mikudagur 2. juni 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
33
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
nevndir tveir, Jens Klæmint Isaksen
og Eiler Jacobsen.
7. Jóan Jakku f. 1853. Hann giftist
við Elsupu Lukassen úr Skopun.
Tey fingu trý børn.
Tey sum hava áhuga fyri hesum
partinum av Dímunarættini, kunnu
fara inn á www.fiskimannafelag.fo
pdf. fílur av FF-blaðnum nr. 369.
Jóannes søkti eina ferð um at festa
Lítlu Dímun og ætlaði at búseta seg
har. Men hetta fekk hann ikki loyvi
til, tí har var so ikki búgvandi.
Fyrsti hentleikin
Emil Løbner var Føroya fyrsta
amtmaður fyrst í 19. øld. Hann
hevur ringt orð á sær fyri hansara
jánkasliga atburð, tá ið Havnin varð
álopin av Brillumannin.
Men á øðrum økjum var hann
ikki so galin. Hann skipaði fyri
høgdum trappum og tógverk til
gelendara á Stóru Dímun. Tað lætti
nógv um, hóast tað framvegis bæði
var strævið og vandafult at koma
uppá oynna.
Óla Jákup, oldurabbi,
tekur við
Men Janusi varð ikki langt lív lagað.
Tá ið hann hevði havt oynna í 13 ár
doyði hann í 1820, 44 ára gamal av
sjúku. Tað sigst, at hann doyði av
overving.
Greta giftist aftur í 1822 við
Jógvan Johannesen úr Dalsgarði
í Skálavík. Greta vildi ongum lata
festið uttan elsta soninum Óla
Jákupi. Jógvan bleiv tískil bóndi
inntil Óla Jákup oldurabbi kundi
taka við.
Viderø prestur var langabba-
sonur teirra. Hann greiðir frá, at
Jógvan var raskur sum bóndi og
gudrøkin maður. Áðrenn hann fór
til Dímunar, var hann røktingar-
maður í Norðastahaga í Skálavík.
Hendan hagan, ið hevði ligið í
órøkt, fekk hann upp aftur á føtur.
Hjúnarlagið við Gretu var ikki gott.
Hon helt lítið um hansara gudrøkni,
og um at hann sang við børnunum,
áðrenn hann fór í bjørgini ella til
annað arbeiði. Hon skuldi tá taka til:
“Eg meini, at hasin lítli látifuglurin
er farin at syngja í morgun.” Hon
rýmdi fleiri ferðir av oynni, men
kom aftur. Hon endaði sínar dagar
í Øravík. Jógvan varð verandi í
Dímun, og har doyði hann í 1857.
Tey fingu tvey børn:
1. Jóannes f. 1822. Hann giftist
við Árabo Viderø á Sandi, og tey bú-
settust undir Gerðabrekku í Skála-
vík. Tey fingu sonin Jógvan Mikal,
sum er ættarfaðir til Viderø-fólkið.
2. Anna Margretha f. 1832. Giftist
til Sands.
Óla Jákup datt oman
Óla Jákup tók við festinum tann
4. september 1830. Kona hansara
var Guðrun Mortensen f. 1798 úr
Trøðum á Sandi. Hon var 11 ár eldri
enn hann
Tey áttu trý børn, tvær gentur og
ein drong. Drongurin Janus doyði
um 20 ára gamal av hálsasjúku, tað
mann hava verið difteritus. Hann
doyði á Tvøroyri og liggur grivin har.
Í 1840 vóru 19 fólk á Stóru Dímun.
Tað vóru bóndahjúnini og teirra trý
børn. Hini vóru ættarfólk og sjey
tænastufólk.
Eftir at Janus doyði, vóru bert
tær báðar døturnar eftir.
Vanlukkur hendu nærum ár
um ár. Í 1845 fekk Tummas Johan
Dalberg úr Sumba ein stein í høvdið
og doyði. Abraham Abrahamsen úr
Havn fall í bjørgunum í 1847, 29 ára
gamal.
Og so hendi tað, at Óla Jákup
datt oman á Dráttinum tann 10.
november 1849, bert 49 ára gamal.
Janus beiggi hansara, sum búði
á Tvøroyri, hevði verið í Dímun og
smíðað. Eisini hevði hann umvælt
kirkjuna. Vanlukkan hendi, tá ið
hann fór avstað aftur.
Teir vóru við at taka ymiskt
niður, sum skuldi sendast av oynni.
Men maðurin, sum sat við línuna var
óansin, og strok kom á línuna. Ein
bukt kom um bóndan, so hann varð
tikin útav og fór eftir høvdinum.
Tað 60 favna høga fallið á
helluna niðri undir var ræðuligt.
Kroppurin, sum kom standandi
niður, smildraðist sundur.
Eingin troystaði sær rættuliga
at fara oman á helluna at taka hin
deyða bóndan upp, so illa, sum
hann var farin. Men húskallurin
Óla Jákup Johannesen úr Dali
var av grovastu monnum, tiltikin
róligur og nervasterkur.
Hann styrkti seg við brennivíni,
tók so eina rekkjuváð, signaði seg
og gekk tryggur og róliga oman
Kleivina at savna líkið av bóndan-
um saman í rekkiváðina.
Náttina eftir kom bóndin í
dreymi til hansara. Hann takkaði
Óla Jákup fyri hansara vælgerð,
men ein likamspartur var eftir,
fremsti liður á aftasta fingri. Dagin
eftir fer Óla Jákup aftur at leita,
men finnir einki.
Somu nátt kom bóndin aftur í
dreymi og segði við Óla Jákup, at
hann skuldi ikki leita meira eftir
fingrinum, tí hann var stokkin so
langt inn í eina urð, at hann fanst
ikki.
Tað segðist, at Rasmus, beiggi
bóndan, mundi gjørt av við mannin,
sum misti línuna, men fólk fekk lagt
seg ímillum.
Nógvar vanlukkur
Tað hendu ótrúliga nógvar van-
lukkur í Dímun. Tað eru ikki færri
enn 23, sum eru deyð av vanlukku,
meðan okkara ætt hevur verið í
Dímun.
Ein vanlukka á landi var, tá ið
Rudolf Jensen prestur fall í Kleivina
tann 24. august 1874, 42 ára gamal.
Har presturin fór vóru 5-6 høgd
trin. Hann gekk undan konuni.
Tá hann er komin niður á slætt á
ein pall, vendi hann sær at hjálpa
konuni. Onkursvegna var hann
áhaldsin og datt 30-40 favnar
niður og doyði av fallinum. Klivin,
har hann datt, varð seinni kallað
Prestklivin.
Á hesin myndini sæst trapputrinini, har prestur snávaði og datt oman
Høgt er upp
Burtur í haga
Komandi partur
Sum lesarin sær, er Miðvikan
frá hesum partinum av
skorin niður í eina helvt.
Í komandi parti verður
millum annað greitt frá, tá
ið oldurabbi Høgna Hoydal
setti upp á Stóru Dímun
undir sera dramatiskum
umstøðum
Mikudagur 2. juni 2010