mikudagur 2. juni 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Oyggjablaðið
Undir hesi yvirskriftini verður
ein roynd gjørd at vekja størri
ans fyri teimum eginleikum,
sum menniskju hvør á sín hátt
bera, og sum frítíðarfeløgini á
ein virðiligan hátt virka fyri
at menna, sigur Norðoyar
Frítíðar- og Ítróttarráð í eini
innbjóðing til ársins fyrstu
summarstevnu.
– Tað er tí okkara vón, at vit
sum búgva her og eru vertir,
vísa tað besta í okkum - barnið
- og geva tí gætur, sum børn og
ung í dag brúka stóran part av
sínari frítíð til.
– Tí børn eru børn, og tað
verða vit við, tá vit lið um lið
vísa hvørjum øðrum at vit
gleðast um tað frítíðarfeløgini
gera fyri okkara samfelag,
verð ur sagt.
Við tiltøkum í ár, har børn
og ung og barnsligar sálir eru
í miðdeplinum og har børn
og ung og barnsligar sálir eru
høvuðsmálbólkurin, er norð-
oya stevnan 2010 ein liður í at
koma úr rundkoyringini og út
á høvuðsvegin!
Tiltøkini fevna bæði um
ítróttarkappingar, mentanar-
til tøk, kristilig tiltøk, tónleik,
dans og mangt annað, fyri
ikki at gloyma kabarettina hjá
sjónleikarfelagnum.
– Um vit í felag gera møgu-
ligar dreymar og ímyndir, sum
fólk og frítíðarfeløg bera til
veruleika, tá gerst eisini norð-
oyastevnan eitt gott amboð, til
at kjølfesta góð minni í børnum
og ungum, sum hava vekjandi
og lekjandi árin á lívsleið teirra,
sigur Norðoya Frítíðar- og
Ítróttarráð.
Við hesum í huga ynskja tey
øllum norðoyingum og norð-
oyastevnugestum eina góða
stevnu.
snorri@sosialurin.fo
Í mars mánaði í ár kallaði nevndin í
NFÍ til fundar, har øll við áhuga fyri
stevnuni kundu møta.
Síðani tá er eitt stórt arbeiði
gjørt til tess at samskipa øll tiltøkini
og gera skránna so áhugaverda og
nýskapandi sum tilber.
Ein av teimum serstøku uppliv-
ingunum á ársins stevnu, er ein
skrúðgonga, sum verður leygardagin
eftir ársins fyrsta kappróður. Byrjað
verður úr Klaksvíksgarðinum og
heim í Vágstún.
Henda skrúðgongan verður bor-
in uppi av sangi, tónleiki, dansi og
dramatisering, og endar hon við
nøkrum so sjáldsomum sum eini
kappkoyring við kassabilum úr
Kirkjubrekkuni og oman í Vágs-
túni.
Ætlanin er, at henda skrúð-
gong an skal steðga á niðanfyri
sjúkra húsið og heilsa teimum sum
orsakað av sjúku ella elli ikki kunnu
verða við á stevnuni. Longur heimi
verður steðgað á við Víkabrekkuna,
har tónleikur og onkur framførsla
verður á skránni.
Til tess at standa fyri hesum
serstaka tiltakinum er sjálvandi
neyðugt at hava løgregluna at
ganga á odda. Tað verða tó ikki tveir
vanligir løgreglumenn sum ganga
á odda, men teir báðir kendu og
barnavinarligu løgreglumenninir
Jógvan og Erling sum skipa skrúð-
gonguna.
Fyri børn og
barnsligar sálir
Sjáldsom skrúðgonga
Kom inn á gólvið og síggj okkara stóra úrval av leður taskum
Vit ynskja øllum viðskiftafólki okkara eina góða norðoyastevnu
– alt til hennara
Sosialurin / KvR 34 18 00
Kósabúðin
Kósabúðin · stangavegur 90 · 700 KlaKsvíK · tlf: 455000