Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í kvøld, mikukvøldið, verða fyrru hálvfinal- urnar í steypakapp- ingini hjá monnum spældar. Oddaliðini í fystu deild munnu vera favorittar undan dystunum. Neistin brestur saman við H71, meðan VÍF møtir StÍF á Skála HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Í kvøld fáa hondbólts- áhugað eina góða ábending um, hvør fer at møtast í steypafinaluni hjá monn- um. Talan er um fyrru hálvfinalurnar, ið verða leiktar mikukvøldið klokk- an 20. Tó er einki avgjørt eftir fyrra dystin, tí liðini møtast tvær ferðir, og vinnarin samanlagt fer víðari í finaluna, ið verður leikt í Havn. Talan er um fýra tey ovastu liðini í fremstu mansdeildini, ið hava spælt seg fram til hálvfinalurnar. Grannar hittast Í høllini á Hálsi møtast H71 og Neistin. Talan er um grannauppgerð, sum kann gerast spennandi. Eingin ivi er um, at Neistin hevur ein sterkari hóp og hevur verið nógv meira sann- førandi enn H71 í ár. Tó, tá talan er um steypa- dyst kann einki takast fyri givið. H71 tapti við seks málum móti StÍF á útivølli í teirra seinasta landskapp- ingardysti. Teir eru tí ikki mentalt omaná undan dyst- inum. Neistin vann hinvegin móti arvafíggindanum Kyndli um vikuskiftið. Hóast Neistin var aftanfyri í hálvleikinum, megnaðu teir at venda gondini. Meðan Neistin er á øðr- um plássi og stríðist um meistaraheitið, liggur H71 nummar fýra, men roynir at røkka bronsuni. Tað er tískil stórur munur á lið- unum, sum bresta saman í fyrru hálvfinaluni miku- kvøldið. Neistin hevur eisin havt gott tak á hoyvíkingum í dystunum teirra millum í hesum kappingarárinum. Hesi viðurskifti gera Neist- an til stórfavoritt at vinna sæti í finaluni. H71 hevur tó fleiri góðar leikarar, sum kunnu bíta frá sær og geva Neistanum ein hvøkk. Her verður serliga hugsað um Bjarna Ward- um. Hann fer at hava stóran týdning í royndini hjá hoyvíkingum at fáa finalu- pláss. Fyrrverandi kyndla- spælarin skeyt ikki færri enn fimtan mál móti StÍF í seinastu umfari í lands- kappingini. Torførur dystur hjá VÍF Somuleiðis má sigast um hina hálvfinaluna millum StÍF og VÍF, at ein stórfavo- rittur er undan dystunum. Tað hevði loypt hvøkk á tey flestu, at um VÍF ikki megnaði at vinna seg fram til finaluna. Forðingin er StÍF, ið tó má metast sum ein stór hóttan hjá vest- menningum. Strandingar eru væl upp- lagdir eftir ein góðan sigur á H71 um vikuskiftið. VÍF hevur hinvegin ikki verið serliga sannførandi í sein- astu dystunum. Tó so at VÍF hevur vunnið allar dystirnar, men VÍF hevur ikki verið eins sannførandi, sum teir plaga at vera. At VÍF ikki spælir uppá sítt besta kann vera ein faktorur, sum StÍF skal gera sær dælt av. Kanska er lítið sannførandi spælið hjá VÍF ein møguleiki hjá strandingum at vinna sig- ursvanda felagnum neisir. VÍF vann ein sera tepran sigur við einum máli móti KÍF í teirra seinasta landskappingardysti. Avgerandi málið gjørdi Áki Olsen í seinasta sekundi. Hetta boðar frá, at spælið hjá VÍF ikki longur hevur tað flogið, sum tað hevði í byrjanini av kappingini. VÍF var tá uttan tann kvika vongin Johnny Joen- sen og skotsterka Sámal Joensen. Óvist er, um hesir vera við í kvøld. Eingin ivi er tó um, at tveir greiðir favorittar eru undan hálvfinalunum. Tey flestu munnu vænta, at Neistin og VÍF fara at dyst- ast í steypafinaluni og um FM-heitið. Nr. 10 • mikudagur • 16. