mikudagur 2. juni 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
34
Sosialurin
Luttók á rimmar veitsluni
hjá Júst á Hotel Føroyum í
síðstu viku, nú Júst rundaði
tey 60 tann 24.mai. Sum eina
tøkk fyri veitsluna og fyri
gott vinarlag í fleiri enn 40 ár,
fari eg á henda hátt at heilsa
bóndanum
við
nøkrum
minnisbrotum.
Júst, minnist tú, tá vit
spældu borðtennis uppi í Síla
gøtu. Tá var einki við at keypa
Stiga borð, nei ein spønpláta
varð málað grøn, net og bóltar
keyptir, og so spældu vit í
tronga fýrrúminum, Leivur,
tú og eg mangt eitt kvøldi,
og satt at siga, tit vórðu bara
knáir, sum fráleið.
Júst, minnist tú ríðitúr
arnar. Leivur á Kambi, tú á
Bellu Høj hjá Leif Mohr og
eg á Brittu. Vit vóru langar
og stuttar túrar, turrar túrar
og eisini onkran vátan veður
lagið er jú soleiðis háttað í
Føroyum. Túrin í Sunnara
Botn ikki at gloyma, tá
rossini rýmdu, meðan vit
fingu okkum ein lúr, og
Leivur fekk fatur á teimum
aftur á Norðradalsskarði? Tó
onkran túr fóru vit saman,
men komu aftur hvør sær
– tað vil so vera.
Júst, minnist tú sílatúrar
nar. Til tey ymisku vøtnini,
við hvørt á rossabaki, men
eisini vil bili. Til Kaldbaks
botn, Leynavatn og eisini
til Eiðisvatn. Ein túrur til
Eiðisvatn, stendur kanska
serliga týðiligur. Fóru eftir
Oyggjarvegnum, men kjaf
svart í mjørka. Komu at
koyra aftaná gamla skúla
stjóranum,
sum
allan
vegin norðureftir koyrdi á
vinstru síðu, so vit sótu við
hjartanum í hálsinum og
bíðaðu eftir, at tað brast;
men so lítil ferðsla var tá, at
vit møttu ongum bili heilt til
Kollfjarðardal, tá tað aftur
klárnaði í. Tá var brúgvin
ikki komin yvir Oyrasund, so
umborð á eina gamla slupp,
sum tá flutti bilar, millum
Hósvík og Oyrar. Norður til
Eiðisvatn. Hetta var langt
áðrenn SEV oyðilegði vatnið.
Onkran sílatúrin vóru vit
eisini, har neyðugt var at
brúka bjargingarvestar.
Júst, minnist tú, biltúrin til
Leynasand. Tit – Leivur og tú
– høvdu lánt bilin, og lovaðu
at koyra við skili og ikki
dálka hann. Tá tit avhendaðu
bilin aftur, var hann bæði
reinur og vælvaskaður. Men
eg undraðist yvir, at hann
var so vátur innan – máti
skuldi verða við vaski. Fleiri
ár aftaná søgdu tit frá, hvat
tykkum var viðurfarist. Á
Leynasandi skuldu tit yvir
um ánna, men áarførið hevði
verið, so áin var stór, so tá tit
vóru komnir mitt út í ánna,
stóð bilurin fastur. Roynt
var at bakka við tí úrsliti,
at bilurin sakk enn longur
niður, so langt – sambart
Júst – at neyðugt var at fara
út gjøgnnum vindeyguni. Ja,
mangt er at minnast aftur á.
Júst minnist tú harutúrin,
tá eg fekk flestar harur.
Eg fari at yvast. Kann ikki
torga, at skjóta haru – og
eti hana slettis ikki. Men
harumennirnir hjá Júst er
ein hópur av áhugaverdur
monnum, sum stuttligt er,
at verða saman við. Men
har eru óskrivaðar reglur.
Tú skjýtur helst ikki fleiri
harur enn bóndin, so eg
var ikki í krithúsinum tann
dagin. Vanliga um kvøldi, tá
skaffa verður, verður reypa
um harutúrar – bóndin førir
orðið men tað kvøldið var
hara ikki tikin uppá tungu.
Bóndin fór til Grønlands við
John Dam.
Júst er bóndi. Hevur
Húsahaga og nógvu seinastu
árini eisini Flatnahaga. Høg
ligir hagar. Kann koyra við
bili til báðar og gjøgnum
báðar. Bóndin kennir síni fár,
og tey kenna hann. Ger eitt
floyt út gjøgnum bilrútin, og
áðrenn tú veitst av, stendur
ein gonga rundan um bilin.
Ómakaleyst, tá gevast skal
kraftfóður um veturin.
Havi
verið
fjallmaður
hjá Júst nógvu seinastu
árini, saman við øðrum góð
um monnum. Tað koma
nýggir til av og á, men fáir
verða verandi, teir klára
ikki mostin. Tú skalt verða
húðartjúkkur tola meira
enn vanligt. Ikki kropsliga,
tí hagin er lagaligur at ganga
á fjall mest undanbrekka.
