitíðin í Danmark er ov long aftur- ímóti í Noregi og í Svøríki. – Tí taka vit heilt avgjørt undir við, at viðurskiftini í Noregi, Svøríki og Íslandi við, verða kannað, sigur hon. Jancy Gaardlykke sigur, at sjálvsagt er tað at fegnast um, at úrslitið hjá teimum, sum fáa krabba og brósti og langa eru batnað, men tað er ein sannroynd, at enn eru tað fleiri danir sum doyggja av krabbameini enn tað eru norðmenn og sviar. Ongi føroysk tøl Hon sigur, at hvussu hag- tølini eru fyri før-oying- ar,vita vit ikki. – Tað var ikki fyrrenn í 1995, at vit fóru undir at skráseta krabbameinssjúkl- ingar í Føroyum, men tí- verri hava vit enn onga uppgerð fingið fyri, hvussu tað gongst føroyingum við krabbameini. – Tað er stórt spell, at vit ikki hava fingið skráseting- ina fyrr, tí viðurskiftini í Føroyum líkjast ikki altíð viðurskiftunum í Danmark, sum vit mangan hava lyndi til at halda. – Eitt nú vita vit, at í Før- oyum eru færri tilburðir krabbameini í langa enn tað eru í Danmark. Hinvegin hava vit fleiri tilburðir av krabbameini í maganum. – Tí hevur tað stóran týdning, at vit fáa okkara egnu tøl, tí sum er, fáa vit ikki víst á nøkur úrslit ella samanborið støðuna í Før- oyum við støðuna í øðrum londum, tí enn vita vit ikki, hvussu føroyskir krabba- meinssjúklingar klára seg. Jancy Gaardlykke sigur, at nú eru vit í Føroyum sjálvi før fyri at viðgera ymisk sløg av krabbameini. Men stráluviðgerð fáa vit ikki givið í Føroyum. Hon vísir í hesum við- fangi á, at hóast danir hava tryggjað krabbameinssjúkl- ingum skjóta viðgerð, er bíðitíðin eftir at sleppa í stráluviðgerð oftani yvir ein mánað. Má kannast Jancy Gaardlykke gevur læknastjórarnum á Lands- sjúkrahúsinum rætt í, at tað er ein stórur fyrimunir at hava gott samstarv við eitt – ella fá – sjúkrahús, har vit kenna arbeiðsgongdirnar og har vit hava eitt gott samstarv. Í okkara føri er tað við Ríkissjúkrahúsið. Ein part- ur av hesum samstarvi er, at fýra ferðir um árið koma ráðgevarar av Rìkissjúkra- húsinum til Føroya at kanna krabbameinssjúkl- ingar og at undirvísa. – Hetta er ein stórur fyri- munir, tí vit hava ongan serlækna í krabbameini í Føroyum. – Men tá ið tað nú kemur fram donskum og føroysk- um fjølmiðlum, at viðgerð- in á Ríkissjúkrahúsinum ikki altíð er á hædd við onnur sjúkrahús, má hetta kannast, tí slíkum úttalils- um kunnu sjúklingrnir ikki liva við, tí tað skapar ótryggleika. – Tí taka vit fult undir við Sámal Petur í Grund, tá ið hann sigur, at hann fer at kanna, um tann viðgerðin, sum verður givin í dag, er fult á hædd við ta viðgerð, sum verður givin aðra- staðni. – Tí er tað rætt at kanna, um vit ikki kunnu fáa eitt betri úrslit við at samstarva við okkurt annað sjúkrahús, serliga tá ið tað eisini frætt- ist, at Ríkissjúkrahúsið ikki gevur viðgerð, sum tað ber til at fáa á øðrum sjúkra- húsum. – Hon sigur, at støðan hjá Krabbameinsfelagnum er púra greið, at føroyingar betala fyri viðgerðina og tí er ongin orsøk til at betala fyri nakað annað enn tað bestu viðgerðina. Marinustøðin í Havn eitur nú Tjarnargarð- ur og ein bólkur roynir at finna útav, hvat húsið sal brúkast til. Ein tanki er at gera tað til venjingarmiðstøð og umlættingarpláss til eldri ELDRAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen Marinustøðin í Havn verð- ur nú kanska venjingarmið- støð og umlættingarheim hjá eldri fólki í Tórshavnar Kommunu. Tað er í hvussu so er ein tanki, sum er óglugliga frammliga hjá bólkinum, sum er settur at kanna eftir, hvat húsið best kann brúk- ast til. Betala L. Samuelsen, sum er formaður í bólkin- um, sigur, at fundir