mikudagur 16. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 10 - 16. januar 2002
Felagið hjá Toda
Jónsson, FC Køben-
havn, hevur styrkt
hópin við tveimum
nýggjum leikarum.
Talan er um verju-
leikaran Martin
Albrechtsen og
norska miðvallaran
Erik Mykland
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Eftir at fleiri leikarar hava
leitað sær burtur úr FCK, er
høvuðsstaðarfelagið farið
undir at styrkja hópin við
nýggjum leikarum.
Tann seinasti nýggi leik-
arin er Martin Albrechtsen.
Hann er verjuleikari og
varð keyptur frá grannun-
um í AB, sum var komið í
penganeyð og mátti selja
leikarar fyri at halda tørn.
Martin Albrechtsen er
bara 21 ára gamal, men
hevur longu spælt á danska
landsliðnum. Hann verður
mettur sum eitt tað størsta
talentið í donskum fótbólti í
løtuni. Okkurt evropeiskt
stórfelag fer óivað at dyrgja
eftir honum seinni.
FCK vil ikki upplýsa
prísin fyri verjuleikaran,
men Ekstrablaðið vil vera
við, at AB fær 9 milliónir
krónur fyri Albrechtsen.
AB fær eisini 10%, um
FCK selur hann til annað
felag.
Albrechtsen skal vera av-
loysari hjá Jacob Laursen,
ið skifti til Leicester í sein-
astu viku.
Umframt Albrechtsen er
ein annar verjuleikari eisini
byrjaður í felagnum. Talan
er um Bora Zivkovic, sum
er komin úr Silkeborg. Fel-
agið hevur gjørt avtalu við
leikaran fyri langari tíð síð-
ani, men hann hevur enn
ikki spælt sín fyrsta dyst
fyri FCK.
Í blaðnum í gjár varð
nevnt, at FCK eisini hevur
keypt 30 ára gamla norð-
mannin
Erik
Mykland.
Hesin leikarin er royndur á
landsliðnum og hevur spælt
við 1860 München, áðrenn
hann bleiv ósamdur við
venjaran, sum tí fegin vildi
sleppa av við Mykland.
Tað tykist tí sum FCK av
álvara hevur styrkt sær hóp-
in eftir at Jacob Laursen,
Thomas Rytter, Thomas
Thorninger og Christian
Poulsen hava gjørt avtalu
við útlendsk feløg.
Tað seinasta nýggja er, at
Niclas Jensen eisini er á
veg burtur. Danskir fjøl-
miðlar siga í dag, at hann
hevur gjørt avtalu við enska
felagið Manchester City.
FCK hevur einki ímóti at
selja leikaran nú, tí í summ-
ar er sáttmálaskeiðið runn-
ið, og hann vil ikki gera
nýggjan sáttmála.
Góður trupulleiki
Eingin ivi er nú um, at
hóast FCK hevur mist fleiri
leikarar, so hevur felagið
fingið avbera góðar avloys-
arar ístaðin.
Venjarin Hans Backe
hevur eitt sterkan hóp at
ráða yvir, og í fleiri førum
hevur hann ov nógvar góð-
ar leikarar at velja ímillum.
Venjarin hevur latið orð
falla um, at Todi Jónsson
kanska verður fluttur út á
vinstra vong, nú hann er
klárur aftur. Orsøkin til
hetta er, at liðið hevur ov
nógvar áleyparar. Tí verður
pláss gjørt fyri Toda longri
afturi á vøllinum.
Tó hevur venjarin ikki
tikið støðu til, hvussu hann
fer at seta liðið, nú so stór
útskifting hevur verið í
hópinum.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Claus Bech Jørgensen, sum
hevur familjubond í Føroy-
um, er komin á liðið hjá
Bradford. Claus byrjaði
inni fyri fyrstu ferð í enska
felagnum, tá Bradford vann
3-1 á Portsmouth um viku-
skiftið.
Hetta er fyrsta kapping-
arárið hjá Claus Bech
Jørgensen í Bradford, sum í
fjør flutti niður úr ensku
Premier League. Áðrenn
spældi hann við Bourne-
mouth í ensku aðru deild.
Tað hevur tó ikki gingið
eftir vil hjá Bradford, tí lið-
ið liggur á 17. plássi. Tað er
tó eingin loyna, at felagið
miðar eftir at flyta uppaftur.
Eingin spáddi liðnum nak-
ran møguleika at standa seg
í Premier League, men tað
eydnaðist teimum at spæla í
bestu deildini í tvey kapp-
ingarár.
Claus Bech Jørgensen
spældi allan dystin leygar-
dagin, og úrslitið var gott.
Portsmouth legði seg fram-
um, men Bradford svaraði
aftur.
Tað má sigast, at hálvi
føroyingurin hevur fingið
navnframar liðfelagar. Eitt
nú Lee Sharpe, sum hevur
spælt við Manchester Uni-
ted og á enska landsliðnum,
skoraði leygardagin. Vón-
andi fær Claus fleiri dystir í
Bradford.
Hetta vikuskiftið varð eitt umfar í Grand-Prix í badminton
leikt í Ítróttarhøllini á Kamsdali.
Leikt varð í einmansleiki.