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo 15/01/02 20:00 KÍF - Tjaldur M I 16/01/02 18:30 Neistin - VÍF 1.hálvfinalan Kv I 16/01/02 20:00 H 71 - Neistin 1.hálvfinalan M I 16/01/02 20:00 StÍF - VÍF 1.hálvfinalan M I Í kvøld hittast Neistin og VÍF í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. VÍF er favorittur, men Neistin verður ikki lættur at syfta HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Klokkan 18.30 í kvøld verður dystur í steypa- kappingini millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi. Hetta er fyrri hálvfinaludysturin. Eingin ivi er um, at VÍF er favorittur. Tær hava verið sannførandi í ár og liggja á odda. Vestmenningar hava tó júst spælt tveir dystir í Evropa Cup móti Hellas úr Hollandi. Hetta vóru harðir dystir, har hollendsku kvinnurnar vístu, hvussu hondbóltur skal spælast. Hetta kann hava við sær, at dystirnir enn sita í beinunum hjá VÍF- kvinnunum. Tað er tí ein fyrimunur fyri Neistan. VÍF er framvegis fa- vorittur at vinna hesa hálvfinaluna samanlagt og harvið finalusess. Neistin-VÍF: Føroyameistarar í torførum dysti Hondbóltsdystir Hálvfinalurnar spældar í kvøld: Neisin og VÍF eru favorittar Spælið hjá VÍF fer altíð um brøðurnar Inga og Áka Olsen. Teir fara eisini at vera týðandi leikarar í dystinum móti StÍF í kvøld Mynd: Álvur Haraldsen Hans Áki Dahl-Christiansen skal í kvøld royna seg móti H71. Neisin er favorittur og er væl koyrandi í løtuni Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 10 - 16. januar 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Dýrari við evruni Síðani tólv av teimum 15 ES-londunum tóku nýggja felags gjald- oyrað, evruna, í nýtslu á nýggjárinum, hava brúkararnir í londun- um kært seg um, at prísirnir á teimum ymsu vørunum eru hækkaðir. Tað hevur havt við sær, at brúkarafeløgini hava fingið nógvar kærur. Í Fraklandi hava nógv fólk kært seg um, at matvørur- nar eru vorðnar dýrari seinastu 14 dagarnar, og almenna franska príseftirlitið váttaði eisini í gjár, at nógvar vørur eru vorðnar dýrari, síðani evran kom í gildi. Enn er tað bara tað franska príseftirlitið, sum hevur váttað prís- hækkingina, men í flestu av teimum tólv londunum hava brúk- arafeløgini fingið nógvar líknandi kærur um prísirnar. Úr Norðurlondum: Smáar kommunur tapa Í Noregi ætlar stjórnin at leggja fleiri smáar kommunur saman, og í gjár fekk stjórnin stuð- ul frá norska akadem- ikarafelagnum. Felag- ið sigur í einari frá- greiðing, at saman- legging hevði verið ein stórur fyrimunur, tí tær smáu kommunurnar tapa kappingina við tær stóru um fólk við góðari útbúgving. Felagið sigur, at tá tað snýr seg um verk- frøðingar, læknar, tannlæknar, løgfrøð- ingar og fólk við líkn- andi útbúgvingum, hava tær smáu komm- unurnar munandi minni møguleikar at fáa fatur á fólki enn tær stóru. Ja til kjarnorku Finska stjórnin fer í morgin at viðgera eitt uppskot um at byggja eitt kjarnorkuverk aft- urat. Frammanundan eru fýra kjarnorkuverk í Finnlandi. Málið er politiskt viðbrekið, og stór ó- semja er millum polit- ikararnar um ætlanina. Tekur stjórnin undir við uppskotinum, skal málið fyri Ríkisdagin, og har hevur ein kann- ing víst, at 40 prosent taka undir við tí, með- an 33 prosent eru ímóti. 28 prosent av tinglimunum hava ikki tikið støðu. Stjórnin, sum er sett saman av flokkum frá høgra til vinstra, er heldur ikki samd um spurningin, men kort- ini verður roknað við, at meirilutin av ráð- harrunum fara at taka undir við byggiætlan- ini. Eitt finskt blað skrivaði í gjár, at ætlandi fara sjey av teimum trettan ráð- harrunum at atkvøða fyri og hinir seks ímóti. Tey Grønu, sum eru í stjórnarsamgonguni, hava fyrr hótt við at slíta samstarvið, verð- ur málið samtykt, men tað verður kortini ikki hildið, at flokkurin fer at gera álvara av ætl- anini. Hydro stóran sáttmála Norsk Hydro hevur fingið ein stóran sátt- mála við kendu týsku b i l v e r k s m i ð j u n a BMW. Sambært blað- num Dagens Nærings- liv er sáttmálin verdur tvær milliardir norskar