hava verið við nógvar áhuga- bólkar, eitt nú fysioterap- eutar, ergoterapeutar, heila- felagið og onnur, fyri at fáa hugskot um, hvussu húsið best kemur til sín rætt. Í næstumverður fundur við fleiri stovnar. Til tey eldru Tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at húsið, sum býráð- ið keypti frá statinum fyri 12 milliónir, skuldi brúkast til onkur eldramál til frama fyri tey eldru. – Hesir áhugabólkar, vit hava tosað við, eru samd um, at tað er stórur tørvur á eini venjingarmiðstøð til eldri, sum hava brúk fyri tí, t.d. eftir eini heilabløðing, blóðtøppi, ella av onkrum øðrum bakkasti, sum førir við sær, at tey hava brúk fyri venjing. Samstundis kann húsið brúkast til umlætting, so at summi av hesum fólkum eisini kunnu búgva í hús- inum ímeðan tey fáa venj- ingar. Hon sigur, at sjúklingar, sum verða útskrivaðir av sjúkrahúsi, hava ofta stóran tørv á venjing í langa tíð aftaná og í løtuni eru ikki nóg góðar umstøður til tað annars, og tí er stórur tørv- ur á eini slíkari miðstøð. Hon skoytir uppí, at skal húsið gerast til ellisheim, krevur tað sera so stórar ábøtur og broytingar, at tal- an verður at kalla um eitt nýtt hús. Hinvegin ber tað væl til at gera tað til eina slíka miðstøð við smávegis broytingum. Somuleiðis liggur húsið væl fyri, beint við Lágar- garð, so tað ber væl til at hava felags køk við Lágar- garð og møguleikarnir at byggja út eru eisini góðir, um tørvur verður á tí. Beata L. Samuelsen sig- ur, at ein slík venjingarmið- støð er ein tanki, sum er frammaliga hjá bólkinum, sum annars er mannaður við Elini Lindenskov, Marjun Smith, fyristøðu- kvinnu á Lágargarði, Eyð- un Jensen, leiðari á Sosialu deild hjá Tórshavnar Kom- munu. Skrivari hjá bólk- inum er Hanna Joensen. Hon leggur tó dent á. at ongin endalig avgerð er tik- in. Hon sigur, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur húsið 1. august og tá vóna tey at hava eina ætlan tøka fyri, hvussu húsið skal brúkast. Men er tað ikki endaliga heilt greitt, hvat húsið skal brúkast til, er tað í hvussu so er greitt, at tað hevur fingið nýtt navn. Marinustøðin eitur nú Tjarnargarður eftir tjørnini og tað sampakkar eisini væl við Lágargarð, sum er beint við. Krabbameinsfelagið tekur fult undir við Sámal Petur í Grund – Føroyingar betala sjálvir fyri alla sjúkuviðgerð uttanlands og tí er ongin orsøk til at betala fyri nakað annað enn tað bestu viðgerðina. Tí má spurningurin kannast, sigur Føroya Felag Mòti Krabbameini. Higartil fer viðgerðin fyri tað allarmesta fram á Ríkissjúkrahúsinum, men Krabbameinsfelagið tekur undir við, at aðrir møguleikar verða kannaðir Marinustøðin brúkast til uppvenjing og umlætting Tjarnargarður, er navnið, sum Marinustøðin hevur fingið. Ein tanki, sum er frammaliga, er at brúka húsið til venjingarmiðstøð og umlætting hjá eldri fólki í Tórshavnar Kommunu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Trolararnir hava framvegis rættiliga góðan upsafiski- skap. Mánamorgunin vóru Safir og Smaragd í Saltangará við stívliga 300.000 pundum, megin- parturin upsi. Nakrir 100 kassar vóru av øðrum fiskasløgum. Á Fiskavirking í Sal- tangará høvdu tey ríkiligt at gera, tá ið vit frættumána- morgunin, tí umframt fiskin hjá Safir og Smaragd, lógi eini 90.000 niðurfyri frá seinastu viku. Spurdur, um tey vænta nakra last aftrat hesa vik- una, sigur Jason Johanne- sen: – Vit hava so nógvan fisk inni, at vit orka ikki at vænta okkum meira í løtuni. Hann heldur, at tey hava nóg mikið av fiski til hós- dagin. – Nógvur upsi er á mark- naðinum í løtuni. Hava vit brúk fyri meirafiski, tá