Nøkur av úrslitunum vóru:
Gentur 11 ár:
Nr. 1 Hanna Elisa Óladóttir Arge
HBF
Nr. 2 Agnas Olsen
HBF
Gentur 13 ár:
Nr. 1 Óluva Bærentsen
ÍF
Nr. 2 Brynhild Carlsson
HBF
Gentur 15 ár:
Nr. 1 Ulla í Dávastovu
VÍF
Nr. 2 Rannvá á Rógvi
VÍF
Dreingir 11 ár:
Nr. 1 Bogi Reinert Petersen
ÍF
Nr. 2 Ari Ellingsgaard
ÍF
Dreingir 13 ár:
Nr. 1 Filip Gram
MBF
Nr. 2 Reidar Luid
HBF
Dreingir 15 ár:
Nr. 1 Niclas Eysturoy
HBF
Nr. 2 Rógvi Poulsen
HBF
Dreingir 18 ár:
Nr. 1 Høgni Madsen
ÍF
Nr. 2 Sverri Ellingsgaard
ÍF
Kvinnur:
Nr. 1 Ingun Hansen
Strálan
Nr. 2 Guri Poulsen
HBF
Menn:
Nr. 1 Erland Poulsen
HBF
Venjarin hjá Óla
Johannesen í Hvid-
ovre, Jan Sørensen,
hevur tryggjað sær
verjuleikaran Jacob
Just frá Farum.
Samstundis eru aðrir
leikarar eisini á veg til
felagið
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hvidovre hevur kunngjørt,
at felagið hevur gjørt
sáttmála við verjuleikaran
Jacob Just, sum kemur úr
Farum. Hvidovre hevur
havt eyguni eftir Jacob Just
í longri tíð, og fleiri onnur
feløg vóru um boðið.
Umsíðir er tað eydnast
teimum at lokka hann til
felagið.
Jacob Just kann bæði
spæla í verjuni og sum
verjukendur
miðvallari.
Hann kann sostatt geva Óla
Johannesen kapping um
pláss á liðnum.
Venjarin leggur tó dent á,
at kapping skal vera um
plássini á liðnum. Heima-
síðan hjá Hvidovre skrivar
eisini, at Jan Sørensen hev-
ur samráðingar við tríggjar
aðrar leikarar, sum eru
uppá tal.
Í næstu viku kemur ein
svenskur leikari til felagið.
Hann skal til royndarvenj-
ing og sannføra venjaran
um síni evni sum fótbólts-
leikari.
Ein leikari er hinvegin á
veg úr felagnum. Talan er
um Sammy Youssouf, sum
spælir á vinstra vongi.
Hann er til royndarvenjing í
St. Johnstone í Skotlandi.
Youssouf er ein ógvuliga
evnaríkur og vandamikil
leikari.
St. Johnstone hevur tó
ikki gjørt av, um felagið vil
hava sáttmála við Sammy,
men væntandi spyrst ein
sáttmáli burturúr.
Annars eru leikararnir í
Hvidovre farnir at venja
aftur. Hesar fyrstu vikurnar
verður dentur lagdur á ta
kropsligu venjingina. Fyrsti
dysturin í landskappingini
eftir vetrarsteðgin verður
móti B-1909, og hann verð-
ur spældur fyrst í mars
mánaði.
FCK styrkir hópin
Todi og Zuma hava fingið fleiri nýggjar liðfelagar í
vetrarsteðginum. Teir hava tó eisini mist nakrar av
stuðulsleikarunum. Nú elta teir Brøndby, sum tó neyvan
verður at fanga
Mynd: Álvur Haraldsen
Grand Prix á Kambsdali
Óli Johannesen fær nýggjar liðfelagar
Gongur væl hjá Claus Bech Jørgensen
C
M
Y
K
24
Nr. 10 - 16. januar 2002
25
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Skrivstovufólk
til Hjálparmiðstøðina
(HTM)
Á HTM er eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk leyst
at seta sum skjótast.
HTM er deild av Almannastovuni og umsitur
hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamis-
bilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 8 fólk á
HTM.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um
•
vanligt skrivstovuarbeiði
•
journalisering
•
móttøku og telefonavgreiðslu
Vit sóknast eftir einum starvsfelag sum hevur:
•
útbúgving innan skrivstovuyrki
•
drúgvar royndir á økinum
•
góð samstarvsevnir
•
góðan telduførleika
•
kunnleika til journalisering (DocuLive) er ein fyri-
munur
•
kunnleika til C5
Vit kunnu bjóða:
•
sjálvstøðugt arbeiði
•
flextíð
•
nýggja tøkni
•
samskifti við viðskiftafólk
Løn og stanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Palla Mortensen, leiðara á HTM, á tlf. 318300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal
sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049,
110 Tórshavn.
Umsóknarfreist: 22. januar 2002 kl. 14.00.
Jeepur til sølu
Fyri ein av kundum okkara,selja vit henda Suzuki
Samurai 4x4, Prísur 50.000, aldur: juli 1995, koyrt:
48.500, litur: bláur.
Spf. Eyðbjørn Hansen - Bilasøla
tlf. 313375, fax 311495,
www.suzuki.fo – suzuki@suzuki.fo
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Partabrøv til sølu
Vegna viðskiftafólk verða partabrøv í P/F Útferðr
(skrá.nr.2329) áljóðandi nom.kr.35.000,00 hervið
lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Ein og hvør søla er treytað av góðkenning frá
nevnd felagsins.
Áhugað verða biðin um at venda sær til
Advokatfelagið við Strond 4
v/ Petur Even Djurhuus, adv.
Yviri við Strond 4
100 Tórshavn
Tlf. 311260
Elektrikari
søkist til
fjølbroytt arbeiði
hjá
Tlf. +298 314547 · Fax +298 319923
E-mail: pjej@post.olivant.fo
25