Men sykan fær seg roynda.
Tá bóndin í umleið 300 dagar
á árinum, bara noyðist at gera
eitt floyt, so kemur seyðurin
rennandi til hansara, hvussu
í víðu verð, skal hann so
renna undan, tá fjallgonga er,
og bóndin floytar, rópar og
geylar, sum eitt svakt. Men
hvønn gongur tað útyvir:
okkum neyðars fjallmenn. Vit
verða húðflongdir. Men ikki
veit eg – Júst má hava evnir,
sum eingin annar hevur. Tað
gongur ein løta, so er alt við
tað gamla. Og ikki at gloyma
kvøldarnar í seyðahúsinum,
tá flett verður kvøld ein ikki
vil verða fyriuttan.
Júst er ísáðari. Argasti
kappingarneytin hjá tarv
inum. Plagi at vera við sum
skrivari. Áhugaverdir túrar.
Á slíkum ísáðingartúrum
verður
mangt
skald
og
mong
yrkingin
tikin
til
viðgerðar. Tí Júst er belisin
ella bókamaður, sum tað
eitur á føroyskum. Ikki veit
eg, nær hann fær tíð at lesa,
men hann kann endurgeva
brot úr søgubókum og skald
søgum, og tað eru ikki so fáar
yrkingar, hann kann uttanat.
Sjálvur er hann ikki sørur
yrkjari, og onkran tátt hevur
hann eisini staðið faddur at.
Seinastu
nógvu
árini
hevur Júst verið á skíferðum
í suðurlondum, saman við
jetsettinum, sum vit onnur
øvundsjúk rópa tey. Har
hevur hann nógvar søgurnar
frá, men onkra hevur ein
hoyrt frá øðrum. Ikki allar
er borðbarar, men eina fari
eg at tríva í, sum kanska
eisini lýsir Júst: Komnir til
hotellið, verður ferðalagið
býtt upp, tveir og tvær í
hvørjum kamari. Komnir
inn á kamarið, blaka Júst
og hin jetsettarin kuffertið
á songina, og pakka út. Í
øðrum kuffertinum Lakosta
troyggir og skjúrtir, Bjørn
Borg undirbuksir og Boss
parfuma og eini tvey bunti
av pengaseðlum. Júst pakkar
út turra grind og turran fisk,
spik og annað gott, teir skulu
jú hava eitt føroyakvøld á
túrinum. Júst hevði kamarið
fyri seg sjálvan restina av
túrinum. Eg lúgvi, sum mær
er logið!
Júst er frásøgumaður.
Kann í tímavís siga frá túrum
og upplivingum í Føroyum,
Grønlandi, Tailandi, Tibet,
Noreg, Danmark, Eysturríki
– you name it, og tú lurtar
við andakt. Og røðurnar,
hann
heldur
á
hvørjari
veitslu, hann luttekur í, eru
tiltiknar.
At siga, at Júst er ruddi
ligur, er at lúgva. Ingrid man
hava haft sítt toyggj, at taka
upp eftir honum, og seta seg í
bilin hjá Júst er eitt upplivilsi
fyri seg. Seinast fekk eg eina
óbrostna patrón upp í endan.
Men tá dagurin vanliga hevur
ov fáar tímar, fær ruddingin
ikki 1.prioritet.
Men Júst er álitismaður.
Biður tú hann gera eitthvørt
fyri teg, so verður tað gjørt,
men avtalan skal ikki ganga
uppá minuttir ella tímar, tí
tað kann ganga dagar, men
tað verður gjørt. Og tað er
tað týdningamesta.
Tað er mangt annað, ein
kundi trivið í, men nóg mikið
fyri hesu ferð.
Enn einaferð tillukku við
degnum við bestu ynskjum
fyri framtíðina.
27.05.10
Helgi B.
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Júst 60
Leivur og Júst í nýggjum tjóðbúna á Ólavsøku síðst í 60-árunum
Leygarkvøldið 12. juni kl. 21
skipar sangbólkurin Vitin
fyri stórum sangtiltaki í
Klaksvíkar Badmintonhøll
við luttøku av Russ Taff.
Umframt at verða kendur
sum einstaklingur, er Russ
Taff kendur frá Gaither Vocal
Band og Imperials. Russ Taff
er í Føroyum í sambandi við
upptøku og útgávu av fløgu,
og hevur hann í hesum
sambandi játtað at luttaka
á tiltakinum í Klaksvíkar
Badmintonhøll 12. juni.
Undir
tiltakinum
fara
sangbólkurin
Vitin
og
Russ Taff at famføra bæði
einsæris og saman umframt
at Betesdakórið kemur at
stuðla uppundir bæði hjá
Vitanum og hjá Russ Taff.
Sambært fyribilsskránna
verður tiltakið skipað sum
ein blandingur av teim kendu
”Syngið við” tiltøkumum hjá
Vitanum og eini konsert við
Russ Taff. Til sangtiltakið er
ókeypis atgongd.
Russ Taff og Vitin
í Badmintonhøllini
Russ Taff