ið vikan líður, er ikki óvist, at vit ikki keypa nøkur tons aftrat. Men beint nú orka vit ikki at hugsa um meira fisk, sigur hann. Upsin smáur Upsin, sum Safir og Sma- ragd høvdu hendan túrin, var ógvuliga smáur. Tað nógva eru 4’arar og 3’arar, og tað er smáur fiskur. – Hinvegin var upsin, vit keyptu frá Fram og Grøna- nesi í síðstu viku, væl størri, sigur virkisleiðarin. Upsin, sum skipini hava fingið, hevur verið mis- javnur í stødd, og serliga eystanfyri og innari vest- anfyri er upsin smáur í løtuni, sigst. Men í sein- astuni hava skipini eisini fingið nógvan upsa á Munkagrunninum, og har hevur slagið verið munandi betri. Jason Johannesen heldur ikki, at skipini royna á somu leiðum, tá ið slagið er so misjavt. Tað øvugta hendi Men rættiliga nógvur upsi er at fáa. Tað eru jú bara fá ár, síðan fiskifrøðingar mæltu til at skerja veiðina munandi, tí stovnurin var so illa fyri! Onkur fiskimaður tók skemtandi til herfyri, at tá ið fiskifrøðingar siga, at ein stovnur er illa fyri – tá stendur væl til og nógv er í væntu. – Hetta sóu vit við tosk- inum miðskeiðis í nítiárun- um, og tað sama er hent viðupsanum. Fiskifrøðing- arnir fóru púrasta skeivir. Tað, sum hendi, var júst tað øvugta av tí, teir søgdu fór at henda, segði fiskimað- urin. Safir og Smaragd fullir undir lúkurnar Fíggingin er í tveimum pørtum. Byggifígging og endaliga fíggingin. Enda- liga lánið verður aftur- goldið við inntøkum, sum stava frá nýtslugjøldum frá teimum, sum nýta tunnils- anleggið. Tá útveganar- kostnaðurin er fult aftur- goldin, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar, og verður tá anleggið partur av landsvegakervinum. Fortreyt fyri vinnuligari menning Bjarni Djurholm vísti á, at ein av fremstu fortreytun- um fyri vinnuligari menn- ing í einum landi er, at undirstøðukervið er væl útbygt, og tá Norðoya- tunnilin um eini fýra ár er liðugur, er vegasamband millum eini 85 % av før- oyingunum. - Gott undirstøðukervi er eisini fortreyt fyri trivna og mentan, og at vit kunnu røka málunum, tá tað snýr seg um økis- og útjaðara- menning. Tí mugu vit eisini hugsa um at útbyggja undirstøðustøðukervið fyri landið sum heild, tað verið seg vegir, brýr, tunnlar, skip og kervið á samskiftisøk- inum. Fyri at fáa sum mest burtur úr okkara íløgukrón- um og fyri at minka sum mest um vandan fyri upp- hiting av okkara búskapi, eiga vit gjølla at umhugsa tær einstøku íløgurnar, at arbeiði verða boðin út og at gera langtíðarætlanir. Hetta er arbeiði, sum VMS tekur í stórsta álvara. VMS hevur í hesum sam- bandi uppskot um lang- tíðar-íløguætlan, har ein setningur er at íløgurnar frá ári til ár eru javnar við atliti at kostnaði og ikki minst viðv. ávirkanini á búskapin í síni heild. Tað er mín vón upp, at tað fer at eydnast at sam- skipa íløgurnar á teimum einstøku økjunum við und- irtøku frá øllum flokkum á tingi. Hóast langtíðar- íløguætlanir sjálvsagt javnan skulu korrigerast, so er neyðugt við tvørpolit- iskum semjum, sum bera tvørtur um løgtingsval. Hetta er einasta gongda leið, skulu vit ikki enda í íløgusveiggjum, sum koma okkum aftur um brekku. Hava vit ráð Landsstýrismaðurin nam eisini við spuringin at hava ráð og segði: -Mangur man hugsa, um vit hava ráð at fremja íløgur av hesum slag. Tað kunnu vit altíð kjakast um. Politiski mynd- ugleikin má tó hava fyri eygað, at tíðirnar broytast og krøvini herðast. Tí er áhaldandi neyðugt at taka støðu til útbyggingar í samferðslukervinum. Umframt, at neyðugt er at gera raðfestingar, so er eisini neyðugt at velja mill- um sløg av samferðslu- hættum. Fyri at lýsa