krónur. Sáttmálin snýr seg um aluminium og verður roknaður sum eitt týðandi framstig hjá teimum, sum vilja hava bilverksmiðjur- nar at nýta meiri alu- minium í bilunum. BMW ætlar at nýta meiri aluminium í BMW-5 røðini, sum kemur á marknaðin næsta ár. Hvørki Norsk Hydro ella BMW vildu vátta tíðindini um nýggja sáttmálan í gjár. Búskapur og vinna: Bót til Adidas Danska kappingarráðið hevur givið ítróttarhand- ilsketuni Adidas Danmark 500.000 krónur í bót, tí felagið hevði brotið regl- urnar í kappingarlógini. Kappingarráðið sigur, at Adidas hevði álagt øllum sínum umboðum at selja somu vørur fyri sama prís. Tað er ikki loyvt, sigur Kappingarráðið, sum koyrdi málið til løgregluna. Adidas hevur nú gjørt semju við ákæruvaldið og skal rinda eina hálva milli- ón krónur í bót. Mona Sahlin heldur fram sum ráðharri í svensku stjórnini, og nú lovar hon at halda betri skil á fíggjar- viðurskiftunum í framtíðini ÚTLAND Árni Joensen Mona Sahlin hevur verið fyri hvassorðaðum atfinn- ingum seinastu vikuna, eftir at svensk bløð enn eina ferð avdúkaðu óskil í hennara fíggjarligu viður- skiftum. M. a. kom fram, at hon hevði ikki goldið vegskatt fyri bilin, og at bilurin heldur ikki hevði verið til sýn við tí úrsliti, at myndugleikarnir høvdu sett henni forboð fyri at nýta bilin. Eisini kom fram, at Mona Sahlin hevði havt trupult við at rinda sín restskatt. Hon hevði pengar til rest- skattin, men rindaði ikki, fyrr enn skattavaldið hevði rykt eftir pengunum nakrar ferðir. Slíkt sømir seg ikki einum ráðharra, og ein kanning í síðstu viku vísti eisini, at 80 prosent av svium hildu, at Mona Sahlin átti at fara frá. Fólk høvdu heilt einfalt ikki álit á henni. Ikki henda aftur Men ein hevur í hvussu er álit á Monu Sahlin. Tað er Göran Persson, forsætis- ráðharri, og mánadgin boðaði hann frá, at Mona Sahlin verður verandi í stjórn hansara. Boðini komu beint eftir ein fund millum forsætisráðharran og tann umstrídda ráð- harran. - Eg eri sannførdur um, at Mona Sahlin fer at ansa sær betur í framtíðini, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg. Hon heldur fram sum ráð- harri í vinnumálaráðnum, segði Göran Persson eftir fundin. Sjálv segði Mona Sahlin við Aftonbladet, og hon hevði fingið áheitanir frá nógvum fólki, sum vildu hava hana at halda fram í ráðharrastarvinum. Fyrr hevur hon boðað frá, at hon stillar upp til komandi ríkisdagsvalið. Ísraelski herurin er aftur farin undir at beina fyri leiðandi palestinum. ÚTLAND Árni Joensen Ísraelska stjórnin var fyri hvøssum atfinningur sein- asta heyst, tá herurin fleiri ferðir beindi fyri leiðandi monnum í ymsum pale- stinskum felagsskapum. Fleiri lond mótmæltu framferðini og skýrdu framferðina beinleiðis av- rættingar. Seinastu tíðina hevur eingin tílík avrætting verið, men mánadgin doyði ein av leiðarunum í felags- skapinum Fatah av einari bumbu, sum ísraelsmenn høvdu lagt. Palestinskar keldur siga, at Read al-Karmi doyði av einari bumbu, sum lá uttan fyri eini hús í býnum Tulkarm á Vestara Áar- bakka, har Fatah-leiðarin hevði fjalt seg seinastu tíðina. - Ísraelsmenn løgdu bumbuna tætt við eina girðing. Onkur ringdi til al- Karmi og bað hann far úr húsunum, har hann fjaldi seg. Tá hann nærkaðist girðingini, brast bumban. Read al-Karmi doyði bein- anvegin. Hetta var einki annað enn ein beinleiðis avrætting, siga palestinsku myndugleikarnir. Ísraelska herleiðslan hevur sýtt fyri at gera nakrar viðmerkingar til upplýsingarnar hjá pale- stinsku myndugleikunum. Mona Sahlin lovar bót og bata Ísrael aftur farið undir skipaðar avrættingar Read al-Karmi var ein av leiðarunum í felagsskapinum Fatah. Mánadagin doyði hann av einari ísraelskari bumbu C M Y K 22