fyrimunir og vansar, verða ymiskar møguleikar settir upp móti hvørjum øðrum. Í samskiftinum oyggj- anna millum stendur valið nú millum fast sambond ella framhaldandi sjógvegis sambond. Orsakað av kreppuni og eisini, at vit annars ikki í langar tíðir gjørdu serligar íløgur í sjóvegissambond- ini, er strandfaraflotin nú so gamal, at mangar av neyð- ugu íløgunum í flotan skulu loysast komandi fáu árini. Ikki bara tí, at sam- ferðslukrøvini alsamt eru vaksandi, men eisini tí, at altjóða ásetingar gera, at skipini hjá SL skulu hava munandi dagføringar ella skiftast út. Verða nýíløgur gjørdar í skip, verður eisini neyðugt at taka støðu til um- og útbyggingar av havnaløgunum. Kostnaðurin Valið um Vestmannasund gjørdist so fasta samband- ið. Vit kunnu samanbera árliga kostnaðin av projekt- inum við støddina av fíggjarlógini fyri 2002. Tá síggja vit, at árliga avset- ingin til hetta projektið bert er uml. 0.5 % av samlaðu fíggjarlógini árliga ella 8- 9% av íløgunum. Samanborið við annað virksemi, so ávirkar íløgan undir Vestmannasundi í byggifasuni, tvs. ringvirkn- ingar á arbeiðsmarknaðin, umleið tað sama, sum eitt miðal føroyskt flakavirki. Tá hildið verður fram undir Leirvíksfirði, so flyta vit v.ø.o. virksemið undan Vestmannasundi undir Leirvíksfjørð. Sostatt fer ávirkanin ikki at merkjast á samfelags- búskapinum, eins og avset- ingarnar á fíggjarlógini til hesa verkætlan næstu átta árini verða lítið størri enn avsetingarnar til fasta sambandið undir Vest- mannasundi. Landsstýrismaðurin segði at enda, at dagurin í dag kann samanmetast við eitt reisigildi. Hóast nógv arbeiði er eftir at gera, áðrenn farleiðin verður latin upp í fyrru helvt av 2003, nýtti hann høvi til at takka øllum, sum høvdu verið við til at gjørt hesa ætlan møguliga. Hvalbiartrolarin, Steintór, landaði 200.000 pund til Delta Seafood á Tvøroyri týsdagin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Árið í fjør var tað besta higartil hjá Delta Seafood á Tvøroyri í nøgd. Virkið tók ímóti 4.000 tonsum av ráfiski. Av hesum fóru umleið 2/3 til saltingar og 1/3 av landinum sum fesk fløk. 40 fólk eru í starvi á virkinum, sum byrjaði í 1995 og hevur virkað síðan. Flestu arbeiðsfólkini eru av Tvøroyri, men nøkur eru eisini úr Hvalba. Sum skilst, arbeiddu hvalbingar á virkinum á Tvøroyri, áðrenn virkið har norðuri læt aftur fyrr í heyst. Keypa mest beinleiðis Á Delta Seafood siga tey, at meginparturin av ráfisk- inum, sum virkið keypir, verður keyptur beinleiðis frá skipunum. - Hvalbiartrolarin, Stein- tór, landar ofta her hjá okkum, og tað gera hinir trolararnir, Niels Pauli, Mýlingur og Brestir, eisini. Somuleiðis keypa vit fisk frá trolarunum her á Tvøroyri. Á Delta Seafood eru tey væl nøgd við samstarvið, tey hava við Fiskavirking á Tvøroyri. Hetta byggir í høvuðsheitum á, at virkið hjá Fiskavirking, sum serliga virkar ráfiskin til flak, keypir tann smærra fiskin, meðan Delta Seafood, sum hevur lagt seg eftir at virka saltfisk og fesk fløk, keypir tann stóra fiskin.Virkið sendir fesk fløk av landinum alt árið – og alt eftir, hvussu mark- naðurin fyri feskum fløkum er. Steintór 200.000 pund Týsdagin var Steintór á Tvøroyri við umleið 200.000 pundum, sum Delta Seafood hevur keypt. Sagt verður, at trolarin hevur roynt sunnanfyri. Meginparturin av veiðini er miðalgóður upsi. Stjóri á Delta Seafood er Magnus Jespersen. 40 fólk arbeiða saltfisk og flakaskera á Delta Seafood Framhald av síðu 19 Á Delta Seafood á Tvøroyri eru tey væl nøgd við samstarvið, sum virkið hevur við Fiskavirking á Tvøroyri um keyp av ráfiski C M Y K 21 20